Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. januar 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 18 - 27. januar 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 18 - 27. januar 2000 Umsóknirnar strandaðar Aðalstýrini bøla omaná umsøknum um at tryggja løgfrøðingum og bú- skaparfrøðingum hægri løn EYÐUN KLAKSTEIN Almennu Føroyar brúka ikki øll síni vápn í kapp- ingini um løgfrøðingar og búskaparfrøðingar. Hóast eitt ár er gingið, síðani tað almenna fekk møguleikan at lata serliga skikkað fólk fáa hægri løn, hevur eingin enn fingið á- góðan av hesum. – Eldur er í húsunum, men tað almenna ger einki. Tað hevur bara sett seg nið- ur at rópa, at eldur í, heldur Bergur Berg, formaður í Búskapar- og Løgfrøðinga- felagnum. 14. februar í fjør gjørdu Lønardeildin í Fíggjar- málastýrinum og Búskapar- og Løgfrøðingafelagið nýggjan 2 ára sáttmála. Í hesum sáttmála fekk tað al- menna møguleikan at seta búskapar- og løgfrøðingar sum deildarleiðarar ella ser- frøðingar. Hetta hevði havt við sær hægri endaløn til ein part av búskapar- og løgfrøðing- unum, og tað kundi tí verið lokkubitin, sum kundi fing- ið fleiri av teimum royndu fólkunum at støðast í al- mennum starvi. Men enn er eingin settur eftir nýggja sáttmálanum, og tað heldur formaðurin í Búskapar- og Løgfrøðinga- felagnum er viðvirkandi til, at fólk rýma úr almennum starvi. – Fólk, sum koma heim við akademiskari útbúgv- ing, ætla ikki at ríka seg upp, og tí nýtist tað almenna ikki at bjóða fult so nógva løn, sum tey gera í øðrum londum, men tað hevði hjálpt nógv, um tað almenna vísti vilja til at gera nakað fyri fólk í almennum størv- um. At tey merktu, at tað almenna veruliga setti prís á tey, sigur Bergur Berg. – Men samstundis sum útbúgvið fólk rýmir, ger eingin brúk av møguleik- anum at seta hesi fólk sum deildarleiðarar ella serfrøð- ingar. Fleiri ynskja at verða sett í hesi størv, men eingin av umsóknunum til aðal- stýrini er enn endaliga við- gjørd. Málsviðgerðin tekur ár, og tað skilji eg væl, at fólk ikki tíma at bíða eftir. Ætlaðu at seta 16 serfrøðingar Leiðarin á Lønardeildini hjá Fíggjarmálastýrinum, Tho- mas Magnussen, sigur, at teir onga umsøkn hava fing- ið frá aðalstýrunum um at seta fólk sum deildarleiðar- ar ella serfrøðingar. Sambært einum rund- skrivi, sum var sent øllum aðalstýrinum 1. oktober í fjør, var upplýst um nýggja møguleikan hjá aðalstýri- num at tryggja skikkaðum fólki hægri løn. Tað eru teir einstøku stovnarnir, sum skulu senda aðalstýrinum, sum teir hoyra til, umsókn, tá teir vilja seta fólk sum deildar- leiðarar ella serfrøðingar. Síðani skal aðalstýrið við- mæla hetta til Lønardeildina í Fíggjarmálastýrinum, sum so skal samráðast við fak- felagið. Í rundskrivinum varð sagt, at best var um um- sóknirnar vóru sendar aðal- stýrunum áðrenn hálvan oktober, soleiðis at málini kundu verða avgreidd í okt- ober mánaði. 12. oktober í fjør boðaði landsstýrismað- urin við fíggjarmálum, Karsten Hansen, frá, at at vildi játtað, at tað vórðu upprættað 16 serfrøðinga- størv. Hetta gjørdi hann partvís fyri at tryggja, at møguleik- in í sáttmálanum við Bú- skapar- og Løgfrøðinga- felagið kundi førast út í lív- ið, og partvís fyri at seta kvotu á tali á fulltrúðum sum kundu setast í serfrøð- ingastarv. Men meira enn tríggjar mánaðir seinni er eingin umsókn komin til Lønar- deildina hjá Fíggjarmála- stýrinum. – Vit ætlaðu veruliga at seta fólk í hesi størv, men vit hava onga umsókn fing- ið, og tað kann kanska skilj- ast sum, at tørvurin á hesum størvum er ikki so stórur, sigur Thomas Magnussen, leiðari á Lønardeildini í Fíggjarmálastýrinum. Sambært Bergi Berg eru fleiri slíkar umsóknir sendar til aðalstýrini, men har eru málini steðgað. Bygnaðurin ein trupulleiki Sosialurin skrivaði í leyg- ardagsblaðnum, at klóku høvdini rýma frá tí al- menna, tí tey fáa betri treytir aðrastaðni. Millum annað hægri løn og betri møgu- leikar fyri at útbúgva seg víðari. Bæði stjórin á Hagstovu Føroya og aðalstjórin í Fíggjarmálastýrinum søgd- u, at kappingin hjá tí al- menna er vónleys, tí ráðini eru ikki til at bjóða búskap- ar- og løgfrøðingum somu løn, sum onnur gera. Til dømis tað privata í Føroy- um og grønlendska umsit- ingin. Seinasta dømið um væl- útbúgvið fólk, sum rýmir úr einum almennum starvi, er Magni Laksafoss, cand. polit, sum seinastu tvey ár- ini hevur starvast á Hag- stovu Føroya. Hann fer í mars mánaði í starv hjá Grønlands Statistik, har hann skal gera sama arbeið- ið, sum hann hevur gjørt á Hagstovuni. Men hann fær hægri løn og betri møgu- leikar fyri at útbúgva seg víðari. Magni Laksafoss er ein av teimum, sum hevur biðið um at verða settur sum ráð- gevi ella deildarleiðari, men hann hevur einki endaligt svar fingið um hetta. Mill- um annað tí hevur hann tik- ið av tilboðnum úr Grøn- landi. – Eg vil ikki gera við- merkingar til hetta ítøkiliga málið, men eg skilji væl fólk, sum taka av einum betri tilboði, tá tey ikki kunnu fáa svar uppá teirra ynski um at verða sett sum deildarleiðarar ella serfrøð- ingar, sigur Bergur Berg. –:Viðgerðin av hesum málum er alt ov langdrigin og stirvin. Fólk blíva troytt av starvinum hjá tí almenna, tá tey uppliva trekleika, vantandi vilja og vantandi hugflog, sigur Bergur Berg. Leiðarin á Lønardeildini í Fíggjarmálastýrinum held- ur, at bygnaður av almennu umsitingini kann verða ein trupulleiki í hesum máli- num. – Áður var nógv styttri teinur millum stovnarnar og Lønardeildina, men nú skal alt umvegis aðalstýrini, og tað kann verða ein trupul- leiki, at hesi málini skulu ígjøgnum so nógv lið, sigur Thomas Magnussen. Aðalstýrini bøla omaná umsóknunum um at tryggja búskapar- og løg- frøðingum hægri løn. Mynd: Álvur Haraldsen RIMMAR ÚTSØLA RIMMAR ÚTSØLA BLUSUR, BUKSUR OG NIÐURDEILAR FRÁ KR. 100.- Eisini hava vit nógv góð tilboð av meturvørum, restum og tilhoyri m.a. "Overlock-trá" (5000 m.) fyri 30.- kr. Opið er: Mánadag-hósdag kl. 10.00-17.30 Fríggjadag kl. 10.00-18.00 Leygardag kl. 10.00-13.00 TAK 2 PLØGG -GJALD FYRI 1 Stoffal‡g 41 ¥ 100 T—rshavn ¥ Tel. 314979 byrjar fríggjadagin 28. jan. kl. 10.00 við hópin av niðursettum vørum Sosialurin - 311820 Úr Løg- tinginum ÓLAVUR Í BEITI Anfinn Kallsberg, løgmað- ur, legði vegna landsstýrið uppskot fyri tingið í farnu viku, har heitt verður á rík- isstjórnina at seta í gildi fyri Føroyar millumlanda sátt- mála frá 4. apríl 1997 um vernd av mannarættindum og menniskjans tign í lív- frøði og læknavísindi (sátt- máli um mannarættindi og lívlæknafrøði). Í viðmerkingunum verður greitt frá, at Evroparáðið hevur í longri tíð viðgjørt trupulleikar hjá mannaætt- ini ísambandi við framstig, ið gjørd eru innan lækna- vísindi og lívfrøði. Síðan 1978 hevur Ráðharranevnd- in í Evroparáðnum samtykt fleiri tilmæli viðvíkjandi ymiskum siðfrøðiligum og løgfrøðiligum spurningum, ið hava víst seg í kjalar- vørrinum av menningini av lívlæknafrøðiligu vísindini. Við hesum í huga er avrátt at gera ein heildarsáttmála, ið fevnir um meginreglur um at verja menniskju í sambandi við lívlæknafrøð- iliga vísind. – Danskir myndugleikar Áhugamál og trivnaður hjá tí einstaka framíhjárættindi Sáttmálin fer saman við »lov om patienters retsstilling« at veita føroyingum stóran tryggleika, eisini tá ið hugsað verður um ivamál og spurningar, sum hava verið frammi seinasta árið við- víkjandi arvagransking, sigur Anfinn Kallsberg ma. í viðmerkingunum til nýtt uppskot hava sett seg í samband við myndugleikarnar her á landi við fyrispurningi, um sátt- málin skal setast í gildi í Føroyum, sigur løgmaður Anfinn Kallsberg í við- merkingunum. Stóran týdning – Landsstýrismaðurin í al- manna- og heilsumálum metir, at av tí at sáttmálin ásetir reglur um vernd av mannarættindum og menn- iskjaligari tign í sambandi við menning og nýtslu av lívfrøði og læknavísindi, fer hann at hava stóran týdning fyri eitt felags verndarstøði fyri borgarar í Føroyum og Evropa sum heild. – Føroysk staðfesting av sáttmálanum hevur við sær, at føroyskir myndugleikar hava ábyrgd av at skipa før- oyska lóggávu/siðvenju samsvarandi ásetingum í sáttmálanum, so at sáttmál- in verður hildin. Um ivamál verða, skulu føroyskar rætt- arreglur tulkast á slíkan hátt, at tær samsvara við sáttmál- an. – Fyri at hesin millum- landa sáttmáli kann verða útinntur í Føroyum, er neyð- ugt at seta »lov om patient- ers retsstilling« í gildi í Før- oyum. Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum fer at leggja hetta ríkislóg- artilmæli fyri Løgtingið í tingsetuni. – Kortini er ikki neyðugt at hava føroyska lóggávu lidna, áðrenn sáttmálin verður settur í gildi. Før- oysk lóggáva skal bert verða tilevnað rímiliga tíð eftir, at sáttmálin er settur í gildi, sigur løgmaður m.a. í við- merkingunum til uppskotið. ÓLAVUR Í BEITI Lisbeth L. Petersen, løg- tingskvinna fyri Sambands- flokkin, hevur sett Finnboga Arge fyrispurning viðvíkj- andi barnsburðargrunni- num, og vil Lisbeth L. Pet- ersen hava at vita, hvussu langt fyrireikingarnar eru komnar til barnsburðar- grunnin? Og nær kann væntast, at hann verður sett- ur á stovn? Og um lands- stýrismaðurin hevur eina ætlan um, hvussu sami grunnur skal fíggjast? Í viðmerkingunum til hesar tríggjar spurningar- nar, sigur Lisbeth L. Peter- sen, at síðani seinasta løg- tingsval hevur javnan verið frammi í fjølmiðlunum, at barnsburðargrunnur skuldi setast á stovn. Í valstríðnum var barnsburðargrunnurin eitt av evnunum, sum so gott sum allir flokkar høvdu á skránni. – Í fjølmiðlunum seinasta heyst hevur landsstýrismað- urin nevnt, at barnsburðar- grunnurin helst skuldi fara at virka frá 1. apríl í ár 2000. Eisini hevur verið nevnt, at ein arbeiðsbólkur skuldi setast at arbeiða við sama spurningi. Tørvandi javnstøða – Viðvíkjandi teim alment løntu er nú ein skipan gald- andi, tá avtala er gjørd um spurningin við sáttmála, sum tryggjar kvinnuni fulla løn, tá hon fer í barnsburð- arfarloyvi, men á privata ar- beiðsmarknaðinum er støð- Kvinnurnar á arbeiðsmarkn- aðinum fíggjarlig byrða Hvussu langt eru fyrireikingarnar til barnsburðargrunnin komnar, vil Lisbeth L. Petersen hava at vita frá Finnboga Arge, landsstýrismanni an ikki hin sama. Í mongum føri er tað arbeiðsgevarin, sum ger av, hvussu málið um barsilsfarloyvi verður umsitið. Fíggjarliga orkan hjá arbeiðsgevara kann vera avgerandi fyri, hvørjar sømdir kvinnan, sum verður við barn, fær. Hetta sást og eru dømi um, tá kreppan í nítiárunum leikaði harðast á, og kvinnurnar á arbeiðs- marknaðinum vórðu mettar sum ein fíggjarlig byrða fyri summi. Hetta er órímilig og óvirðilig støða og sam- stundis eitt dømi um tørv- andi javnstøðu. Lisbeth L. Petersen vísur eisini til ársfundin í Íslandi í juni mánaði, tá 8 rekomm- andatiónir vóru gjørdar við støði í samtyktunum á ráð- stevnuni. – Tann 18 november vórðu somuleiðis allar re- kommandatiónirnar sam- tyktar í Løgtinginum við 27 atkvøðum fyri og 1 ímóti. Tá varð atkvøtt um allar undir einum, sigur Lisbeth L. Petersen í viðmerkingu- num. ÓLAVUR Í BEITI Tann 18. januar svaraði Signar á Brúnni, mentamál- aráðharri, nøkrum spurn- ingin frá Rúnu Sivertsen viðvíkjandi skúlanum á Trøðni, men Rúna Sivertsen var ikki nøgd við 5 av svar- unum hjá mentamálaráð- harranum. Nú hevur Rúna Sivertsen so sett mentamálaráðharra- num hesar 5 spurningar av nýggjum, tó í eitt sindur broyttari útgávu. Rúna Sivertsen vil hava at vita frá Signari á Brúnni, hvørjum lógargrundarlagi Skúlin á Trøðni var undir í árunum 1990 - 1998? Hvat var lógagrundarlagið fyri at leggja Skúlan á Trøðni og Sernámsfrøðiligu Ráðgev- ingina saman? Er Sernáms- depilin ein almennur undir- vísingarstovnur undir landi- num? Hevur skúlin í Ser- Rúna spyr av nýggjum Rúna Sivertsen var ikki nøgd við 5 av svarunum hjá Signari á Brúnni, landsstýrismanni, og tí hevur hon spurt av nýggjum námsdeplinum skúlastjóra eins og aðrir skúlar, og hvørjar heimildir hevur hes- in? Og í fimta spurninginum vil Rúna Sivertsen hava at vita, hví barnagarsdeildin í Sernámsdeplinum er niður- løgd sum viðgerðarstovnur, og viðgerðarskyldan flutt í almannaverkið? Dagur fyri- spurniganna Ófráboðaðir fyrispurningar og atkvøðugreiðslur um fyrispurnigar merktu tingfundin í gjár JOHN JOHANNESSEN Tingfundur nummar 43 hesa tingsetuna, sum varð settur í gjár klokkan hálv- gum tvey seinnapartin, var fyri tað mesta merktur av fyrispurningum. Á dagsskránni fyri fundin vóru 7 mál, og var tað fyrsta teirra ófráboð- aðir fyrispurningar. Tá rundan við ófráboð- aðu fyrispurningunum var av, legði løgmaður fram tingmál nummar 101-5/1999, sum er frágreiðing frá løgmanni um uttanlandsmál 1999/ 2000. Eftir framløguna vóru aftur fyrispurnigar á skránni. Fyrst skuldi at- kvøðast um fyrispurning nummar 100-28/1000 til Signar á Brúnni, lands- stýrismann, frá Rúnu Siv- ertsen, løgtingskvinnu, um Skúlan á Trøðni og Sernámsdepilin. Hesin fyrispurningur varð frá- boðaður á fundinum týs- dagin. Fjóðra málið á skránni var atkvøðugreiðsla um fyrispurning nummar 100-19/1999 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Lisbeth L. Petersen, løgtingskvinnu, viðvíkj- andi barnsburðargrunni. Fimta málið á dags- skránni var fyrsta viðgerð av tingmáli nummar 38/ 1999, sum er uppskot til løgtingslóg um skyldu ar- beiðsgevaranna at boða løntakarunum frá um set- anartreytir teirra. Upp- skotið legði Hans Pauli Støm fyri tingið vegna Javnaðarflokkin 18. jan- uar í ár. Næstseinasta málið á skránni var eisini aftur ein fyrispurningur. Talan var nevniliga um svar uppá fyrispurning nummar 100-13/1999 til Jørgen Niclasen, landsstýris- mann, frá Tórbirni Jacob- sen, løgtingsmanni, við- víkjandi lóggávu, ið gev- ur Føroya Landsstýri sera víðar heimildir viðvíkj- andi stuðli og veðhaldum á fiskivinnuøkinum. Hes- in fyrispurningurin varð fráboðaður 8. desember í fjør. Seinast á skránni fyri tingfundin í gjár var fram- løga. Jenis formaður JOHN JOHANNESSEN Tingformaðurin boðaði á tingfundinum týsdagin frá, at nevndin, ið vald er at viðgera tingmál numm- ar 27/1999, sum er upp- skot til løgtingslóg um løgtingsins umboðsmann, hevur skipað seg við Jen- isi av Rana sum formanni og Sámali Petur í Grund, sum næstformanni.