Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-05, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mars 2005síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 45 - 5. mars 2005 Tvey størv eru leys at søkja í Almanna- og heilsumálaráðn- um til setan skjótast til ber. 1 starv sum løgfrøðingur á Fyrisitingardeildini - og 1 starv sum fíggjarfulltrúi á Fíggjardeildini. Serligt um størvini: Sum løgfrøðingur verða uppgávur tínar: at tilevna lógaruppskot og upp- skot til kunngerðir, at svara fyrispurn- ingum frá Løgtinginum og at tulka lóg- ir og reglur fyri Almanna- og heilsu- málaráðið og stovnar undir ráðnum. Fyri framman standa nógvar stórar av- bjóðingar viðvíkjandi lógar- og kunn- gerðarsmíði bæði á bústaðar-, al- manna- og heilsuøkinum. Eitt nú er nýggj føroysk forsorgarlóg ávegis, leigulóg skal tilevnast fyri fyrstu ferð í Føroyum, og psykiatrilóg skal eisini gerast. Serlig førleikakrøv: Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv. Løgfrøðiligar starvsroyndir eru ein fyrimunur. Sum fíggjarfulltrúi verða uppgávur tínar: at ansa eftir, og hava umsjón við útreiðslunum til serviðgerð uttanlands, at ráðgeva stovnsleiðslum um fíggjar- viðurskifti, umframt at vera við til at gera konsekvensútrokningar av lógum og øðrum fyriskipanum innan Al- manna- og heilsumálaráðið sum heild. Fyri framman standa nógvar stórar av- bjóðingar viðvíkjandi fíggjarstýringini í Almanna- og heilsumálaráðnum. Talan er fyrst og fremst um, at ansa eftir út- reiðslunum til serviðgerð uttanlands, sum hesi seinastu árini er økt munandi. Serviðgerð uttanlands eru tær útreiðsl- ur, sum landið hevur í samband við at sjúklingar verða sendir av landinum til viðgerðar, í flestu førum niður til Dan- markar á Ríkissjúkrahúsið. Serlig førleikakrøv: Tú ert cand. polit., cand. oecon. ella cand. scient. pol., ella hevur aðra við- komandi útbúgving. Tú hevur góðan kunnleika til teldur, umframt royndir, hug og evni at arbeiða við útrokning- um og hagtølum. Felags fyri størvini er: Tey eru áhugaverd og mennandi við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum, sum skulu loysast í samstarvi við hini starvsfólkini í ráðnum. Størvini eru sjálvstøðug, og góðir møguleikar eru fyri førleikamenning. Førleikakrøv: Starvsroyndir frá miðfyrisitingini er ein fyrimunur. Harumframt vænta vit, at tú hevur góð samstarvsevnir og evni at orða teg greitt í skrift og talu, og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Lønar- og setanartreytir: Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið. Viðmerkjast skal, at setanin fevnir um Almanna- og heilsumálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð. Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til: Almanna- og heilsumálaráðið Eirargarður 2 FO 100 Tórshavn Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 14.mars 2005. Nærri fæst at vita um starvið sum løgfrøðingur við at venda sær til Eyðun Mohr Hansen, deildarstjóra, og um starvið sum fíggjarfulltrúi við at venda sær til Turid Arge, deildarstjóra, tlf. nr. 30 40 50 ella teldupost: ahr@ahr.fo Almanna- og heilsumálaráðið Løgfrøðingur og Fíggjarfulltrúi Almanna- og heilsumálaráðiðu msitur almannamál, heilsumál. javnstøðumál og bústaðarmál. Íløtuni starvast 32 fólk í ráðnum.Uppgávan hjá Almanna- og heilsumálaráðnum er at ráðgeva landsstýrismonn- um, at tilevna lógaruppskot, kunngerðir og aðrar reglur og at veita stovnum undir ráðnum ráð og veg- leiðing.Sí meira á www.ahr.fo Fulltrúi til Fiskimálaráðið Í sambandi við at ein av fulltrúum okkara fer í farloyvi í eitt ár, verður søkt eftir einum avloysara fyri fulltrúa á Fiskivinnustovuni.Fiskivinnustovan er skipað sum deild í Fiskimálaráðnum. Arbeiðsøki Fulltrúin skal saman við leiðslu og fulltrúum í Fiskimálaráðnum serliga arbeiða við fiskiveiðu-samráðing-um og øðrum millumtjóða samstarvi. Fulltrúin skal hava um hendi viðurskifti hjá føroyskum skipum í fremmandum sjógvi og viðurskifti hjá fremmandum skipum í føroyskum sjógvi. Hvalamál og millumlanda viðurskifti í sambandi við vinnuligan laksafiskiskap verða eisini arbeiðsøki hjá fulltrúanum. Arbeitt verður við bygnaðarbroytingum í Fiskimálaráðnum, so møguligar tillagingar í virkisøkinum kunnu verða gjørdar. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni sum t.d. fiskivinnufrøði, løgfrøði ella útbúgving við denti á millumtjóða viðurskifti. Harumframt skulu umsøkjarar hava góðan kunnleika til føroyskt og enskt mál. Grundleggjandi royndir innan eitt ella fleiri av virkisøkjunum verða roknað sum ein fyrimunur. Umsøkjarar eiga at vera samstarvsfúsir, at vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar, at kunna virka til lítar og á ein tryggan hátt í einum umhvørvi, har mál til tíðir hava nógvan skund. Setanarviðurskifti Setanarøkið er Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt onnur stjórnarráð og løgmansskrivstovan. Setanartreytir og løn verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Nýggi fulltrúin ætlast at byrja í starvinum frá 1. mai 2005. Fyrispurningar starvinum viðvíkjandi kunnu setast Andras Kristiansen, deildarstjóra á telefon 35 32 41. Umsóknir við prógvum, CV og øðrum skulu verða send Fiskimálaráðnum, Yviri við Strond 17, Postrúm 347, 110 Tórshavn og skulu verða Fiskimálaráðnum í hendi í seinasta lagi mikudagin 16. mars 2005, kl. 16.00. Fiskimálaráðið, tann 1. mars 2005 Fiskimálaráðið Internet -tað loysir seg! Lesið -so eru tit við!