Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-05, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mars 2005síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 45 - 5. mars 2005 TINGHELLUANALYSA Bogi Eliasen cand.scient.pol Vit hava vitað av, at áður enn alt ov rúma tíð skulu danir atkvøða um ES grundlógina, tvs. um ES grundlógin skal setast í gildi fyri Danmark. Og hvat so? Vit vita jú, at hon ikki skal hava virkni fyri Føroyar. Men vit eru fram- vegis partur av danska ríkinum, og tí ávirkar tað okkum. Semja er tó ikki um í hvussu stóran mun og hvat hetta fer at broyta. Í nógv ár uttan veruligt kjak um ES, um bæði møguleikar og vansar, var tað at fegnast um at vit júst hava havt fólkatingsval við hesum, sum eitt av høvuðs- evnunum í valstríðnum í Føroy- um. Hvat broytir traktatin fyri ES? Grundlógin broytir, at fleiri málsøkir verða løgd undir yvir- statsliga partin hjá ES og eftir kvalifiseraðum meiriluta-avgerð- um. Tað merkir, at londini ikki hava sýtingarrætt, og at avgerð- irnar eru bindandi fyri limalond- ini. Soleiðis verður ES meira samansjóðað, tí fleiri málsøkir fara at vera undir felags ábyrgd. Í dag er ein partur av ES sam- starvinum millumtjóða, og eftir ES grundlógini er ætlanin, at alt samstarvið verður yvirstatsligt. Men hon merkir eisini, at so- nevnda Kommissiónin fær minni vald, at ES tingið og tingini hjá limalondunum fáa størri ávirkan, ella í hvussu so er møguleika at hava størri ávirkan. Eisini setir ES grundlógin út í kortið, at ein felags ES Uttanríkismálaráðharri skal vera, og er hetta ein leistur til at gera ein sterkari felags uttanríkispolitik. Hetta fer eisini at umfata Danmark, og vit eru partur av danska uttanríkis- politikkinum Hvat broytir hon fyri Føroyar? Sjálv grundlógin broytir ikki beinleiðis føroysk viðurskifti, tí hon fær jú ikki gildi fyri Føroyar. Men tað er tó ikki so einfalt allíkavæl. Tað kemst av, at vit eru ein partur av danska ríkinum og hava ikki ræði á øllum máls- økjum. Men økir, Føroyar ikki hava yvirtikið og har ES sam- starvar millumtjóða ella yvir- tjóða, fara at vera undir ES ávirkan. Sigast kann at hetta ikki er nøkur broyting í mun til í dag, og tað er helst nakað um tað. Men niðurstøðan er so ein stað- festing av, at økini eru undir ES ávirkan longu í dag. T.d. hevur Fogh Rasmussen í einum fólka- tingssvari víst á, at avtøkan av teim fýra fyrivarninum ikki fær stóru ávirkanina á Føroyar, tí økini eru longu í dag undir ES ávirkan. Grundlógin, og so fyrivarnini? Í eini langtíðar politiskari meting er tað ov stuttskygt bert at hugsa um grundlógina. Um tikið verður undir við ES grundlógini, er væntandi at somu fólk taka undir við at taka donsku fyrivarnini av. Kjarnin í ES grundlógini er lætt- ari og greiðari samstarv, og at fleiri málsøkir verða stýrd við kvalifiseraðum meiriluta. Tí má roknast við, at um ES grundlógin verður góðtikin av danska velj- araskaranum, so fella fyrivarnini skjótt. Fella fyrivarnini og einki verð- ur broytt í viðurskiftunum mill- um Føroyar og Danmark, merkir tað at fleiri av teimum málsøkj- um, sum í dag verða mett sum ríkismál, koma undir ES vald og tí undir beinleiðis ES ávirkan, sjálvt um vit standa uttanfyri. Tí er neyðugt at koma fram til eina loysn viðvíkjandi Føroyum, um so er at Danmark tekur fyrivarn- ini av. Í Danmark hevur seinastu dag- arnar verið roknað við at fólka- atkvøðan skuldi verða í septemb- er. Mett verður at hetta er so, bæði tí at stjórnin vann ein greiðan sigur á Fókatingsvalin- um og tí at um meiriluti er fyri ES grundlógini, kann henda stjórnin í hesum valskeiðnum eisini taka fyrivarnini upp og møguliga til atkvøðugreiðslu. Serliga vil stjórnin av við fyri- varnini í hernaðar- og rættar- samstarvi, sum í verandi líki seta Danmark uttanfyri á hesum týdningarmiklu økjum. Hinvegin ber helst til at liva við ikki at vera partur av felags ríkisborg- ararætti og gjaldoyrasamstarvi. Danmark úr ES? Danmark hevur fingið orð á seg, sum eitt land sum er ivingarsamt mótvegis ES. Hugsað verður serliga um Mastrichavtaluna sum fall, og síðan tey fýra fyrivarnini sum komu burturúr. Eftir teimum var ætlanin, at byrja við at taka fyrivarnini av, tá fólkaatkvøða var um gjaldoyra, men hetta fall tí meiriluti ikki var fyri. Um so var, at meiriluti hevði verið fyri gjaldoyranum, høvdu hini fyri- varnini helst eisini komið fyri fólksins dómstól sum fólka- atkvøða. Danski forsætismálaráðharrin Anders Fogh Rasmussen hevur í vikuni sagt, ella hótt við at avleiðingin av ikki at taka undir við ES grundlógini er, at Dan- mark helst má taka seg heilt burturúr evropeiska samstarv- inum. Men, sum ES mótstøðan vísur á, er hetta at kalla eitt søguligt argument hjá ES fjepp- arunum, sum tó ikki vísir seg vera satt, tá fólkið ikki tekur undir við ES leistinum. Fleiri fólkaatkvøður? Fólkaatkvøðan um ES grund- lógina skal tí metast sum fyrsta av fleiri, eftir tí ætlan sum ES ES Fólkaatkvøða í Danmar Í eini roynd at fáa neyðuga orðaskiftið ígongd, hevur Anders Fogh Rasmussen í góðari tíð boðað frá, nær danska fólkaatkvøðan skal haldast