leygardagur 5. mars 2005síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 45 - 5. mars 2005
37
Á Tinghelluni helt
Kári á Rógvi tað vera
løgið, at løgtingið
hevur avmarkað egnu
heimildir sínar, og
mælti til fleiri streingir
at spæla á í stjórnar-
samskiftinum. Av
hesum stóðst kjak
TINGHELLUVIÐMERKING
Kári á Rógvi
karir@hi.is
Finnur Helmsdal tingmaður
skrivar frálíka grein í blaðnum,
har hann millum annað viðmerk-
ir til tað, eg segði í útvarpinum.
Nú er tað so, at útvarpið altíð
er at meta sum bergmál í úrvali,
eitt selektivt ekkó; tú veitst aldri,
hvat verður sent av tí, tú sigur,
og um tað kemur øvugt aftur.
Útvarpsmaðurin, tann dugnaligi
og viðurslønti Dánjal Højgaard,
spurdi fleiri ferðir, um ikki ov
drúgv tíð fór við fyrispurningum
á tingi, tí hetta vilja samgongu-
menn vera við. Sjálvur royndi eg
sum frægast at benda prátið inn á
tað, eg skrivaði á Tinghelluni
seinast, nevniliga at tingið hevur
í tingskipanini óneyðuga
avmarkað sínar egnu heimildir
og hevur ov fáar streingir til
stjórnarsamskifti sítt við aðrar
stovnar og av fá amboð til taks at
verja - og vinna - vald sítt.
Tí haldi eg okkum báðar Finn
vera samdari, enn hann gevur
sær far um. Í øllum førum gevur
hetta orðaskifit góðar vónir um
arbeiðið at orða nýggja stjórnar-
skipan.
Finnur Helmsdal er uttan iva
millum ídnastu tingfólk. Eigur
fimm av teimum í verandi tingári
skrásettu 19 skrivligu fyrispurn-
ingunum. Allir eru eftir mínum
tykki sera væl fyrireikaðir og
landsstýrismenn hava eisini
svarað við drúgvum frágreið-
ingum. Men til dømis fyrispurn-
ingurin, settur Hans Paula Strøm
um hagtalstilfar á sosiala
økinum, tykir mær gott dømi um
fyrispurning, sum í staðin kundi
verði viðgjørdur (fyrst) í ting-
nevnd - soleiðis sum vit í grund-
lógarnevndin hava sæð tað í
øðrum londum. Skrivligi fyri-
spurningurin kundi verið
grundarlag undir eini frágreiðing
frá landsstýrismanninun, og so
kundi trivnaðarnevndin við
spyrjaranum á odda spurt og
skift orð við bæði Hans Paula og
viðkomandi embætismenn. Tá so
alt tað faktiska og juridiska varð
lýst, kundi Finnur farið í ting-
salin við einum tilskornum upp-
skoti ella spurningi, um hann
vildi hava tingið alt at taka støðu
til prinsippiellar spurningar í
samband við hagtalstilfar á
sosiala økinum.
Men at allir tingmenn - vitandi
um at løgtingskrivstova og fjøl-
miðlar skriva teir upp fyri at
skulka - skulu hava møtiskyldu
til allar fyrispurningar, tað er
óheppið. Tað tekur tíð frá ting-
fólki at fyrireika sínar egnu
fyrispurningar og uppskot. Tað
ger eisini, at tingfólk ilskast inn
á tey, sum spyrja nógv.
Eg haldi, at tingið brúkar tíð
sína skeivt, tá allir skrivligir
fyrispurningar skulu viðgerast í
salinum beinanvegin. Á øðrum
tingum er kent, at skrivligur
fyrispurningur kann svarast
skrivliga. Vil tingmaður bert
hava fram upplýsingar ella vita
støðuna hjá landsstýrismanni, er
ikki altíð neyðugt við orðaskifti.
Men tað eru tingmenn - ikki
serfrøðingar - sum skulu gera av,
hvussu fyrispurningurin skal
viðgerast. Var tingskipanin eftir
mínum høvdi, so kundu tingfólk
í øllum førum valt ímillum hesar
streingir at spælt á:
• Ófyrireikað orðaskifti í hálvan-
heilan tíma um viðkomandi
mál, áðrenn málini á dags-
skránni koma fyri.
• Fyrireikaðar eins og ófyrireik-
aðar styttri munnligar fyri-
spurningar til landsstýris-
manna. Hvør landsstýrismaður
eigur at svara fyri síni málsøki
hvørja viku, tá tingið situr.
• Skrivligar fyrispurningar, ið
verða svaraðir skrivliga.
• Skrivligar fyrispurningar, ið
gerast grundarlag undir
orðaskifti, har tingið kann
samtykkja niðurstøðu sína.
• Uppskot til samtyktar - eisini
slík, ið ganga øðrum stovnum
nakað nær.
• Hoyringar av ymsum slagi, til
dømis um týðandi mál, ið
krevja ábøtur, um lógaruppskot
ella fyrisitingina av galdandi
lógum.
• Samráð við landstýrismenn,
har tað ber til at spyrja teir
nærri og oftari upp í saman um
viðkomandi mál.
• Seta undirnevnd undir fastari
tingnevnd ella serfrøðingar at
fyrireika lógaruppskot ella
uppskot til samtyktar.
• Brúka summarhálvárið saman
við ráðgevum at fyrireika upp-
skot til lógar og til samtyktar.
Tá tingið bert hevur fáar streing-
ir at spæla á, gerst tingljómurin
heldur einstáttaður. Mest spældi
strongurin eru munnligu spurn-
ingarnir - og síðani nøkur fá
knips við skrivligum - men
tingnevndirnar eru eisini farnar
at leika teir djypru tónarnar í
nevndarálitum. Hyggja vit at
hagtølunum, so eru í verandi
tingári 24 tingfólk, sum ongan
skrivligan fyrispurning hava sett;
at tingmenn seta fram lógar-
uppskot er enn meiri sjáldsamt.
Ráddi eg, so spardu vit á minni
týðandi økjum og góvu tingfólki
so frægar umstøður, at tey
megnaðu at tónleika stjórnarliga
væl meira enn nú.
At enda eina viðmerking til
orðingina hjá Finni: "Nú skal eg
ikki ditta mær at greiða skrivar-
anum í Grundlógarnevndini, frá
demokratisku viðurskiftum
okkara." Her eru vit báðir full-
komiliga ósamdir. Sjálvandi skalt
tú tað, og tað skulu somuleiðis
øll onnur. Tað líkist snøgt sagt
ongum, at so fá gera almennar
viðmerkingar til serfrøðina í
grundlógarnevndini. Loyvi mær
tí at heita á fólk um antin at fara
á heimasíðuna hjá nevndini
www.grundlog.fo og taka niður
Fyrra Flaggdagsálitið ella ringja
til løgmansskrivstovuna og biða
um tað, og síðani at skriva ella
siga alment, hvat tey halda um
álitið, tættir ella fyribrygdi í tí.
Stjórnarskipan landsins er
fólksins politiska skipan. Ikki
frøðinganna starv og hugni.
Ting skal valdast
Samanumtikið eru vit báðir, Finnur, kanska als ikki so ósamdir, heldur Kári á Rógvi