týsdagur 8. mars 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 - 8. mars 2005
7
Ungar gentur
við barn
Havn:
Í dag, altjóða
kvinnudagin, fer Mettu-
stova enn einaferð at vera
karmur um eitt tiltak fyri at
markera henda dagin.
Nógv tiltøk verða skipað
kring allan heimin í dag,
m.a. fer Amnesty Føroya
Deild at hava tiltøk í Havn
og í Runavík.
Men í kvøld fer Mettu-
stova at lýsa eitt evni, sum
kanska ikki hevur verið so
nógv tosað um. Evnið fyri
kvøldið ella í samband við
kvinnudagin er "Ungar
gentur við barn".
Alt skuldi tala fyri at her
verður góð undirtøka til
tiltakið.
sb.
Russar veiða
nógv mest
Fiskivinna: Fyrstu tveir
mánaðirnar av árinum
áttu skip úr ES-londunum
bert ein evarska lítlan
part av samlaðu veiðuni
undir Føroyum.
Hetta vísir eitt yvirlit
yvir útlendska veiðu frá
1. januar og fram til 28.
februar.
Av
teimum
18.500
tonsunum,
ið
veidd vórðu her, áttu ES-
skip bert 318 tons. Nógv
tann størsti parturin av
veiðuni er framdur av
russiskum skipum, sum
eiga 16.200 tons av teim-
um íalt 18.500 tonsunum.
Tað er enn einaferð
svartkjafturin, sum telur
mest í yvirlitinum. Tí øll
tann russiska veiðan í
føroyskum sjóøki hevur
nettupp verið svartkjaft-
ur.
Annars
hava
tey
fremmandu skipini veitt
94 tons av brosmu, 915
tons av longu og um 170
tons av ávikavist toski og
hýsu.
Íalt hava ES-skipini
verið 138 dagar í før-
oyskum sjóøki og onnur
skip í 961 dagar.
sb.
Væl vitjað ung-
dómsstevna
Ebenezer: Um vikuskiftið
skipaðu tey ungu í sam-
komuni Ebenezer í Havn
fyri árligu ungdómsstevn-
uni.
Við hesa stevnuna hevði
ein sett eina yvirskrift yvir
stevna "Hvat er lívið?", og
varð hetta lýst á ymiskan
hátt í talu, sangi og vitnis-
burðum.
Rættiliga nógv ungfólk
vóru á stevnuni. Fríggja-
kvøldið og leygarkvøldið
mundi talið av fólki vera
um 1000 tilsamans.
Leygarkvøldið
talaði
trúboðarin Símun í Túni.
Sum ein part av skránni
hetta kvøldið var møgu-
leiki hjá teimum ungu at
hoyra um ymiskar felags-
skapir, sum arbeiða við
kristniboðan úti í heimi. Í
einum seinni blaði fara vit
at skifta orð við eini hjún
úr Klaksvík, sum vóru á
hesi stevnuni.
sb.
Nú verður ein endalig
loysn funnin fyri
Fiskivinnuskúlan í
Vestmanna. Gongst
sum ætlað verður ein
nýggjur skúli klárur
at taka í nýtslu um
hálvt triðja ár.
SKÚLAR
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Vestmanna: Gongur sum
ætlað, so kann nýggi fiski-
vinnuskúlin takast í nýtslu
við byrjanina av skúlaárin-
um 2007.
Sambært uppskotinum
hjá Jógvani á Lakjuni hevur
hetta
málið
skund,
tí
hølistrupulleikarnir eru so
átroðkandi at loysa. Ar-
beiðið við prosjekteringini
skal tí byrja longu í næsta
mánaði, soleiðis at sjálvt
byggiarbeiðið kann byrja í
mars mánaði næsta ár.
Kostnaðurin fyri skúlan
er mettur til 22 mió. kr.,
men fyrivarni verður tikið
fyri
prísbroytingum
í
byggitíðini. Í kostnaðinum
er eingin útreiðsla sett av til
útvegan av grundøki, tí
Vestmanna kommuna fer at
lata grundøkið ókeypis til
tann nýggja skúlabygning-
in.
- Neyðugt er ikki við
vegagerð, tí vegur er til
økið. Og neyðugt er heldur
ikki at keypa leyst innbúgv
og framleiðsluútgerð, tí
hetta finst frammanundan,
upplýsti
mentamálaráð-
harrin í framløguni fríggja-
dagin.
Kommunan sjálvur hevur
ávíst trý øki, sum eru væl-
egnað til ein slíkan fiski-
vinnuskúla. Mett verður tó,
at best egnaða staðið er við
ferjuleguna Inni á Fjørð.
Har eru góðir møguleikar
fyri útbyggingum í fram-
tíðini, eins og góðir møgu-
leikar eru fyri hepnari
byggilist fram við sjóvar-
málanum.
Óhóskandi skúli
Fiskivinnuskúlin í Vest-
manna hevur nú 16 ár á
baki. Byrjað varð fyrst í
einum sethúsum, ið vórðu
umbygd til skúlabrúks.
Hesi hølini vóru tó rætti-
liga avmarkað, og tí vórðu
eini grannahús leigað árið
eftir og uppaftur eini í
1994. Hesi bæði húsini
verða í løtuni brúkt til
undirvísing, hóast tey ikki
eru hóskandi til endamálið.
Í mong ár hevur skúlin
viðgjørt hesar umstøðurnar,
og roynt hevur verið at
funnið til aðrar og meiri
hóskandi loysnir. Men í
2002 hendi so nakað í mál-
inum, tá ein arbeiðsbólkur
varð settur at loysa hølis-
trupulleikan.
Hesin bólkurin lat úr
hondum eitt tilmæli fyri
góðum
tveimum
árum
síðani. Her varð týðiliga og
greitt sagt, at eingin bygn-
ingur fanst í Vestmanna
sum var egnaður til ein
skúla, og at einasta loysnin
tí var at byggja ein nýggjan.
Vestmanna
kommuna
hevur eisini víst hesum
málinum stóran áhuga og
hevur tí latið ókeypis
grundøki til skúlan, og tí er
klárt at fara undir prosjek-
teringina, tá løgtingið fer at
samtykkja málið.
Tingið fer at hava 1. við-
gerð av hesum uppskotin-
um hósdagin í næstu viku.
Sum sild í tunnu á Fiskivinnuskúlanum
Tað var ongatíð vandi
á ferð, tá eldur brád-
liga kom í silo’ina á
Kommunalu Brenni-
støðini leygardagin.
Hundraðtals bilar
sluppu ikki av við
ruskið, og vóru menn
ikki serliga fegnir um
tað
BRENNISTØÐ
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Havn: Eldurin í brenni-
støðini á Sandvíkahjalla
kyknaði upp um hálvgum
fýra-tíðina, og slakar fýra
tímar seinni hevði sløkki-
liðið í Havn bast eldinum.
Ein eldur av slíkum slagi
hevur onkutíð verið áður,
men enn er ikki greitt, hvat
orsøkin var til henda eldin
leygardagin.
- Vit meta tað tó vera
rættiliga sannlíkt, at eldurin
er kyknaður av sær sjálv-
um, sigur leiðarin, Bárður
Michelsen við Sosialin.
Orsakað av eldinum í
silo’ini varð brennistøðin
afturlatin fyri móttøku av
ruski fram til mánamorg-
unin. Hetta kom rættiliga
illa við hjá teimum mongu,
sum ætlaðu at brúka henda
góðveðursdagin til at fáa
ruskið beint av vegnum.
Ein rættiliga stórur riðil
av bilum mátti tí fara til
húsa aftur við ruskinum, og
hetta vóru menn sum vera
man bæði harmir og illir
um. Har var tó einki at
gera, tí bingjurnar vóru
fullar, og eingin møguleiki
var at brenna alt hetta
ruskið tann dagin.
Hvat skaðin hevur kostað
brennistøðini í er ilt at meta
um. Menn frá Tryggingini
komu á støðina seinnapart-
in í gjár at meta um skaðan.
Roykur og eldur
Brennistøðin er vanliga
opin fyri ruski frá privat-
fólki leygardagar. Teir á
brennistøðini høvdu tí fyri-
reikað seg uppá alt ruskið,
sum vanliga kemur ein slík-
an dag.
Á middegi var einki rusk
í silo’ini, og ætlanin var at
byrja við tømingini av
bingjunum nakað eftir mid-
dagsleitið. Hetta arbeiðið
gekk sum tað skuldi, og
nakað seinni vóru allar tær
fullu bingjurnar á økinum
tømdar fyrstu ferð. Ætlanin
var síðani at fáa hesar fyltar
av nýggjum, áðrenn dagur-
in var at enda komin.
Men um hálvgum fýra-
tíðina
byrjaði
brádliga
roykur av koma út úr
silo’ini, samstundis sum
roykurin úr høga skorstein-
inum hvarv. Tað vísti seg, at
eldur var komin í ruskið í
silo’ini av sær sjálvum.
Á brennistøðini hava teir
mannagongdir,
tá
slíkt
hendir. Roynt varð í fyrsta
umfari at sløkkja sjálvir.
Men tað vísti seg skjótt, at
her var talan um størri logar
enn so, og tí var bert eitt at
gera og boða Alarmsentral-
inum frá. Teir vóru skjótir á
staðið og fingu beinanvegin
tamarhald á støðuni, hóast
eldurin fyrst varð sløktur
um 19-tíðina.
Skilja betur
Bárður Michelsen sigur, at
endamálið við tí vælút-
greinaðu
móttøkuni
av
ruskinum, er at fólk sjálvi
kunnu skilja ruskið sundur
í bingjurnar, sum eru ætl-
aðar til tey ymisku sløgini
av ruski.
Tað er eisini so, at nógv
av tí ruskinum sum kemur
frá privatum er rættiliga
turt og eldfimt, tí tað hevur
ligið innandura í styttri ella
longri tíð.
- Men vit mugu tíverri
ásanna, at fólk ikki altíð
skilja ruskið nóg væl. Tað
skal ikki so nógv til, at
eldur kemur í av sær sjálv-
um, tá ymisk evni verða
blandað saman.
- Bara eitt sindur av lakki
ella cellulosu-tynnara sam-
an við einum turrum klúti
ella pappíri, kann vera nóg
mikið til at eldur kemur í.
Tí ynskja vit framhaldandi
at minna fólk á tann týdn-
ing, tað hevur at ruskið
verður væl sundurskilt,
sigur leiðarin á brenni-
støðini.
– Fólk mugu skilja ruskið betur
Tað sá ógvusligt út, tá eldur brádliga kom í silo’ina á Brennistøðini á Sandvíkarhjalla. Vandi var kortini ongatíð á ferð
Mynd: Álvur Haraldsen
– Vit mugu bara ásanna, at
fólk ikki skilja ruskið nóg
væl, sigur Bárður Michelsen,
leiðari á brennistøðini
Mynd: Jens Kr. Vang