Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mars 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í sambandi við at Anna Askham í Havn fylti 104 ár leygar- dagin 5. mars 2005, hava vit hesaferð valt at seta mynd av henni, og teimum hon bleiv konfirmer- að sama við í 1915 Konfirmantar í Havnar kirkju 11. apríl 1945. Aft- ara rað f.v.: Jacob Johannes Marius Olsen, Edvard Sverri Arge og Knud Peter- sen (Knút skómakarin). Miðraðið f.v.: Jakob Evin Sonne Jakobsen, Johannes Anton Hansen, Haldur Christiansen, Anton Sofus Arge (Argir), Julian Jo- hannesen og Johan Marius Frits Rubeksen (Johan í Smiðjustovu). Fremra rað f.v.: Jane Susanne Margrethe Niko- line Justinussen, Elisabeth Johanne Poulsen, Andrea Susanne Alma Poulsen (fru Jørgensen á Hotel Før- oyum), Anna Cathrine Mørkøre (Anna Askham), Maria Augusta Jensine Thomasie Vangsen og Elisabeth Johanne Christ- ine Olsen. Hesir tríggir vórðu eisini konfirmeraðir sama dag í Havnar kirkju, men eru ikki við á myndini: Mads Berg Frederik Andreasen, Hans Johan Simonsen, báðir av Velbastað, og Mads Vil- helm Thomsen úr Nólsoy. Mynd: Føroya Fornminnissavn Um onkur hevur okkurt at viðmerkja í sambandi við konfirmatiónsmyndina eru hann ella hon vælkomin at seta seg í samband við Birgar Johannessen á telefon: 314647 / 273168. Nr. 46 - 8. mars 2005 15 Havnar leksikon: Anna Askham varð konfirmerað í 1915 MARKNAðARRÁK Tað komu 262.000 nýggj størv í USA í februar, tá sæð verður burtur frá land- búnaðinum. Tað var eitt sindur oman fyri tey mettu 225.000, og tað hægsta tal- ið síðan oktobur í fjør. Tað vóru fáir dagpeningaum- søkjarar í februar, og áliti- støl, sum vórðu kunngjørd fyrr í vikuni, bendu eisini á, at tað stóð væl til á arbeiðs- marknaðinum í februar. Í miðal eru komin 182.000 nýggj størv um mánaðin síðsta hálva árið, og tað er í tráð við ein búskap í jøvn- um vøkstri. Oljuprísurin var met- høgur í farnu viku. Prísurin á evropisku brentoljuni var omanfyri 53 dollarar fyri tunnuna. Marknaðirnir ótt- ast tó ikki høga oljuprísin í sama mun sum í heyst, mest tí íleggjarar eru sann- førdir um, at tað er nógvur eftirspurningur heldur enn lítið útboð, sum trýstir prísin upp. Sveiggjandi lánsbrævarentur Danska 10-ára rentan sveiggjaði millum 3,71% og 3,87% í farnu viku. Tað var orsakað av ymiskum væntanum um arbeiðs- marknaðarfrágreiðingina. Tað er áhugavert at rentur- nar lækkaðu, eftir at góða frágreiðingin varð kunn- gjørd. Tað var orsakað av, at hon vísti at lønirnar ikki hækkaðu í februar, og íleggjarar leggja tískil stór- an dent á, at arbeiðsmarkn- aðurin ikki trýstir prísvøksturin upp í løtuni. Norrøn partabrøv á hægsta stigi í tvey ár Partabrøvini hildu áfram at hækka í farnu viku. Norrøn partabrøv eru nú hækkaði um 7% higartil í ár, og tað er oman fyri sjálvt tær mest bjartskygdu metingarnar. A. P. Møller-Mærsk, sum stendur fyri triðinginum av danska KFX-vísitalinum, er hækkað heili 24%. Spurn- ingurin er nú, nær íleggjarar fara at staðfesta nakað av hesum vinningi, so kurs- hækkingarnar steðga. Hesa vikuna Tað mest áhugaverda lykla- talið hesa vikuna verður amerikanski handilsjavnin fyri januar. Marknaðirnir vænta eitt undirskot á 56 mia. dollarar, eins og tað var í desembur. Um tað verður størri, viknar doll- arin væntandi frá teimum 1,32 fyri hvørja evru, sum hann er verdur í løtuni. Nógv nýggj størv Donsk 10-ára renta Vísital fyri norrøn partabrøv Gjaldoyru Íløgufeløg Kursur +/- % Kursur +/- % USD 5,62 0,1% Lánsbrøv í DKK 106,91 0,1% JPY 5,37 0,5% Evru Lánsbrøv 171,09 -0,3% GBP 10,81 0,2% Norrøn Partabrøv 92,68 2,4% NOK 0,90 0,2% Altjóða Vøkstur 61,79 1,4% Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. 3,5% 4,0% 4,5% 2004 2005 700 800 900 2004 2005 Vika 10, 2005 www.kaupthing.fo