týsdagur 8. mars 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 46 - 8. mars 2005
Leygarkvøldið skip-
aði KÍ fyri sera væl-
eydnaðari uppboðs-
sølu av málningum í
Café- KÍ. Eftir minni
enn tveimum tímum
vóru allir
málningarnir seldir
fyri til samans góðar
150.000 kr
UPPBOÐSSØLA
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Sum ein heldur øðrvísi og
ikki sørt spennandi máta at
skaffa felagnum eitt sindur
av peningi, heitti KÍ herfyri
á ymisk fólk um at mála ein
málning, sum síðani skuldi
seljast á stórari uppboðs-
sølu. Undirtøkan var bein-
anvegin sera góð, og tá av-
tornaði høvdu ikki færri
enn í alt 56 politikarar,
kend listafólk og onnur
roynt seg við pensli og
máling.
Góðar lokalar kreftir
Longu fyrst í vikuni byrj-
aðu fyrstu málningarnir at
koma inn, og skjótt var
Norðlýsið á staðnum og tók
myndir. Hesar vóru síðani
lagdar á heimasíðuna hjá
blaðnum, har fólk so kundu
byrja at bjóða umvegis
teldupost. Heilt fitt av
málningum fingu skjótt
onkur boð, men endaliga
uppboðssølan var ikki fyrr
enn leygarkvøldið, tá fólk
so eisini høvdu høvi at
síggja sjálvar málningarnar.
Tað var ein sera væl upp-
lagdur Karl Birgir Isaksen,
sum hevði leiklutin sum
auktionariaus í stúgvandi
fullu caféini. Við hepnari
hond og hamara leiddi hann
nógvu boðini, sum komu úr
øllum krókum, á mál. Boð-
ini komu skjótt og títt, og
tað ráddi um ikki at vera ov
seinur á sjóvarfallinum, um
tú vildi tryggjað tær tín
yndis málning.
Millum best umtóktu
málningarnar vóru uttan iva
teir hjá lokalu politikarn-
um. Hýrurin á fólki var
góður og fleiri nýttu høvið
at koma við onkrari við-
merking saman við boðn-
um. So tá málningurin hjá
f iskimálaráðharranum
skuldi undir hamaran, vildi
onkur fegin vita, um fiski-
loyvi fylgdi við. Við ella
uttan fiskiloyvi so fór
málningurin »Trolaradekk«
hjá Bjørn Kalsø fyri ikki
minni enn 7000 kr. Eisini
Anfinn Kallsberg var við
millum tungu dreingirnir, tí
vakra landslagsmyndin hjá
honum av Viðareiði náddi
uppá heilar 6000 kr.
Av øðrum góðum lokal-
um kreftum er vert at nevna
tann symbolska og rættiliga
øðrvísi málningin »Kross-
festing« hjá Eyðuni Klakk-
stein, fótbóltsleikara og
blaðmanni og hugnaligu og
heimligu myndina »Klaks-
vík« hjá Jákupi Mikklesen,
landsliðsmálverja.
Teir kendu við
Avbygdapolitikarar sluppu
eisini uppí í part. »Konga-
vitjanin í Depli« hjá Tobba"
lá eisini millum høgu boð-
ini, meðan tað kanska gekk
eitt sindur trekari hjá Heð-
ini Mortensen. Kanska var
tað tí myndin var av Havn-
ini, ella tí onkur vildi
tryggja
sær,
at
ein
undirskrift nú eisini var á
og at málingin var rættiliga
tornað.
Sum heild høvdu politik-
arnir valt at halda seg til
veruleikan og tann natur-al-
istika stílin, uttan John
Johannesen, sum hevið valt
royna seg við rámligum og
abstraktum strokum í máln-
inginum »Hugflog«.
Eisini fleiri av okkara
meir royndu listafólkum
vóru við hesuferð. Boðini á
málingarnar hjá Øssuri
Mohr, Mariu Mørkøre,
Archibald Black, Sámal
Toftenes, og Pól Skarðenni
náddu øll sera skjótt upp
móti 10.000 kr, og tað var
rættiliga týðiligt, at fleiri av
áskoðarnum
av
álvara
høvdu sett sær fyri at nýta
høvið at ogna sær ein av
teimum kendu.
Frá KÍ frætta vit, at tey
vóru sera væl nøgd við til-
takið, bæði við góða hugin
at mála, men ikki minst tí
fólk møttu so fjølment og í
heila tiki sýndu tiltakinum
so stóran áhuga. At stemn-
ingurin í Café-KÍ hetta
kvøldið var so serstakliga
góður og hugnaligur fekk
fyrireikarnar als ikki at
ivast í, at hetta skal roynast
aftur.
Leygarkvøldið 12.
mars verður
hugnaligt damu-
borðhald á Matstov-
uni hjá Elisabeth á
Viðareiði við lekrum
mati og vitjan av
vakurleika-
serfrøðingi
Til damuborðhaldið, sum
byrjar kl. 18.30, verður
borðreitt við
Forrætti: Hummarasuppa
Høvuðsrætti:
Innbakað
oksalundir, rástokt eplir,
grønmeti og brúnari sovs
Omaná:
Rabarbutriffla
v/kaffi
Aftaná borðhaldið kem-
ur
Margee
Dam,
vakurleikaserfrøðingur, at
greiða frá um húðrøkt
Neyðugt er at bíleggja
borð á
Tlf 451275/451093.
Um tað eru fleiri enn 8
sum bíleggja saman, verð-
ur avsláttur givin
Borðbílegging í seinasta
lagi 10. mars kl 22.00.
-ave-
Damuborðhald á Viðareiði
KÍ-uppboðssøla:
Gravgangur eftir málningum
»Krossfesting« hjá Eyðuni Klakkstein var eitt rættiliga forvitn-
isligt eksperiment
Boðini komu serliga skjótt og títt tá »Trolaradekk« hjá fiski-
málaráðharranum, Bjørn Kalsø, skuldi undir hamaran
Teir nógvu og væl hýrdu áskoðarnir vóru fúsir at bjóða uppá teir ymsu málningarnar
Naturalistiska myndin hjá Anfinni Kallsberg varð eisini millum
tungu dreingirnar á uppboðssøluni
Tað eydnaðist ikki borgarstjóranum at ogna sær sín yndismáln-
ing, men tað oyðilegði ikki avbera góða hýrin
Myndin hjá Tobba av »Kongavitjan í Depli« var avgjørdi
favoritturin hjá nógvum