leygardagur 5. mars 2005síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 45 - 5. mars 2005
STARVSVENJING
Ragnfríð K Jacobsen,
Praktikantur
Herfyri vóru næmingar í 9c. í
Fuglafjarðar skúla í starvsvenj-
ing. 11 av teimum valdu at
leggja leiðina til Havnar, men tað
er sera ymiskt, hvat starv
næmingarnir valdu. Vit tosaðu
við tríggjar av teimum, og
spurdu tey, hvussu teimum
dámdi í starvsvenjing.
Keddi seg ongantíð
Uppi í klædnahandlinum Teir og
Tara hittu vit Hardu E. Skoradal.
Harda hevur altíð havt hug at
vita, hvussu tað er at arbeiða í
einum klædnahandli, og tí valdi
hon at fara har í starvsvenjing.
– Mær dámdi ómetaliga væl at
arbeiða í einum klædnahandli,
men eg vænti ikki, at hetta
verður eitt starv, sum eg fari at
fáast við í framtíðini, sigur
Harda.
Hon keddi seg ongantíð, tí tað
er alla tíðina var okkurt at gera.
Um ikki nógv fólk vóru í
handlinum, legði hon klæðir
fram ella saman o.s.fr. Hon
heldur, at fólkini eru sera blíð,
bæði tey, ið arbeiða har, og
kundarnir, sum keyptu frá henni.
– Tað, sum eg vónaði at fáa
burtur úr við at vera her í starvs-
venjing, er, at eg verði meira
framlig og opin, ikki bara í
arbeiðstíðini, men eisini í
frítíðini. Tað kann hjálpa mær
ótrúliga nógv í framtíðini, sigur
Harda.
Gunvá og børnini
Gunvá J. Pállson altíð hevur
dámað sera væl at vera millum
børn og spæla við tey. Tí valdi
Gunvá at fara í starvsvenjing í
barnagarðinum á Konmansmýru,
har henni dámdi sera væl.
– Eg havi altíð ynskt mær at
vita, hvussu tað er at arbeiða á
einum barnagarði, og eg havi
tonkt nógv uppá, at fara at lesa
til pedagog. Tí sá eg starvsvenj-
ingina sum ein góðan møguleika
at prøva arbeiða við børnum,
sigur Gunvá, og leggur afturat at
møguliga fóru dagarnir har at
vísa, um eittt sovorðið starv fer
at verða hennara framtíð.
– Eg hevði tað gott og stuttligt,
og eg tímdi væl, sigur hon.
Tá eg spurdi Gunvu, um hetta
er eitt starv, sum hon sær seg
sjálvan gera í framtíðini, segði
hon, at hon hevur ikki prøvað
nakað annað starv enn, so tað má
tíðin fara at vísa.
Kanska egna matstovu?
Brynhild Jacobsen valdi at fara á
Hotel Hafnia í starvsvenjing, og
har dámdi henni heilt væl.
– Mær dámdi sera væl starvs-
fólkið, tey vóru sera fitt og blíð
við meg, og har var ógvuliga
stuttligt at vera, sigur Brynhild.
Hon fór á Hotel Hafnia fyri at
vita, hvussu tað er at arbeiða á
einum hotelli og fyri at vita, um
hetta er eitt starv, sum hon hevur
áhuga fyri.
– Hvør veit, kanska eg fari at
opna mína egnu matstovu eina-
ferð í framtíðini, sigur Brynhild
við einum smíli.
Ymiskt hvat arbeiðs-
plássini gera burturúr
Dagfinnur Danbjørg er floks-
lærari hjá 9 c. í Fuglafjarðar
skúla, so tað er hann, sum skal
spyrja arbeiðplássini, um næm-
ingurin kann koma har í starvs-
venjing.
– Tað er ikki ringt at finna
pláss til starvsvenjing. Í flestu
førum fáa vit beinanvegin svar,
men um næmingurin hevur eitt
serligt ynski, so kann tað taka
longri tíð at fáa svar, greiðir
Dagfinn frá.
Týdningurin við starvsvenjing
er tann, at tey ungu kunnu koma
út í lívið, royna eitt arbeiði og
vita, um hetta er eitt arbeiði, tey
vilja gera í framtíðini. Hvat tey
fáa burturúr, veldst nógv um,
hvussu nógv arbeiðsplássið ger
burtur úr starvsvenjingini.
Summi arbeiðspláss hava ávísar
uppgávur til næmingar, ið eru í
starvsvenjing, og hetta er sera
gott, heldur Dagfinn. Men tíverri
eru tað nøkur arbeiðspláss, ið
einki gera burturúr, og tá ger
næmingurin beinanvegin av, at
hatta er ikki eitt starv fyri hann.
– Tað kemur fyri, at arbeiðið,
ið næmingurin verður settur at
gera, slett einki hevur við
arbeiðsplássið at gera. Ella hann
bert verður sendur at gera
ørindir, ið ongan týdning hava –
til dømis at gera kaffi, keypa
morgunbreyð, rudda o.s.fr, so á
tey arbeiðsplássini senda vit ikki
næmingar aftur, sigur Dagfinn.
Vanliga fara flokslærarnir út til
arbeiðsplássini, har næmingarnir
eru, og hyggja, um alt gongur
sum tað skal. Tað kann vera
rættiliga ymiskt, hvussu tað
gongst, tí tað kann jú koma fyri,
at næmingurin kemur í starvs-
venjing akkurát tá, ið einki er at
gera. Tað er ikki sikkurt, at tað er
nakað at gera júst hesar tíggju
dagarnar, og tí kann næmingurin
fáa ta fatan, at arbeiðið er lítið
áhugavert og keðiligt, hóast tað
ikki er soleiðis.
Um Dagfinn skuldi ynskt sær
okkurt øðrvísi við starvsvenj-
ingaskipanini, skuldi tað verið, at
tað bleiv gjørt meira burturúr,
áðrenn næmingurin ferð í starvs-
venjing, so at næmingurin veit,
hvat hann fer út í. Eisini átti
skúlin nokk at gjørt meir við at
taka samanum, tá starvsvenjingin
er liðug, heldur Dagfinnur
Danbjørg.
Ein smakk uppá framtíðina
Fyri flestu næmingar er tíðin í starvsvenjing ein fínur møguleiki at royna at finna
út av, hvat teirra framtíðarstarv skal ella ikki skal vera. Men ymiskt er, hvussu nógv
tey ymsu arbeiðsplássini gera burturúr næmingunum, tey hava í starvsvenjing
- Hardu E. Skoradal dámdi væl
í klædnahandlinum Teir og Tara
– Gunvá J. Pállson hugnar sær saman við
børnunum í Barnagarðinum á Konmansmýru
- Brynhild Jacobsen treivst
avbera væl á Hotel Hafnia