leygardagur 5. mars 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 45 - 5. mars 2005
35
KIRKJUURGAN
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Tað er ikki hvønn dag, at Ólavur
Eysturdal úr Klaksvík hevur
møguleika at hitta 25 aðrar
urguleikar úr øllum landinum.
Hetta høvið fekk hann kortini
fyri eini viku síðani, tá felagið
fyri urguleikarar skipaði fyri
fundi í Fríðrikskirkjuni. Her varð
tosað um mong ymisk viður-
skifti, sum hava við viðurskiftini
hjá urguleikarunum at gera.
Ólavur sat og lurtaði væl eftir
øllum tí, sum varð sagt. Tí, sum
hann sigur, so er hann áhugaður í
at gerast urguleikari einaferð í
framtíðini.
– Men skal eg hugsa um tað,
so er neyðugt at eg venji og
spæli nógv. Júst tað, er ikki altíð
so lætt, tá ein gongur í skúla ella
er til skips, sigur Ólavur.
At Ólavur var á fundinum fyri
urguleikarar var meiri av tilvild.
Hann kendi ongan annan urgu-
leikara, men hevði fingið at vita
um fundin frá einum manni í
Klaksvík.
– Evnið á fundinum ljóðaði
áhugavert. Og so fekk eg eisini
høvið at hitta onnur fólk sum
vóru urguleikarar, sigur hann.
Á fundinum fekk hann somu-
leiðis møguleika at lurta eftir
øðrum urguleikarum, meðan teir
útfoldaðu seg á vøkru urguni í
Fríðrikskirkjuni.
Vónandi var hetta honum til
miklan íblástur!
Spæli tá eg havi frí
Hóast Ólavur ongatíð sjálvur
hevur verið urguleikari til guds-
tænastur, so er hann kortini ikki
ókendur við urguna sum ljóðføri.
Hann byrjaði at ganga til
undirvísing í tónleiki, tá hann var
eini 12 ára gamal hjá kenda
tónleikalæraranum í Klaksvík,
Boga Lützen.
– Eg spæli enn hjá Boga, men
nú er tað bara av og á, - bara tá
eg havi frí, sigur Ólavur.
Hann er tó í teirri hepnu støð-
uni, at hann hevur møguleika at
læna lykilin til Christianskirkj-
una, tá tað liggur fyri hjá honum.
Tá fær hann so møguleika at
venja og spæla uppá vælljómandi
urguna í kirkjuni.
– Tá kann eg spæla sjálvur, og
sum eg vil, tí tá er eingin sum
lurtar, sigur hann.
Venjing og meiri venjing
Tað tekur sjálvandi sína tíð at
ganga til undirvísing, og ikki
minni, tá ein skal venja og venja
og aftur venja.
Ólavur gongur í løtuni á
kokkaskúla, men hevur eisini
siglt við ymiskum skipum. Tá
hevur hann ikki altíð havt eins
góða tíð til tær neyðugu venjing-
arnar.
– Men tá eg so havi havt tíð,
so havi eg ringt til Boga og
spurt, um eg ikki kann fáa ein
tíma ella báðar tveir. Og tað
liggur sum oftast væl fyri.
– Hinvegin, so hevur hetta
verið rættiliga ójavnt: Onkutíð
tvær til tríggjar ferðir um vikuna,
og aðrar tíðir bara eina ferð um
mánaðin. So tað er rættiliga
ymiskt og ikki altíð so regluligt,
sigur Ólavur.
Tveir manualir
Skal ein til fulnar fáa nakað
burtur úr sum urguleikari við
eina kirkjuurgu, er sjálvandi
allarbest at leika og venja uppá
eina kirkjuurgu. Hetta ber av
góðum grundum ikki til
allastaðni.
Tað er jú ikki sum at siga tað,
at fáa eina pípuurgu inn í ein
tónleikaskúla, og tí hevur Ólavur
fingið undirvísing á øðrum
ljóðførum.
Fyri tað mesta er undirvísingin
farin fram á keyboard’um, men
av og á eru teir farnir inn í eitt
annað undirvísingarhøli, har ein
elektrisk urga stendur.
Her liggur væl fyri at royna
seg, tí henda urgan minnir nógv
um eina kirkjuurgu. Hon hevur
nevniliga tveir manualir umframt
fótpedalir.
Italiensk orð
Frá teirri fyrstu og veiku byrjan-
ini sum næmingur hevur Ólavur
brúkt tilfarið sum er til undir-
vísing í urguleiki. Í løtuni
arbeiðir hann serliga við tí
tekniska partinum – m.a. við
fingrasetingini.
– Hetta hevur altíð verið ein
stórur trupulleiki hjá mær, sigur
hann.
Tíð er kortini eisini til onnur
evni, og fer tí ein partur av
undirvísingini eisini við at spæla
vanligar sálmar. Hann brúkar
eisini tíðina til at læra seg tey
ymisku hugtøkini og orðini, sum
ein møtir tá nótar skulu lesast.
– Hetta er ikki altíð so lætt, tí
tey eru á italienskum máli. Men
skal ein kunna spæla eitt ljóð-
føri, er neyðugt at duga tey, sigur
Ólavur avgjørdur.
Urga, blokkfloyta og violin
Tá ein soleiðis gongur til undir-
vísing, er tað altíð ein spurningur
um, hvørjar hugsanir Ólavur
hevur gjørt sær í framtíðini:
Hugsar hann um at gerast
urguleikari einaferð í framtíðini?
– Nei, eg havi ongatíð hugsað
so nógv um tað. Men kanska –
hví ikki?
– Tað hevði helst verið stutt-
ligt, men tað krevur so aftur at
ein spælir og venur rættiliga
nógv, sigur hann.
Heima við hús er hann tann
einasti sum spælir, líka við
undantak av abbanum, sum av og
á spælir eitt sindur.
Hann eigur eina gamla elektr-
iska urgu, sum nú er at kalla
útslitin. Og tá hann hevur hug at
spæla uppá okkurt annað ljóðføri
enn urguna, so kann hann taka
fram blokkfloytuna, sum hann
eisini dugir at spæla uppá.
– Annars so havi eg akkurát
keypt mær eina nýggja violin. So
nú havi eg hug at vita, um eg fái
nakað burtur úr henni, sigur
Ólavur flennandi.
19 ára gamli klaksvíkingurin, Ólavur Eysturdal hevur hug at gerast
urguleikari. – Tað krevur venjing og aftur venjing. Men tað er ikki altíð so
lætt, tá ein gongur í skúla ella er til skips, sigur hann
– Eg má venja og venja og venja
– Tað hevði verið stuttligt at verði urguleikari, men tað krevur nógva venjing, sigur 19 ára gamli, Ólavur Eysturdal úr Klaksvík, sum her situr við urguna í
Fríðríkskirkjuni