Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-05, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mars 2005síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 45 - 5. mars 2005 Tjóðveldisflokkurin øtast um at skula sita uttanfyri og fylgja einum syndarligum leiki ES TRAKTAK Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Tjóðveldisflokkurin er ikki glað- ur fyri uttanríkispolitiska spælið í løtuni. Eitt er eitt føroyska heimildarlógin tykist at hanga í leysari luft, men danir fara sum kunnugt eisini at atkvøða um ES traktatina í heyst. Og tað kann ávirka føroyingar almikið. Leggja seg ikki útí Hergeir Nielsen er talsmaður fyri Tjóðveldisflokkin í uttanríkis- málum. Hann sigur, at flokkurin sum so ikki hevur nakað støðu til, um tað er ynskiligt at danir siga ja ella nei á fólkaatkvøðuni í heyst. – Vit ætla okkum at fylgja væl við, og tað hevur stóran týdning, at vit í Føroyum fáa gott innlit, men vit leggja okkum ikki út í donsk viðurskifti, sigur Hergeir Nielsen. Og tað hevur týdning, sambært Hergeir Nielsen, at føroyingar fylgja við frá byrjan av og vera kunnaðir um viðurskiftini. – Tað er ikki vist, at tey fýra fyrivarnini verða tikin av, men tað verða tey kanska, og tað fær stóra ávirkan á okkum, sigur Hergeir Nielsen. Tað hevur stóran prinsipiella týdning fyri Tjóðveldisflokkin at fáa sum mest vald í Føroyum, og ES traktatin kann gera tað torførari at fáa yvirtikið málsøki. – Vit í Tjóðveldisflokkinum kunnu ikki liva við, at málsøki verða flutt til Brussel at umsitast, sigur Hergeir Nielsen. Fær stóra ávirkan Tað er serliga ein felags uttan- ríkispolitikkur í ES, sum Hergeir Nielsen heldur koma tvørt fyri hjá føroyingum. – Tá uttanríkispolitikkur verð- ur fluttur til Brussel, so vita vit, hvat klokkan hevur sligið, sigur Hergeir Nielsen. Men tað er ikki tað nógva Tjóðveldisflokkurin í andstøðu fær gjørt fyri at ávirka. – Vit mugu viðganga, at vit standan uttanfyri og fylgja einum syndarligum leiki, sigur Hergeir Nielsen. Fullveldi er fortreytin Tað er fatanin hjá Hergeir Niel- sen, at samgongan gongur sær sjálvum ímóti við nýggju heimildarlógini. Ein heimildar- lóg, sum Hergeir Nielsen á ongan hátt er glaður fyri. – Nýggja heimildarlógin bind- ur okkum niður. Eg hugsi, at samgongan hevur rent seg fastan í hesum málinum, sigur Hergeir Nielsen. Fyri Hergeir Nielsen og Tjóð- veldisflokkin er tað grund- leggjandi bert fullveldi ella ein yvirtøkuleistur, sum syrgja fyri at rætta upp á uttanríkisskútuna. – Vit ætla okkum at hava eitt vakið eyga við gongdini, sigur Hergeir Nielsen. Hvørki Javnaðar- ella Sambandsflokkurin missa svøvnin av ES traktatini ES TRAKTAT Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Tað nervar ikki teir báðir sam- gonguflokkarnar Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin nakað stórvegis, at danir í heyst møgu- liga fara at siga ja til ES traktat- ina ella eina stjórnarskipanarlóg. Báðir flokkar eru nevniliga á einum máli um, at tað onga ávirkan fær fyri Føroyar, um danir siga ja. – Tað er tað reina tvætl, at siga danir ja til ES traktatina, so fer tað at ávirka okkum, sigur Kristian Magnussen, formaður fyri tingbólkin hjá Javnaðar- flokkinum. – Tað fær onga beinleiðis ávirkan, sigur Kaj Leo Johanne- sen, formaður í Sambandsflokk- inum. Hvørgin teirra heldur tað vera neyðugt beinleiðis at fyrireika seg stórvegis til fólkaatkvøðuna. Fjas Kristian Magnussen velur ikki tað blíðastu orðini, tá vit hitta hann uttan fyri tingsalin til eitt prát um ávirkanina av einari ES traktat í Føroyum. Kristian Magnussen hava vit í øllum førum kunnað kallað ES skeptikara, men hann er vorðin munandi meira heitur fyri ES, síðani ES Traktatin kom upp á tungu. – Nú verður ES gjørt til tað stóra dýrið - tann stóra syndaran. ES traktatin er í roynd og veru ein demokratisering av ES, sigur Kristian Magnussen. Hann vísir á, at ES Traktatin ásetur nakrar greiðar avtalur um, hvussu ES skal skipast, og tað er stórur fyrimunur fyri ES. – Áður hevur ES verið eitt stórt umsitingarveldi, men nú tykist vend at vera komin í, og serliga støðan hjá parlamentinum styrkist, sigur Kristian Magnus- sen. Ein ES traktak vil bera við sær broytingar av ymsum slag, men hetta er einki at óttast og vil henda so hvørt, heldur Kristian Magnussen. Heldur ikki avtøkan av eitt nú gjaldoyra fyrivarninum, sum vil bera við sær, at evran verður gjaldoyra í Danmark, nervar Kristian Magnussen. – Føroyingar eru praktiskir. Tað hevur ongan týdning, hvat gjaldoyra er, so leingi tað hevur eitt virði, sigur Kristian Magnus- sen. Setir hol á kjakið Kaj Leo Johannesen er sum sagt samdur við samgongufelagnum í, at tað ikki fær nakra stórvegis ávirkan á føroyska samfelagið. Ì øllum førum ikki her og nú. – ES Traktatin vil savna træðrirnar innanhýsis í ES. Tað er meira ein formalisering av viðurskiftum, sum samstarva hevur verið um í nógv ár, sigur Kaj Leo Johannesen. Formaðurin í Sambandsflokk- inum heldur, at tað hetta væl kann gerast startskotið til, at føroyinga í størri mun fara at taka ES spurningin upp á tungu. – Hetta fer vónandi at skunda undir kjakið í Føroyum. Tað er harðliga tørvur á, at vit skapa eitt kjak um ES í Føroyum, sigur Kaj Leo Johannesen. Formaðurin í Sambandsflokkin leggur stóran dent á, at hetta prátið ikki skal setast í samband við spurningin um limaskap. – Sambandsflokkurin ynskir ikki limaskap í ES her og nú. Tað kemur ikki upp á tal. Vit mugu tó tora at tosa um evnið, sigur Kaj Leo Johannesen. Samgonguflokkar: Traktatin fær onga ávirkan Hergeir Nielsen, Tjóðveldisflokkurin: Syndarligur leikur