Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. august 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 161 - 24. august 2000 gult cyan magenta svart Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Hjørdis Árnadóttir Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Edvard Joensen Rúnar Reistrup Dia Midjord Stefan í Skorini Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Fax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin Sosialurin Oddagrein Skommin í Kalsoynni LIÐIN eru nú 20 ár síðani, at bergholini í Kalsoynni vórðu sprongd ígjøgnum til Mikl- adals - og nøkur ár seinni til Trøllanes. Tað var mikið framstig - eitt framstig, sum uttan iva fyri ein stóran part er orsøk til, at fólk støðast á oynni, sum við hesum varð flutt langt fram í tíðina. NÓGV hava skírt hetta eitt ørvitisprojekt - og líkasum brúkt hetta sum eitt symbol upp á øru áttatiárini. Men hesin kritikkurin er als ikki rættvísur - og mest átøkur illa undir- bygda kritikkinum úr Danmark um føroyska samferðslukervið, sum skal hava koyrt før- oyska samfelagið á búskaparligu eggina. HETTA er als ikki rætt. Íløgurnar í sam- ferðslukervið hava verið skilagóðar - hóast vit altíð kunnu keglast um raðfestingar. Men vit kunnu ikki annað enn geva varating- manninum úr Norðoyggjum, Mamy Dal Sør- ensen rætt, tá hon í fyrispurningi til sam- ferðsluráðharran vísir á, hvussu illa frágingið tað er hjá landsins myndugleikum, at sam- ferðslunetið í Kalsoynni ongantíð er gjørt liðugt. EINGIN av teimum fýra tunnlunum er gjørd- ur liðugur. Eitt er, at allir eru myrkir - at ljós ikki er lagt í dag. Men harafturat er koyri- breytin sera vánalig, og ongar avmerkingar við rípum ella endurskinum eru at síggja. Ert tú ferðandi til gongu, á súkklu ella prutli, er stórur vandi á ferð, um bilur er í tunnl- unum, ið bert hava eina koyribreyt. Tá mátti ikki verið tað stóra hóvastákið at gjørt tunnl- arnar lidnar og at lagt ljós í teir, so fólkið í oynni eykkaleyst kundi ferðast millum bygd- irnar undir tryggum umstøðum. VIT mugu ikki gloyma, at vit búgva í einum oyggja- og fjallalandi. Skulu vit varðveita búsetingarmynstrið, so mugu íløgur gerast í samferðslunetið. Soleiðis hevur politiski viljin eisini altíð verið, men tað er illa av- staðfarið, tá kostnaðarmiklar og neyðugar íløgur ikki verða gjørdar lidnar. Tá hava tær ikki tað virði, tær áttu at havt. UTTAN at taka nakað frá nýggja landsstýr- ismanninum í samferðslumálum, so er hann tiltikin fyri at verja miðstaðarøkið. Vit skulu kortini á hesum stað mæla honum til at viðgera hetta málið við vælvild. Hann kann, við einum lítilum innsatsi vísa, at hann er samferðsluráðharri fyri allar føroyingar. Hann hevur longu nevnt Gásadalsbergholið… MEN kann hann greiða kalsoyingum henda trupulleika, hevur hann heraklapp uppiborið. JOHN JOHANNESSEN Í maj, juni og juli skein sólin í ár 175 tímar meira, enn eitt vanligt føroyskt summ- ar. Mátingar hjá veðurstøðini í Havn vísa, at sóltímarnir hesar tríggjar mánaðirnar í ár vóru heilir 535. Hagtølini hjá veðurstøð- ini um sóltímar ganga aftur til 1949, og í hesum tíðar- skeiðnum, skulu vit heilt aftur til 1977 fyri at finna tað næst sólríkasta summ- arið. Tá skein sólin í 458 tímar. Hetta eru kortini 77 sóltímar færri, enn sóltím- arnir í ár. Í 1981 vóru sóltímarnir einans 227, og var hetta sól- Sólríkasta summarið í 52 ár Føroyska summarið í ár var tað sólríkasta summarið í øllum hagtalssavninum hjá veðurstøðini JÚSTINUS LEIVSSON EIDESGAARD Í dag eru 25 ár ligin síðan Vesturkirkjan varð vígd og hetta fer ikki heilt stillisliga aftur við borðinum. Sunnu- Vesturkirkjan 25 ár í dag fátækasta árið síðani 1949. Hetta árið taldu sóltímarnir minni enn helvtina av teim- um í ár. Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, sigur or- søkina til góða summarið í ár vera tilvildarliga. Vit hava bert verið so heppin, at allur hátrýststreymurin er farin yvir Føroyum hetta summarið, sigur hann. Í Danmark hevur veðrið verið óvanliga vánaligt í summar. Orsøkin til hetta er, at nógvir lágtrýststreymar eru farnir yvir Danmark í summar. dagin verður hátíðarguds- tænasta, til minnis um vígsludagin. Allir tríggir gudstænararnir, sum fara at hava orðið hendan dagin eita Joensen til eftirnavn. - Hans Jacob Joensen, biskupur fer at prædika og sjálvur fari eg at prædika yvir dagsins tekst. Bergur D. Joensen, prestur, fer at enda gudstænastuna, sigur Heri Joensen, høvuðsprest- ur í Vesturkirkjuni. Organistarnir fara at skift- ast um at spæla, og kór fer at syngja. Heri roknar við at kirkjan verður full hend- an dagin og tað merkir at eini 800 fólk fara í kirkju. Mai, juni og juli í ár høvdu heilar 177 fleiri sóltímar enn eitt vanligt føroyskt summar