týsdagur 8. mars 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 - 8. mars 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
8. mars. Beata. Er ikki at finna í halgimannatali.
Navnið merkir hin sæla ella hin eydnuríka.
Martin Tórgarð 80
Týsdagin 1. mars fylti
Martin Tórgarð í Havn 80
ár. Mamman var Valborg
Eide úr Nólsoy, hon doyði í
1927 á barsilssong við
yngsta soninum Hanse-
mann. Pápin var tann væl-
kendi
H.C.W. Tórgarð,
arkitektur, politikari og
mangt annað. Hann doyði í
1957.
Tey bæði Valborg og
Tórgarð - sum hann vanliga
varð nevndur - fingu sjey
børn: Jens, sum býr í Dan-
mark. Elinborg. Anna. Tví-
burarnir Axel og Poul.
Martin. Hans, kallaður
Hansemann. Elinborg, Poul
og Hansemann eru deyð.
Tá Valborg doyði í góð-
um árum, vórðu fleiri av
børnunum sett út. Fýra
teirra - Jens, Elinborg,
Anna og Axel - vórðu ver-
andi í Havn hjá pápanum.
Poul vaks upp hjá mostrini
Mariu Eide, sum var lærar-
inda í Funningi. Martin
vaks upp hjá einari aðrari
mostur. Tað var Anna, kall-
að Angan. Hon var gift úti í
Nólsoy við Sigmundi í
Geil. Tann yngsti, Hanse-
mann, vaks upp í Havn hjá
fastrini, kallað Bebban og
gift við Mariusi Rein.
Martin hevur siglt sum
skipari og stýrimaður, m.a.
sigldi hann við Fame. Mið-
skeiðis í fimtiárunum fór
hann at føra læknabátin
Reyða Kross og var skipari
á honum í mong ár, til hann
legði frá sær fyri aldur.
Fleiri av Tórgarðsbrøðr-
unum hava verið og eru
tiltiknir góðir kvøðarar, og
Martin smæðist ikki burtur
ímillum í so máta. Tað hev-
ur ikki drigið frá, at hann
vaks upp hjá kvæða-kemp-
uni Sigmundi í Geil í Nóls-
oy. Martin er kendur í øll-
um dansifeløgum í landin-
um. Umframt at kvøða,
hevur hann eisini sungið
inn á band til Útvarpið.
Martin er giftur við Sign-
hild úr Nólsoy. Børn:
Helgi, sum datt oman og
doyði norðuri við Gjógv í
1992. Valborg, sum doyði
smágenta. Fritjof, sum býr í
Hirtshals. Tóra. Anna.
Martin,
sum
mong
munna kenna frá skemti-
tekningunum á baksíðuni í
Dimmalætting.
Trý tey seinast nevndu
búgva øll í Havn.
Signhild og Martin eiga 8
ommu- og abbabørn og 2
langommu- og langabba-
børn.
Hóast 80 ára gamal er
Martin framvegis birgur og
er javnan at síggja í havnar-
gøtum.
Honum verður ynskt
hjartaliga tillukku.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum vístu samkenslu,
tá elskaði maður og pápi okkara
Freilif Petersen
doyði og varð jarðaður.
Takk fyri alla hjálp og stuðul.
Kona og synir
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum, sum sýndu samkenslu,
tá kæri maður mín
Vilhelm Hansen
(Ville)
Nes
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til prest fyri troystarík orð, bæði í heimi
og kirkjuni.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávu
til Vesturskin.
Tøkk til berarar, sangarar, kirkjutænarar, tykkum, sum
hjálptu til við ervinum og øllum tykkum, sum fylgdu
honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Ein serlig tøkk vil eg veita tykkum í heimarøktini,
sum vóru um hann til tað seinasta.
Bestu heilsanir
Sára
Tøkk
Øllum tykkum, sum gleddu okkum á gull-
brúdleypsdegnum 29. januar 2005, takka vit
hjartaliga.
Ein serstøk tøkk til børn, svigarbørn og
barnabørn, sum hjálptu okkum so væl henda
merkisdag. Somuleiðis tøkk til vinir og
kenningar, tykkum sum spældu, yrktu og
ikki at gloyma tykkum, sum sungu henda
vakra morgunin heima hjá okkum.
Eisini takka vit øllum, sum við gávum,
fjarritum og á annan hátt gleddu okkum.
Ein hjartans tøkk øll tit, ið hjálptu til, at
dagurin eydnaðist so væl.
Amanda og Leivur
Tung vóru boðini, tá vit fingu at
vita, at tú ikki var millum okkum
meira. Hetta var, hóast heilsan var
farin at bila, rættuliga brádliga.
Tosaðu við teg stutt áðrenn og tað
var sum vanligt at hoyra "eg havi
tað gott". Lagið var so gott, tá ið vit
ígjøgnum telefon kundi práta um
mangt og hvat, serliga veðrið í
Nólsoyarfirið, sum tú lærdi okkum
so nógv um, ofta ringdu vit til tín
og vildi vita um streymin á
fjørðinum og ættina, og tú var altíð
klárur at svara okkum.
Vit minnast eisini tá vit vórðu
smágentur, tá tú kom aftur av skipi,
altíð hevði tú okkurt við til okkum,
dukkur, blýantar, bomm o.m.a.
Àðrenn jól tá vit tosaðu saman,
vildi tú so gjarna hava okkum út til
Nólsoyar á jólum, tú dámdi so sera
væl at fáa Napolion og Róa
eysturum at hyggja eftur fótbólti
saman við tær, mangan ringdi tú og
vildi hava parabolina stillaða. Altíð
blíður og í góðum lag, tá vit vóru
komin út. Tá tú kom norður um at
fáa tær drekkamun, hugdi tú inn
um hurðina og segði: "nú hvussu
var veðrið", smílandi, visti sum var
at okkurt rull hevði nokk verið.
Onkrantíð høvdu vit keypt tær
klæðir út við og tá var tú so glaður,
eisini tá fartelefonin kom út, hon
var mangan góð at hava hjá tær.
Børnini vóru altíð glað at síggja
abbaba, tú dámdi so væl at sita á
bonkinum í køkinum og spæla við
tey. Tá vit ikki vóru har úti so
ringdi tú og spurgdi hvussu gekst
við teimum, glaður var tú tá tú fekk
at vita at tey høvdu tað gott. Vit
minnast hvussu glaður tú var tá
beiggin enduliga kom, tá tit flettu í
heyst var beiggin og hugdi at og tú
og babba tóku seyðirnar út fyri at
vísa honum og lata hann sleppa at
nerta við teir, tit fingu ikki meir
enn 13 mánaðir saman, men tú
upplivdi so at hoyra hann siga
abbaba.
Mong eru minnini um tað tíð vit
høvdu saman. Hugsaðu ikki at vit
fyri síðstu ferð skuldu vinka bei bei
til tín, tá ið vit fóru inn aftur áðrenn
nýggjar. Bankaði uppá køksrútin
hjá tær og tú kom út í køkin og
vinkaði …..
Saknurin
er
stórur,
eingin
telefonuppringing frá tær, og ikki
um at tala, nú tá vit koma útaftur og
tú ikki er har. Men hjá tykkum
babba og mamma, man hann verða
enn størri, tí nú eru tit púra einsa-
møll. Tit vórðu góð við hann og
tóku tykkum væl av honum, og tá
omma doyði bleiv hann næstan
sum ein sonur hjá tykkum.
Má harrin styrkja okkum øll í
hesi stóru sorg, og leggja vit alt í
Harrans hond.
Friður veri yvir minnið um
okkara
góða
pápabeiggja
og
abbabeiggja Sofus Ejde
Sólbjørg, Elisabeth
og Heinina v/ familjum
Minningarorð um okkara góða pápabeiggja og abbabeiggja,
Sofus Eide, Nólsoy
Føddur 27.10.1949 Deyður 13.01.2005