leygardagur 5. mars 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 45 - 5. mars 2005
Fríggjakvøldið 25. februar and-
aðist Peter Benenson 83 ára
gamal. Hann legði í 1961 lunnar
undir heimsumfatandi manna-
rættindarørsluna Amnesty
International, sum hevur tikið
upp mál hjá nógvum túsund
mannarættindaofrum, og givið
mannarættindastríðsfólkum í
milliónatali kring heimin
íblástur.
Tað byrjaði við eini
blaðgrein
Alt byrjaði tá Peter Benenson,
sum var sakførari, í tokinum á
veg til arbeiðis las eina grein um
tveir portugisar. Hesir høvdu
skálað fyri frælsi, og tað kostaði
teimum tvey ár í fangatippinum.
Hetta fekk bikari hjá Peter
Benenson at flóta yvir, og hann
skrivaði greinina "The forgotten
prisoners", sum stóð at lesa í
"The Observer" sunnudagin 28.
mai 1961.
Greinin snúði seg um fólk sum
sótu goymd og gloymd í fanga-
skapi kring heimin vegna teirra
politisku hugsan ella trúgv og
sum ikki høvdu nýtt ella eggja til
valdsnýtslu.
Peter Benenson kallaði hesar
fangar fyri samvitskufangar, og
hetta er eitt hugtak sum Amnesty
hevur nýtt síðani. Benenson
heitti á lesararnar um at luttaka í
einum átaki "Appeal for Amn-
esty 1961" við tí endamáli at
leggja trýst á stjórnir, ið framdu
brot á hesi grundleggjandi
mannarættindi.
Frá 'grasrótsrørslu' til
altjóða felagsskap
Upprunaliga var "Appeal for
Amnesty 1961" bert ætlað sum
eitt eitt ára átak, men undirtøkan
gjørdist so góð, at hetta varð
byrjanin til fyrsta og størsta
altjóða mannarættindafelags-
skapin - Amnesty International.
Greinin hjá Benenson varð
endurtrykt í fleiri bløðum um
kring allan heimin og meira enn
1.000 fólk luttóku í átakinum.
Hugtakið samvitskufangar
gjørdist alkunnugt og Amnesty
ljósið umgirt av píkatráði
gjørdist ímyndin um vón og
frælsi kring allan heimin.
Í juli mánað var fyrsti altjóða
aðalfundur felagsins hildin við
luttakarum úr Belgia, Onglandi,
Tysklandi, Írlandi, Sveis og
USA. Á aðalfundinum varð
viðtikið at stovna ein altjóða
felagsskap við tí endamáli at
verja talu- og trúar frælsi.
Bardagin móti órættvísi
"Peter Benenson veitti ljós innar
í fongsulsmyrkrið, í ræðuleikan í
píningarklivunum og í sorgar-
leikin í deyðslegunum kring
heimin. Hetta var ein maður,
hvørs samvitska lýsti í einum
ræðuligum og ræðandi heimi, og
sum hevði álit á megina hjá
vanliga fólkinum at fremja
óvanligar broytingar, og við
stovnsetingini av Amnesty
International gav hann hvørjum
einstakum av okkum møguleikan
at gera mun" segði aðalskrivarin
í Amnesty International, Irene
Khan, í minningarorði sínum um
Peter Benenson.
Í teimum fyrstu árunum,
Amnesty International var til,
veitti Benenson nógv av fígg-
ingini til rørsluna, var á kann-
ingarferðum og var uppi í øllum
virkseminum hjá felagsskapin-
um.
Annað virksemi, sum Benen-
son hevur verið uppi í, er írokn-
að ættleiðingar av faðir- og
móðurloysingum aftaná spanska
borgarakríggið og at fáa jødar,
sum vóru flýddir úr Hitler
Týsklandi, til Bretlands.
Peter Benenson var sera
áhugaður í tí sum hendi rundan
um hann og gjørdist uppøstur av
órættvísum rættarmálum. Aftaná
nøkur ár í enska herinum fór
hann sjálvur at lesa løgfrøði.
Benenson meldaði seg sum lim í
verkamannafelaginum Labour,
og gjørdist skjótt leiðandi limur í
felagskapinum Society of Labour
Lawyers. Benenson var t.d. send-
ur til Spaniu í hálvtrýssunum at
eygleiða nøkur rættarmál.
Benenson gjørdist í øðini um tað
hann upplivdi í sambandi við
rættarmálini og um umstøðurnar
í sponsku fongslunum. Í sam-
bandi við eitt rættarmál handaði
hann dómarunum ein langan lista
við klagum um rættarmálið.
Rættarmálið endaði við fríkenn-
ing, sum var rættuliga óvanligt í
fasistiska Spaniu. Undir Ungarn-
kreppuni eydnaðist tað Benenson
at savna saman ein bólk av løg-
frøðingum úr Labour, Liberala
og Konservativa flokkinum í eina
tvørpolitiska sendinevnd, sum
skuldi eygleiða rættarmál í
Ungarn.
Ljósið brennir fyri teimum,
vit ikki fingu hjálpt
Í ár eru 44 liðin síðani Benenson
stovnaði fyrsta altjóða manna-
rættindafelagsskapin. Amnesty
International hevur í dag uml.
1,8 milliónir limir og stuðlar í
meira enn 150 londum og økjum.
Umleið 550 av hesum limum og
stuðlum búgva í Føroyum.
Í byrjanini arbeiddi Amnesty
serliga fyri samvitskufangum og
politiskum fangum. Síðani
byrjaði felagsskapurin eisini at
arbeiða fyri at avtaka deyðarevs-
ing, píning og ’hvørvingar’.
Amnesty International hevur
so við og við átikið sær nýggjar
uppgávur til tess at forða álvars-
ligum brotum á mannarættindi. Í
dag arbeiðir Amnesty fyri at
alheims viðurkendu manna-
rættindini verða vird og vard.
Hugsjónin hjá Amnesty Inter-
national er ein heimur, har hvørt
einstakt menniskja fær gagn av
øllum teimum rættindum, sum
eru ásett í Heimsyvirlýsingini
um Mannarættindi hjá ST og
øðrum altjóða mannarættinda-
reglum.
Á hátíðarhaldinum á 25-ára
stovningardegnum hjá Amnesty
International, kveikti Benenson
ljósið, sum øll árini hevur verið
búmerki hjá felagsskapinum við
orðunum:
"Ljósið brennir ikki fyri okk-
um, men fyri øllum teimum sum
okkum ikki eydnaðist at bjarga
úr fongsli, teimum píndu, teim-
um burturfluttu, og teimum
"horvnu". Tað er fyri teimum,
hetta ljósið er til".
Stovnarin av Amnesty
International deyður
»Ljósið brennir ikki fyri okkum, men fyri øllum
teimum sum okkum ikki eydnaðist at bjarga úr
fongsli, teimum píndu, teimum burturfluttu, og
teimum »horvnu«. Tað er fyri teimum, hetta ljósið
er til«
- Peter Benenson
FAKTA
Amnesty International er óheft av øllum
stjórnarvaldi, politiskum hugsjónum,
fíggjarligum áhugamálum og átrúnaði.
Amnesty stuðlar ikki og er ikki ímóti nakrari
stjórn ella politiskari skipan, og er leyst av
sjónarmiðum hjá teimum, hvørs
mannarættindi tað roynir at verja.
FAKTA
Amnesty International er grundað á
heimsumfatandi, sjálvbodnan limaskap og er
ein demokratisk, sjálvstýrandi rørsla við uml.
1,8 milliónum limum og stuðlum í meira enn
150 londum og økjum. Amnesty verður bert
fíggjað við limastuðli, gávum og søluvinningi.
FAKTA
Amnesty hevur ráðgevandi støðu í millum
annað ST, UNESCO og Evroparáðnum.
FAKTA
4 ár eftir at Amnesty International hevði sæð
dagsins ljós í London, varð tann føroyska
deildin stovnsett. Sostatt verður føroyska
deildin 40 ár í 2005, meðan altjóða
felagsskapurin verður 44 ár.
Amnesty International Føroya Deild
Tinghúsvegur 18, 4. hædd
100 Tórshavn
Telefon/Fax 31 16 58
Teldupostur: amnesty@amnesty.fo
Heimasíða: www.amnesty.fo