Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mars 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 46 - 8. mars 2005 Landsfundur uttan visiónir Sjálvstýrisflokkurin helt ein visiónsleysan landsfund seinnapart- in leygardagin. Mill- um stórmálini, sum fara at hava áhugan hjá Sjálvstýrisflokkin- um komandi árið, eru gransking sum heild og søgugransking við serligum atliti til at geva út bók í samband við, at hundrað ár eru liðin, síðan floksleiðsl- an roknar Sjálvstýris- flokkin at vera stovn- aðan LANDSFUNDUR Edvard Joensen Vágar: Sjálvstýrisflokkurin setti granskingina á fundar- skránna, tá flokkurin hevði landsfund leygardagin. Flokkurin metir gransking sum sera umráðandi fyri framhaldandi menning av samfelagnum. Eyðun Andreasen, for- maður í Granskingarráðn- um, var biðin at vera gesta- røðari á landsfundinum. Hann greiddi frá arbeið- inum hjá Granskingar- ráðnum og nevndi, hvussu nógvar verkætlanir Ráðið stuðlar. Gav eitt lítið innlit í, hvat slag av verkætlan- um, talan var um. Eitt sindur av orðaskifti var eftir innleggið hjá for- manninum í grndkingar- ráðnum, og onkrir spurn- ingar vóru settir honum. Eitt sindur varð tosað um, hvusu nógvar pengar vit skulu brúka til gransk- ing, og hvat fæst afturfyri. Fólk vóru samd um, at granskingin í framtíðini má gerast í samstarvi millum tað almenna og vinnuna. Lítið av nýhugsan Tað var lítið av nýhjugsan í formansfrágreiðingini, sum løgd varð fyri landsfundin. Tey umleið 30 fólkini, sum vóru á fundinum, fingu at vita hvussu nógv uppskot og fyrispurningar, flokkurin hevði havt á tingi, at flokk- urin heldur, at vit eiga at hava eina støðu til ES. Men ikki nakra ábending um, hvør tann støðan skal vera. Sjálvstýrisflokkurin hevur fingið annað umboðið í Norðurlandaráðnum, og tað ætlar flokkurin at brúka til millum annað at arbeiða fyri, at Føroyar fáa fullan limaskap í Ráðnum, segði formaðurin í síni frágreið- ing. Eisini skal flokkurin nú finna nøkur nýggj fólk, sum skulu brúkast at marknaðarføra flokkin til komandi løgtingsval. Nøk- ur fólk, sum longu nú skulu føra seg fram sum valevni til komandi val. Ein skipan á leið tað, vit kenna frá donskum flokkum. Annars var lítið at frætta um framtíðarætlanir hjá Sjálvstýrisflokkinum í teirri frágreiðing, formað- urin hevði til landsfundin. Tosið var mest um fortíð. Um hvussu gerast skal í samband við, at flokkurin næsta ár metir seg sjálvan at hava 100 ára føðingardag. Tann dagin roknar floks- leiðslan frá tí degi, tá Sam- bandsflokkurin varð stovn- aður. Tí tá fór táverandi tingmanning í tvíningar,og summir stovnaðu Sam- bandsflokkin. Logisk rokna sjálvstýrismenn so við, lat restin varð til Sjálvstýris- flokkin, hóast hann formelt ikki varð stovnaður fyrr enn seinni. Nógvir pengar skulu eftir formansins meting brúkast til at geva út bók um hesi farnu100 árini. Fromaðurin harmaðist um, at tað hevur verið so torført at fáa samskifti mill- um floksleiðsluna og bak- landið. Men tað skuldi nú betrast. Og til at gera tað lættari, hevur flokkurin keypt eina farteldu til skriv- stovuna, upplýsti formað- urin á landsfundinum. Málaður bátur í neysti Orðaskiftið eftir formans- frágreiðingina var heldur ikki serliga lívligt, hóast onkur var, sum royndi at hava tað gangandi. Fyrstur at taka orðið var ein av yngru fundarluttakar- unum, sum fýltist álvarsliga á úrslitini hjá flokkinum. Hann samanbar flokkin við ein bát, sum stendur á landi væl málaður og til- riggaður, men ongantíð fer á flot. Annar luttakari helt, at her var manglandi dirvi at viðgera truplar spurningar. Eingin greið linja er í flokkinum skiltist. Onkur skjeyt upp, at tá fólk úttalaðu seg um politik, áttu tey at viðmerkja, um hetta var floksins støða, ella persónlig støða. Og onkur annar spurdi beinleiðis, nær tosað varð um politikk í hesum flokkinum. Alt ov nógv afturlítandi tos, helt hesin fundarluttakarin. Flokkurin hevur eitt »imageproblem«, sum er, at hann hevur alt ov ullintar út- meldingar. Helst ti, at hann innhýsis manglar kjak, staðfesti ein fundarluttakari. Onkur royndi at koma inn á mál sum fiskivinnu, aling og framtíðarvánir. Men tað doyði líkasum burtur aftur. Á fundinum vísti eitt umboð fyri Unga Sjálv- stýrið eitt nýtt búmerki frma, sum ætlandi skal gera ungdómsdeildina hjá flokkinum kenda. Men sum heild avdúkaði landsfudnurin á Hotel Vágum seinnapartin leyg- ardagin ein flokk, sum best kann lýsast við teirri sam- anbering, fyrsti røðarin eft- ir formansfrágreiðingina hevði av bátinum, sum bara varð málaður og riggður til, men ongantíð flotaður. Og við teimum visiónum, sum her komu til sjóndar - ella manglandi ditto - er fryktandi fyri, at báturin verður drigin í neystið, og hurðin afturlatin. Stjórn Sjálvstýrisfloksins Mestsum øll landsnevndin hjá Sjávstýrisflokkinum varð nývald á landsfundinum leygardagin Floksleiðsla Sjálvstýrisflokkurin skifti mestsum alla landsnevnd- ina út leygardagin. bara næstformaðurin og umboðið fyri Unga Sjálvstýrið vórðu afturvald. Reglur floksins siga, at floksformaðurin skal vera annaðhvørt løgtingsmaður ella landsstýrismaður. So har var valið einfalt. Kári P. Højgaard er sjálvskrivaður sum floksformðaur og politiskur leiðari. Næstfor- maður er seinasti landsstýrismaður floksins, Eyðun Elttør. Landsnevndin, sum varð vald á landsfundinum leygardagin, er soleiðis mannað: Sámal Petur í Grund, formaður, Eysturoy Jan Joensen, næstformaður, Norðoyggjar Jónas Johnsson, skrivari, Norðurstreymoy Carl August Arge, Suðurstreymoy Sólva Thomassen,Vágar, Sæbjørn Olsen, Sandoy Dan Lamhauge, Unga Sjálvstýrið ej Eini 30 fólk vóru á landsfundi hjá Sjálvstýrisflokkinum á Hotel Vágum leygardagin Fundar samtykt frá landsfundi Sjálvstýrisflokksins í Vágunum 5. mars 2005 Sjálvstýrisflokkurin held- ur, at gransking, menning og útbúgving er sera týðandi fyri, at Føroyar kunnu vera við í búskap- arligu menningini, sum vit síggja hana í londun- um rundan um okkum. Miðað eigur at vera ímóti, at Føroyar koma á hædd við tað, sum OECD mælir til, tvs. at umleið 3% av BTÚ verða brúkt til gransking. Tað er av stórum týdningi, at granskingin er málrættað og at vinnan er við. Sjálvstýrisflokkurin staðfestur, at fiskurin er ogn Føroya fólks. Lands- stýrismaðurin í fiski- vinnumálum eigur, í sam- bandi við endurskoðanina av lógini um vinnuligan fiskiskap, at tryggja, at virðini av fiskiloyvum fella til landskassan. Sjálvstýrisflokkurin stendur spyrjandi mót- vegis førda fíggjarpolit- ikkinum hjá samgonguni. Samstundis sum sam- gongan gevur skattalætta, leggur hon upp til stórar útreiðslur til skúlar ellisheim við meira. Sjálvstýrisflokkurin tek- ur undir við, at tað al- manna fremur bygnaðar- broytingar, við tí fyri eyga at fremja rational- iseringar. Flokkurin krev- ur tó, at tænastustøðið fyri borgaran og vinnuna ikki verður verri av hesum. Í samband við bygnað- arbroytingar á Toll og Skattstovu Føroya, eftir- lýsir flokkurin nøktandi grundgevingar og átalar harðliga framferðina hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Sjálvstýrisflokkurin krevur eisini, at lands- stýrismaðurin í fiski- vinnumálum umgangandi ber so í bandi, at álit aftur verður á tilbúgving okk- ara. Kári P. Højgaard, politiskur leiðari Sjálvstýrsfloksins, hevði fáar framtíðarætlanir at bera fram í formans- frásøgn síni til landsfundin Unga Sjálvstýrið stóð fyri einastu nýskapan á fundinum, tá nýggja búmerkið varð víst fram