Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mars 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 46 - 8. mars 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Fríggjadagin 25. februar var móttøka í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum í sambandi við at Tummas í Garði tók við sum nýggjur læknastjóri eftir Petur Ellefsen MÓTTØKA Myndir: Jens Kristian Vang Umframt starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum komu familja vinir og kenningar til móttøkuna. Tey sum hildu røðu vóru: Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, Poul Gert Hansen, sjúkra- hússtjóri, Marin Vang, sjúkrarøktarstjóri, og Petur Ellefsen, fráfarndi lækna- stjóri, og nýggi lækna- stjórin, Tummas í Garði. Poul Gert Hansen segði m.a. í røðu síni "Endiliga eru vit samlaði her til læknastjóraskifti - nakað, ið Petur helst hevur sæð fram ímóti í longri tíð. Tað vóru serligar umstøður, sum gjørdu, at tú komst í starvið sum læknastjóri. Tað var ikki tí tú brennandi ynskti tað. Læknastjórin var júst farin frá og tað var tørvur á at fáa stabiliserað álitið aftur millum læknar og leiðslu. Har vart tú tann rætti persónurin - vóru vit nógv, sum hildu. Tú játtaði at vera við, og tú hevur eisini klárað tað fyrimynd- arliga væl. Títt gemytliga sinni og strategiska umhugsunar- semi hevur verið gott fyri leiðsluna. Tú hevur haft gott skil á øllum málunum og er arbeiðssamur sum fáur. Tú ert oyrnalækni, og eg veit ikki, um tað er tí, at tú hevur serliga góðar egin- leikar at lurta. Hetta er í hvørt fall ein týdningar- mikil leiðslueginleiki í eini stórari og kompleksari organisatión, sum eitt sjúkrahús er". Og so til Tummas, "Tú hevur eitt avbera gott út- gangsstøði at fara inn í hetta arbeiðið við. Síðani tað bleiv alment kent, at tú vart settur í starvið sum læknastjóri, havi eg bara fingið positivar afturmeld- ingar frá fólki. Bæði innan fyri og uttanfyri sjúkra- húsið. Túsund takk fyri eitt gott samstarv Petur og væl- komin í leiðsluna á Lands- sjúkrahúsinum, Tummas". Marin Vang, sjúkrarøkt- arstjóri, segði m.a. í røðu síni, at tað var eftir eina nokkso turbulenta tíð, at Petur Ellefsen tók yvir sum læknastjóri. "Landssjúkrahúsið hevði brúk fyri arbeiðsfriði, og tað fingu vit, fyrst og fremst í sjúkrahúsleiðsluni, men í veruleikanum eisini í restini av húsinum. Tú ert góður við Lands- sjúkrahúsið og Lands- sjúkrahúsið, hevur gleði av at hava ein sum teg. Takk fyri tað góða sam- starvið og vil eg ynskja tær alt gott framyvir". Síðan ynskti hon Tumm- asi í Garði vælkomnan sum læknastjóra á Lands- sjúkrahúsinum. "Eg síggi fram til eitt spennandi og avbjóðandi samstarv í sjúkrahúsleiðsluni. Sum tú longu ert vitandi um, so liggja stórar, týdningar- miklar og eisini truplar uppgávur sum skulu loysast fyri framman". Læknastjóraskifti á Landsjúkrahúsinum Tummas í Garði (v.m.) tók við sum læknastjóri eftir Petur Ellefsen Petur Ellefsen, fráfarandi læknastjóri, Poul Gert Hansen, sjúkrahússtjóri, Marin Vang, sjúkrøktarstjóri, og Tummas í Garði, nýggjur læknastjóri Nógv fólk vóru til móttøkuna, og góður matur var at fáa Yvirlæknarnir Odmar Færø og Anders Harboe Ree Familjan var eisini við til móttøkuna: Tummas og Elsa í Garði og børnini Jógvan og Kirstin