Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mars 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 46 - 8. mars 2005 Clair-oljukeldan vestan fyri Hetland er kanska besta dømið um, at oljuvinna krevur tol. Henda risastóra oljukeldan, sum varð funnin í 1977, hevur ligið í dvala í umleið 27 ár. Til hon í farnu viku alment varð tikin í nýtslu. Tá Clair keldan varð funnin var hon ein stórhending í oljuheiminum, tí nú varð ein nýggjur oljulandslutur veruleiki. Keldan goymir seks milliardir tunnur av olju. Men tað skuldi skjótt vísa seg, at sera torføru umstøð- urnar at fáa oljuna upp og tjúkka oljan talan var um, gjørdi tað ikki lønandi. Mett varð at tað fóru at ganga mong ár, til tøknin varð ment til at kunna fara undir framleiðslu á Clair. Arbeitt hevur verið við eini útbyggingarætlan í fleiri ár. Nú fyrsti partur av trimum stigum er liðugur, er saml- aði kostnaðurin 8 til 10 milliardir krónur. Hvønn týdning kann so henda oljukeldan hava fyri gongdina og útlitini annars á Atlantsmótinum og her eisini í føroyskum øki! Clair liggur miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið. Longu nú eru íløgur gjørdar í at menna undirstøðukervið, rørleiðingar eru lagdir á havbotnin frá Clair til Sullom Voe í Hetlandi. Hetta er so bert byrjanin. Men henda byrjan kann gera, at aðrar útbyggingar fara at gerast lønandi. Her verður hugsað um onnur fund, sum eru gjørd men sum einsamøll eru ov smá til framleiðslu. Hugsast kann nú, at feløg fara at hyggja aftur eftir øðrum olju- og gassfundum, sum eru gjørd og talan kann eisini verða um nýggjan áhuga fyri at bora brunnar í nánd av Clair. Her kann nevnast, at annað av føroysku oljufeløg- unum, Føroya Kolvetni hevur fingið tillutað loyvi í grannalagnum og hevur ætlanir um at fara at bora longu í ár. Reint psykologiskt hevur Clair eisini týdning. Tí hesin oljurisin skapar nýtt bjartskygni í økinum. Setir Atlantsmótið í fokus. Oljufeløg fara at leggja betri merki til økið, sum Føroyar so eisini eru ein partur av. Og her eiga vit heldur ikki at gloyma orðini hjá einum av oddafólkunum í Oljufyrisitingini um, at tað kunnu finnast fleiri Clairlíknandi oljukeldur í føroyskum øki eisini. So kanska hetta at lív er fingið í Clairrisan kann vera ein ábending um, at tað ganga ikki so mong ár til líknandi oljukelda tó við betri olju og goymslum kann vera funnin á okkara landgrunni. Clairkeldan gevur okkum í hvussu er eina sannføring um, at tað krevur tíð og tol at fara undir eina oljuvinnu. Og at tú skal ikki geva upp, hóast tað ikki sær so lovandi út. Miðvíst arbeiði er lykilin til framtíðar oljuvinnu um okkara leiðir. Og tað er júst hetta, sum nú hendir. At ein so stór oljukelda gerst veruleiki so nær okkara marki eigur at fáa okkum at halda fram við leitiarbeiðinum í góðum treysti. Nú verður so við spenningi bíðað eftir, at oljufeløg við ChevronTexaco og Statoil á odda finna ein boripall, sum kann bora við markið í summar. Fleiri avmarkingarbrunnar á Rose- bank fundinum hinumegin markið kunnu koma at leggja støðið til týðandi boringar á landgrunninum í 2006 og 2007. DAGSINS MEINING Sosialurin Clair – oljurisin á Atlantsmótinum VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Jógvan Martin Joensen Fjalsvegur 1 530 Fuglafjørður Tarbar sigarettfiltur kom fyrstu ferð til landið í oktober mánaða 2004. Eftir at tað var komið, og áðrenn tað kom út í Handl- arnar, bleiv fyrst sent eitt skriv til Fyribyrgingarráðið við fyrispurningi, um tað var loyvt at lýsa við hesum filtri. Svarið frá Fyribyrg- ingarráðnum var, at ikki var loyvt at lýsa við hesum av tí, at hettar kom undir somu kategori sum tubbaksvøra. Undirritaði og sonurin Erling fóru síðani til Heilsufrøðiligu Starvsstov- una við prøvum av filtrun- um, fyri at vita, um nakað vandamikið var í material- inum t. v.s. í plastikkinum. Hetta bleiv so kannað, og fingu vit at vita, at teir einki kundu finna sum kundi hindra okkum í at selja hettar filtrið, men gjørdu samstundis vart við, at best var at spyrja Lands- apotekaran. Spurt varð síðani hjá Landsapotekaranum, íð somuleiðis fekk prøvar av filtrunun. Svarið kom nakr- ar dagar seinni, hvar íð hann segði, at einki var til hindurs fyri, at hettar filtrið kundi seljast í handlunum. Sostatt byrjaðu vit at selja sigarettfiltrini til handlar- nar, tó uttan at lýsa. Ein dagin, tá undirritaði kom inn á Apotekið í Tórs- havn fyri at vita, um teir kanska kundu selja hesi filtur, fekst at vita, at teir høvdu ikki loyvi at lýsa við hesum. Ein onnur dama sum arbeiðir á Apotekinum gjørdi tó vart við, at tey seldu líknandi filtur, sum høvdu sama endamál t.v.s. at minka um nikotin og tjøru, og tískil helt hon, at tað var løgið, at leiðslan av Apotekinum skuldi geva mær hettar svarið, og segði samstundis við meg, at eg burdi skrivað til Lands- apotekaran fyri at kanna hettar fyribrigdið. Hetta filtrið, íð Apotekið selur, stendur framvegis út- stillað á hillunum, soleiðis at ein og hvør kann keypa tað. Einasti munur á tí filtri, ið Apotekið selur og tí, ið undirritaði selur, er at Tarbar er meira effektivt. t.v.s tekur meira Tjøru úr sigarettini, og tað, at tað er lættari at roykja um ein nýtir Tarbar, við tað at í Apoteksfiltrinum er bert eitt hol og í Tarbar eru 4 hol. Ein og hvør veit, at tað sum Heðin Thomsen roynir at fáa framført við at for- bjóða innflutningi og sølu av tubbaksvørum er absurd. Í staðin skuldi verið gingið eftir at fáa føroyingar at roykja sunnari, t.v.s. við at nýta Tarbar sigarett filtur. Jacob Vestergaard Fyri tíð síðan var Suðuroy- arætlan landstýrisins fram- løgd, og støðan í Suður- oynni sett á dagsskránna. Við Suðuroyarætlanini vísir landsstýrið vilja til at gera átøk fyri at venda gongdini, so Suðuroyggin aftur kann verða á hædd við restina av landinum. Landsstýrið hevur sett ávís átøk í verk. Verklags- lóg er løgd fyri Løgtingið um berghol Hov-Øravík, har farið verður undir ar- beiðið í juli mánað í ár. Ein samlað íløga á uml. 150 milliónir. Landsstýrismaðurin í mentamálum arbeiðir við einari ætlan um at gera Fámará til »skúla« fyri næmingar við serligum tørvi. Ein sera áhugaverd ætlan, sum vónandi fær ta politisku undirtøkuna, hon hevur uppiborið. Møguleikarnir at stovn- seta ein »Suðuroyargrunn« við hjálp frá Framtaks- grunninum áttu ikki at verið so langt burtur, eftir at landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur eggjað Framtaksgrunninum til at seta pengar í Norrønu. Tá pengar úr Framtaksgrunn- inum kunnu brúkast til at hjálpa kreppuraktu Norrønu, kunnu teir eins væl nýtast til at hjálpa kreppuraktu Suðuroynni. Sum eg áður havi nvent, so er fyritreytin fyri at Suðuroyarætlanin kann menna Suðuroynna, at suðuroyingar gera seg til reiðar at taka ímóti møgu- ligari hjálp. Suðuroyingar hava havt trupult við at standa saman, og hetta vísir seg tíverri framvegis at vera trupulleikin. Vit hava framvegis 7 kommunur, sum hvør í sínum lagi ger ætlanir fyri sítt avmarkaða økið, uttan at taka heildina við. Soleið- is ger Vágs kommuna sam- an við Granskingardeplin- um fyri Økismenning menningarætlan fyri Vág, meðan Tvøroyrar komm- una fyrireikar stórar út- byggingar á ítróttarøkinum við svimjihøll o. ø. Alt hetta er gott og vísir, at vit enn hava áræði og vónir um framtíðina, men fyri at nevndu ætlanir, og aðrar við, veruliga skulu koma til sín rætt, mugu hesar verða partar av felags ætlanum fyri alla oynna. Tað nyttar framvegis ikki at gera ætlanir fyri Tvøroyri ella Vág, sum ikki hava undirtøku aðrastaðir í oynni. Halda vit áfram sum nú, fáa vit ongantíð Suður- oynna veruliga á føtur aftur, líkamikið hvør hjálp kemur uttanífrá. Tað er tí alneyðugt at kommunurnar í Suðuroynni fara undir eina miðvísa tilgongd fyri at leggja Suðuroynna í eina komm- unu, soleiðis at vit til kommunuvalið 2008 kunnu velja til eina kommunu í Suðuroynni. Vit kundu tá, beinan- vegin nú, farið undir átøk á ymiskum økjum, sum eru felags fyri alla Suðuroynna. Aðrir bólkar, vinnufeløg o.o., sum kalla seg »Suður- oyar Sunnara« ella »Suður- oyar Norðrara«, áttu eisini at tikið stig til at stovnað feløg, sum umboðaðu alla Suðuroynna. Glottar eru at hóma, men skulu vit veruliga fáa nakað burturúr, mugu vit standa saman á øllum økjum, og finna fram til felags loysn- ir, sum styrkja alla Suður- oynna. Tarbar sigarettfiltur Hví ikki standa saman og gera felags átøk