Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mars 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 46 - 8. mars 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Myndir Eirikur Lindenskov Leygardagin var stórur dagur á Ellisheiminum í Havn, tí elsta fólk í Føroy- um, Anna Askham fylti 104 ár. Tað er sjáldsamt, at fólk gerast so gomul, og í nýggjari tíð eru tað bara Drikka á Fløtti við Gjógv, sum gjørdist 105 og Jógvan Hansen í Vestmanna, ið gjørdist 104, ið hava rokkið so høgan aldur. Nógv fólk nýttu høvi at heiðra Onnu á føðing-ar- degnum leygardagin - og sigast má, at riðilin er stórur, sum er undan henni - heili 111 fólk. Anna og maðurin, Símun Askham, fingu seks børn. Av teimum hava fimm hava hildið gullbrúdleyp. Ommubørnini eru 27 í tali, langommubørnini 59, meðan oldurommubørnini eru 19. Anna hevur verið einkja seinastu 37 árini. 104 ár og 111 eftirkomarar Tað er ikki á hvørjum ári, at slík køka er at síggja! Døtrarnar Martha og Begga saman við mammuni, Onnu Askham, sum fylti 104 leygardagin 95 ára gamla Martha Matras, sum er systir Onnu, býr eisini á Ellisheiminum. Her sita tær saman við Ellu Askham, sum var gift við Archibald Askham, sum var bróðir mann Onnu, Símun Askham Døtrarnar Martha og Sonja saman við mammuni Svigarsynirnir, Rókur Dalsgaard og John Justinussen »beundra« átuligu køkuna Nakrar hendingar í Havn í 1915 tað árið Anna Askham bleiv konfirmerað: • "Slottstrappurnar" sum ganga upp til Fólka- og Landstingssalin á Christiansborg (78 trin), gjørdi havnarmaðurin Jákup Andr. Arge (ella "Jampan" sum hann bleiv nevndur millum havnarfólk) í Rættará í 1915. Trappurnar vórðu settar upp á Christiansborg í 1916. Nevnast kann at tann eina trappan er 7 fót breið, meðan hin er 3 fót breið. Trinini eru 1 fót djúp og tjúgdin er 1 tumma. Jampan var so umhugsin, at hann gjørdi eitt eykatrin, sum hann hevði við sær, um tað bleiv neyðugt. Men hesum fekk hann ikki brúk fyri. Alt passaði sum tað skuldi. • Lanternurnar á Skansanum blivu tiknar niður, og fýrurin kom upp í staðin. Eisini tann høga veðurmasturin á Skansanum varð sett upp í 1915. • Fyrsta Ólavssøkuteitið kom í 1915. Tað var Poul Niclasen sum lat hetta hefti prenta. • Orðið "fysikus" verður strika og orðið "amtslæge" kom í staðin. • Fólkatalið í Havn í 1915 var 2.302. • Og so ein, eitt sindur uttan fyri Havnina, og tó: "Amalienborg" fekk fyrstu bindimaskinuna í 1915. Tvey ár framman undan, í 1913, fekk Havnin sína fyrstu bindimaskinu. Tað var havnarkonan Johanne Jensen, sum tann fyrsti føroyingurin ið innflutti eina "Husquarna" bindimaskinu úr Svøríki.