týsdagur 8. mars 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 - 8. mars 2005
9
Anfinnur Kruse,
byggimeistari, hevur í
fyrstu atløgu ætlanir
um at byggja trý
raðhús á Eiði og seks í
Svínáum
BYGGING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Skulu fólk seta búgv í eini
kommunu, er í fyrsta lagi
neyðugt, at kommunan
hevur grundøkir at vísa á.
Tordur J. Niclasen, borg-
arstjóri, sigur, at komm-
unan hevur eina útstykking
í Gerðum á Eiði, sum er
vestanfyri ítróttarhøllina.
Her eru 14 grundøkir, sum
øll eru umbiðin – og fyrsta
byggiloyvið er givið.
Í Svínáum er eisini áhugi
fyri at byggja, og har eru
seinastu tíðina eini trý
grundøkir seld, harav tey
fyrstu hava fingið byggi-
loyvi.
Byggir raðhús
Síðan seinast í sjeytiárun-
um hevur verið tosað um at
byggja raðhús í Eiðis
kommunu, og nú er líkt til,
at henda ætlan verður førd
út í lívið. Hvussu umfat-
andi henda bygging verður,
veldst um áhugan.
Anfinnur Kruse, byggi-
meistari, sum eisini er lim-
ur í Eiðis bygdaráði, hevur
gjørt eina ætlan, sum í
fyrsta lagi byggir á, at trý
hús verða bygd á Eiði og
seks í Svínáum.
– Hesi húsini eru øll eins
– við stovuhædd, lofti og
bilhúsi, sum er millum hús-
ini.
Byggimeistarin sigur, at
stovuhæddin er 95 fermet-
rar og loftið 70 fermetrar.
Aftrat hesum kemur bil-
húsið, sum er 40 fermetrar.
– Øll húsini verða eins
innrættað við fýra kømrum
umframt hjúnarrúmi, grov-
køki og køki og stovu í
einum. Tó ber til hjá fólki,
sum ynskja sær eini slík
hús, at fremja ávísar broyt-
ingar, um tey ynskja tað.
Anfinnur sigur, at húsini
verða latin liðugt smíðað –
við øllum instalatiónum,
eitt nú hita, saniteti, el og
øllum hvítvørum.
– Tað einasta, sum fólk
sjálvi skulu gera, er tapet-
serings- og málaraarbeiði,
sigur byggimeistarin.
Áhugi er
Hann vísir á, at húsini
verða bygd sambært teim-
um krøvum, ið sett verða til
slíka bygging.
Spurdur, hvussu nógv
hús talan kann gerast um,
sigur hann, at tað veldst um
áhugan.
– Eg havi merkt, at áhugi
er fyri hesi bygging, men
hvussu stórur hann er, kem-
ur tíðin at vísa, nú almenn-
ingurin fær kunnleika um
henda møguleika, sigur
byggimeistarin, ið hevur
arbeitt sum sjálvstøðugur
byggimeistari í eina fjórð-
ings øld.
Anfinnur Kruse sigur, at
byggitíðin til eini slík set-
hús verður einar 3-4 mán-
aðir.
Tordur
J.
Niclasen,
borgarstjóri, sigur, at Eiðis
bygdaráð stuðlar Anfinni
av fullum huga við hesi
nýskapandi sethúsabygging
í kommununi.
- Vit halda, at hetta er eitt
áhugavert stig, sum nú
umsíðir gerst veruleiki í
kommununi,
sigur
borgarstjórin
Byggja raðhús í Eiðis kommunu
… og soleiðis verða tey innrættaði – í stovu-og loftshæddini
– Hvussu nógv sethús, talan
kann verða um, veldst um
áhugan fyri hesi bygging,
sigur Anfinnur Kruse,
byggimeistari, sum í løtuni
hevur átta mans í arbeiði
Mynd: Vilmund Jacobsen
Soleiðis koma raðhúsini á Eiði og í Svínáum at síggja út uttan