Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. januar 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fullveldið skal ikki kosta vælferðina Uppritið staðfestir, at landsstýrið skal samráða seg til eina avtalu við donsku stjónina, ið ikki minkar um vælferðina JOHN JOHANNESSEN Føroyar og Danmark skulu halda fram undir sama kongi. Danska krónan skal framhaldandi vera føroyskt gjaldoyra, eisini um Dan- mark fer upp í evropeiska gjaldoyrafelagsskapin. Men dómsvaldið, løgreglan, fólkakirkjan, flogferðsla og flest onnur mál skulu yvir- takast. Hetta er, sambært upplýs- ingum, Sosialurin hevur fingið hendur á, ein partur av 39 síðu drúgva uppriti- num til samráðingarnar við donsku stjórnina um ríkis- rættarligu støðu Føroya. Sum vit skilja, er talan um eina stigvísa gongd móti fullveldinum. Uppritið sigur, at føroy- ingar skulu hava evsta vald- ið í Føroyum, men sambært tí, vit hava skilt, stendur einki í tí um, at fólkatings- umboðini skulu avtakast. Ríkisumboðið skal avtak- ast, men í staðin skal ein føroyingur umboða Dan- mark í Føroyum. Búskaparligi parturin í uppritinum er eftir øllum at døma ikki sørt veikur. Har er ikki víst á nakað ávíst modell til eina skiftistíð ella nakað líknandi. Tað einasta, staðfest verður í hesum parti er, at landsstýrið skal sam- ráða seg til eina avtalu við donsku stjórnina, ið ikki minkar um føroysku væl- ferðina. Fyri at tryggja virðið á føroyska gjaldoyranum - ið verður danska krónan - skal evran vera trygdin fyri gjaldoyra okkara, fara danir upp í evropeiska gjaldoyra- felagsskapin. Í uttanlands- nevndina týskvøldið Formaðurin í uttanlands- nevndini, Hergeir Nielsen, fekk í gjár um trý tíðina seinnapartin handað upprit- ið frá landsstýrinum. Hetta var eftir fundin hjá uttan- landsnevndini, ið var fyrra- partin. Men fyri at limirnir í uttanlandsnevndini skuldu fáa uppritið so skjótt, sum møguligt, gjørdi hann av at kalla inn til ein eyka fund í uttanlandsnevndini eftir tingfundin, ið var lokin stutt áðrenn klokkan hálvgum seks. Hergeir Nielsen segði við Internetsosialin beint áðr- enn fundin, at meiningin við fundinum var, at limirnir í uttanlandsnevndini fyrst skuldu fáa uppritið handað, síðani skuldi møguleiki vera fyri at seta spurningar og møguleiki var eisini fyri kjaki um málið. Formaðurin í uttanlands- nevndini segði seg hava skeitt í uppritið, og helt hann tað vera ógvuliga á- hugavert. Um uppritið leggur upp til breiða semju, vil Hergeir Nielsen ikki siga nakað um. Men hann sigur seg ætla at arbeiða eftir málsetningin- um hjá samgonguni. Tað vil siga, at hann ætlar sær at arbeiða fyri, at endaliga samráðingaruppleggið skal innihalda orðingarnar úr samgonguskjalinum og frá løgtingssamtyktini. Hergeir Nielsen sigur tó, at hann ætlar sær at fáa snikkað ráðgevingina til landsstýrið soleiðis saman, at talan verður um eitt upp- legg, ið fær breiða undir- tøku. Men um talan verður um undirtøku millum aðrar flokkar, enn samgongu- flokkarnar, vil hann ikki siga. – Eg fari at leggja meg eftir at arbeiða fyri, at enda- liga uppskotið verður tað best møguliga fyri landið og fólkið, sigur Hergeir Niel- sen. Ov stutt skotbrá Sum skiltist á fleiri av lim- unum í uttanlandsnevndini eftir fundin týskvøldið, vóru teir ikki sørt ónøgdir við tíðarfreistina, teir fingu frá formanni nevndarinnar at seta seg inn í málið. Eftir at hava handað lim- unum í uttanlandsnevndini uppritið, boðaði Hergeir Nielsen teimum frá, at næsti fundurin um málið skuldi haldast í dag klokkan hálv- gum tíggju fyrrapartin. Hes- um mótmæltu limirnir, men formaðurin helt fast upp á sítt. Hetta halda fleiri av limunum í uttanlandsnevd- ini vera sera óheppi, tí tað gevur teimum ikki nóg góða tíð at seta seg inn í málið, áðrenn tað skal viðgerast. Tingfundur var nevniliga í gjár, og limirnir í uttan- landsnevndini skuldu sjálv- sagt bæði luttaka á fundin- um og fyrireika seg til fund- in. Hergeir Nielsen ásannar, at tað sjálvsagt ikki ber til hjá limunum í uttanlands- nevndini at vera fyrireikaðir til at taka støðu í málinum, men sigur samstundis, at tað heldur ikki er meiningin. – Á fundinum í dag fara vit at tosa saman um, hvussu málið skal viðgerast. Vit skulu finna eina arbeiðs- Strong tagnarskylda Allar síðurnar í uppritinum til uttanlandsnevndina um fullveldismálið eru stemplaðar í trúnaði, og hetta siga limir uttanlandsnevdarinnar seg virða JOHN JOHANNESSEN – Brævbjálvin við uppritin- um og hvør einasta síða í uppritinum eru øll stemplað »í trúnaði« tí geri eg ongar viðmerkingar til málið. Hetta eru greiðu boðini frá limunum í uttanlands- nevndini, tá vit royna at fáa viðmerkingar frá ymisku umboðunum í uttanlands- nevndini um málið um rík- isrættarligu støðuna, nú uppritið til samráðingarupp- leggið er farið í uttanlands- nevndina til viðgerðar. Størst áhugi hevur sein- astu tíðina verið fyri, um møguleiki er fyri, at Javn- aðarflokkurin fer at veita samgonguni sín stuðul í málinum. Men hóast for- maður floksins, sum eisini er limur í uttanlandsnevnd- ini, nú hevur fingið handað uppritið, vil hann einki siga, um møguleiki er fyri, at Javnaðarflokkurin fer at taka undir við einum sam- ráðingaruppleggi, ið líkist uppritinum. – Málið er givið mær í trúnaði, og tí geri eg ongar viðmerkingar til tað. Eg kann tó siga, at eg enn ikki havi nátt at lisið tað nóg væl, og tí havi eg sjálvur ikki tikið nakara støðu til málið, sigur Jóannes Eides- gaard. Formaður Javnaðarfloks- ins ger púra greitt, at hann ætlar sær at virða stemplið, løgmaður hevur sett á ritið. – Eg vóni tó, at løgmaður fer at loyva limunum í utt- anlandsnevndini at ráðføra seg við tingbólkarnar um málið, tí annars ber ikki til, hjá flokkunum at hava nakra støðu til tað, sigur Jó- annes Eidesgaard, og vísir á, at tingfólk sjálvsagt eiga at vera so mikið at sær kom- in, at tey halda málið í trún- aði, hóast tað verður við- gjørt í tingbólkinum. Jóannes Eidesgaard vísir á, at málið um markið mill- um Føroyar og Bretland eis- ini varð handfarið í trúnaði, hóast bæði hann og Edmund Joensen ráðførdu seg við tingbólkarnar. – Í tí málinum lak einki út, og vit fingu eitt gott úr- slit, sigur Jóannes Eides- gaard. Formaðurin í uttanlands- nevndini og hinir limirnir í nevndini, Sosialurin hevur tosað við, eru púra samdir við Jóannesi Eidesgaard um, at trúnaðarstemplið hjá løgmanni skal virðast. Men limirnir vóna tó, at løgmað- ur fer at loyva teimum at ráðføra seg við tingbólkar- nar. ætlan, sigur formaðurin í uttanlandsnevndini og legg- ur afturat, at limirnir tó eftir tveir dagar hava fingið eina hilling av, hvat málið snýr seg um. Uppritið til uttanlandsnevndina er stemplað í trúnaði, og hetta ætla allir limirnir sær at virða Tilgjørd mynd 3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 18 - 27. januar 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakkstein Niclas Johannesen Yngd: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Viðmerking: Ógjørligt? LANDSSTÝRISMAÐURIN í Vinnumálum sigur, at tað er ógjørligt at bora undirsjóv- artunnilin undir Vestmannasund uttan part- afelag. Ein kann undrast á, hvussu tunnlar eru gjørdir fyrr í Føroyum. Tað ber illa til, at ein landsstýrismaður stendur og sigur fyri Føroya fólki, at um tunnilin ikki verður gjørdur eftir hansara høvdi, so verður als eingin tunnil gjørdur. Um Løgtingið sam- tykkir, at Landsverkfrøðingurin skal standa fyri arbeiðnum, so hevur Finnbogi Arge bert tvey í at velja: antin letur hann Lands- verkfrøðingin gera arbeiðið, soleiðis sum Tingið hevur álagt honum og gloymir alt um P/F Vágatunnilin, ella noyðist hann at takka fyri seg. ÚTSØGNIRNAR frá Finnboga Arge eru júst tað, ið vit fyrr hava ávarað ímóti. Hann roynir at fyrigykla fólki, at tað at niður- stemma anleggslógina er tað sama sum at atkvøða ímóti undirsjóvartunnilinum. Tað er sjálvsagt ikki so, eftirsum tingið prinsip- ielt kann avtaka eitthvørt íløguloft og lata Landsverkfrøðinginum uppgávuna. Spur- ningurin er, um trupul-leikin ikki er ein heilt annar. FA hevur longu nú latið P/F Vága- tunnilin gjørt nakað av arbeiði samstundis sum hann hevur avhøvdað stovnin, ið av røttum skuldi staðið fyri arbeiðnum. Tað hevði verið ikki sørt pínligt, um Finnbogi Arge nú fekk álagt av tinginum at upploysa P/F Vágatunnilin og geva Landsverkfrøð- inginum tað, ið av røttum alla tíðina átti at verið teirra projekt. Ein landstýrismaður og umsiting hansara eiga at fylgja tingsins vilja, hóast hesin vilji viðhvørt kann ganga ímóti ideologiskum hugsanum ella tvangs- tankum. Nú vita vit sjálvsagt, at umsitingin er ópolitisk og tí ikki tvíheldur um eitt nú partafelagsformin, um tingsins vilji er øðr- vísi. Umsitingin eigur at kunna arbeiða líka væl og professionelt óansæð hvat politiska rákið er. Letur ting-ið Landsverkfrøðingin standa fyri arbeiðnum, so hevur borgarin framvegis alment innlit, meðan hetta ikki er støðan viðvíkjandi einum almennum partafelag. Tað hevði verið eitt sindur løgið, um størsta almenna føroyska annlegs- arbeiðið seinastu nógvu árini ikki verður skipað soleiðis, at borgarin, ið hóast alt skal rinda, fær høvi at fáa alment innlit í projektið. FORKLÁRINGSTRUPULLEIKIN hjá Finn- boga Arge viðvíkjandi sínum dispositionum mótvegis Landsverkfrøðinginum verður sjálvsagt ógvuliga stórur, um anlegslógin hjá honum fellir. Vónandi gloyma tinglimir ikki, at ein skipaður almennur infrastruk- turur hóast alt er meira týdningarmikil enn ein fyribyrging av einari pínligari støðu fyri Finnboga Arge. Formaðurin í Vinnunevnd- ini hevur ivaleyst rætt, tá hann sigur, at ein atkvøða fyri anlegslógini hjá Finnboga Arge er tað sama sum ein blástempling av framferð Vinnumálastýrisins mótvegis Landsverkfrøðinginum. Áheitan til Rættarnevnd Føroya Løgtings Nú eitt ár aftur er runnið verður gjørt upp hvussu nógv eru deyð, og hvussu nógv hava fingið skaðar av ferðsluávum seinasta árið. Tíanverri sæst eingin broyt- ing í mynstrinum og tali- num enn (7 deyð harav 4 átjan nýtjan ára gomul). Tað eru serliga tvær or- søkir, sum fáa meg til at skriva hesar reglur. Fyrsta er tað hjálparloysið, sum man mangan kennir, tá vit sum viðgerðarfólk standa við teimum avvarðandi hjá einum ungum menniskja, sum júst er deytt eftir bila- vanlukku. Tað er sera trupult at ugga hesi fólkini, tí tað er eingin meining í hesum til- burði. Seinra er, at tað ber til at gera nakað við hetta uttan kostna bert við lógar- áseting. Vit liva í einum samfelag, har bilaferðsla er neyðug, og av henni standast av og á vanlukkur, sum hava miss av mannalívi við sær, hes- um slepst allarhelst ikki undan. Men tað sum sýnist mær óneyðugt spill av ung- um monnum og kvinnum eigur at kunna fyribyrgjast betur enn í dag. Fyri at lýsa, hvussu ymist ferðsludeyðin rakar, vil eg vísa tvær strikumyndir, onn- ur er úr Føroyum: Hon vísir talið av teimum deyðu í mun til aldurin í 15 ár (1978-1993), og hin úr Danmark, sum vísir talið av ringum heilaskaðum í mun til aldur og kyn í tveimum tíðarskeiðum. Sum tað sæst, reisir ein tindur seg burtur úr, tað er aldursbólkurin 15-25 ár við tí hægsta punktinum svar- andi til 18 ár. Vandin fyri at doyggja av ferðsluávum í hesum ungdómsárum er í Føroym tíggju fald í mun til aðrar aldursbólkar, og í Danmark er vandin fyri at fáa ringt mein av somu or- søk í hesum árum 3 til 4 fald. Á strikumyndini úr Dan- mark sæst, at genturnar fáa skaðarnar 1-2 ár fyrri enn dreingirnir, allarhelst tí tær eru komnar upp í bilin hjá teimum eitt sindur eldru dreingunum. Hetta eru døpur og ræð- andi tøl, sum tað enn í Før- oyum ikki hevur borið til at broyta, og eg stúri fyri kom- andi ári við somu ferðslu- vannlukkum, somu ungl- ingum og somu foreldrum, sum vit ikki kunnu hjálpa og ugga. Men tað ber til at bøta um so, at vanlukkurnar og skað- arnir gerast færri, tað sæst eisini á strikumyndini við heilaskaðum. Har sæst, at skaðarnir eru minkaðir við einum triðjingi frá 1978 — 1980 til 1991 — 1993, tí at mesta ferðin er minkað og lóg um tvungið bilbelti er komin í millumbilinum, hesi tiltøk hava givið sjón- ligar broytingar. Hvat ber til at gera í Før- oyum? Sum tað skilst er nýggj ferðslulóg í umbúna, og tað er hóskandi høvi til at gera broytingar til at verja hesi ungu fólkini. Eg haldi, at tað sum hevði gjørt stórsta mun, er ein av- marking í koyrikortinum tey fyrstu árini. Hetta verður brúkt aðra- staðni. Eisini er tað galdandi í nógvum londum, um man skal læna bil, tá krevja út- leigararnir, at lánarin er meiri enn 21 til 23 ár. Hetta verður kravt av tryggingar- feløgunum hjá teimum, tí tey kenna hagtølini. Ikki er tað rúsdrekkakoyringin, sum er tann størsti vandin hjá hesum ungu fólkunum, tí tey ansa væl eftir ikki at missa koyrikortið, sum tey júst hava fingið. Stórsti vandin er náttar- koyringin, hetta vísir upp- gerð hjá Landslæknanum og hetta vita vit, sum ar- beiða við hesum vanlukkum eisini. Um náttina og tíðliga um morgunin eru tey móð og Ferðsludeyðin tíggju faldaður í ungdomsárunum Deyð av ferðsluávum í Føroyum árini 1978-1993 0 5 10 15 20 25 30 35 40 0-4 10- 14 20- 24 30- 34 40- 44 50- 54 60- 64 70- 74 80- 84 Deyð Aldur ár Talið ikki væl fyri, eisini eru um- støðurnar ikki góðar at koyra í, tað er myrkt, og um tað hevur regnað, er nógv ørkymlandi endurskin á vegnum, eisini er tað ofta kaldari um náttina og tí hál- ari á vegnum. Mær vitandi eru bert tveir tímar náttar- koyring í samband við koyr- ifrálæruna. Tí fari eg at mæla til, at nýggja ferðslu- lógin fer at treyta nýggju koyrikortini so, at tey, sum júst hava fingið koyrikort, ikki koyra um náttina tey fyrstu árini. Tað ber ikki til, at Føroyar sum ein mentað tjóð, og at vit sum ábyrgdarfull vaksin, kunnu lata so nógv ung lív og lagnur fara fyri skjeyti. Heimildir: Ársfrágreiðingar Landslæknans árini 1978 — 1993. Behandling af traumat- iske hjerneskader og tilgræns- ende lidelser. Sundhedsstyrelsen 1997 Polititsøðin í Havn Havn Hin 20. januar 2000 Vinarligast Høgni Djurhuus Lækni – Tað ber ikki til, at Føroyar sum ein mentað tjóð, og at vit sum ábyrgdarfull vaksin, kunnu lata so nógv ung lív og lagnur fara fyri skjeyti, skrivar Høgni Djurhuus, yvirlækni, í áhugaverdum sjónarmiði um ferðsludeyða Til leigu Bygningurin í Vágsbotni THE HOUSE OF LEI er til leigu við ella uttan handil um hóskandi boð fæst Spf. Jensen • Tel. 31 47 40 Sosialurin - 311820