hósdagur 27. januar 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 18 - 27. januar 2000
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 18 - 27. januar 2000
F KUS
Orð: Dánjal Højgaard
Myndir: Jens Kristian Vang
Tað skvatlar og tutlar í smolthøll-
ini.
Guðrun Mortensen og Anna
Margretha Petersen ganga kvik-
liga millum tey grønu kørini. Tær
hava reinsa ristir allan morgun.
Ein dagin í november og de-
sember komu lastbilarnir á smolt-
støðina við 350 litrum av gitnum
laksaroknum. Um jóltíðir byrjaði
so klekingin og nú komið er væl
út í januar yður við larvum og
laksamurtum í alikørunum.
Hetta er 2000-árgangurin hjá
Dalásmolt. Um gott og væl eitt ár
eru teir 350 litrarnir av rognum
blivnir til hálva aðru millión ung-
laks-ar, sum tá eru búnir at seta út
í aliringarnar.
Laksurin er viðbrekin og krevur
góða røkt og umsorgan hesa fyrstu
tíðina. Kanska er tað tí, at tað eru
ikki minni enn trý konufólk, sum
ansa rognum, larvum og ungfiski
á virkinum.
beiða fast á støðini, sum í ár hevur
sett sær sum mál at framleiða gott
og væl eina millión laksasmolt til
føroysku alivinnuna. Fyri eitt
søluvirði upp á einar 10 milliónir
krónur.
Bjartskygni, sum ræður í før-
oysku alivinnuni í hesum tíðum
hevur eisini smittað Jens Reinert,
stjóra á Dalásmolt.
-Tað hevur ongantíð sæð so ljóst
út sum júst nú. Stabilitetur ræður
í vinnuni. Tað sær heilt ótrúligt
út, sigur hann.
Eingin vistfrøði
Pauli Petersen hevur eftirlit við
framleiðsluni á hjá Dalásmolt, og
hann er arbeiðsformaður.
Á telduskíggjanum hevur hann
upplýsingar um hvørt einasta av
teimum 150 kørunum á alistøðini,
har tað ganga gott og væl tvær
milliónir smolt. Hann sær hvussu
nógvur fiskur gongur í hvørjum
einstøkum kari. Hvat fiskurin vig-
ar. Hvussu væl hann tekur føðina
til sín og hvussu fóðurskipanin
riggar.
Næstu vikurnar skal unglaks-
urin vaksinerast, og tá verður brúk
fyri eini seks fólkum afturat á
Dalásmolt. Tað er trupult at finna
álitisfólk til tíðaravmarkað størv
av slíkum slagi, sigur Pauli, sum
mangan noyðist at dúva uppá ar-
beiðsleys í ALS til slík fyribils-
størv.
-Tey fáa jú tað sama útgoldið
frá landinum, sum at ganga her
ein mánað. So tey eru líkaglað.
Tað líkist alt meira støðuni í Dan-
mark, sigur Pauli, sum sjálvur
hevur verið í Danmark og tikið
útbúgving sum marknaðarøko-
nomur.
Skrivstovan hjá arbeiðsfor-
manninum er í fóðurhúsinum. Og
í dag er tað eingin sum fóðrar við
hond. Tað orðna maskinurnar.
Hvønn einasta dag fara eini 300
kilo av norskum Skretting-fóðri
niður í fóðursiloirnar. Haðani
verður fóðrið við luft sprænt út
gjøgnum rør, sum ganga í allar
ættir - út í alikørini.
-Hetta er ikki økologiskur fisk-
ur. Spurningurin er um viðskifta-
fólkini vildu goldið tann høga
prísin, sum tað hevði kostað, sigur
Pauli við einum brosi. Sum visti
hann longu svarið.
Røkin avgerðandi
Millum tey 96 alikørini, sum
standa úti í túninum á Dalásmolt,
gongur ungi Oddur. Hesi kørini
rúma lutvíst 1999-árganginum -
t.v.s. fiski, sum er gott og væl
ársgamal, og búgvin at seta út í
aliringarnar um nakrar mánaðir.
Oddur hevur glúp í aðrari hond-
ini og í hinari hevur hann ein posa
við deyðum fiski. Fiskadeyða
slept ikki undan á eini smoltstøð
og roknað verður við, at okkurt
um 10-20 prosent av unglaksinum
doyr áðrenn hann sleppur á sjógv.
Sjúka er helst størsta hóttan
móti eini smoltstøð. Tí er røktin
av smoltinum alfa og omega. Um-
framt reinføri, rættan hita og ilt-
nøgd í vatninum, so verður ung-
laksurin annan hvønn dag við-
gjørdur við kloramini, til tess at
Sp/f Dalásmolt
Smoltstøð í Norðradali og alistøð við Gomlurætt. Eigarar: Jens
Reinert, Havsbrún í Fuglafirði og Páll Patursson, Kirkjubøur.
Mett framleiðsla hjá smoltstøðini í ár: 1,2 milliónir laksasmolt
og 200.000 sílasmolt, at seta út.
Smoltalarar
18 smoltstøðir í Føroyum. Føroyska framleiðslan í 1999: uml.
14 milliónir laksasmolt og ein millión sílasmolt.
-Hann hevur onkuntíð verið
heilt uppi í 28 krónum fyri kilo,
tá hann er slaktaður. Tað er øgiliga
gott. Hann svingar, men liggur tó
omanfyri framleiðsluprísin. Tað er
tað týdningarmesta, sigur hann.
Liberalistar
Tað er døgverðatíð og starvsfólkið
á Dalásmolti situr í køkinum og
fær sær ein breyðbita. Regndrop-
arnir trumma so lystiliga á takið,
meðan dagsins mál verða vend.
Uppsøgnin av sjúkrahússtjóranum
birtir í kjak um trygdina hjá al-
mennum stjórum. Tað er klárt, at
her í liberalu vinnuni í Norðadali
skýnir sólin ikki á teir almennu
stjórarnar.
-Eingin hugsar um tað privata.
30 mans verða uppsagdir á Sól-
borg. Tað tosar eingin um, ljóðar
ein av viðmerkingunum, sum fýk-
ur út í sigarettámið í lítla køkinum.
Gulleggini
Umframt laksin hevur Dalásmolt
eisini eitt annað týdningarmikið
bein at standa á.
Sílini. Sílasmolt.
Jens Reinert greiðir stoltur frá,
at Dalásmolt hevur verið við til at
ala fram tann dygdargóða serfør-
oyska sílastovnin, sum chilenar nú
so fegnir vilja hava klørnar í.
Japanar tykjast at hava fingið
eyguni upp fyri sílunum, og
møguleikar eru at gera langtíðar-
sáttmálar við keypararnar. Gongst
sum ætlað verður Dalásmolt klárt
við 200.000 sílasmoltum til
marknaðin í heyst.
-Tað eru bara vit og Vestlaks
sum hava fingist við sílasmolt.
Prísurin hevur verið svingandi,
men nú eru útlitini góð aftur, sigur
Jens Reinert og greiðir eldhugaður
frá øllum fyrimununum, sílini
hava framum laksin. Um hvussu
nógv skjótari tey veska og hvussu
nógv betri tey standa seg móti
sjúku.
-Tað er týdningarmikið at hava
tvey bein at standa á. Sílini kunnu
tryggja okkum eina meira javna
framleiðslu, og so hava vit nakað
at standa ímóti við, um laksurin
skuldi blivið raktur av sjúku, sigur
hann.
Andahjálp
Í maskinshúsinum, sum stendur
beint við Dalá - sum smoltstøðin
er uppkallað eftir - hurra maskin-
urnar. Á gólvinum liggja amboð
og leysir maskinlutir, og mitt í rok-
anum stendur Øssur Simonsen.
-Hetta er bara vanligt viðlíka-
hald av luftkompressaranum.
Kompressarin drívir luftina til ilt-
skipanina, og tað er týdningarmik-
ið, at hann virkar, tá summarið
kemur. Tess heitari vatnið er tess
meira ilt krevur fiskurin.
Sigur bilmekanikarin, sum hev-
ur eina fortíð sum timburmaður,
brandmaður og fakfelagsformað-
ur í Havn. Og sum sum nú ger alt
fyrifallandi arbeiði á eini smolt-
støð.
Maskinhúsið og Dalá eru puls-
æðrin og hjartað á Dalásmolt.
Støðin brúkar líka nógv av vatnið
um sekundið, sum øll Havnin til-
samans, og tí hava teir bygt ein
stóran vatnbrunn, at goyma vatnið
í.
Tá turkur er ella áirnar klæka
má vatnið endurnýtast, og fer tá
gjøgnum reinsiskipanina og iltan-
leggið í maskinhúsinum. Iltan-
leggið skal tryggja fiskinum neyð-
ugu andahjálpina.
-Toknurnar eru jú lunguni á
fiski, og fiskur skal hava nógv ilt,
lærir Øssur okkum.
Føroyingar fremstir
Dalásmolt er sloppið undan teim-
um herviligu fiskasjúkunum, sum
hava rakt alivinnuna, og harvið
eisini smoltstøðirnar. Ein av or-
søkunum kann vera, at støðin ligg-
Tvær milliónir smolt og ein dreymur
Alivinna. Á Dalásmolt í Norðradali ræður bjartskygni. Laksurin hevur givið smoltstøðini eitt trygt
grundarlag at standa á, men føroysku sílini eru ein dýrgripur, sum framtíð er í
Seks fólk arbeiða á Dalásmolti, sum er størsta arbeiðspláss í Norðradali. Maskinmaðurin Jens Olivur Mikkelsen hevur arbeitt á virkinum í meiri enn fimm ár.
-Tað er so hundakalt, sigur
Guðrun, meðan tær súgva nakrar
deyðar larvur upp úr einum kari.
Ein av 18
Koyrir tú til Norðradals so langt
vestur vegurin røkkur kemur tú til
Dalásmolt.
Dalásmolt er ein av 18 smolt-
støðum í Føroyum. Seks fólk ar-
ur so avbyrgd, og at smittuvandin
tískil er avmarkaður.
Størsta vandamálið í alivinnuni
í dag eru laksasjúkurnar, heldur
stjórin í Dalásmolt.
-Fáa vit eina útlendska alisjúku
inn á okkum, kann tað gerast
vandamikið. Fæst tú við kríatúr
mást tú vera fyreikaður uppá at
alt kann henda, sigur hann.
Kortini heldur hann, at alivinn-
an í dag er nógv betri før fyri at
verja seg móti fiskasjúkunum enn
hon var fyri 10 árum síðani, tá
sjúkunar herjaðu vøtn og firðir í
Føroyum.
-Alivinnan er nógv sterkari í
dag. Nógvur serkunnleiki er knýtt-
ur at vinnuni, sum er vorðin ein
veldugur ídnaður. Og vit føroy-
ingar eru í dag millum teir fremstu
í alivinnuni.
fyribyrgja svampi.
Samstundis verður allur laks-
urin vaksineraður móti BKD, Fu-
runkulosu og øðrum herviligum
fiskasjúkunum, sum eftir stuttari
tíð kunnu sorla framtíðardreymin
hjá Jens og teimum.
Góður prísur
Hóast marknaðarprísurin á laksi í
dag als ikki kann sammetast við
metprísirnar í 80-unum - tá alarar
kundu fáa upp í 80 krónur fyri
kilo - so eru teir kortini á eini
góðari leið, heldur stjórin á Dalá-
smolti.
Oddur ansar eftir at deyður fiskur
ikki sleppur at liggja íalikørunum.
Niður og upp
Dalásmolt í Norðradali er eitt dømi um
hvussu gongdin í føroysku alivinnuni hevur
verið tey seinastu 15 árini.
Einaferð kallaðist hon Nýpasmolt.
Jens Reinert og norðadalsmenn bygdu smoltstøðina miðskeiðis
í 80-unum, og felagið hevði eisini alistøðir.
Men fyrst í 90-unum fór Nýpásmolt á tvang, samstundis sum
ein stórur partur av alivinnuni varð blástur um koll - av sjúku,
prísfalli, vantandi stýring og kreppu.
Jens Reinert lat seg kortini ikki sláa út.
Hann keypti støðina aftur frá bankanum, og eigur í dag Dalá-
smolt saman við Havsbrún í Fuglafirði og Páll Patursson, bónda í
Kirkjubø.
Umframt smoltstøðina í Norðradali hevur felagið eisini sjó-
aling við Gomlurætt. Eitt eigaramynstur, sum tykist at ganga aftur
í teirri endurreistu føroysku alivinnuni, har somu feløg í mongum
førum sita á fleiri framleiðsluliðum í vinnuni.
-Helvtin av øllum smoltstøðum hava verið niðri og vent. Nú er
brúk fyri okkum øllum, og kanska nøkrum afturat. Í dag eru tað
mangan teir somu sum eiga smoltstøðirnar og alistøðirnar. Tað
gevur ein møguleika at stýra framleiðsluni betri, sigur Jens Reinert.
Stjórin Jens við
vatnbrunnin hjá
Dalásmolti
Skrivstovan
hjá Paula
virkar
mestsum
brúgvin á
einum skipi
Guðrun og Anna Margretha
halda vakið eyga við larvunum
og unglaksinum
Rullandi redaktiónin
Sosialurin - 311820
LÍVSSØGAN
HJÁ ALILAKSI
LÍVFISKASTØÐ
Gýtingar-
fiskur
verður
strokin
Rognini
verða
klekt
Fóðringin
byrjar
Smoltini
verða
sett út
1.okt. 1.jan. 1.apr. 1.okt. 1.jan. 1.apr.
ALISTØÐ
SMOLTSTØÐ