Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. januar 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 18 - 27. januar 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 18 - 27. januar 2000 JAN MÜLLER Felagið hevur í 1999 lat nógva orku í at fáa góðsku- skipan uppbygda við atliti ti ISO 9002 certifisering. Sum partur av hesum ar- beiði er arbeiðið umborð lagt til rætis samsvarandi ISM-Coduni. Felagið hevur mett ISM-coduna at verða ein neyðugur partur av eini ISO 9002 góðkenning fyri skip, sum skal røkja tæn- astur innan offshorevinnu, herundir flutning av fólki. Thor sigur tíðindaskrivi, at felagið var ISM-certi- fiserað av Norsk Veritas og roknar felagið við, at ISO 9002 certifiseringin verður liðug innan 1-2 mánaðir. Sambart ISM reglunum (International Safety Ma- nagement) verður kravt, at eitt reiðarí og skip tess verða rikin í tráð við eina góðkenda trygdarstýrings- skipan. Henda skipan er medvirkandi til, at mann- ingarnar luttaka í tí orðaða trygdar- og umhvørvispoli- tikkinum á ein munagóðan hátt. Í seinasta lagi 1. juli 98 skuldu øll ferða-, tanga- og bulkskip og teirra reiðarí verða ISM-certifiserað. Onnur skipasløg skulu verða certifiserað í seinasta lagi 1. juli 2002. Thor í Hósvík ger annars eitt stórt arbeiði fyri at vera við í komandi oljuleiting við Føroyar. Sum er luttaka skipini hjá reiðarínumí frá- landavinnuni í øðrum lond- um, eitt nú so langt burturi sum í Vesturafrika. Men teir hava so eisini arbeitt í Norðsjónum umframt her um okkara leiðir. Nú 1. útbjóðingin stendur fyri framman vilja tey hjá Thor verða væl fyrireikað, og her kemur ISM - certifiseringin inn sum ein týðandi fak- torur. Felagið eigur í dag 5 skip. Talan er um bæði fiskiskip og hjálpar- og vaktarskip, ið virka í frálandavinnuni, mest í sambandi við seis- mikkskjóting. Thor í Hósvík trygdar- og umhvørvis góðkenning Fiski- og frálandavinnureiðaríið „THOR“ í Hósvík hevur nú tikið enn eitt týðandi lop út í frálandavinnuna. Felagið, sum er ein av føroysku fyritøkunum, sum longu hevur fingið annað beinið innanfyri í offshorevinn- uni, er nú certifiserað samsvarandi ISM-Coduni, sum er ein trygdar- og umhvørvisskipan innan skiparakstur. Gunnbjørn Joensen frá Thor tosar við umboð fyri útlendsk frálandafeløg á oljumessuni í Aberdeen. Tv. ein av stjhórunum í PGS, sum eigur fleiri seismikkskip og oljuframleiðsluskip, eitt nú Petrojarl Foinaven, sum liggur skamt frá føroyska markinum. Mynd jan Tvey av skipunumhjá Thor her við bryggju í danskari havn. JAN MÜLLER Um metingarnar halda, so kann lítla oyggjasamfelag- ið Føroyar verða hamskift til eitt nýtt Kuwait í At- lantshavinum. Men sum í øllum ævintýrum, so er eis- ini ein lokal heks í hesum. Og heksin er føroyski brúkarin heldur danski bú- skaparfrøðingurin, Martin Paldam. Danska blaðið Jyllandsposten, sum í hes- um døgum hevur nógvar greinar um Føroyar, hevur eisini hugt at spurninginum um olju í føroysku undir- grundini. Niðurstøðan hjá blaðnum, eftir at hava tos- að við fleiri serkøn fólk á økinum, er, at tað helst finst nógv olja við Føroyar. Martin Paldam, sum javnan ger viðmerkingar um føroysk viðurskifti, er rættiliga skeptiskur, tá blaðið biðjur hann gera viðmerkingar til oljumálið. - Ein arbeiðsfrí inntøka sum olja vil vanliga hava við sær økta nýtslu, tí fólk hava fleiri pengar at ráða yvir. Men samtíðis verður samfelagið rakt av tí so- nevndu „hálendsku sjúk- uni“, og tað hevur prís- hækkingar við sær. Og tá føroyskar vørur verða dýr- ari, so verður eisini torfør- ari at selja tær í útlandi- num. Avleiðingin av hes- um verður eitt sera vánaligt kappingarføri - tvs. ein Kuwaitbúskapur við stórari nýtslu og vánaligum vøkst- ri uppá longri sikt sigur Paldam við blaðið. Alternativið til hesa gongd heldur hann vera at seta oljupengarnar í grunn- ar og bara taka renturnar út. Júst sum eitt nú norð- menn hava gjørt tað. - Um allir føroyingar kunnu semjast um at seta oljupengarnar í grunnar, so kunnu teir í prinsippinum liva óendaliga leingi av rentuinntøkunum metir danski búskaparfrøðingur- in. Henda íløgan hevði har- aftat kunnað ført til æviga vælferð og ein stabilan og sunnan búskap. Kortini trýr Paldam ikki, at føroyingar kunnu semj- ast um at spara upp olju- pengarnar. -Trýstið á føroysku pol- itikararnar er sera stórt. Brúkararnir vilja jú fegnir sleppa at brúka pengarnar. Tað verður serea torført at stýra, ikki minst tí at pol- itisku viðurskiftini í Før- oyum er so „komplex“. Men allar royndir vísa, at samfelagið hevur sera ringt við at taka stórar avgerðir sigur Paldam, sum brúka orðið „bang-bang-búskap“ um føroyska búskapin. Nógvir peningurin frá oljuni kann í ringasta føri enda við einum brúkaraka- os, sum kann koppa øllum búskapinum eins og tað hendi í byrjanini av 90-u- num heldur búskaparfrøð- ingurin. Blaðið hevur eisini tosað við Eyðun Elltør, lands- stýrismann, sum ikki vil útiloka, at ein partur av oljupengunum skal brúk- ast. - Um vit finna olju, fara tað sjálvandi at verða broytingar í samfelagnum. Vit mugu investera peng- arnar á rættan hátt, men tað verður eisini neyðugt at brúka nakrar av teimum til infrastruktur, umhvørvi, mentan og skúla sigur hann. Blaðið hevur eisini tosað við Høgna Hoydal, lands- stýrismann um avleiðing- arnar oljuinntøkurnar kunnu fáa eitt nú í viður- skiftunum millum Føroyar og Danmark. Hann sigur, at tað er greitt, at oljan er ein psykologiskur faktorur í tjakinum um fullveldi. -Men eg beri ótta fyri, at oljupengarnir kunnu gerast ein vandamikil koddi, tí í prinsippinum avloysir olja bara blokkin, og so verður føroyskur búskapurin ong- antíð sjálvstøðugur sigur hann og heldur fram: - Onkuntíð hugsi eg, at tað hevði verið nógv betri, um vit bara staðfestu, at oljan er har, og síðani settu proppin í aftur. Tí sjálvt um oljan kann gerast ein stórur møguleiki fyri komandi ættarlið, so kann hon skapa eitt samfelagið við stórum klassamuni - og ríkar olju- barónar. Høgni Hoydal sigur ann- ars við blaðið, at hann feg- in sær, at Føroyar gerast sjálvstøðugar, áðrenn tann fyrsta oljan verður tikin upp, hetta fyrst og fremst fyri at forða fyri eini krepp- ustøðu við Danmark um ríkidømið. Tá talan er um rættindini um møguliga olju í und- irgrundini, so hevur danska blaðið eisini fingið serfrøð- ingin Vagn Wåhlin at siga sína hugsan. Hann vísir á, at tá føroyingar og bretar gjørdu eina avtalu um fiski- og undirgrundarmark, tá staðfesti Danmark eisini tað, sum Schluter segði fyri skjótt 10 árum síðani: at allar oljuinntøkur frá før- oysku undirgrundini eiga at fella Føroyum í lut. Tað stendur fast bæði statsrætt- arliga og moralskt. Han vísir eisini á, at oljuinntøk- ur hava heldur einki at siga fyri tær fýra milliardirnar, sum føroyinga skylda Dan- mark. -Tað eru í dag eingi krøv um, at Føroyar skulu gjalda skuldina skjótari aftur, um man finnur olju sigur hann. (Tað er annars við í eini avtalu millum Føroyar og Danmark, at finna føroy- ingar olju, so skal inntøkan haðani eisini minka lutfals- liga um blokkin úr Dan- mark, blaðm.) Danskur búskaparfrøðingur ber ótta fyri føroyskum oljuævintýri Vinnunevndin kortini samd um tunnilin Um middagsleitið í gjár brast fyri nevn í Vinnunevndini hjá løgtinginum í málinum um undirsjóvartunnilin um Vest- mannasund. Alt bendir á, at ein samd Vinnunevnd leggur álit fram í málinum. Og tað merkir, at formaðurin í nevnd- ini, Heini O. Heinesen hevur givið seg SVEINUR TRÓNDARSON Um middagsleitið í gjár eydnaðist endiliga Vinnu- nevndini hjá løgtinginum at koma ásamt um eina felags orðing í álitinum í málinum um fast samband um Vest- mannasund. Álitið, sum kortini ikki var undirskrivað, tá hesar reglur vórðu skrivaðar, hev- ur eittans broytingarupp- skot, sum sigur, at lands- stýrismaðurin í vinnumál- um og Landsverksfrøðing- urin skulu hava eftirlitið við tunnilsarbeiðinum. Drúgv viðgerð Tað skuldu kortini nógvir fundir og nógv hørð orð fella áðrenn nevndin varð samd um eitt álit, og tá tað kom, var tað eftir øllum at døma formaðurin í Vinnu- nevndini, Heini O. Heine- sen sjálvur, sum gav seg mest. Heini segði við Sosialin leygardagin, at hann metti tað sum eina blástempling av landsverksfrøðinginum, um lógin var samtykt, sum hon sær út nú, men kortini er hann gingin við til at ein- asta broytingin í uppskot- inum frá landsstýrismann- inum í vinnumálum er, at landsstýrismaðurin sjálvur og landsverksfrøðingurin skulu hava eftirlit við tunn- ilsarbeiðinum. Semjan er styrkin Tá fundurin í Vinnunevnd- ini var av, fingu vit orð á Heina O. Heinesen, og hann staðfesti tá, at tað eftir øll- um at døma verður ein samd nevnd, sum tekur undir við álitið. Hinir samgonguting- menninir tóku allir undir við uppskotinum hjá landsstýr- ismanninum, og tí kann spurnartekin setast við, um Heini hevur bakka ella í versta fall lagt kongin mót- vegis restini av samgong- uni. Hetta spurdu vit hann um. – Eg haldi ikki, at tað eri eg, sum havi verið trupul- leikin. Eg haldi, at tað er ein púra skeiv loysn, sum landsstýrismaðurin í Vinn- umálum er komin til, men tað ber ikki til at fáa meiri- luta fyri broytingaruppskot- um, sigur Heini. Hann heldur sostatt ikki, at hann hevur bakkað stór- vegis, men sær tað heldur sum eina styrki hjá nevnd- ini, at hon er samd um broytingaruppskotið. Heini lagt kongin Limirnir hjá Javnaðarflokk- inum í nevndini, Hendrik Old og Katrin Dahl Jakob- sen, sum møtti fyri Dan R. Petersen, halda kortini, at nevndarformaðurin hevur lagt kongin, so at siga. – Henda lógin leggur upp til, at arbeiði verður boðið út og tað merkir, at eini 5 til 7 norðurlendsk feløg - íroknað føroysk - sleppa at bjóða upp á arbeiði. Og tað verður neyvan føroysk fel- ag, sum fær arbeiði, sigur Hendrik Old. Hetta metir hann verða ein trupulleika, tí við hesum fer ein serkunnleiki føroy- ingum av hondum, sum annars vildi verið bygdur upp. – Vit vildu fegin, at før- oysk arbeiðsmegi varð tryggjað arbeiði í sambandi við tunnilsgerðina, men tað er ikki meiriluti fyri eini slíkari broyting, siga tey bæði, sum kortini ætlaðu sær at royna einaferð enn tá Vinnunevndini hittist eina seinastu ferð áðrenn álitið skuldi leggjast fram. Brúka sínar egnu Hendrik Old og Katrin Dahl Jakobsen halda nevniliga, at vandin við ikki at tryggja føroyskum arbeiðstakarum arbeiði í tunnilsgerðini er, at tann arbeiðstakarin, sum fær arbeiði t. d. velur sínar egnu lastbilar og dumparar at koyra við. – Tað sigur seg næstan sjálvt, at eiga teir t. d. bilar sjálvir, so hevur tað ein meirkostnað við sær, sum tunnilin verður dýrari í tí sambandinum, men tað merkir so, at føroyingar verða settir uttanfyri.Og eg haldi, at Heini í hesum føri hevur ein trupulleika. Hann hevur hildið so øgiliga fast um landsverksfrøðings- stovnin og nú sleppur hann fullkomiliga takinum, sigur Hendrik Old. – Eg havi ongantíð verið ímóti tunnlinum, men eg haldi, at landsstýrismað- urin hevur valt eina heilt skeiva loysn, sigur Heini, sum kortini valdi at taka undir við restini av nevnd- ini um álitið savnsmynd Oljuhavnin í Suðurouy neyvan lógarfest Vinnunevndin skrivaði í gjár álit í málinum um kolvetni - fyrsta útbjóðingarumfar, men nevndin var ikki samd. Sam- gongutilnglimirnir vildu ikki taka undir við broytingar- uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um, at oljuhavnin skal leggjast í Suðuroynni SVEINUR TRÓNDARSON Tað eydnaðist ikki at fáa meiriluta í Vinnunevndini fyri at virksemið hjá loyv- ishavarunum sí Føroyum, skal ganga út frá Suðuroy. Hetta var niðurstøðan av fundinum hjá nevndini fyrr- apartin í gjár, og tað merkir, at tingið eftir øllum at døma fer at samtykkja uppskotið hjá landsstýrismanninum í oljumálum. Tað vóru umboð Javnað- arfloksins, sum settu hetta ynski fram, og tað er í sam- svari við tað lyfti, sum flokkurin hevur givið suð- uroyingum í sambandi við eina framtíðar oljuvinnu. Hendrik Old sigur við So- sialin, at hann er vónbrotin av, at tað ikki eydnaðist, tí nú fer at tað ganga long tíð, áðrenn tað aftur fer at bera til, at seta slíkt uppskot fram. Hann er serliga vónbrotin av Tjóðveldisflokkinum, sum eftir øllum at døma Eftir at Vinnunevndin í gjár var liðug við viðgerðina av løgtingslógini um fyrsta út- bjóðingarumfar verður tað eftir øllum at døma torført, at fáa politiskt staðfest, at ein útgerðarhavn skal leggjast í Suðuroynni. Hetta skutu Hendrik Old og Katrin Dahl Jakobsen annars upp. Heldur ikki er meiriluti fyri, at eitt møguligt føroyskt oljufelag skal fáa optión í loyvinum savnsmynd hevur havt ein innanhýsis trupulleika í hesum málin- um. – Suðuroyggin er illa fyri tá tað kemur til arbeiði, og tað er langt ímillum, at tað kemur ein nýggj vinna, sig- ur Hendrik Old, sum kortini ikki hevur mist mótið uppá, at tað kortini kann eydnast at fáa hesa broyting ígjøgn- um tá málið kemur fyri í tinginum. Samgongan stendur sama Heini O. Heinesen, formað- ur í Tjóðveldisflokkinum segði við Sosialin beint eftir fundin hjá Vinnunevndini, at hann sjálvur saktans kundi atkvøtt fyri at virk- semi skal vera í Suður- oynni, men at samgongan er samd um, at tað ikki skal lógevast um hetta. Hann vísti á vandan um alt ov nógvar kommunur fóru at kappast um olju- havnirnar og vísti eisini á, at norðmenn høvdu valt, at lóggeva á økinum. Hinvegin dugdi hann ikki at síggja, at flokkur hansara hevði ein trupulleika av, at teir fyrst játtaðu at hjálpa suðuroyingum og síðani tóku undir við óbroyttari lóg. – Málið skal fyri í tingin- um og tá kunnu vit atkvøða, sigur Heini. Almenna oljufelagið eisini uttanfyri Saman við Javnaðarumboð- unum royndi Alfred Olsen eisini at fáa einum møgu- ligum almennum oljufelag eina optión í loyvinum, men heldur ikki hetta eydnaðist. – Tí eri eg keddur av, tí tað einasta sum ein optión merkir er, at so kann mann fara upp í, um so er at mann vil tað. Um vit ikki vilja fara uppí, so er ein annar møgu- leiki, at selja optiónina og tann peningurin hevði so fallið í landskassan, sigur Hendrik Old. Samgongunevndarlimir- nir valdu at taka undir við upprunauppskotinum, sum landsstýrismaðurin í olju- málum legði tað fram, og har stendur, at tað verður mælt frá at seta alment landsoljufelag á stovn, bæði tí, at so kann væntast at fel- øgini seta krøv um lægri skattir, og kann ávirka okk- ara støðu sum oljuøki.