leygardagur 5. mars 2005síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 45 - 5. mars 2005
41
stórliga yvirmett
ES-grundlógin víðariførir tey
donsku fyrivarnini, ið stava frá
sokallaðu Edinburgh-samtyktini
móti endanum av 1992. Kortini
verður tað í sambandi við ES-
grundlógina víst til "vandan"
fyri, at fyrivarnini verða sett til
atkvøðu og avtikin í somu at-
løgu, sum ES-grundlógin verður
samtykt. Fyrivarnini snúgva seg
um samveldisborgaraskapin,
evruna og ein part av samstarv-
inum um rættarlig og innaru mál
(rættarliga fyrivarnið) og tann
partin av felags uttanríkis- og
trygdarpolitikkinum, sum hevur
við verjuna at gera (verjufyri-
varnið). Men nú vísir tað seg
kortini, at fyrivarnini ikki verða
við á fólkaatkvøðuni, sum skal
verða í Danmark 27. september
komandi. Sostatt er tað ikki
einans formliga greitt, men eisini
politiskt avgjørt, at ES-grund-
lógin — fyribils í hvussu er —
ikki nertir við hesi umstríddu
øki, har Danmark hevur fyri-
varni.
Skuldi Danmark samtykt ES-
grundlógina og seinni avtikið
fyrivarnini, so verða avleiðing-
arnar ongar fyri spurningin um,
hvørt samveldisborgaraskapurin
fer at troðka statsliga ríkisborg-
araskapin til viks. Orsøkin er, at
fyrivarnið um samveldisborgara-
skapin ongan týdning hevur
longur, tí tað er staðfest í verandi
sáttmálum og eisini í ES-grund-
lógini, at vanligi ríkisborgar-
skapurin er yvirskipaður sam-
veldisborgaraskapinum, ið einans
supplerar veruliga statsliga
borgaraskapin.
Viðvíkjandi gjaldoyrafelags-
skapinum (evruni), so kunnu
Føroyar koma at verða noyddar
at velja evruna sum gjaldoyra, tí
politiskur vilji er neyvan til egið
føroyskt gjaldoyra, eins og vilji
og praktiskur møguleiki heldur
ikki er til, at føroyingar sjálvir
sita eftir við donsku krónini.
Viðvíkjandi spurninginum um
rættarliga fyrivarnið, so fer part-
ur av rættarliga samstarvinum —
sum politi og revsirættarskipan
— yvir til at verða regulerað
beinleiðis av ES (yvirstatsligt),
og tí kann ein donsk avtøka av
hesum fyrivarni ávirka Føroyar
óbeinleiðis.
At enda fær ein avtøka av
verjufyrivarninum heldur ikki
stóra ávirkan á Danmark ella
Føroyar, tí eisini undir ES-
grundlógini kemur hetta økið at
verða millumstatsligt; t.e. at ES-
stovnar ikki fáa beinleiðis lóg-
gevandi ella dømandi vald á
økin-um, sum heldur verður
samskipað sum eftir eini van-
ligari sáttmálaskipan.
Kortini er rætt, at nýggja ES-
grundlógin eftir sínum innihaldi
togar ES eitt sindur nærri eini
samveldisstatsligari skipan enn
nú. Hetta sæst serliga aftur í tí, at
ES-tingið verður styrkt munandi
og nú fer at sita við lóggávu-
valdinum í ES javnt við Ráðið.
Eisini er vert at nevna, at fleiri
øki, eitt nú innan t.d. rættarliga
samstarvið, nú verða yvirstatslig
heldur enn millumstatslig. Har-
aftrat verður felags uttanríkis- og
trygdarpolitikkurin styrktur, m.a.
við einum felags uttanríkisráð-
harra og eini felags uttanríkis-
tænastu, og málsetningurin at
virka fram móti einum felags
europeiskum verjupolitikki
verður førdur víðari. Men hetta
broytir tó ikki, at uttanríkis- og
trygdarpolitiska økið framvegis
kemur at liggja á millumstats-
ligum heldur enn yvirstatsligum
støði, og at limalondini tí við
lóggevandi- og dømandi valdin-
um framvegis avgera rættar-støð-
una endaliga innlendis. Tí fáa
ES-stovnar ikki beinleiðis vald á
hesum øki, eins og á gomlum
yvirstatsligum økjum, ið hava at
gera við búskap og handil.
Samanumtikið kemst ikki utt-
anum, at fráveran í ES-grund-
lógini av (samveldis-) statsligum
eyðkennum er nógv sjónligari
enn hjáveran av somu. ES og
ES-grundlógin hava í veruleik-
anum ongi av týdningarmestu
statsligu eyðkennunum.
Skal ES-grundlógin broytast,
mugu øll limalondini vera samd.
Slíkt ber boð um, at øll lima-
londini framvegis varðveita sítt
fullveldi óskalað.
Klassiskt statseyðkenni er
eisini, at ein statur hevur rætt til
við tvingsli at fremja viljan hjá
sínum stovnum. Heldur ikki
hetta vald hevur ES í løtuni og
fær tað heldur ikki við ES-
grundlógini. Skulu ES-stovnarnir
tvinga sín vilja ígjøgnum, kunnu
teir einans gera tað við at heita á
myndugleikarnar hjá limalond-
unum. Sama er galdandi fyri
yvirstatsligu økini — har ES
annars lóggevur beinleiðis og tí
kann minna eitt sindur um ein
stat. Sjálvt ikki við felags løg-
reglusamstarvinum fær ES nøkur
tvingsilsamboð.
Til seinast kann verða víst til
fíggjavaldið sum ein av heilt
avgerandi heimildunum, ið
einhvør stjórn má hava ræði á,
um talan skal vera um nakran
veruligan statsmyndugleika.
Eisini í tí sambandi er ES ógvu-
liga veikt. ES hevur ongan
veruligan rætt at krevja upp skatt
og hevur einans eitt fíggjarligt
grundarlag, ið svarar til gott 1 %
av BTÚ hjá limalondunum.
Heldur ikki hetta veika fíggjar-
liga grundarlag verður broytt
nevnivert við ES-grundlógini.
Alt hetta vísir, at ES er og við
"grundlógini" framvegis verður
nógv meira ein sáttmálaskipan
enn ein samveldisstatslig skipan.
Eisini í aðrar mátar hevur ES-
grundlógin rættiliga lítið uppá
seg sum grundlóg. Neyðugt er
bert at nevna longdina, sum uttan
fylgiskjøl er um hálvtannað-
hundrað síður við á leið hálv-
fimthundrað greinum. Hon er
harvið so long, at hon greitt
brýtur viðurkendar grundreglur
fyri grundlógarsmíð, um ætlanin
er tann vanliga at skapa eitt
skjal, ið hevur høga tign bæði
sum lóg og ímynd. Longdin ger,
at vanligir borgarar í Europa ikki
koma at kenna innihaldið í skjal-
inum ella koma at virða tað sum
ímynd av teirra politiska sam-
felag. Men ES-grundlógin fær
ikki annað enn verið øgiliga
long, tá hon í roynd og veru bara
er enn ein nýggjur sáttmáli, sum
samanskrivar og ruddar upp í
teimum undanfarnu sáttmálum
fyri Europeiska Samveldið og
tillagar mannagongdir o.a. í sam-
bandi við upptøku av alsamt
fleiri limalondum.
At kanningar í europeisku
londunum vísa, at vanligir
borgarar lítið og onki kenna til
ES-grundlógina, bendir á tað
sama og prógvar eisini, at
Europeiska Samveldið fram-
haldandi er eitt projekt fyri
elituna og tí ikki kann stovna
nakran europeiskan stat á
fólkaræðisligari grund.
Veruleikin er heldur, at ES ikki er so
sterkt, sum føroyingar ofta halda, og
at ES-grundlógin heldur ikki broytir
Europeiska Samveldið serliga nógv
samveldisvegin