leygardagur 5. mars 2005síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 45 - 5. mars 2005
SAMRØÐA
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Mynd: Jens Kr. Vang
Hetta er ein vanligur hósmorgun
í Jansstovugøtu 26 í Havn. Inni
angar av nýgjørdum kaffi og á
borðinum standa nýbakaðir
sniglar. Oman gjøgnum trapp-
urnar av loftinum kemur Ruth
Thomsen gangandi. Gongin er
meinlík gongdum í øðrum før-
oyskum heimum. Fyri framman
liggur stovan, rein, ruddilig og
sera hugnalig.
Ruth bjóðar okkum vælkom-
num innar og sigur síðani, at
kaffið er klárt í køkinum. Har er
dekkað upp, tvey ljós eru á borð-
inum og eitt fat við leskiligum
sniglum, hon bakaði í gjárkvøld-
ið til fínu gestirnar frá blaðnum.
Hetta kundi verið eitthvørt
vanligt føroyskt heim, men so er
ikki: Inni í heiminum býr ein
familja – maður og trý børn, og
so konan sum er starblind. Tað er
kortini hon, sum heldur hús, bak-
ar, matgerð og alt tað, ið aðrar
húsmøður gera, hóast hon einans
dugir at síggja mun á ljósi og
myrkri. Hon sær ikki gestirnar,
hon tosar við. Og í samfull 10 ár
hevur hon heldur ikki sæð fa-
milju sína. Yngsta sonin, sum er
sjey ár, hevur hon átt, men hevur
ongatíð sæð andlit hansara.
Hetta kundi ljóða sum byrjanin
til eina trista søgu, men spyrt tú
Ruth um hennara lív, so svarar
hon stutt: – Eg eri fantastiska
glað fyri lívið. Tað ber til at hava
mót upp á framtíðina, hóast ein
er blindur.
Arbeiddi í myrkri
Heimið hjá Sólbjørn og Ruth er
einki øðrvísi enn onnur føroysk
heim. Visti tú ikki at hon var
blind, so hevði tú neyvan fingið
nakra kenslu av at ein blindur
búði í húsinum.
Í heiminum finst einki stór-
vegis hjálpitól til blind, um ein
sær burtur frá tí talandi vektini,
teirri talandi telduni og labrador-
hundinum Toke.
– Eg veit ikki, - men man lærir
seg at gera tingini uppá sín egna
máta. Og fólk sum koma inn her,
duga illa at ímynda sær at ein
blindur býr her. Eg baki, geri
mat og ruddi, akkurát sum allar
aðrar síggjandi kvinnur. Eg brúki
faktist slettis ikki eyguni.
– Onkutíð kemur Sólbjørn
heim og sigur við meg: "Hví
stendur tú í kolsvarta myrkri og
arbeiðir?" Hann heldur, at tað er
sindur synd í mær, tí eg skal ar-
beiða í myrkri. Men tað ger mær
faktist ongan mun, um tað er ljós
ella myrkt inni, tí eg geri tingini
uppá sama máta allíkavæl.
Børnini hava eisini ein ávísan
stuttleika í hesum, tí tey kunnu
spyrja hana, hvar tær ávísu hos-
urnar liggja ella hvar HB-
troyggjan liggur.
– Sum regul, so veit eg akkurát
hvar tað er. "Hvussu kanst tú
vita, hvar alt er?", spyrja tey
meg. Men eg veit tað bara, tí at
eg hevði tað á hondum, eg føldi
at tað var tað og tað plaggið, og
legði tað síðani uppá pláss.
– Soleiðis læri eg meg at
kenna øll klæðini, tí tey hava
næstan øll sítt eyðkenni, sigur
Ruth,
Er okkurt plaggið so blivið
burtur, kann maðurin Sólbjørn
finna uppá at siga: "Um mamma
tykkara fer at leita, so finnur hon
tað heilt sikkurt". Men børnini
tey gevast ikki so, tí tey siga at
tey hava leitað og leitaðum alt
húsið.
– Men so kann eg gott fara, og
har – so finni eg tað plaggið,
sum tey hava leitað eftir! Eg veit
ikki, hvussu tað ber til, men so-
leiðis er tað bara. Har er eitt ella
annað.
Talandi vekt
Ruth dámar eisini sera væl at
baka. Og júst nýbakaðar køkur er
helst ikki tað fyrsta ein hugsar
um, tá tað snýr seg um gerandis-
dag hennara.
Á borðinum liggja kortini
nakrir sniglar í eini skál, - sniglar
sum eru bakaðir til fínu vitjan-
ina. Tað smakkast ikki munur á
hesum sniglunum og "dem som
mor ku’ lave".
– Eg havi ein talandi vekt, og
hon er ein ótrúlig hjálp hjá mær.
Hygg her, eg skal vísa tykkum.
Ruth fer yvir í eitt hornaskap,
og veit at í høgru síðu á aðru
hill, har stendur henda talandi
vektin. Hon setur hana á borðið,
og leggur ein snigil á. Vektin
svarar beinanvegin aftur: "Seks-
ogtyve gram". Hon leggur ein
snigil á aftrat, og vektin svarar
nú "Fireoghalvtreds gram".
– Ja, henda vektin er ótrúlig og
er ein stórur lætti hjá mær í tí
dagliga. Tað er sum at hava eina
arbeiðskonu aftrat sær í húsinum.
Múraði meg inni
Ruth hevur altíð havt vánaliga
sjón. Tá hon var um 25 ár, tá
byrjaði sjúkan av álvara at gera
um seg – so nógv, at hon ikki
hættaði sær at fara út einsamøll,
heldur ikki um dagin. Hon hevði
ringt við at síggja pelar, kantar
og trappur, og fór tí bert út sam-
an við øðrum.
– Tað bleiv tí nokkso nógv til
tað, at eg bara sat inni. Og so-
leiðis var tað í nógv ár, og bleiv
at enda til tað, at eg mestsum
múraði meg inni hjá mær sjálv-
ari. Eg fór næstan ikki út fyri
dyr. Maðurin, hann var til ar-
beiðis og børnini vóru ov smá til
at vera fylgjarar hjá mær, og so-
leiðis varð tað bara til tað, at eg
var bara heima.
– Tað ringasta var tó tað, at eg
ynskti ikki at nakar skuldi vita at
eg ikki sá – at eg var blind. Øll
sóu og vistu, at eg hevði brillur,
men eingin visti, hvussu illa eg sá.
– Men so einaferð ... Eg haldi,
ikki at tað eru meiri enn átta ár
síðani, tá mamma ein dagin
segði við meg: "Ruth, hví fært tú
tær ikki eina brosju, sum vísir at
tú sært illa?" Men nei, eg skuldi
ikki hava eina slíka brosju. Tað
skuldi eingin síggja, at eg var
øðrvísi enn hini. Men so segði
mamma aftur við meg: "Vilt tú
heldur, at fólk halda teg vera
undarliga – ella kanska at tú ert
full?" Tá broytti eg hugsan, og
fór at hugsa um, at tað var nakað
um tað sum hon segði.
Sær út sum eitt ellisheim
Rut tók seg tá saman, setti seg í
samband við Blindastovnin, har
Karin Kass gav henni tvær brosj-
ur. Men hesar báðar brosjurnar
fóru kortini í lumman.
– Tú, tað var veruliga soleiðis
... ja, tað sigur eitt sindur um,
hvussu ringt tað egentliga var at
viðurkenna, at eg hevði eitt brek:
Eg hevði tær í lummanum, inntil
eg var komin út um Jansstovu-
gøtu. Ikki fyrrenn tá, festi eg
brosjuna uppá jakkan. Eg ynskti
ikki, at børnini her í grannalag-
num skuldu arga míni børn við,
at mamma teirra ikki sá nakað.
Og tá eg so kom aftur úr býnum,
tók eg brosjuna av, áðrenn eg
kom inn aftur í Jansstovugøtu.
So ringt hevði eg við at aksep-
tera tað, at støðan var sum hon
var.
– So gekk ein tíð, og so byrj-
aðu tey at tosa um, at eg burdi
gingið við tí hvíta stavinum.
Men tað var tað ringasta, sum
tey kundu siga við meg: At eg
skuldi fara út við einum hvítum
stavi. Tað var kortini eingin veg-
ur uttan um, - ynskti eg fara út úr
húsinum, so mátti eg tað. Eg fór
á skeið á Blindastovninum at
læra meg at ganga við hesum
stavinum, og mátti bara bíta tað í
meg.
– Eg lærdi nógv á skeiðnum
og tað gekk gott við stavinum,
inntil ein drongur segði nakað
við eldstu dóttur mína tann eina
dagin: "Mamma tín sær út sum
eitt ellisheim", tí eg gekk við
stavi. Tá broytti eg hugsan, tí
børnini hjá mær skuldu so ikki
kenna sviðan av, at eg gekk við
stavi. Eg gjørdi tí ikki mætari,
enn at eg klappaði stavin saman
og koyrdi hann í taskuna.
Læknin las meg av
Í august mánaði 2002 fór Ruth
til samtalu hjá eygnalæknanum
Kára Holm. Undir hesi samtaluni
spurdi hann, um hon ongatíð
hevði hugsað um at fingið sær
ein førarahund.
– Førarahund?, sigi eg. Ein
førarahund til mín?! Jamen, eg
eri ikki blind! Men hann svaraði
mær: "Tú ert í øllum førum
skikkað til ein førarahund!" Eg
svaraði honum, at eg visti um
Una (Rasmussen, red.) og at
hann sá púrt einki. Eg sá hóast
alt mun á ljósi og myrkri. Men
so svaraði Kári mær aftur: "Eg
kann bara siga tær eitt: Tú ert
ikki verri stillað við sjónini enn
Uni". Eg bleiv so kløkk, tá hann
segði tað, - ja, eg veit faktisk
ikki, hvør bleiv mest kløkkur –
eg ella Sólbjørn – av tí, sum
læknin segði.
– Nei, segði eg. Førarahund –
nei, tað haldi eg ikki. Nå, men so
fóru vit heim, og so spyr Sól-
bjørn meg, um eg ikki skuldi
hugsa nærri um hetta við førara-
hundinum. "Taðvejden haldi eg,
at tú skalt gera hetta, meðan tú
ert ung og hevur førleikan".
– Treytin fyri at fáa førarahund
var at ein skuldi kunna ganga
fult og heilt við tí hvíta stavin-
um, og tað føldi eg ikki at eg
kundi. Kári Holm sigur so við
meg, at eg átti at farið niður á
eitt intensivt skeið at læra meg at
ganga við stavinum. Hann hevði
longu lisið meg av, hvussu ringt
eg hevði við at brúka stavin í
Havn. Her kenna øll meg og eg
kenni nógv, men í Danmark var
øðrvísi.
Græt míni mødigu tár
Í november mánaði 2002 fór
Ruth so til Danmarkar. Tað var
eitt øgiliga stórt stig, tí hon
skuldi vera niðri í ein heilan
mánað.
– Eg græt míni mødigu tár á
flogvøllinum – oys, oys, oys, tað
var ræðuligt! At skula vera niðri
í ein mánað, var fyri mær sum
ein evigheit. Eg hugsaði, hvat í
víðu verð skal eg gera har niðri
soooo leingi?
– Nå, men eg fór so avstað og
var har niðri í ein mánað. Og tað
má eg siga, - at hesin mánaðurin
gjørdi nakað við meg og mína
persónligheit: At eg kláraði at
vera ein mánað burtur, og at eg
hevði gjøgnumført hetta skeiðið,
- tað er ótrúligt. Eg sá fyri mær,
at eg longu eftir einari viku fór
at melda pass og fara heimaftur.
– Eg kom so aftur til Føroyar,
og í mars mánaði árið eftir
(2003, red.) søkti eg um at fáa
ein førarahund. Eg væntaði, at
tað tók minst eitt ár at fáa ein
slíkan, men longu 31. juli sama
árið fekk eg handað hundin á
flogvøllinum í Kastrup. Hetta var
veruliga eitt vegamót fyri meg,
tá eg fekk henda hundin. Tá
hendi virkiliga nakað. Og hetta
hevur virkiliga gjørt nakað við
meg og okkum øll.
– Sjálválitið, - tað er kvinkað,
eg veit ikki hvussu nógv stig
uppeftir. Hugsa tær: Eg kann
fara út, tá ið eg vil. Eg kann fara
út, har sum eg vil. Nú eri eg so
væl kend í Havn, at eg faktisk
kann fara allastaðni, bara eg
kenni leiðina.
– Og hetta her sjálvbjargnið,
sum eg eri blivin í besiddilsi av.
Tað er bara so ótrúliga deiligt.
Alt hetta avspeglar eisini allan
tann mátan eg eri uppá – tað
avspeglar, hvussu glað eg eri, og
hvussu væl nøgd eg eri, og alt
tað. Eg segði nemliga við Sól-
bjørg í gjár, at tað hendir nakað
við mær fyri tíðina. Tað er nakað
við hesum sjálvsálitinum sum
ger, at eg betri tori at siga ym-
iskt, eg ikki gjørdi áður.
– Eg kann tí bara siga, at eg eri
fantastiska glað fyri lívið. Eg føli
at eg havi gott mót uppá fram-
tíðina. Tí tað ber til at hava mót
uppá framtíðina, hóast ein er
blindur. Tað er púra sikkurt.
– Eg kann fara út tá eg vil
- Eg ruddi, baki og matgerði, akkurát sum allar aðrar føroyskar kvinnur, hóast eg eri
blind, sigur Ruth Thomsen, sum tey seinastu 10 árini ikki hevur sæð familju sína. Tann
yngsta sonin, 7 ára gamla Petur, hevur hon ongatíð sæð við egnum eygum!
Fimm ferðir?
Enda setningin: "At vera blindur er, at ..."
... vera avhengig av øðrum, og at fokusera uppá tað eg kann, og
ikki á tað sum eg ikki kann. Tá følist avmarkingin ikki so stór.
Hvør persónur hevur havt størstan týdning fyri teg:
– Sum yngri: Foreldrini og omma og abbi
– Í dag: Sólbjørn (maðurin) og børnini
Um tú fekst sjónina aftur í dag, hvat hevði tú so fyrst hugt eftir?
– Eg hevði fegin viljað sæð familju mína, sum eg ikki havi sæð í 10
ár. Eg havi t.d. ongatíð sæð yngsta sonin, Petur, sum nú er sjey ár.
Hvat gleðir teg mest í tí dagliga?
– At eg eri frísk. At eg kann fara upp hvønn morgun, og at eg kann
fara út fyri dyr. At eg kann fungera sum vanligt, hóast eg beri eitt
brek.
Hvat er títt lívsmotto?
– At vera positiv, tí tað drívur verkið.
Navn: Ruth Thomsen
Fødd: 10.09.1967
Gift: Sólbjørn Thomsen
Børn: Trý - Ingibjørg (15 ár),
Thomas Juul (13) og Petur (7)
Skúlagongd: Sjey ár í Adventista-
skúlanum; Framhaldsdeild í
Tórshavnar Kommunuskúla; FHS-
prógv á Føroya Handilsskúla í
Havn í 1985.
Starv: Útbúgvin handilslærlingur
í Grifflinum í 1988; arbeiddi eftir
tað eitt ár í Nýggja Bókhandli.
Síðani komu børnini, eins og
sjónin viknaði. Ikki arbeitt síðani.
Frá 1. januar 2005 Umsorganar-
ráðgevi fyri limirnar í Blindafelag-
num.
Frítíð: Nevndararbeiði í Blinda-
felagnum
Blá bók