leygardagur 5. mars 2005síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 45 - 5. mars 2005
39
vinarligu flokkarnir í Danmark
hava. Henda atkvøðugreislan skal
tryggja, at Danmark kemur eitt
fet nærri og við í tað samstarvið,
sum ES grundlógin leggur upp til.
Verður meiriluti fyri grundlógini,
verða fyrivarnini, ella í hvussu so
er partar av teimum send til
fólkaatkvøðu, so skjótt sum ES
vinarligu flokkarnir halda tað
bera til. Stjórnin sigur jú púra
greitt, at fyrivarnini stríða ímóti
donskum áhugamálum, og at tey
helst skulu burtur.
Fólkatingsvalið og ES
Í føroyska valstríðnum til júst
lokna fólkatingsvalið, vóru á
breddanum so at siga bert mál út
eftir, har ímillum framtíðarstøða
Føroya mótvegis ES, og hvat vit
skulu gera, verða tey fýra fyri-
varnini tikin av.
Sjálv ES grundlógin broytir,
sum sagt ikki so nógv beinleiðis
fyri Føroyar, tað er jú staðfest at
hon ikki skal hava virkni fyri
Føroyar. Men óbeinleiðis fer hon
at hava ávirkan, bæði tí at fleiri
málsøkir sum samstarvað verður
um í ES koma undir meiri-
lutaavgerð við ongum sýtingar-
rætti fyri limalondini. Tvs. at
donsk málsøkir verða í størri
mun tengd at ES avgerðum.
Hetta fer eisini at ávirka danskan
uttanríkispolitikk, tí heildin í
donskum uttanríkispolitikki í tí
takstiska spælinum, nú gerst
tættari knýtt at ES. Okkara
uttanríkispolitikkur fer jú um-
vegis Danmark.
Fraklendingar avgerandi
Nú er starturin skotin í tilgongd-
ini um eitt tættari Evropa, og
tíðin komin til at eisini vit í
Føroyum mugu taka eina støðu.
Her finst einki status quo. Okk-
ara støða broytist í hvussu so er
munandi, um Danmark avgerð at
taka fyrivarnini av. Okkara støða
er eisini tengd at hvat Ísland og
Noreg velja at gera. Og ES
tilgongdin er ikki bert tengd at
Danmark, men at londunum, har
ES grundlógin er løgd út til
fólkaatkvøðu um at taka undir
við henni. Fólkaatkvøða hevur
verið í Spania og var meiriluti
fyri grundlógini. Men tað er
serliga Frakland, sum er umráð-
andi fyri ES. Mett verður, at um
fraklendingar siga nei, verður ein
ES grundlóg ikki sett í verk við
bræði.
Føroysk støðutakan
Spurningurin er tó um tað er nóg
gott at vit í Føroyum bíða eftir
hvat ES limalondini avgerða.
Um tíðin ikki er búgvin til at vit
aktivt fara inn í eina tilgongd,
har vit avgerða hvussu vit ynskja
okkara viðurskifti eftir teim
trimum scenariunum, við at 1)
Danmark ikki tekur undir við ES
grundlógini, 2) at Danmark tekur
undir við henni og 3) at fyri-
varnini verða tikin av.
Politiska skipanin eigur at
fyrireika seg uppá hesar møgu-
ligu stóru broytingarnar, men
eisini er tað eitt ófrávíkiligt krav
til flokkarnar, at teir samstarva
um loysnir. Her er ikki nóg
mikið, at flokkarnir koma við
hvør sínari loysn, sum flokkarnir
síðan fara at klandrast um. Her
krevst ein tjóðskaparlig semja,
og her krevst felags stev fyri at
hava styrki í teimum neyðugu
samráðingunum úteftir. Her
krevst at flokkarnir semjast um
pallin, vit skulu virka eftir og
umvegis í framtíðini.
rk, nær fara fyrivarnini?
Donsku ES fyrivarnini
Føroyar er ikki limur er ES, tað er Danmark. Danmark er tó
limur við undantøkum, soleiðis at verja, gjaldoyra,
ríkisborgararættur og rættarlig og innanlendisviðurskifti á
yvirstatsligum støði ikki er umfatað.
ES er í dag skipað í trimum sonevndum súlum, har súla 1 er
yvirstatslig samstarv, meðan samstarvið undir súlu 2 og 3 er
millumtjóða. Munurin er, at ES avgerðir undir súlu 1 eru
bindandi fyri limirnar, meðan tjóðartingini í einstøku lima-
londunum hava seinasti orðið viðvíkjandi avgerðum undir súlu
2 og 3, sum í øðrum millumtjóða samstarvi.
Leisturin í traktatuppskotinum um eina ES grundlóg, er at fara
burtur frá súlubygnaðinum, soleiðis at ES fær evsta
myndugleikan á nærum øllum samstarvsøkjum. M.a. skal
mannarættindachartari mennast frá at verða politisk mál, til at
verða lógarfest mál, har ES kann fara eftir limalondunum, sum
ikki uppfylla krøvini.