leygardagur 5. mars 2005síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
TINGHELLUKRONIKKIN
Bárður Larsen
løgfrøðingur
Sokallaða ES-grundlógin varð
undirskrivað av ríkis- og stjórn-
arleiðarunum hjá ES í Rom 29.
oktober 2004. Undirskriftin fór
fram á staðnum, har fyrsti sátt-
málin um Europeiska Samstarv-
ið, Rom-sáttmálin, var undir-
skrivaður í 1957. Undirskrivingin
verður mett sum týðandi hend-
ing, tí ES-grundlógin er ætlað at
koma í staðin fyri gomlu sátt-
málarnar um Europeiska Bú-
skaparliga Samstarvið (EF) og
Europeiska Samveldið v.m. og
skal skapa eitt nýtt og felags
grundarlag undir ES-samstarv-
inum framyvir.
Formliga er talan um ein sátt-
mála um at gera eina stjórnar-
skipan ella grundlóg fyri Europa.
Í yvirskriftini til donsku útgáv-
una av uppskotinum verða orðini
"Traktat om en forfatning for
Europa" nýtt. Danir tosa annars
vanliga um "forfatningstraktaten"
ella "EU-grundloven". Skjalið
sjálvt kallar seg sum høvuðsregla
"forfatning". Á føroyskum hevði
"ES-stjórnarskipan" verið hósk-
andi, men her verður kortini
orðið "ES-grundlóg" nýtt, tá tað
longu hevur vunnið sær hevd.
Sum við øllum øðrum broytast
politisk og løgfrøðilig fyribrigdi
ikki av, at tey fáa annað heiti.
Sama er sjálvandi við ES-grund-
lógini. Hon verður ikki grundlóg
fyri Europa, bara tí hon sjálv
sigur tað. Neyðugt er at hyggja
at innihaldinum, áðrenn tað kann
staðfestast, um skjalið meira er
grundlóg enn sáttmáli. Orðini
grundlóg, stjórnarskipan ella
forfatningur verða vanliga nýtt
um grundleggjandi politisk og
løgfrøðilig skjøl fyri eindir, ið
annaðhvørt eru sjálvstøðug ríki
ella í hvussu er hava eitt ávíst
lægri stig av sjálvstøðu og
egnum grundarlagi. Hinvegin er
ikki vanligt at kalla grundarlagið
grundlóg, tá skipanin einans er
grundað á sáttmála millum sjálv-
støðugar partar og ikki hevur
egna grund ella statsligar egin-
leikar. Higartil hevur eisini verið
vanligt at tosa um sáttmálarnar
undir ES-samstarvinum.
Tá ES kortini hevur verið
óvanligur altjóða felagsskapur og
við síni beinleiðis lóggávu lutvís
hevur mint um statsliga skipan,
hava summi — eitt nú meira
ideologiskir og samveldissinn-
aðir ES-løgfrøðingar — valt at
kalla verandi sáttmálagrundar-
lagið hjá ES fyri grundlóg. Í
sambandi við nýggju ES-grund-
lógina komu tey eitt sindur
víðari, og eydnaðist tað nú hes-
um vongi — um enn innihaldið
ikki fylgdi við — at geva nýggja
skalinum í uppskoti formliga
heitið grundlóg.
Føroyingar hava ongantíð havt
nógv álit á ES (EF). Hetta var
støðan, tá Løgtingið í 1974
avgjørdi, at Føroyar skuldu vera
uttanfyri, og hetta er støðan enn.
Føroyski veljarin hevur helst
eina fatan av, at Føroyar eru ov
lítlar til at blíva hoyrdar í ES-
høpi, og tá útlit hartil ikki eru
fyri varandi føroyskum undan-
tøkum innan fiskivinnupolitikk-
in, kemur limaskapur ella inn-
liman ikki uppá tal. At føroysk
áhugamál at síggja til ikki
lættliga kunnu sameinast við ES-
áhugamál kemur í politiska
retorikkinum ofta fram á tann
hátt, at karikaturar verða teknaðir
av ES. ES verður sæð sum ein
politisk makt, ið fer at gera av
við allar tjóðir í Europa, og
summi hava enntá hildið ES vera
djórið í Bíbliuni. Henda ræðu-
myndakenda fatan sær út til at
verða tikin fram aftur nú í sam-
bandi við ES-grundlógina, og
kanska tey samveldissinnaðu
eisini hava ein part av ábyrgdini,
tá tey endiliga vilja, at skjalið
skal eita grundlóg.
Í føroyska valstríðnum upp til
fólkatingsvalið 8. februar í ár
vóru fleiri valevni, sum høvdu
hug til at gera ES-grundlógina til
eitt valtema, og fatanin var tann
sama gamla. Eitt valevni metti,
at Føroyar fóru at kvælast, um
Danmark samtykti ES-grundlóg-
ina, og at slíkt vildi bumba før-
oyska sjálvstýristilgongd 100 ár
aftur í tíðina. Eitt annað valevni
helt, at ES-grundlógin var tað
málið, sum hevði størstan týdn-
ing í komandi fólkatingsskeiði, tí
ein donsk samtykt av ES-grund-
lógini í ringasta føri var at javn-
meta við, at Føroyar ikki longur
fóru at vera partur av danska
ríkinum, men einans limir í
einum ES-ríki. Eisini fleiri onnur
valevni royndu at gera nógv
burturúr hesum og høvdu eisini
hug til at halda, at hetta stigið
við ES-grundlógini var tað mest
týðandi fram móti at stovna
europeiska samveldisstatin.
Men slíkar ræðumyndir um
ES, og nú um nýggju ES-grund-
lógina, hava onki við veruleikan
at gera. Veruleikin er heldur, at
ES ikki er so sterkt, sum føroy-
ingar ofta halda, og at ES-
grundlógin heldur ikki broytir
Europeiska Samveldið serliga
nógv samveldisvegin. Mesta av
tí, har Europeiska Samstarvið
kann vera "vandamikið" fyri
føroyskt sjálvstýri, er annahvørt
longu politiskur veruleiki ella
hevur onki beinleiðis við ES-
grundlógina at gera. Her verður
serliga hugsað um, at fiskivinnan
búskaparliga sæð framvegis er
altavgerðandi fyri Føroyar, sam-
stundis sum Danmark hevur latið
ES sín ræðisrætt á sama øki.
Henda tvídeilda støðan hjá
danska ríkinum mótvegis ES á
fiskivinnuøkinum skapar tí longu
gróðrarbotn fyri áhugakonflikt-
um í samstarvinum millum
Føroyar og ES við Danmark í
miðuni. Á hesum øki, har polit-
isku áhugamál Føroya fyrst og
fremst liggja, eru tískil longu
prinsipiellir trupulleikar, har tað
kundi verið hóskandi at ruddað
upp; møguliga á tann hátt, at
Føroyar fingu eina veruliga og
sjálvstøðuga samráðingar- og
sáttmálaheimild á økinum. Hin-
vegin hava tær avleiðingar fyri
uttanríkis- og trygdarpolitikkin,
sum ES-grundlógin møguliga
ber í sær, lítlan og ongan áhuga
fyri føroyingar, so leingi semja
ikki fæst um at skipa Føroyar
sum sjálvstøðugt ríki.
ES-grundlógin s