týsdagur 8. mars 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 • týsdagur • 8. mars 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Við einum tí besta av-
rikinum leingi tryggj-
aðu vestmenningar
sær leygardagin før-
oyameistaraheitið í
manshondbólti, tá ið
teir góvu kollfirðing-
um eina uppvísing í
meistaraspæli
FØROYAMEISTARAR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Vestmenningar hava leingi
gingið og bíða eftir tí degi,
tá ið teir endaliga tryggjaðu
sær føroyameistaraheitið í
manshondbólti 2005. Und-
an dystinum móti KÍF í
Hoyvík leygardagin var
greitt, at fekk VÍF bert tað
eina stigið, so var meistara-
heitið í hús.
Púra klárir til
uppgávuna
Tað var sjón fyri søgn frá
fyrsta bríksli, at vestmenn-
ingarnir vóru púra klárir til
uppgávuna. Allir mans
tóktust ógvuliga uppsetttir
uppá, at meistaraheitið
skuldi tryggjast móti koll-
firðingum, sum hinvegin
tóktust eitt sindur óttafullir
um uppgávuna.
Kollfirðingar valdu at
verja rættuliga offensivt,
sum teir eru vanir, og mill-
um annað vardu teir rættu-
liga frammalaga á bæði
Sámali á bakkinum og á
Daniel Rapa á miðjuni.
Hetta hevði við sær, at tað
gjørdist rættuliga opið aft-
an fyri verjuna, og hetta
dugdu vestmenningar væl
at gera sær dælt av.
Vengurnir hjá VÍF trektu
nevnliga ofta inn á strik-
una, og harvið drógu teir
verjuna hjá kollfirðingum
saman, og hetta gav sera
gott pláss hjá VÍF at fara
ígjøgnum úti í síðunum.
Tað hevur verið eitt eyð-
kenni hjá KÍF í ár, at teir
hava valt eina rættuliga off-
ensiva verju, sum teir vóna
kann oyðileggja rútmuna í
álopsspælinum hjá mótpart-
inum. Hetta hevur eydnast
teimum mangan, men leyg-
ardagin gav hetta einki úr-
slit, tí vestmenningar høvdu
ongar trupulleikar av at
spæla móti offensivu verj-
uni, og tað er kanska enn eitt
dømi um, hví VÍF er besta
liðið í landinum.
Eli er nakað serligt
Tá lá rættuliga væl fyri í
álopspartinum hjá vest-
menningum, og serliga ein
maður sum Áki G. Olsen
hevði ein góðan. Ikki ein-
ans fekk hann fleiri góð
mál, har hann at kalla bardi
seg gjøgnum verjuna hjá
kollfirðingum. Áki átti eis-
ini heilt ofta næstseinastu
hondina á bóltinum, áðrenn
hann sat í netinum.
Í hinum endanum mundi
verjan hjá vestmenningum
spæla ein tann besta dystin
hjá sær í alt ár, og tað sum
verjan ikki fekk fatur á, tað
tók ein serstakliga væl upp-
lagdur Eli Müller sær av.
Eli hevur, síðani hann
kom aftur eftir skaða, iva-
leyst verið besti maður hjá
vestmenningum. Í fleiri
dystum hevur hann næstan
einsamallur maður tikið
mótið frá mótstøðuliðun-
um, og leygardagin var
einki undantak í so máta.
Tað var næstan líka mikið,
hvat kollfirðingar royndu
seg við, so tók Eli sær av tí.
Framúrskarandi málmans-
spælið hjá Eli Müller hevði
við sær, at álopsspælið hjá
KÍF gjørdist ógvuliga stirv-
ið og fjáltursstungið, og
menn vóru trekir við at
royna seg.
VÍF bygdi sær tískil so
við og við eina rættuliga
trygga leiðslu, og tað gekk
heldur ikki long tíð, so var
dysturin og harvið føroya-
meistaraheitið avgjørt.
Bólttap í hópatali
VÍF-maskinan koyrdi sum í
gomlum døgum, og neyð-
ars Óla Kristian í málinum
hjá kollfirðingum bleiv
ferð aftan á ferð svikin av
verjuni hjá sær. Tað var
heldur ikki so, at kollfirð-
ingarnir kundu steðga VÍF
við at taka ein mann burtur
úr, tí vestmenningar hava
so nógvar streingir at spæla
uppá, so tað ger ikki nakran
serligan mun.
Tá ið so kollfirðingar
sjálvir høvdu bóltin, var tað
heilt ófatuligt at síggja,
hvussu
ofta
teir
púra
óneyðugt tveittu bóltin út
av vøllinum, uttan at teir
yvirhøvur vóru trýstir av
mótstøðumonnunum.
Tað var týðuligt, at tað
gjørdist bara truplari og
truplari hjá KÍF at fylgja
Harald Bjørgvin, gullvinnari:
- Vit standa
saman sum
eitt lið
Ein av veteranunum
hjá VÍF, Harald
Bjørgvin, heldur, at
ein tann størsti
styrkurin hjá ný-
klaktu føroyameist-
arunum er, at teir
standa saman sum
eitt lið
GULLPRÁT
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Harald Bjørgvin sigur, at
tað hevur ofta verið so í
VÍF, at bakkarnir hava
skotið kanska eini tíggju
mál í part, men nú vóru
bakkarnir burtur, og so var
neyðugt hjá teimum at
standa saman sum eitt lið,
og tað var hetta, ið bar VÍF
fram til meistaraheitið.
Kapping um plássini
Harald Bjørgvin sigur, at
tað hevur verið hørð
kapping um plássini í
VÍF, og tað hevur givið
úrslit.
- Vit byrjaðu tíðliga at
fáa skaðar, og teir menn-
inir, sum traðkaðu til,
hava ikki staðið nakað
aftan fyri hinar, so tað
sást ikki aftur á liðnum Tá
ið so hinir komu aftur í
aftur, hava vit havt stóra
breidd, og heildin hevur
verið rættuliga kompakt,
og kappingin um plássini
hevur gjørt allar mans
betur, sigur Harald Bjørg-
vin.
- Vit hava havt ein
breiðan hóp, og vit hava
havt øgiliga góða venjing,
og tað hevur borið okkum
fram. Vit hava vant nógv í
ár, og sum heild hevur
uppmøtingin verið sera
góð, sigur veteranurin.
- Vit hava eisini verið
ógvuliga stabilir í dyst-
um. Vit hava í veruleikan-
um bert hava eina ordiliga
down-periodu, og tað var
í einum dysti, har vit ikki
høvdu ráð til tað, nevnliga
í steypafinaluni, sigur
Harald Bjørgvin.
Sjálvur minnist Harald
Bjørgvin ikki, hvussu
nógv meistaraheiti hann
nú hevur vunnið við VÍF,
men spurdur um hetta er
tað seinasta sigur hann:
- Tað veit eg ikki enn.
Triðja barnið er á veg, og
hondbólturin
krevur
nógva tíð. Hinvegin haldi
eg, at eg dugi rættuliga
væl at verða hjá familj-
uni, tá ið eg kann. Eg havi
tó ikki tikið nakra avgerð
enn um komandi ár, sigur
Harald Bjørgvin at enda.
KÍF-VÍF 19-28(8-15)
Gullið er tryggjað