týsdagur 8. mars 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 - 8. mars 2005
5
Dreymastarvið gjørdist
ein marra
Norðurlendska Ráð-
harraráðið hevur sagt
Birgir Kruse úr starv-
inum sum stjóri á
Nordisk Journalist-
center. Nærlagdi og
nýskapandi útvarps-
maðurin gjørdist ov
kreativur og óum-
hugsin í sínum norð-
urlendska stjóra-
starvi, og tað kostaði
dýrt, tá ið Ríkisgrann-
skoðanin bankaði á
dyrnar ein mána-
morgun í september
BAKGRUND
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tá ið fólk frá donsku Ríkis-
gannskoðanin mánamorg-
unin 27. september 2004
komu á vitjan á Nordisk
Journalistcenter (NJC) í
Århus, mundi neyvan nakar
hava illgruna um, at vitjan-
in hjá teimum grópandi
fólkunum skuldu enda við
tí, sum hon gjørdi.
Stjórin á NJC, Birgir
Kruse, greiddi í drúgvari
grein í Sosialinum tveir dag-
ar frammanundan frá tí lut-
víst nýggju uppgávuni hjá
sær á norðurlendska mið-
deplinum í Århus, men síð-
ani hevur hann so at siga
ikki vilja tosað við fjølmiðl-
arnar, eftir at hann gjørdist
høvuðspersónurin í einum
eymum og tyngjandi máli.
Vitjanin hjá Ríkisgrann-
skoðanin var partur av ar-
beiðnum at grannskoða
roknskapin hjá NJC fyri
2004, og tá fólkini gjørdu
stakroyndir av skjølum,
komu tey fram á ymiskt,
sum tey ikki hildu verða í
lagi.
Tað gjørdist byrjanin til
tað, sum øll nú vita um.
Stjórin Birgir Kruse varð
lagdur undir óreglusemi,
ovurnýtslu og vánaliga
leiðslu, og nú er hann
sagdur úr starvinum.
Fekk dreymastarvið
Ein lepi á einari uppslags-
talvu í húsinum hjá føroy-
ingafelagnum í Århus var
ein tann fyrsta ábendingin
um, at Birgir Kruse hevði
eina spennandi avbjóðing
fyri framman.
Birgir Kruse sóknaðist í
novermber 2003 eftir einari
íbúð í Århus, og orsøkin til
tað var, at hann var stillaður
inn til stjórastarvið á
Nordisk Journalistcenter í
jútska høvuðsstaðnum.
– Hetta er eitt dreyma-
starv, segði Birgir Kruse
við Sosialin, og bæði hann
og aðrir føroyingar vóru
ernir av, at hann hevði fing-
ið eitt so týðandi norður-
lendskt leiðarastarv.
Men dreymurin gjørdist
til ein marru fyri mannin,
sum í sínum yrki sum út-
varpsmaður var kendur
sum bæði nærlagdur og ný-
skapandi. Í Norðurlanda-
húsinum hevði hann ein
sentralan leiklut í Lista-
stevnuni, sum var eitt ný-
brot í føroyskum mentanar-
lívi. Og nú skuldi hann
sleppa at royna flogi á ein-
um norðurlendskum stovni
í Danmark.
1. februar 2004 byrjaði
Birgir Kruse í starvinum á
NJC, men longu átta mán-
aðir seinni róku myrk
skýggj inn yvir Vennelyst-
parken í Århus. Ríkis-
grannskoðanin kom á eina
vanliga vitjan í sambandi
við
ársroknskapin
fyri
2004, men vitjanin gjørdist
í grundini alt annað enn
vanlig, tí hon hevði seinni
við sær, at stjórin misti
starvið á stovninum.
Tyngjandi kanning
Tann 7. oktober kom Ríkis-
grannskoðanin við einari
frágreiðing um viðurskift-
ini á Nordisk Journalist-
center, og hon var tyngjandi
fyri stjóran.
Ríkisgrannskoðanin vildi
millum annað verða við, at
stjórin hevði brúkt pengar
uttan neyðuga heimild,
hevði ábyrgdina av einari
generellari ovurnýtslu á
stovninum og hevði gjørt
seg sekan í vánaligari
projektleiðslu. Harafturat
vóru eisini atfinningar av
meira persónligum slagi
ímóti stjóranum.
Hetta fekk stýrið fyri
NJC úr stólinum alt fyri
eitt. Longu dagin eftir heitti
stýrið fyri NJC á Norður-
lendska Ráðharraráðið um
at siga stjóranum úr starvi,
tí stýrið hevði mist alt álit á
honum og vildi ikki halda
fram at samstarva við hann.
Hóast Birgir Kruse varð
biðin um at fara úr starv-
inum sjálvur, valdi hann at
stríðast fyri seg, og tað
hevði við sær eina drúgva
hoyringsrundu, sum endaði
fyrst í farna mánaði.
Tann 14. februar sendi
Norðurlendska Ráðharra-
ráðið eitt ætlanarskriv til
Birgir Kruse, har tað var
gjørt
føroyska
stjóran
greitt, at Ráðharraráðið fór
at siga honum úr starvinum
á NJC. Orsøkin var, at
Ráðharraráðið hevði mist
álitið á honum sum stjóra,
og at hetta misálit kundi
ikki fáast av vegnum aftur.
Harðar atfinningar
Í
ætlanarskrivinum
frá
Norðurlendska Ráðharra-
ráðnum verður grundgivið
neyvt fyri, hví Birgir Kruse
skal sigast úr starvi, og tað
eru fleiri ymisk viðurskifti,
sum liggja til grund fyri
uppsøgnini.
Nøkur av ítøkiligu viður-
skiftunum vóru, at stjórin á
NJC av órøttum hevði fing-
ið endurgjald frá NJC fyri
eina ferð í Føroyum, sum
av fyrstan tíð skuldi verða
ein feria. Stjórin hevði
brúkt ov nógvar pengar til
ein sonevndan »Rektors
aften« heima hjá sær sjálv-
um í Århus. Hann hevði
eisini latið skeivar upplýs-
ingar um matstovuvitjanir í
sambandi við eina ferð í
Skt. Pætursborg í Russ-
landi, og harafturat vóru
eisini atfinningar av meira
persónligu slagi ímóti stjór-
anum – millum annað rús-
drekkanýtslu í sambandi
við skeið hjá NJC.
Samanumtikið
kom
Norðurlendska Ráðharra-
ráðið til ta niðurstøðu, at
Birgir Kruse var óegnaður
sum stjóri fyri NJC, og
Ráðharraráðið gjørdi greitt,
at tað fór at fylgja tilmælin-
um frá stýrinum fyri NJC
um at siga honum úr starvi.
Fakta
o Í november mánaði 2004
innstillaði stýrið fyri Nord-
isk Journalistcenter (NJC) í
Århus Birgir Kruse til
starvið sum stjóri fyri NJC.
14 umsøkjarar vóru til
starvið, men Birgir Kruse
varð innstillaður av stýrin-
um. Norðurlendska Ráð-
harraráðið skuldi endaliga
seta starvið.
o 1. februar 2004 byrjaði
Birgir Kruse í starvinum
sum stjóri fyri Nordisk
Journalistcenter. NJC skip-
ar millum annað fyri skeið-
um fyri norðurlendskar
journalistar.
o Í døgunum frá 27. til 29
oktober kannaði danska
Ríkisgrannskoðanin rokn-
skaparlig viðurskifti á NJC
í samband við ársrokn-
skapin fyri 2004. Ríkis-
grannskoðanin helt seg tá
koma fram á ymisk viður-
skifti, sum vóru mett sum
óreglulig.
o Tann 7. oktober kom
Ríkisgrannskoðanin
við
sínari frágreiðing um viður-
skiftini á NJC. Í frágreið-
ingini vóru tyngjandi upp-
lýsingar um stjóran, sum
millum annað hevði brúkt
pengar hjá NJC uttan neyð-
uga heimild, hevði fingið
endurgoldið
uppihalds-
pengar fyri eina ferð í Før-
oyum av órøttum og hevði
havt eina generella ovur-
nýtslu av pengum í sam-
bandi við verkætlanir. Har-
afturat vóru eisini tyngjandi
upplýsingar av meira per-
sónligum slagi um stjóran.
o Longu dagin eftir, tann 8.
oktober 2004, mælti stýrið
fyri NJC norðurlendska
Ráðharraráðnum
til,
at
stjórin varð sagdur úr starvi.
o Norðurlendska Ráðharra-
ráðið fór undir eina hoyr-
ingsrundu fyri at koma til
botns í málinum, og hendan
hoyring endaði við einum
fundi tann 8. februar 2005,
har Birgir Kruse var ein av
luttakarunum.
o Tann 14. februar varð eitt
ætlanarskriv sent til Birgir
Kruse, har tað varð gjørt
honum greitt, at Ráðharra-
ráðið fór at siga honum úr
starvinum sum stjóri fyri
NJC. Í skrivinum var
grundgivið neyvt fyri, hví
Ráðharraráðið hevði mist
álitið á føroyska stjóranum
og vildi siga honum úr
starvi. Birgir Kruse fekk
tvær vikur til at svara skriv-
inum, áðrenn avgerðin varð
sett í verk.
o Birgir Kruse er nú sagdur
úr starvinum og hevur seks
mánaðar uppsagnartíð.
Formaðurin fyri stýr-
ið á Nordisk Journal-
istcenter heldur, at
Birgir Kruse skuldu
havt sagt seg úr starv-
inum sjálvur
UPPSØGN
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tá ið stýrið fyri Nordisk
Journalistcenter (NJC) fekk
fyrstu frágreiðingina frá
Ríkisgrannskoðanini
um
viðurskiftini á NJC, misti
stýrið alt álit á stjóranum
Birgir Kruse.
– Vit vistu, at Ríkis-
grannskoðanin hevði verið
á vitjan, men tað kom óvart
á okkum, at kanningin var
so tyngjandi fyri stjóran,
sigur norski journalisturin
Lars Helge Rasch, sum
stýrisformaður fyri NJC.
Frágreiðingin í oktober
mánaði í fjør fekk stýrið at
handla beinanvegin.
– Vit gjørdu eina niður-
støðu við trimum møgu-
leikum. Tann fyrsti var, at
stjórin sjálvur segði seg úr
starvi. Tann næsti var, at
Ráðharraráðið segði hon-
um úr starvinum. Og tann
triði møguleikin var, at alt
stýrið legði frá sær, um ikki
Birgir Kruse varð sagdur
upp ella sjálvur segði upp.
Minni blóðugt
Birgir Kruse vildi ikki siga
seg úr starvinum, og Ráð-
harraráðið hevur tí kannað
málið til botns í fimm mán-
aðir og er komin til ta nið-
urstøðu, at stjórin skal
sigast upp.
– Málið hevði verið nógv
minni blóðugt, um Birgir
Kruse beinanvegin segði
seg úr starvinum. Tað vildi
hann ikki, hóast tað hevði
verið besta loysnin fyri
hann, og tí gjørdist hetta til
eitt drúgt og slítandi mál
fyri allar partar, heldur Lars
Helge Rasch.
Stýrisformaðurin sigur,
at málið hevur tarnað
rakstrinum av NJC í fleiri
mánaðir.
– Nú meta vit hetta málið
verða avgreitt, og nú vóna
vit, at viðurskiftini á NJC
aftur verða so vanligt, so at
stýrið kann arbeiða við
teimum málum, sum tað
eigur.
Tað hevur ikki eydnast
Sosialinum at fáa orðið á
Birgir Kruse, men hann
hevur fleiri ferðir sagt við
fjølmiðlarnar, at hann vil
ikki gera viðmerkingar til
málið.
Minni blóðugt um Birgir fór sjálvur
Átta mánaðir eftir, at hann
tók við starvinum sum stjóri
á Nordisk Journalistcenter í
Århus, var dreymastarvið hjá
Birgir Kruse blivin til eina
marru