hósdagur 27. januar 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 18 - 27. januar 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 18 - 27. januar 2000
Tá í Seymistovan
í Sandvík læt upp
stutt fyri jól, var
tað ein søgulig
hending, tí hetta
er fyrsta fram-
leiðsluvirki í
bygdini í nýggjari
tíð
ÁKI BERTHOLDSEN
Tann føroyska ullin er so
góð, at vit hava óendaligar
møguleikar við henni.
Hetta eru slagorðini undir
einum nýggjum arbeiðs-
plássi, sum nú er sett á stovn
í Sandvík.
Tað er Vónbjørt á Hólum
í Sandvík, sum hevur gjørt
eina seymistovu, sum seym-
ar ymiskt pløgg burturúr
føroyskari ull.
Men hetta er ikki bara eitt
arbeiðspláss, sum byggir á
gamla føroyska mentan.
Hetta er eisini eitt søgu-
ligt arbeiðspláss, tí hetta er
fyrsta framleiðsluvirki í
bygdini í nýggjari tíð.
Og hetta er eitt av teimum
heilt fáu arbeiðsplássunum,
sum yvirhøvur eru í bygd-
ini.
Tey arbeiðspláss, sum
annars eru í Sandvík, er eitt
posthús, sum Postverkið av
neyð hevur opið tríggjar
tímar um vikuna, bara tí at
løgtingið hevur álagt tí at
hava posthús í Sandvík, eins
og í øðrum bygdum.
Annars er ein lítil handil
í bygdini.
Somuleiðis ger tann ný-
tímans tøknin, at tað eisini
ber hjá Sosialinum at hava
eina blaðstjórn í Suður-
oynni og hon er í Sandvík,
har undirritaði blaðmaður er
einsamallur í starvi.
Men so er søgan eisini
søgd um arbeiðsplássini í
Sandvík nú á døgum, tí
skúlalærarin í bygdini er úr
Hovi, so hann telur ikki við.
Allir hinir sandvíkingar-
møguligt fyri fólk, tí tey
bæði leggja buksur upp,
seyma snarlás í, broyta
jakkar, frakkar og onnur
pløgg og tey hava enntá eis-
ini seymað dukkuklæðir,
onkur sandala hevur eisini
verið undir nálini at seyma
reimina fasta, so eisini hes-
in parturin av virkseminum
vindur meiri og meiri upp á
seg.
Tað, tey seyma fyri Ulla-
virki, eru troyggjur, jakkar,
frakkar kot, húgvur o.s.fr.
Og tað er sjálvandi alt úr
ektaðari , førosykari ull, ið
ongi sum helst litevni, ella
onnur evnafrøðilig evni eru
koyrd í.
Og knapparnir í teimum
ymsu pløggunum, teir eru
úr horni- so føroyskari fær
tað ikki verðið.
Sum at standa á ein-
um radiatori
Men Vónbjørt hevur eisini
sjálv fingið hugskotið til
aðrar vørur, sum hon ger
burturúr føroyskari ull frá
Ullavirkinum.
Serliga væl hava fólk
dámt leistarnir, ella sólar-
nar, sum tey hava seymað.
Teimum hevur hon selt
rættiliga nógv av.
Ikki minst hava fólk, sum
standa kalt tá ið tey arbeiða,
eitt nú á einum vátum flaka-
virkisgólvið, verið sera væl
nøgd við hesar ullintu sól-
arnar, tey siga, at tað er sum
at standa á einum radiatori.
Men tey seyma eisini
bind til at hava um knø og
skøvningar, og hetta hevur
verið væl dámt hjá fólki,
sum hava gikt, ella hava
aðra pínu í í skøvningunum
og knøunum, tí tað er so
heitt.
Og nú eru tey eisini farin
at seyma skóleistar.
Men hugskotini til, hvat
kann gerast burturúr før-
oyskari eru nógv og tað
verður sett í verk so hvørt,
umstøður verða til tess.
–Møguleikarnir við teirri
føroysku ullini eru ó-
avmarkaðir sigur hon.
Hon vísir samstundis aft-
ur, tí sum sagt verður, at
føroyska ullin er ikki nóg
sterk.
–Ráðini eru at tøva hana,
so verður hon sterk.
Men hon heldur, at skulu
vit fáa nakað munagott burt-
urúr hesum frálíka náttúru-
tilfeingi, vit hava, krevst eis-
ini ein hugburðsbroyting, so
at fólk geva henni gævur og
eru meiri tilvitað um at tey
ullintu pløgg, tey hava,
skulu vera úr føroyskari ull.
Hóast tey hava nóg mikið
at gera á Seymistovuni, eru
ongar ætlanir um at víðka
virksemið enn.
– Í løtuni er ikki arbeiði
til meiri enn okkum tríggjar,
sum nú eru. Men verður tað
munandi meiri at gera,
mugu vit sjálvandi hugsa
um at økja manningina,
sigur Vónbjørt á Hólum.
nir, sum arbeiða, eru antin
sjómenn, ella teir arbeiða
uttanbíggja og onkur ger
fyrifallandi arbeiði fyri
kommununa, men tað er
bara av og á.
Gott eyga á ullini
Vónbjørt á Hólum sigur, at
hon hevur leingi havt gott
eyga á teirri føroysku ullini,
sum hon sigur, skarar fram-
úr.
Hon er sterk og so hevur
hon tann vælsignaða egin-
leika, at hon er ógvuliga heit
ið tað er kalt, men kortini
svallig, tá ið tað er heitt.
Men tá ið hon so frætti,
at Ullavirki í Vági sendi
pløgg kring alt landið at
seyma saman, og enntá til
íslands í einstøkum føri, fór
hon at kanna um tað ikki
kundi bera til at savna
seymingina í Suðuroynni, tí
hon helt, at tað átti at verið
ein fyrimunur, at hava
seymistovuna nærri Ulla-
virkinum.
Hon kannaði málið og
fekk samstarvsavtalu í lag
við Ullavirki um at seyma
fyri tey.
Tí leyp hon í tað og setti
seymistovina á Stovn í leig-
aðum hølum í Sandvík.
Tey byrjaðu so smátt í set-
ember mánaða í fjør, men
síðani hevur tað bara vundið
uppá seg.
Hon hevur alla tíðina havt
tvey fólk afturat sær á
seymistovuni.
Í fyrstuni arbeiddu tey
hálva tíð. Men skjótt bleiv
tað so nógv at gera, at tey
máttu uppá fulla tíð og tað
hava tey gjørt síðani.
Seyma eisini fyri fólk
Vónbjørt á Hólum sigur, at
tey hava so nógv niðurfyri,
at útlit eru til, at talan verður
um varandi arbeiðspláss,
ikki minst nú nógv av teim-
um pløggunum, sum Ulla-
virki selur, verða seymað í
Sandvík.
Og tað er júst samstarvið
við Ullavirki, sum er tað
berandi í seymistovuni í
Sandvík.
Men tey seyma eisini alt
Fyrsta framleiðsluvirki
í Sandvík í nýggjari tíð
Tær tríggjar, sum manna seymistovuna í Sandvík hava nóg mikið at gera. Fremst á
myndini er tað herdis Jensen, í miðjuni, Vónbjørt á Hólum, stigtakari, og aftast. Ingdrid
Nielsen
Mynd av
trimum
seymikonum
Her vísa tey nøkur pløgg fram. Frá vinstru eru tær Herdis Jensen og Ingrid Nielsen, sum
báðar arbeiða á seymistovuni. Næst uttast til høgru stendur Maja Olsen, sum er stokkin
inn á gólvið í barnaheiminum, har Seymistovan er. Ytst til høgru stendur Vónbjørt á
Hólum, sum tók stig til hetta nýggja arbeiðsplássið
Mynd av
fýra
konum
Gongur framá - men spakiliga
ÁKI BERTHOLDSEN
Ullavirkið í Vági fer nú
at gera meiri burturúr at
markaðarføra pløggini,
sum eru virkað úr før-
oysku ullini.
M.a. fara tey at lata
handil upp í Vági, har
pløggini frá ullavirkinum
skulu seljast.
Handilin
verður
í
gomlu
krambúðini
á
Gørðum, sum Ullavirkið
hevur leigað til handil.
Árni Brattaberg á Ulla-
virkinum sigur, at ætlanin
er at lata upp mikudagin 16.
februar.
Gongur framá
Annars sigur hann, at tað
gongur alsamt betri og betri
at sleppa av við pløggini,
sum eru virkað úr føroysk-
ari ull, tó tað er spakiligt.
Ikki minst í Vági eru tað
mong, sum hava fingið sær
okkurt føroyskt plagg, men
aðrastaðni í Føroyum gong-
ur tað meiri strilti enn.
Tó sigur hann, at tað
verður meiri og meiri flutt
út. Eitt nú hava tey sent
pløgg til Grønlands og til
Danmarkar.
Men ikki minst er hann
bjartskygdur um norska
marknaðin, tí hann sigur, at
tað er næstan ikki dagur, at
ikki okkurt plaggið verður
sent til Noregs, og tað vind-
ur alsamt uppá seg. Men tað
eru ikki so nógv føroyingar
í Noregi, sum keypa.
– Tað eru tvørurímóti
norðmenn, sum hava fingið
eyguni upp fyri dygdini í
føroysku ullini, sigur Árni
Brattaberg.
Hann sigur, at talan er um
fólk, sum fólk, sum eru
nógv úti, sum eru farin at
keypa frá Ullavirkinum.
Og Árni Brattaberg held-
ur, at framtíðin hjá Ulla-
virkinum liggur kanska líka
nógv í útflutninginum, held-
ur enn í heimamarkn-
aðinum.
Nýggjar vørur
Tað, at øll pløggini frá ulla-
virkinum eru úr ektaðari,
føroyskari ull, ger, at litirnir
eru ikki so nógvir, tí hvørki
litevni, ella onnur evni eru
koyrd í ullina. Fyribils hava
tey fimm litir, hvítt, ljósa-
grátt, myrkagrátt, umframt
ljósa- og myrkamorreytt.
Men nú fara tey eisini at
gera skjórut pløgg. Eitt
skjórut plagg er eitt fleir-
litað plagg, har allir litirnir
renna saman, so at ongin er
sjónskur.
Í hesum førinum verður
talan um tvílitað pløgg.
Umframt Fjallatroyggj-
urn, kot o.a., arbeiða tey
eisini við at gera annað
burturúr ullini, og okkurt
nýtt er longu á veg. Eitt
nú eru tey farin at gera
taskur og buksur og tað
riggar eisini avbera væl,
sigur Árni Brattaberg.
Í løtuni eru tey fýra fólk
á Ullavirkinum, umframt
tey, sum seyma.
AUTO
- Dag sum nátt -
- skjótt og gott -
Skalt tú bil hýra
- so er tað 311234
BENZIN
DIESEL
KIOSK
- ALT DØGNIÐ -
AUTO
311234
AUTO
NÁTT-
BUSSURIN
v/ Øssur Christiansen
Leygarkvøldið:
• Úr Vestmanna
kl. 24
• Úr Tórshavn
kl. 01
• Úr Vestmanna
kl. 04
• Úr Tórshavn
kl. 05
(Koyrt verður um Kvívík
og Kollafjørð, tá fráboð-
an fyriliggur)
Onnur kvøld kann
koyrast eftir avtalu
Tlf. 424254
Bussarnir:
Tlf. 287752 • 286254
Streymoy
MINI
BUSS 3X21
TAXA
Nor›oyggjar
SKAR‹HAMAR´S BUSSKOYRING
v/ He›in Skar›hamar, Sleipnisgøta
13. B, FO–100 Tórshavn
TAXA
MINI BUSS TIL 10 FER‹ANDI
288888
FR • VISA • EUROCARD • MASTERCARD • JCBCARD
Vilja tygum vi› í
Í b‡in - hvønn hósdag
Ynskja tygum at l‡sa í teiginum í b‡in, so
fylli› út henda lepan og sendi› hann til
Sosialin, box 76, 110 Tórshavn – ella fax
314720
Tekstur
* * *
Staðið
har vit
hittast
* * *
Mat-
seðilin
Hósdagin 27. jan.
Barbequerib
Fríggjadagin 28. jan.
Skinkusnitzel
Leygardagin 29. jan.
Culottusteik
Mánadagin 31. jan.
Kjøtfrikadellur
Týsdagin 1. feb.
Fiskur í fati
Mikudagin 2. feb.
Lasagna
Kostnaður 30,- kr.
***
Seinnaparts-
TILBOÐ
frá kl. 14.00:
Juniorburgari 14,95
Maxiburgari ella
Búffsandwich 19,95
Matstovan
í Hoyvík
Leygarkvøldið
spæla
MOON-
SHOT
KLUBBADANSUR
Sosialurin - 311820
Kaggin
RUN
AWAYS
RUN
AWAYS
Kaggin
Kaggin
Kaggin
www.kaggin.fo
Leygarkvøldið
verður
boksikampur
millum
Tyson og
Francis
kl. 20.00
á stórskíggja
Fríggja-og
leygarkvøldið
spæla
Sosialurin - 311820
Klaksvíkar
Klubbi
Klubbin hevur:
POOLBORÐ
BILLARDBORÐ
ENSKAN FÓTBÓLT
Á SKY
Dansur
verður
leygarkvøldið
29/1
"JAN
GARDAR"
vendir plátum
Sosialurin - 311820
Sosialurin - 311820
Tinghúsvegur 8 - 3. hædd
Postrúm 121, 110 Tórshavn
Tel. 31 86 98 / 32 03 83
Døgurða menu kr. 45,-
Út av húsinum kr. 40,-
Opið:
Mánadag- fríggjadag
á døgurða
kl. 11.30-14.00
Hósdagin 27/1
Hakkibúffur
v/brúnari sós
Fríggjadagin 28/1
Svínakjøt
í soyasós
Mánadagin 31/1
Oksakjøt
í karrysós
Týsdagin 1/2
Høsnarungi
í tomatsós
Mikudagin 2/2
Lambakjøt
v/piparsós
Kinesiska
matstovan
Nantong