Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-08, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mars 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 46 - 8. mars 2005 17 Vit mugu tosa saman ntsbólkurin sendi í síðstu viku Anders Fogh Rasmussen bræv, har limirnir heittu á hann um at taka uppskotið um heimildarlógina við- víkjandi Grønlandi aftur. Nú mugu føroy- ingar og grønlending- ar tosa saman, sigur Kuupik Kleist HEIMILDARLÓGIN Marjun Dalsgaard Hóast at landstýrisformað- urin Hans Enoksen, úr grøn- lendska Javnaðarflokkinum, Siumut, hevur sagt, at landsstýrið ikki er sinnað at biðja Anders Fogh Rasmus- sen taka lógaruppskotið aft- ur, skrivaðu Lars-Emil Jo- hansen úr Siumut og Kuup- ik Kleist úr Inuit Ataqatigiit úr Norðuratlantsbólkinum í síðstu viku undir eitt bræv, har teir heittu á Anders Fogh Rasmussen um at taka lóg- aruppskotið viðvíkjandi grønlendsku heimildarlóg- ini aftur. Kuupik Kleist vónar, at hetta grønlendska og før- oyska samstarvi fer at fáa løgmann og landstýrisfor- mannin at tosa saman. – Tað er ikki so týdning- armikið, um brævið førir til kjak heima, møguliga vit fáa ein kuril á tráðin í mun til landsstýrið, men brævið kann vónandi føra til, at føroyingar og grønlending- ar fara at tosa saman. Nú hava føroyski løgmaðurin og grønlendski landsstýris- formaðurin skrivað brøv til hvønn annan, og eg haldi, tað er tíð uppá, at teir byrja at tosa saman. Tosa vit sam- an, skal málið nokk loysa seg, tí eingin av okkum hevur nakran áhuga í, at hin parturin kemur at standa veikur, sigur Kuupik Kleist. Hann heldur ikki, at Lars- Emil Johansen og hann fáa stórar trupulleikar heima orsaka av hesum. – Vit hava ikki tikið stuð- ulin til sjálvt uppskotið aft- ur. Tað er mannagongdini vit mæla ímóti, sigur hann og leggur aftrat, at eftir hansara tykki er nakað spinnandi galið í eini sam- starvi, har tríggir partar eru umfataðir av eini avtalu, sum bert tveir partar ynskja. – Vit vóru tríggir partar í einum starvsbólki, føroy- ingar, danir og grønlend- ingar. So tóku føroyingar seg aftur, og uppskotið verður so langt fram ímóti teirra vilja, hóast at teir eru umfataðir av lógini - hetta er ikki vanlig demokratisk mannagongd, sigur Kuupik Kleist. Løgi at lógin skal viðgerast nú Hóast at grønlendska landsstýri stuðlar lógarupp- skotinum, er Kupik Kleist ikki heilt sannførdur sjálv- ur. – Eg havi mangan spurt forsætismálaráðharran, hví lógaruppskotið skal leggj- ast fram nú. Sum partur av samgonguni standi eg sjálvsagt aftanfyri innihald- ið í hesum uppskotinum, men eg dugi als ikki at síggja, hví tað skal takast fram nú - hóast eg havi ein illgruna um hví, sigur hann. Hann heldur, at danska stjórnin ynskir at lógarfesta á uttanríkisøkinum, áðrenn sjálvstýriskommisiónin er farin í holt við at viðgera tað. – Grønlendingar eru í eini aðrari støðu enn føroy- ingar - vit arbeiða við eini sjálvstýriskommisión, sum væntandi hevur eina heilt nýggja heimastýrislóg klára um hálvt annað ár, tí kann tað tykjast løgi, at lógin skal viðgerast nú, sigur hann. Um lógaruppskotið sigur Kuupik Kleist, at taðer betur enn einki, men ikki nóg gott. – Vit hava tikið fyrvarni fyri, at heimildarlógin kann broytast, um hon stendir í vegin fyri tí, sum sjálv- stýriskommisiónin kemur fram til. Haraftrat fáa vit hóast alt víðari rammur, enn vit hava havt við hesi lógini - tær eru møguliga ikki víðar nokk, men vit hava nokk ikki so markant- ar meiningar um evnið, sum flokkurin hjá Høgna Hoydal - og hann tykist nú hava sannført nógvar av hinum føroysku politisku flokkunum, sigur Kuupik Kleist. Í brævinum til Anders Fogh Rasmussen verður sagt, at av tí at breið semja er millum føroysku polit- isku flokkarnar um at inni- haldið í lógaruppskotinum ikki kann góðtakast, eins og limirnir í tingbólkinum halda framgongdina í mál- ininum vera í stríð við vanliga demokratiska mannagongd, vilja teir tríggir fólkatingslimirnir heita á Fogh um at taka uppskotið aftur, til semja er funnin millum donsku stjórnina og føroyska landsstýrið. Anders Fogh Rasmussen vil ikki siga nakað um málið, fyrr enn hann hevur svarað løgmanni. Fyri Búnaðargrunnin verður søkt eftir stjóra. Búnaðargrunnurin varð stovnaður tann 1. januar 2005 og yvirtók í hesum sam- bandi ognir og virksemi hjá Jarðar- grunninum og Grunninum fyri Vakstrar- hús og Grønmetisframleiðslu. Virksemið hjá Búnaðargrunninum fevnir um útlán til landbúnað. Búnaðargrunnurin verður umsitin av einum av landsstýrismanninum valdum stýri við 5 limum. Í grunninum eru 4 starvsfólk. Talan er um eitt nýtt starv. Stjórin fær ábyrgdina av dagligu leiðsluni av Búnaðargrunninum við ávísing til stýrið. Stjórin skal í neyvum samarbeiði við stýrið í Búnaðargrunninum, skipa fyri innanhýsis mannagongdum í sambandi við veitan av lánum og røkt av núverandi lánum. Starvið er sambært lógini um Búnaðar- grunnin tíðaravmarkað til 1. mai 2007. Lønin verður ásett eftir nærri avtalu. Um Búnaðargrunnin Starvið Starvslýsing Stjóri til Búnaðargrunnin Umsøkjarin Umsóknir Dentur verður lagdur á, at umsøkjarin: • hevur leiðsluroyndir • hevur hollan ástøðiligan og praktiskan kunnleika til roknskap og fíggjarviðurskifti, umframt at verða vanur at arbeiði við teldu Umsókn við upplýsingum um útbúgving og royndir, skal sendast til SPEKT statsaut. revisorar Sp/f, í seinasta lagi 1. apríl 2005. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Súna Schwartz Jacobsen á telefon 34 34 34. Allar upplýsingar og umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. • dugir at arbeiða sjálvstøðugt • hevur góð samstarvsevni • dugir væl at málbera seg í skrift og talu. Spekt statsaut. revisorar Sp/f spekt@spekt.fo www.spekt.fo Staravegur 1 Postboks 3258 FO-110 Tórshavn Telefon 34 34 34 Telefaks 34 34 35 Heiðavegur 15 Postboks 190 FO-600 Saltangará Telefon 474 474 Telefaks 474 475  Correspondent Firm of International a Swiss Cooperation KPMG Føroyingar og grønlendingar mugu tosa saman um hetta málið, so finna vit eina loysn, tí eingin av okkum er áhugaður í, at hin parturin kemur at standa veikur, sigur Kuupik Kleist úr Norðuratlantsbólkinum