Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. januar 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindablaðið sosialurin Nr. 18 - 27. januar 2000 14 tíðindablaðið sosialurin Nr. 18 - 27. januar 2000 Henda hugsanin hevur tó ongantíð verið skrúvað saman at verða nakað, frem- stu inan økið dagliga tosað um. Kanska er orsøkin, at tað rætt og slætt ikki er til at hava yvirlit yvir. Ella hvør skal døma avrikið at verða út um øll onnur og tískil vert einum ávísum gjaldi. Eitt av fremstu tíðarrit- unum í Bretlandi hevur tó havt hetta á tungu í farnu viku. Í grein og samrøðu við navnframa Ryan Giggs hev- ur hesin verið sera bersøgin og sagt at tað vildi ikki verið meira enn rímulig, at eitt hvørt gjald varð sett á av- rikið. Málið ahnn setti inn móti Arsenal í FA-cup kappingini seinasta ár, hevur førkað seg sum ein gummibóltur runt heimin á øllum teimum ymsu sjónv- arpsrásunum, og í fleiri før- um er hetta nýtt sum rek- lama. Blaðið tekur tó ikki dagar ímillum, um hetta er rímu- ligt. Tó verður tónleika íd- naðurin nevndur, har bólkar og einstaklingar fáa pening, hvørja ferð eitt av løgum teirra er at hoyra. Ein kann spyrja, um hetta ikki er ov umfatandi og tí- skil ógjørligt at fáa innført innan ítróttina. Líka so væl sum eitt av góðu avriku- num, so hava eisini tápulig og øgilig mistøk ferð eftir ferð verið tikin fram á skýggjan, og ein kann spyr- ja, um hesi eisini skuldu borið við sær eitt ávíst gjald. Ella sum blaðið sjálvt tekur fram, fótbóltshendingin sum oftast var at síggja í Bretlandi í farna ári. Tað var tá navnframi Paolo di Canio sendi dómaran í vøllin. Skal hesin sami hava pening fyri hetta avrikið, ella hvussu við einum Tyson við hálv- um oyra hangandi úr munn- inum o.s.fr. Hugsanin er tó sera áhug- averd. RÓGVI PETERSEN Peningur og gjald fyri ávíst avbera gott ítróttaravrik JÁKUP MØRK Fyri stuttum skrivaðu vit, at teir báðir, John Heri Dam og Rúni í Soylu, vóru farnir til Jotun at royna seg undir leiðslu av Kára Reynheim. Sum kunnugt er talan um lið í trið norsku bestu deild- ini, og hóast stóru norsku fjølmiðlarnir kanska ikki vísa hesum so stóran ans, so hevur lokala blaðið í Øv- re Årdal, Årdal og Lærdal Avis, fingið fatur á tíðin- dunum. Fyri stuttum hevði blaðið sostatt eina grein um teir báðar føroyingarnir, sum nú skulu royna at styrkja um liðið. Í greinini verður greitt frá, hvaðani teir báðir koma, og á hvørjum plássum teir eru vanir at leika. Til stuttleika kann nevn- ast, at norðmenninir helst ikki hava lært leikararnar rættuliga at kenna, tí í grein- ini verður skrivað, at John Heri vanliga hevur verið í høgra miðvallarborðið, meðan Rúni hevur leikt sum bæði vinstri bakkur og á- leypari. Annars leggur blaðið stóran dent á, at teir báðir til samans hava 16 ára royndir í bestu føroysku deildini, og vóna teir sjálv- andi, at hetta kann betra um møguleikarnar hjá heldur ó- roynda norska liðnum. Strævin venjing Sum skilst, so hevur ven- jingin har yviri verið sera strævin, ikki minst orsakað av, at liðfelagar teirra vóru í heilt góðari venjing, longu tá báðir føroyingarnir komu yvir. Leikararnir har yviri hava so at siga ongan steðg havt í venjingini, og tá teir báðir hava tikið sær av løttum, síðani landskappingin her heima endaði, skal helst eitt sindur av renning til, áðrenn teir verða í eins góðari ven- jingarstøðu. Hóast heldur hørðu byr- janina, so lata teir báðir væl at umstøðunum. Í løtuni starvast teir á verksmiðju nærhendis, so teir hava eis- ini annað enn sjálvan fót- bóltin at takast við. Ætlandi skulu teir báðir venja við norska felagnum í einar tveir mánaðar, áð- renn støða verður tikin til, um uppihaldið skal leingj- ast, so teir eisini vera við, tá landskappingin fer í gongd. Tað er ikki bara her heima, at lagt verður til merkis, at føroyingar fara aðrastaðni at royna fótbóltseydnuna Geva føroyingum ans Ikki talan um verjuloysi Formaðurin í B36, Kristian á Neystabø, er bjartskygdur, hóast felagið hevur upplivað stóra frágongd í verjupartinum JÁKUP MØRK Tá tað fyri stuttum frættist, at Djóni Joensen hevði skift frá B36 til NSÍ, vórðu helst mong av teirri fatan, at nú fór at standa illa til í verju- partinum hjá B36 komandi kappingárið. Frammanundan hevur fe- lagið mist fleiri leikarar, sum hava roynst væl í verju- partinum.Her verður serliga hugsað um Arnbjørn Dani- elsen, Ninoslav Milenkovic, umframt at tað tykist iva- samt, um Pól Thorsteinsson verður at síggja á B36 lið- num komandi ár. Leggja vit afturat, at liðskiparin Jens Kristian Hansen roynist væl í Skotlandi, har talan kann gerast um eina varuga av- talu við Ayr United, kann tykjast sum um, at allur verjuparturin á liðnum er fokin. Mong viðhaldsfólk høvdu helst vónað, at Djóni fór at teljast millum teirra, sum komu at manna nýggju verjuna, men nú verður hann so heldur ikki við. Eingin vandi Kristian á Neystabø sigur við Sosialin, at leiðslan í felagnum sjálvandi harmast um, at leikarar skifta til onur feløg, men hann leggur aft- urat, at um teir mettu hetta vera ein trupulleika, so varð eisini nakað gjørt fyri at loysa henda. Formaðurin heldur hin- vegin, at verður hugt at ver- juni seinastu tvey kapping- arárini, so var talan tá um ein nógv størri trupulleika. Tá hevði felagið ongar verjuleikarar, so av neyð vórðu Jens Kristian og Pól, sum báðir vóru framrættaðir miðvallarar, fluttir oman í verjuna. Sum kunnugt eydnaðist hetta stak væl, og teir báðir myndaðu eisini landsliðs- verjuni, har Arnbjørn Dan- ielsen, sum var fluttur úr álopinum, eisini var inni í myndini. Heldur ein fyrimunur Kristian heldur sostatt ikki, at talan er um nakra neyð, hvat viðvíkur verju- leikarum, og leggur hann afturat, at við tí spælihátt- inum, sum fremsta lið fe- lagsins hevur ognað sær seinnu árini, er alneyðugt, at teir leikarar, sum manna verjuna, hava góðan bólt- førleika, og at tað tískil heldur er at rokna sum ein fyrimunur, tá miðvall- arar verða fluttir oman í ver- juna. Júst hvørjar leikarar talan verður um, er ikki greitt enn, men er hetta ein spur- ningur, sum nýggi venjarin skal taka støðu til, tá hesin kemur til landið um mánað- arskiftið. Kristian á Neystabø ber ongan ótta fyri verjuparti felagsins JÁKUP MØRK Upprunaliga skuldi dyst- urin verið leiktur 16. jan- uar, men tá Stjørnan skul- di leika dyst í steypakapp- ingini sama dag, varð dysturin ístaðin ásettur at vera í dag. Talan er um tey bæði ovastu liðini á stigatalv- uni, og tá liðini bæði hava 11 stig hvør, kann VÍF koppa Stjørnuna av ov- astu rók, um so er tær megna at endurtaka sig- urin frá grundspælinum. Tá varð VÍF einasta lið- Toppdystur í Klaksvík Í kvøld verður toppdystur í Klaks- vík, tá Stjørnan er vertur fyri VÍF ið, sum megnaði at vinna á Stjørnuni, so leikararnir vita av, uppgávan ikki er ógmøgulig, hóast hon kann tykjast nakað møtu- mikil. Hóast liðini undan dystinum hava sama stig- atal, so hevur Stjørnan tveir dystir til góðar, so hóast tær skuldu tapt, kunnu tær fravegis avgera alt einsamallar. Lítið er tó at ivast í, at Klaksvíks- genturnar longu nú ætla sær at sleppa leysar á stig- atalvuni og harvið stað- festa oddastøðuna. Seinast VÍF var í Klaksvík, vunnu tær heldur ó- væntað á Stjørnuni, so heimaliðið eigur hevnd til góðar út at koyra MAGNUS GUNNARSSON Á føroysku vegunum síggja vit, at MPV bilarnir av álv- ara eru farnir at gera vart við seg. MPV stendur fyri Multi Purpose Vehicle, so her er talan um praktiskar bilar, ið eru gjørdir til fleiri endamál. Renault Espace var helst ein av teimum fyrstu í Europa, meðan tær flestu amerik- ansku bilverksmiðjurnar hava gjørt hesar bilarnar í fleiri ár. Ein nýggjur Mazda MPV Ein nýggjur, sera spenn- andi, MPV bilur kom til landið í januarmánaði. Tal- an er um Mazda Premacy. Her kemur Mazda í bein- leiðis kapping við eitt nú Renault Scenic. Premacy er bygdur yvir Mazda 323 undirvognin, so her skuldi ikki verið nakar ivi um, at bilurin er slitsterkur og álít- Motorurin: 1,8 ccm. 4 cyl. 16V 100 hk 0-100 km/t 11.8 sek. Trekk: Framman Dekk: LX 185/65-14 GLX 195/55-15 Bremsur: Skivur framman og aftan Stødd og vekt Longd: 429,5 cm, Breidd: 170,5 cm, Hædd: 157,0 cm, Vekt: 1410 kg. …og lastar 350 kg Bensinnýtsla: 10,4 km/l Prísur LX: kr. 175.700,- Prísur GLX: kr. 187.700,- Søluumboð: Berg Motors Staravegur FO-110 Tórshavn Mazda Premacy - ein kappingarførur MPV-bilur andi. Premacy varð fyrstu ferð sýndur fram á Geneve bil- framsýningini. Bilurin hev- ur 5 setur, 2 framman og 3 aftan, har tey 3 baksterini kunnu leggjast saman ella takast úr bilinum uppá fá sekund. Hvørt setur vigar einans 12 kg og kann takast í hond- ina sum ein vanligur beri- posi. Bilurin innan Innan er Premacy sum flestu MPV bilar, eitt hav av skuffum og hillum at leggja ting frá sær á. Undir setrunum, undir dúrkinum, og har tú minst væntar tað. Bilurin er rúm- ligur, við góðum plássi til beinini og uppeftir, soleiðis at 5 fólk sita væl, og uttan at tey á nakran hátt eru til ampa fyri hvønn annan. Eis- ini hevur bilurin eitt poll- enfiltur, sum er 10 ferðir størri ávirkan enn vanlig pollenfiltur. Filtrið kann eisini taka deym, ið kemur uttanífrá, burtur. Bilurin fæst í tveimum útgávum Premacy er lættur at hand- fara, sum ein persónbilur at koyra og rúmligur sum ein mini-bussur. Mazda er við til at gera tað til eina fragd at koyra hesar MPV-bilarnar. Stýringin og undurvogn- urin virka føst og kontant, og hevur tað við sær, at bil- urin merkist næstan ”sport- ligur” at koyra. Hetta er serliga galdandi fyri GLX útgávuna við 15” felgum og 195/55-15 dekk- um. Bilurin fæst í tveimum út- gávum. LX útgávan hevur servostýring, sentrallás, el- síðuspegl við hita, el-rútar framman og TCS (Anti- spin). GXL útgávan hevur afturat hesum veloursetur, armlen millum forsetrini el- rútar aftan, tokulyktir framman, hita í setrunum, fjarstýrt sentrallás og klima- anlegg. Báðar útgávurnar hava somu motorstødd, 4 cyl. 16 ventilar og 100 hk. Pollenfiltur, Airbag (eisini í síðunum), ABS bremsur og TCS (Antispin) er standard. Alt í alt ein sera spennandi bilur, ið helst fer at klára seg væl í kappingini við aðrar MPV-bilar. Nýggjastur í MPV-flokkinum er Premacy frá Mazda. Bilurin, sum er bygdur á 323 undirvognin, kom til landið fyrr í mánaðinum Mynd: Jens Kristian Vang Innan er Premacy sum flestu MPV bilar: Eitt hav av skuffum og hillum at leggja ting frá sær á — undir setrunum, undir dúrkinum o. s. fr... Mynd: Jens Kristian Vang Premacy er lættur at handfara, sum ein persónbilur at koyra og rúmligur sum ein mini-bussur. Mazda er við til at gera tað til eina fragd at koyra hesar MPV-bilarnar Mynd: Jens Kristian Vang