Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mars 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 46 - 8. mars 2005 Doyði í ferðslu- vanlukku Ein 18 ára gamal drongur doyði um vikuskiftið av ferðsluvanlukku í Eysturoynni POLITITÍÐINDI Ein ferðsluvanlukka á gamla Leirvíksvegnum kravdi eitt mannalív um vikuskiftið. Ein 18 ára gamal drongur, sum var einsamallur i bili, koyrdi út av vegnum og endaði á sjónum. Sunnukvøldið var ein 18 ára gamal gøtudrong- ur efirlýstur hjá løg- regluni í Eysturoynni. Farið varð beinanveg at leita, og leitað varð fram við vegunum, tí sagt varð frá at drongurin var seinast sæddur í bili. Løgreglan í Runavík sigur, at fólk frá sløkki- liðunum í oynni, politistar við hundum og ein rúgva av sjálvbod- num fólki tók lut í leit- ingini. Tað varð rættiliga skjótt komið fram á spor, sum bendu á, at ein bilur var farin oman av gamla Leirvíksvegnum nakað miðskeiðis mill- um Varmakeldu og Kálvadal. Froskmenn fóru at leita fram við landi, og teir funnu skjótt bilin, sum var eftirlýstur, og tann saknaða drongin í honum. Førarin var einsamallur í bilinum, tá vanlukkan hendi. ej Friðaligt PRIX Løgreglan í Eystur- oy sigur frá friða- ligum PRIX Føroy- ar tiltaki í Fugla- firði leygarkvøldið POLITITÍÐINDI PRIX Føroyar tiltakið í Fuglafirði leygarkvøldið var friðaligt, sigur løg- reglan í Runavík. Ein bilførari varð tikin fyri at koyra ávirkaður í Fuglafirði leygarkvøld- ið. Og í Runavík var onkur, sum vildi slppa ein biltúr, men eftir øll- um at døma manglaði ein bil at koyra í. Tískil varð ein bilur stolin í Runavík, men rættiliga skjótt eftir tað funnin koppaður á vegnum í Rituvík, sigur vakt-hav- andi í Runavík. Eingin er tikin í samband við ta hendingina. ej Fjórði hvør koyrdi ov skjótt Mátingar hjá ferð- gáanum við SMS avdúka, at flestu bilførarar veruliga gáa um ferðina FERÐSLA Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Í farnu viku var serstøk ferðsluvika hildin í SMS. Tiltakið bar heitið "Hjartarúm", og millum luttakararnar á stevnuni var eisini Landsverk. Í sambandi við tiltakið hevði Landsverk sett upp ein sonevndan ferð- gáa at máta ferðina hjá teimum bilførarum, sum koyrdu eftir R.C. Effer- søesgøtu. Mátingarnar vórðu gjørdar frá mánadegi 28. februar kl. 10 og fram til 3. mars kl. 11. Íalt vórðu 31.162 mátingar gjørdar við ferðgáanum. Hesar mátingar vístu, at 71 % av bilunum koyrdu undir ella akku- rát 50 km. um tíman, meðan 26 % koyrdu millum 50 og 60 km. um tíman. Hinvegin so vístu mát- ingarnar, at 3 % av bil- unum koyrdu 60 km. um tíman ella enn skjótari. – Tað er ikki meiri enn nakrir mánaðir síðani at Poul Mich- elsen takkaði mær so hjartaliga fyri at gera Postverkið til alment partafelag, so eg skilji ikki, hví hann nú kemur sum ketta upp úr høvdatrogi, sigur Bjarni Djurholm POSTVERKIÐ Áki Bertholdsen aki@sosialurin – Eg má bara bera yvir við honum! Bjarni Djuholm, lands- stýrismaður í vínnumálum, er er ørkymlaður eftir at partamaður hansara í fólka- flokkinum, Poul Michel- sen, løgtingsmaður, í Sosi- alinum um vikuskiftið harðliga fanst at ætlanini at gera Postverkið til alment partafelag. PoulMichelsen krevur, ætlanin um at gera Post- verkið til alment partafelag verður broytt, annars tekur hann ikki undir við tí. Hann sigur, at sum málið liggur nú, er ætlanin, at landskassin skal geva Post- verkinum yvir 90 milliónir fyri onki og at tað fer at geva Postverkinum lætt spæl at køva alla kapping á økinum. Hann krevur eisini, at fer Postverkið at kappast á økjum, sum ikki hevur við beinleiðis postflutning at gera, skal tað samstundis missa einkarrættin til post- flutning. Og samstundis skal greiða fáast á mvg lógini, so at allir partar verða javntstillaðir, tí sum er, betalir Postverkið ikki mvg av postflutningi. Høpisleysar – Eg má siga, at eg skilji ikki hesar atfinningar, tí tær eru høpisleysar. Eg veit ikki um Poul Michelsen hevur sovið í tímanum, men hann hevur í øllum førum havt allar møgu- leikar at gera vart við seg, tí onki mál er so fyrireikað so væl í politisku skipanini í nógv ár, sum akkurát hetta. – Og tað er ikki longri síðani enn 16. november í fjør, at Poul Michelsen fyri opnari mikrofon í Løgting- inum var mær sera takk- samur fyri at eg hevði lagt uppskot fyri tingið um at fáa heimild til at seta upp til 30 milliónir í almennum partapeningi í partafelagið Postverk Føroya. Tá ið tað uppskotið varð viðgjørt, umrøddi tingið eisini vandan fyri at al- menna innskotið í Post- verkið fór at verða kapp- ingaravlagandi – Tá vóru ongar atfinn- ingar og tí undrar tað meg, at Poul Michelsen skal siga stopp í Sosialinum leygar- dagin, eftir at uppskotið er lagt fyri tingið, sigur lands- stýrimaðurin í vinnu-mál- um. Men hann leggur afturat, at hetta er so langt úti, at hann kann ikki annað enn bera yvir við Poul Michel- sen, tí hann heldur, at hetta kann ikki vera annað enn ein merkilig roynd hjá løg- tingsmanninum at gera vart við seg. – Tað endaði so við, at landið setti 21 milliónir í partafelagið Postverkið, men av teimum, eru 5-6 milliónir bundin til serlig starvsfólkaviðurskifti, so vit hava skotið 15-16 milliónir í Postverkið sum tøkan pening. – Hevði Poul Michelsen havt sett seg inn í ætlanina, hevði hann eisini varnast, at vit hava longu lagt upp fyri øllum tí, sum hann finst at. – Og var tað nakað, sum Poul Michelsen ivaðist í, eri eg ongantíð longri burtur enn eitt telefonkall. Men í hesum sambandi hevur Poul Michelsen ongantíð sett seg í sambandi við meg um nakað sum helst, sigur Bjarni Djurholm. Hevði onga viðmerking Bjarni Djurholm vísir á, at ætlanin um at gera Post- verkið til alment partafelag hevur verið til viðgerðar í øllum flokkunum. – Eisini fólkaflokkurin viðgjørdi málið á minst tveimum fundum, har eisini Poul Michelsen var hjá- staddur. Sostatt hevur Poul Michelsen havt allar møgu- leikar til at gera vart við síni sjónarmið. Men tað gjørdi hann ikki. Tvørtur- ímóti skrivaði fólkaflokk- urin bæði mær og løgmanni aftur, at hann hevði ongar viðmerkingar til málið. Landsstýrismaðurin sig- ur, at tað, sum nú er til viðgerðar í tinginum, er at lata nýggja partfelagið yvirtaka ognirnar hjá Post- verkinum. Virðið á teimum er mett til góðar 70 milli- ónir. – Men vit hava eisini lagt upp fyri, at Postverkið skal ikki fáa nakran fyrimun framum tey privatu feløg- ini. Bjarni Djurholm sigur, at tað stendur beinleiðis í við- merkingunum til uppskot- ið, sum nú er lagt fyri ting- ið, at neyðug stig skulu takast so at Postverkið ikki fær brúkt innskotið frá tí almenna til at køva allar kappingarneytarnar. – Tað kann gerast við at alt virksemi hjá Postverk- inum, sum ikki er vanligur postflutningur, verður lagt í dóttirfeløg, sum skulu rek- ast á handilsligum grundar- lagi, uttan at peningur kann slúsast í tey frá móðurfe- lagnum. Tað kann eisini gerast við at krevja vinningsbýti og tað ber eisini til at gera broytingar í viðtøkunum, so at Postverkið ikki kann brúka yvirskotið til at køva klappingarneytarnar, ella við at seta Postverkinum ásetingar um avkast. Bjarni Djurholm vísir eisini á, at í samráð við Toll og Skatt, betalir Postverkið mvg av øllum flutningi, sum ikki hoyrir undir van- ligan postflutning og sum tí er í kapping við onnur fe- løg. – Samstundis er politisk semja um, at Fíggjarmála- ráðið skal leggja uppskot fyri Løgtingið um at broyta mvg lógina, so at Post- verkið og feløgini, sum tað kappast við, verða javnt- sett. Pumpa pening í Postverkið hvørt ár Bjarni Djurholm vísur á, at í løtuni er Postverkið í harðari kapping við onnur. Men nú er støðan tann, at tað almenna verður ár um ár noytt til at pumpa pening í Postverkið fyri at tað skal mala runt. Hesi seinastu árini hevur landskassin játtað Postverkinum minst 30 milliónir á fíggjarlógini, uttan at nakar hevur talað at, heldur ikki Poul Michel- sen. – Er tað nakað, sum er kappingaravlagandi, er tað skipanin sum hon er nú. Men tað, sum vit nú gera, er heilt at loysa Postverkið frá landskassanum fyri at sleppa undan slíkari ójavn- ari kapping. Nú Postverkið verður alment partafelag, skal tað gera stórar íløgur fyri at fáa samanhang í raksturin. – Postverkið er bundið í tvey ár av sáttmálum við starvsfólkið. Samstundis hevur Postverkið umfat- andi, altjóða skyldur í sam- bandi við Postflutning. – Tí fær Postverkið tað alt annað enn lætt, nú tað skal laga seg til at arbeiða undir vanligum marknaðar- treytum. – Sostatt er tað ikki so, at vit sleppa einum almennum risa leysum, tí veruleikin er, at Postverkið verður bundið bæði á ein og annan hátt og hevur stórar avbjóðingar fyri framman, sigur Bjarni Djurholm. Poul Michelsen skjýtur heilt við síðuna av – Eg veit ikki um Poul Michelsen hevur sovið í tímanum, men í øllum førum eru atfinningarnar hjá honum heilt burturvið, sigur partamaður hansara, Bjarni Djurholm, landsstýris- maður í vinnumálum