hósdagur 27. januar 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 18 - 27. januar 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 18 - 27. januar 2000
Helena í hernað
ímóti royking
– Fyrstu høvuðsmálini eru at dagstovnar, heilsuverkið,
skúlaverkið og Strandferðslan verða roykfrí øki, sigur Hel-
ena Dam á Neystabø
tað fyribyrgjandi arbeiði
ímóti tubbaksnýtslu verður
raðfestast høgt.
– At tað hevur eydnast at
gera flogleiðirnar millum
Føroyar og umheimin royk-
fríar er prógv fyri, at tað ber
til at fremja munagóð tiltøk,
heldur hon.
Tí fegnast hon um, at
Tubbaksráðið í ár hevur
fingið 150.000 krónur at
arbeiða við.
Seinastu nógvu árini
hevur Tubbaksráðið annars
fingið 50.000 krónur um
árið, og Helena Dam á
Neystabø heldur, at tað hev-
ur gjørt eitt stórt arbeiði,
hóast játtanin hevur verið
lítil.
Ikki einsamøll
Men Helena Dam á Neysta-
bø ásannar eisini, at einsa-
møll megnar hon ikki at
gera Føroyar roykfríar.
Tí heitir hon á allar lands-
stýrismenn um at gera sítt
við m.a. at tryggja, at kunn-
gerðin um royking verður
hildin.
– Fyri at koma á mál við
hesum vandamáli, er neyð-
ugt, at ikki bara landsstýris-
maðurin í almanna- og
heilsumálum raðfestir málið
høgt.
– Tað er eisini neyðugt,
at men at aðrir landsstýris-
menn i gera tað, sigur Hel-
ena Dam á Neystabø.
Higartil hava vit ikki gjørt nóg mikið fyri at fáa fólk at halda uppat at roykja. Men tað fer
helena Dam á Neystabø at bøta uppá beinanvegin. Eitt nú fer hon at gera barnagarðar,
skúlar, strandfaraskip, og onnur almenn støð, roykfrí
ÁKI BERTHOLDSEN
Helena Dam á Neystabø
ætlar sær nú rættiliga í hern-
að ímóti tubbaksroyking á
almennum støðum.
Og hon sigur, at tað er
neyðugt at fara til verka
beinanvegin.
So avgjørd er landsstýris-
maðurin í almanna og
heilsumálum í einum aftur-
svari til Finn Helmsdal, løg-
tingsmann.
Finnur Helmsdal hevur
spurt
Helenu
Dam
á
Neystabø, hví tað verður
gjørt so lítið fyri at minka
um roykingina her á landi.
Hon sigur, at hon er samd
í, at vit gera ov lítið fyri at
minka um roykingina í Før-
oyum.
Men tað ætlar hon sær at
gera nakað við.
Hon sigur, at ætlanin er
nú at seta eitt fyribyrging-
arráð.
– Ætlanin hjá landsstýris-
manninum er á henda hátt
at fáa møguleika fyri at
leggja størstu orkuna móti
størstu vandunum.
Beinanvegin ráðið er
skipað, ætlar Helena Dam
á Neystabø at biðja tað um
tilmæli um, hvørji tiltøk
skulu setast í verk.
– Tó meti eg, at tað er
neyðugt at fara til verka
beinanvegin.
– Og tey fyrstu høvuðs-
málini eru, at dagstovnar,
heilsuverkið, skúlaverkið
og Strandferðslan verða
roykfrí øki, sigur Helena
Dam á Neystabø.
Hon sigur, at fyri skjótt
10 árum síðani varð ein
kunngerð sett í gildi um
royking á almennum stovn-
um, men kunngerðin verð-
ur í stóran mun ikki fylgd.
Helena Dam á Neystabø
sigur, at tí ætlar hon eisini
at seta eina tubbakslóg í
gildi, sum í størri mun fer
at geva heimild til at minka
um støðini, har roykt verð-
ur.
Hon veitir samstundis
Løgtinginum trygd fyri, at
JÁKUP MØRK
Eftir at hann í meira enn 25
ár hevði verið í starvi hjá
Landshandlinum og Kartna
Winther, var Jógvan ein av
teimum
mongu,
sum
merktu syrgiligu avleiðing-
arnar, tá búskaparkreppan
rakti oyggjar okkara.
Felagið, sum hann starv-
aðist hjá, fór av knóranum,
og brádliga stóð Jógvan í
Teirri støðu, at einki arbeiði
var til sín.
Hetta fekk hann tó ikki at
fella í fátt, men tvørturímóti
eggjaði tað honum til at fara
undir egið virki, og hetta
hevur hann havt síðani.
Einki annað at gera
Sum hann sjálvur sigur, so
var einki annað at gera.
Sambandi við ymsu sølulið-
ini var jú í lagi framman-
undan, so hví skuldi hann
ikki roynt hetta, eins væl og
nakað annað?
í 1993 leigaði hann seg
so inn í ein kjallara við
Marknagilsvegin,
men
skjótt gjørdist karmarnir ov
treingir, og tískil flutti hann
niðan aftur á Staravegin, har
bygningurin hjá Louis Poul-
sen nú stóð tómur, eftir at
Kartni Winther fyrr hevði
hildið til á staðnum.
Tað er serliga ymisk út-
gerð til náttúrufarandi um-
framt fóður av ymsum slag,
sum Jógvan hevur lagt seg
eftir at selja. Har er fiski-
reiðskapur, arbeiðsklæði,
patrónir, hoyggj, seteplið,
kunsttøð og annað, og
greiður Jógvan frá, at hann
við hesum hevur roynt at
avmarkað seg til ein ávísan
málbólk, so hann ikki kem-
ur at fevna um meira enn
hann er førur fyri at røkja.
Treyðugt so, onkrar keyp-
mansvørur
hevur
hann
sjálvandi, men hetta er ikki
størsti parturin av virksemi-
num.
Sjálvur heldur hann mest
um fóðrið, sum verður
blandað eftir serligum for-
skriftum, alt eftir um talan
er um seyða-, neyta- ella
hestafóður. Jógvan leggur
dent á, at talan er um so-
nevndar opnar blandingar,
Jógvan hevur úr at gera
Heilsølan hjá
Jógvan Weihe er í
dag ein virkin
fyritøka, men at
byrja við var tað
meira av neyð
enn nøkrum øðr-
um, at farið varð
undir hetta
JÁKUP MØRK
Á býráðsfundi í Klaksvík
fyrradagin, vórðu m.a.
sløkkingarkranarnir í bý-
num á fundarskránni.
Tað hevur seinnu árini
verið so, at fleiri av brand-
postunum í býnum ikki
hava verið í nóg góðum
standi, og varð sløkkiliðs-
støðin tískil biðin um at
kannað, hvussu var statt
við hesum.
Niðurstøðan hjá sløkk-
iliðnum var, at í minsta
lagi 33 brandpostar vóru
í ólagi, umframt at fleiri
teirra vóru í ringum
standi. Talan er sostatt um
ein fjórðing av brandpost-
unum í býnum, sum ikki
eru í lagi.
Ikki óforsvarligt
Varaborgarstjórin í Klaks-
vík, Steinbjørn Jacobsen,
sigur við Sosialin, at tað
at »brandpostarnir ikki
rigga«, ikki skal skiljast
soleiðis, at einki vatn
kemur úr teimum, um
brúk er fyri teimum.
Tað hevði jú verið ein
fullkomuliga óforsvarlig
støða, um eldur ikki kundi
verið sløktur, orsakað av
hesum. Talan er um, at
hesir 33 brandpostarnir
ikki lúka tey krøv, sum
verða sett til slíkar, og
hetta hevur býráðið eisini
tikið til eftirtektar.
Í ár verða so einar fimm
til átta av hesum brand-
postum skiftir úr, og eftir
ætlan, verða hinir so skift-
ir komandi tvey árini, so
vit í 2002 hava skift allar
hesar brandpostar út.
Býráðið hevur tó ikki
roknað við hesari út-
reiðslu í fíggjarætlanini,
men útskiftingin verður
mett at vera somikið á-
trokandi, at neyðugi pen-
ingurin, uml. 90.000 kr.
nú verður fluttur frá kon-
toini fyri vatnveiting.
33 brand-
postar í ólagi
Varaborgarstjórin í Klaksvík held-
ur tó ikki, at talan er um eina ófor-
svarliga støðu
Steinbjørn O. Jacobsen,
varaborgarstjóri í
Klaksvík
har innleggsseðil eisini er
hjálagdur, so síggjast kann,
hvat er latið í fóðurið.
Fimm fólk
Tá hann byrjaði við Markn-
agilsvegin, var Jógvan eins-
amallur um virkið, men so
við og við hevur verið neyð-
ugt at sett meira fólk afturat.
Í dag hevur Jógvan fýra
onnur fólk í starvi, so hann
og konan, Hildubjørg, sum
tekur sær av pappírsarbeið-
inum, hava úr at gera í dag,
hóast tað fyri nøkrum árum
síðani sá heldur svart út.
Jógvan hevur úr at gera í hesum døgum. Her er hann á truckinum og baksast við ein
platt av fóðuri
Mynd: Jens Kr. Vang
»Her vil eg hava regn«
Annika Hoydal arbeiddi í 2 ár við fløguni, sum hon hevur givið út fyri at heiðra William
Heinesen. Á fløguni eru yrkingar eftir William Heinesen, sum Annika kendi sum barn.
Sunnudagin syngur Annika sangir av fløguni í Norðurlandahúsinum
DAGFINN OLSEN
Nógv tiltøk vóru á skránni,
tá 100 ára føðingardagur
William Heinesens var 15.
januar.
Sunnudagin klokkan 16
er enn eitt tiltak á skránni,
sum hevur samband við
William. Tá fer Annika
Hoydal á pall at syngja løg,
sum hon hevur sett til yrk-
ingar hjá William og sum
hon júst hevur givið út á
fløgu.
Arbeitt í 2 ár
Annika hevur arbeitt eini 2
ár við fløguætlanini. Hon
hevur valt yrkingar, so tær
umboða breitt úrval av yrk-
ingum Williams.
Hon hevur eina rúgvu av
pappírum, ið siga nei til um-
sóknir um fíggjarligan stuð-
ul. Men tá alt kemur til alt,
so hava øll fingið sítt. Teir
13 tónleikararnir á fløguni
hava fingið eftir ásettu
gjaldstreytum. Tað verður
neyvan nakað eftir til
Anniku, men tað leggur hon
minni í.
Tá alt er lagt saman, so
ljóðar rokningin fyri fløg-
una uppá einar 240.000
krónur, ið allar eru goldnar.
Her vil eg hava regn
Til at leggja tónleikin á
fløguni
tilrættis,
hevur
Annika fingið John von
Daler.
Hann er úr USA, men
kom til Danmarkar, tá hann
rýmdi undan Vietnamkríg-
num.
Stuttligt er, at tá Annika
og hini í Harkaliðnum lut-
tóku í Grand Prix í 1979, tá
sat John von Daler í or-
kestrinum.
Hann hevur annars spælt
við t.d. Fuzzy og Poul Diss-
ing. Eisini hevur hann sína
egnu kvartet, ið eisini spælir
á fløguni.
John von Daler hevur lis-
ið litteratur og hetta metir
Annika hevur verið stórur
fyrimunur, tá tey hava ar-
beitt, tí so hevur hann eisini
havt ymisk hugskot og tey
hava prátað um yrkingarnar.
Sjálv dugir Annika ikki
nótar og hon leikar heldur
ikki nakað ljóðføri. Hon
syngur løgini.
Tá John von Daler so
hevur fest tey á blað, so
hevur hann eisini havt hug-
skot. Hetta hevur Annika
dámað væl, tí hon heldur
annars, at tónleikarar ofta
bert hugsa í tónum.
Annika greiðir sjálv frá
sínum ætlanum við løgu-
num í myndum.
– Eg kann t.d. siga, at her
vil eg hava regn, sigur
Annika.
Tó heldur Annika, at út-
lendskir tónleikarar hava ilt
við at fylgja við til tíðir. Teir
spyrja ofta, um steðgirnir
ikki kunnu vera styttri ella
longri.
- Men nú eri eg so gomul,
at eg tori at siga nei, sigur
Annika.
Á fløguni hevur hon
flættað nøkur kvæðaløg
saman, og har hevur Sunleif
Rasmussen verið til hjálpar
og hevur fest á blað fyrst, tí
hjá honum, sum føroyingi,
falla steðgirnir og rútman
náttúrliga.
Teir dugdu
Í
barnaárunum
kendi
Annika Hoydal væl William
Heinesen. Pápi Anniku,
skaldið Karsten Hoydal, og
William vóru vinmenn og
sótu ofta og prátaðu um alt
møguligt.
Um kjarnorkubumbuna og
um nú kríggj mundi koma
aftur.
Hetta hava báðir eisini
viðgjørt í skaldskapi sínum.
Annika heldur, at tað er
stak áhugavert og hugvekj-
andi, so væl sum listafólk-
ini tá arbeiddu saman.
- Teir samstarvaðu væl,
teir menninir. T.d. høvdu
grannarnir William og Heð-
in Brú kúgv saman og ætl-
aðu eisini at skriva bók
saman. Hjá teimum kallað-
ist einki, at stjala frá hvør
øðrum. Eg haldi Wiliam
hevði tað góða sum trúgv
ella
grundreglu,
sigur
Annika.
Annika hevur gjørt sær
ómak, tá hon hevur valt út
millum yrkingarnar hjá
Williami.
– Tá ein hevur kent
mannin, so fer ein eisini at
hugsa um, hvar ein hevur
sínar hugsanir frá. Tað er
klárt, at ein velur eisini útfrá
sær sjálvum. Eftir tí, sum
klingar í einum sjálvum,
sigur Annika, sum metir, at
yrkingarnar hjá Willami eru
ikki bundnar í tíð.
Tær eru ikki nútímans
ella farnar av móta. Stjørn-
urnar og himmalhválvið
fara ikki av móta. Eisini
tónleikurin sampakkar við
hesa hugsan.
Føroyingar á pall
Tað vera føroyskir tónleik-
arar, sum fara á pallin í
Norðurlandahúsinum sam-
an við Anniku sunnudagin.
Danskir tónleikarar eru
bókaðir langt fram í tíðina.
Tí hevur John von Daler
skrivað tónleikin fyri 3 ljóð-
føri.
Á konsertini sunnudagin
fer Edvard Nyholm Debess
at leika kontrabass og el-
bass. Rógvi á Rógvu leikar
trummur og Magnus Jo-
Fróðskapar-
setrið 2000
Faldari er gjørdur, ið vísir á út-
búgvingar, sum Fróðskaparsetrið
bjóðar í ár
DAGFINN OLSEN
Fróðskaparsetur Føroya
vísir í snøggum faldara
á tær útbúgvingar, sum
standa í boði í ár.
Føroyamálsdeildin
bjóðar
í
september
exam. art. og cand. phil.
í føroyskum. Freistin at
søkja er 30. juni 2000.
Náttúruvísundadeildin
hevur á skránni støðis-
útbúgving í stødd-/alis-
frøði. BS í kolvetnis-
verkfrøði og BS í rav-
magnsverkfrøði. Freistin
at søkja er 30. juni 2000.
Søgu- og samfelags-
deildin. Várið 2000 er
møguleiki at lesa cand.
phil. í søgu- og siðsøgu.
Framhaldslestur eftir BA
í søgu- og siðsøgu.
Freistin at søkja er í
januar 2000.
Í september byrja árs-
nám í samfelagsfrøði og
ársnám í búskapi, handli
og máli og søkjast skal
áðrenn 30. juni 2000.
Felags upptøkukrøv
eru miðnámsútbúgving
ella líknandi
hannesen situr við tangent-
arnar.
Alt sera dugnaligir menn,
sum Annika trygt kann líta
á. Hon hevur eisini spælt
saman við teimum hvør sær
áður, men nú fara tey so øll
á pall saman. Í hesum døg-
um venja tey dúgliga, tí væl
skal tað ljóma og tónleik-
urin er ikki sørt krevjandi.
Annika vitjar í Føroyum
til 2. februar. Tá fer hon aft-
ur til Danmarkar, har upp-
gávur bíða eftir føroysku
sjónleikarakvinnuni.
Henrik Nordbrandt
fekk virðislønina
Danin Henrik Nordbrandt fekk í gjár Bók-
mentavirðisløn Norðurlandaráðsins
DAGFINN OLSEN
Klokkan 10:30 í gjár
kunngjørdi dómsnevndin
undir Norðurlandaráð-
num, at 54 ára gamli yrkj-
arin Henrik Nordbrandt
fær Bókmentavirðisløn
Norðurlandaráðsins fyri
yrkingasavnið „Drømme-
broer“ frá 1998.
Hetta er 39. ferðin, at
virðislønin
áljóðandi
350.000 krónur verður
latin. Fyri 9. ferð fær ein
dani heiðurin. Í fjør fekk
Pia Tafdrup virðislønina.
Henrik Nordbrandt fær
virðislønina handaða í
samband við ráðstevnu
hjá Norðurlandaráðnum í
Keypmannahavn tann 6.
mars.
Henrik
Nordbrandt
hevur í mong ár búleikast
í Spania og Turkalandi og
er í løtuni í Malaga. Hann
hevur fingið mangar virð-
islønir fyri skrivligu avrik
síni, sum m.a. eru fleiri
enn 20 yrkingasøvn,
esseys, tvær barnabøkur,
og ein kókibók.
Bókin hjá Oddvør Jo-
hansen, „Í morgin er aftur
ein dagur“ var innstillað
til heiðurslønina, men
kom ikki upp í part, tí
týðarin gjørdist ikki lið-
ugur til ásettu tíð. Bókin
verður ístaðin við aftur
næsta ár.
Eg haldi Wiliam hevði tað
góða sum trúgv ella
grundreglu, sigur Annika
Hoydal, sum sunnudagin
fer á pall við løgum, sum
hon hevur sett til yrkingar
hjá William Heinesen.
Mynd: Álvur Haraldsen
Tjaldursvegur • Postsmoga 3171
110 Tórshavn • Tel. 31 61 61
Bilarnir finnast eisini á:
www.nissan.fo
GÓÐIR
BRÚKTIR
BILAR
Nissan Almera
2.0d GX, gráur, 4 hurðar,
árg.1997,106.000 km.
126.000
Nissan Bluebird
2.0 SGL, vínreyður, 4 hurðar,
árg. 1985, 182.000 km.
22.000
Nissan Patrol
3.3 Turbo S/R, reyður, 5 hurð.,
árg. 1988, 185.000 km.
48.000
Peugeot
406 ST 1.9 DT, beige, 4 hurð.,
árg. 1996
132.000
Peugeot
406 ST 2.1 DT, vínreyður, 4 h.,
árg. 1997, 108.000 km.
167.000
Citröen Xantia
TD, vínreyður, 5 hurðar,
árg. 1995, 161.000 km.
120.000
Ford Escort
1.3, bláur, 3 hurðar,
árg. 1987, 145.000 km.
16.000
Ford Fiesta
reyður, 3 hurðar,
árg. 1991, 120.000 km.
39.000
Opel Kadett
1.3S LS, bláur, 5 hurðar,
árg. 1987, 95.000 km.
24.000
Toyota Corolla
gráur, 4 hurðar,
árg. 1987, 302.000 km.
22.000
Toyota Corolla
st. car, bláur, 5 hurðar,
árg. 1989, 207.000 km.
35.000
Toyota bussur
Hi Ace DSL, hvítur, 4 hurðar,
árg. 1988, 201.000 km.
34.000