Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mars 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 46 - 8. mars 2005 11 Jákup Petersen Ein stór bretsk kanning vísir, at fyrimunirnir við at eta føði úr havinum eru nógv størri en vansarnir sjálvt um kyksilvur er í. Hetta er galdandi bæði fyri barnið í módirlívi og smá- børn. Áhugaverd bretsk kanning Kanningin telur meira enn 7.421 børn fødd í Onglandi í 1991 og 1992. Hon stend- ur at lesa í Epidemiology - vol 15, nr. 4, juli 2004. Her varð funnið, at barnakonur sum ótu fisk við kyksilvur í, fingu børn við betri evni at tosa og samrøða enn børn til mammur sum ikki høvdu fingið henda fisk undir graviditetinum. Kanningin vísti eisini betri heila evni hjá børnum sum ótu fisk við kyksilvur í mótvegis teimum sum ikki ótu fiskin. Hetta varð t.d. galdandi tá børnini vóru umleið 18 mánaðir gomul. Kanningin heldur áfram. Her er so aftur eitt tekin um stóru nyttuna av at eta føði úr havinum, sjálvt um hon inniheldur kyksilvur. Hesuferð umfatar kanning- in eisini inntøku av kyk- silvuri undir graviditeti. Sum tey flestu helst vita, so hevur kyksilvur altíð verið í havføði og meginparturin av tí kyksilvur, sum er í havinum kemur jú frá vulkanskum aktiviteti á havbotninum. Nógv bendir á, at nøgdin av kyksilvur í havinum ikki hevur broytt seg stórvegis í langa tíð. Sum áður sagt, so hevur onki barn í Føroyum fingið skaða av, at mamman hevur etið grind. Hinvegin hava fleiri børn fingið skaða av øðrum ársøkum undir graviditeti. Eg kann nevna nógvar av teimum veruligu vandunum hjá barnakonum og teirra børnum, men lat meg hesuferð bert nevna royking. Veruligu vandarnir Helst er tað so, at eini 15 - 20% av barnakonunum í Føroyum roykja í størri ella minni mun. Kanningar um allan heim hava víst, at hetta er sera vandamikið fyri lív og heilsu hjá ófødda og eisini fødda barninum. Um barnakonan roykir er øktur vandi fyri, at barnið verður gitið uttanfyri lív- móðirna og krevst í hesum føri oftast skurðviðgerð fyri at taka hetta burtur. Roykir barnakonan er harafturat dupult so stórur vandi fyri, at móðurkakan liggur á skeivum staði ella at hon loysnar. Her kan so verða vandi fyri lívinum bæði hjá móðir og barni. At enda er so eisini øktur vandi fyri deyðføddum barni og ógvusligari bløðing. Roykir barnakonan er vandin fyri at barnið verður føtt við lágari vekt øktur til tað dupulta. Harafturat økist vandin við 30% fyri, at barnið verður føtt áðrenn tíðina. Øktur vandi er eisini fyri, at barnið verður føtt við ganespaltu. Nevnast skal at børn við lágari føði- vekt hava øktan vanda fyri at blíva spastisk, heilaveik, trupuleika við at læra og hava harafturat ein øktan vanda fyri at doyggja sum nýføðingar. Børn hjá roykjandi barnakonum líða dupult so ofta vøggudeyðan enn onn- ur og hava annars øktan vanda fyri asthma, innlær- ingar- og atferðar trupul- leikum. Heldum mamman á at roykja heima er pinku- barnið harafturat í øktum vanda fyri lungatrupul- leikum, bruna í oyrunum, asthma og til tíðir (um mamman roykir nógv) fáa trupuleika við vamli, spýggju, búkpínu og diarre. Hesi børn hava millum 30 og 40% øktan vanda fyri at verða innløgd á sjúkrahús við lungnabruna fyrsta livi- árið. Hetta er ein av teimum veruligu vandunum hjá fostrum og pinkubørnum sum eg skrivaði um tann 31. januar. Hetta er ein av vandunum sum hevur verið atvoldin til óbótaligan skaða hjá fleiri føroyskum børnum. Ikki kyksilvur, sum higartil ikki hevur skatt eitt einasta barn í Føroyum. Helgi Abrahamsen Áki Andreasen hevur nú fleiri ferðir pástaðið í bløð- unum, at Sambandsflokk- urin altíð hevur verið ímóti at Atlantic Airways kom upp í føroyaflúgvingina. Eg havi í tí sambandi loyvt mær at spurt hann, hvat hann byggir tann pástandin á, tí hetta samsvarar ikki við tað sum stendur í Løg- tingstíðindum. Eftir at eg í eitt hálvt ár havið bíðað eftir svari frá Áka, kom nú endiliga ein grein, sum tó ikki svarar spurningunum, sum eg setti. Tvørturímóti, so end- urtekur Áki enn einaferð sama pástandin, uttan at undirbyggja nakað sum helst, og eisini kemur hann við onkrum nýggjum pá- standi, sum heldur ikki verður undirbygdur. Fyri at finna "argumentir", roynir hann at blanda mínar spurningar saman við eini oddagrein í Dimmalætting og við okkurt sum Johan Dahl, løgtingsmaður hevur skrivað. Eg fari ikki at gera við- merkingar til tað, sum Áki skrivar um Dimmalætting og Johan Dahl, men fari einans at halda meg til tað, sum eg sjálvur havi spurt hann um. Viðgongur nú atkvøðu- greiðsluna Eg spurdi Áka hvat hann bygdi pástandin á, tá hann segði, at Sambandsflokk- urin stríddist ímóti Atlantic Airways. Hesum svarar hann ikki, men viðgongur tó at Sambandsflokkurin í løgtinginum atkvøddi fyri at Atlantic Airways sá dagsins ljós. Frálíkt ! — So fingu vit tað uppá pláss. Men so leggur hann afturat, at hetta gjørdi flokkurin bert fyri ikki at standa einsamallur, og at flokkurin bleiv kroystur til at atkvøða sum hann gjørdi. Jú men kann Áki so siga okkum, hvat hann byggir tann pástandin á ? Hvør kroysti Sambandsflokkin, og við hvørjum varð kroyst ? Veit hann okkurt, sum vit onnur ikki vita, ella eru hetta enn einaferð hansara egnu gitingar, ið verða gjørdar til sannleika ? Áki skrivar eisini: "Lønti floksskrivarin hjá Sam- bandsflokkinum vísir á, at Sambandsflokkurin og málgagn Sambandsfloksins ikki hava verið móti før- oyska flogfelagnum". Hetta er beinleiðis ósatt. Eg havi ongantíð sagt nakað um eitt ella annað "málgagn Sam- bandsfloksins" í hesum máli ? Eg havi bara víst á, hvat Sambandsflokkurin at- kvøddi, tá málið um At- lantic Airways var fyri í Løgtinginum, og út frá tí havi eg spurt nakrar spurn- ingar. Á sølulista Áki vísir síðani á, at ein fyrrverandi sambandsløg- maður eina ferð hevði At- lantic Airways á sølulista, sum part av eini kreppu- loysn. Einasta søgan ið eg kenni til av hasum slagnum er, at Maersk Air einaferð vildi sleppa at bjóða uppá Atlantic Airways, men fekk at vita frá táverandi lands- stýri, at føroyska flogfe- lagið stóð IKKI á sølulista. Men veit Áki okkurt annað hesum viðvíkjandi, lat okkum so endiliga fáa tað at vita (ikki sum giting ella pástand, men undirbygt). Vil ikki svara um rakstrarstuðul Eg spurdi Áka, út frá grein- ini sum hann skrivaði fyri tveimum vikum síðani, um hann gongur inn fyri, at føroyskt vinnulív fær var- andi rakstrarstuðul úr Landskassanum, tí soleiðis skilti eg tað, sum hann skrivaði. Men eisini hesum skákar hann sær undan at svara. — Sjálvandi ! Tí hvat skal hann svara? Sigur hann "nei", so merkir tað sambært honum sjálvum "illvilji ímóti Atlantic Air- ways", og sigur hann "ja", ja so hevur hann vavt seg inn í ein annan trupulleika. Tí velur hann heldur at tosa uttanum. Men spurningurin stendur við, og Áki er framvegis vælkomin at svara. Áki byrjar greinina við at siga, at tað er ein aftur- vendandi trupulleiki hjá Sambandsflokkinum, at veruleikin gerst eitt haft og ein marra. Seinni í greinini skrivar hann, at undan- gonguflokkurin, tá talan er um greiðan skilna millum alment og privat, hevur verið og er framvegis Tjóð- veldisflokkurin. — Álvara- tos ! Her mátti fortíðin sanniliga verið ein marra ! VIÐMERKINGAR Eg havi fult álit á Bárði Nielsen bæði sum fíggjar- málaráðharra, løgtingslimi og sum menniskja Marjus Dam løgtingsmaður Sera góð viðurskiftir eru okkara millum og vit tosa sera væl saman eins og samstarvið er framúr gott okkara millum. Og tað fer tað framvegis at vera. Vit eru tó ikki samd- ir um øll viðurskiftir. Og tað er ikki annað enn normalt. Tá talan er um bygnaðarbroyt- ingar á T&S eru viður- skiftir, ið eru so ó- greið, at eg ikki taki undir við hesum broyt- ingum, fyrrenn eg veit hvør konsekvensurin verður. Tað veit Bárður Nielsen Í smb við tað sum Edvard í Skorini Joen- sen, blaðmaður hevur skrivað, fari eg at vísa til tað eg havi skrivað í sama blaðið (s. 11 040305) um T&S mál- ið. At renna undan veruleikanum (viðmerking til Áka Andreasen) Børn gerast klók av føði úr havinum Lesið - so eru tit við