týsdagur 8. mars 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 - 8. mars 2005
19
Dia Midjord, gullvenjari:
- Menn hava
verið ótrúliga
raskir
Dia Midjord rósti
sínum monnum fyri
at hava verið ótrú-
liga raskir at møta
upp til venjing, og
hann helt eisini, at
breiddin hjá vest-
menningum veru-
liga hevur staðið
sína roynd
GULLPRÁT
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Undan kappingarárinum
hevði Dia Midjord sett sær
mál, at VÍF skuldi gerast
millum trý tey fremstu
liðini í landskappingini,
og kanska eisini vinna sær
sess í steypafinaluni. Nú
hann kann taka saman um
kappingarárið, hevur VÍF
vunnið gull, og noydust at
lúta í steypafinaluni fyri
StÍF.
- Alt í alt eri eg stak væl
nøgdur við kappingarárið,
og eg hevði als ikki rokn-
að við, at vit skuldu standa
sum gullvinnarar longu í
triðseinasta
leikumfari,
sigur Dia Midjord.
Hava verið mest
støðugir
Spurdur hvussu tað ber
til, at VÍF er so nógv
framman fyri hini liðini í
ár, sigur Dia Midjord:
- Vit hava helst verið
tað mest støðuga liðið í
ár. Í byrjanini av kapping-
arárinum vunnu vit fleiri
dystir við einum máli,
men nú í seinastuni hava
vit vunnið støðugt, meðan
hini liðini samstundis
hava verið sera ófør til at
taka stig frá hvørjum øðr-
um. Kyndil fekk so eisini
av eini ella aðrari orsøk
ein óhepnan niðurtúr í
endaspælinum, og tað var
so bara til okkara fyri-
mun, sigur gullvenjarin
hjá vestmenningum.
- Hetta saman við eitt
sindur av hepni og harðari
venjing hevur givið úrslit.
Vit hava vant hart, og
serliga tíðliga í árinum
vandu vit sera hart, og tað
skal sigast, at menn hava
verið ótrúliga raskir til
venjing.
Uppmøtingin
hevur verið framúr góð,
og innsatsurin hevur verið
100 prosent hjá øllum,
greiðir Dia Midjord frá.
Aðrir tóku ábyrgd
Tá ið VÍF misti tríggjar av
sínum lyklaspælarum fyri
góðum mánað síðani,
væntaðu fleiri, at tað fór
at kosta VÍF dýrt, men tað
vísti seg bara tað øvugta.
Spurdur hvussu tað ber
til, sigur Dia Midjord:
- Tað er ofta so, at tá ið
eitt lið antin missir leikar-
ar ella venjara, so hevur
tað antin eina negativa ella
positiva ávirkan, og í okk-
ara føri tippaði tað tann
rætta vegin. Menn skiltu
tað, at nú skuldi ein eyka
innsatsur til, og tað eru
nógvir, sum veruliga tóku
ábýrgd. Hýrurin í hópin-
um var allatíðina sera góð-
ur, og tað hevur gingið
ótrúliga gott, sigur Dia
Midjord.
Tá ið vit at enda spyrja
Dia, um hann fer at halda
fram í Vestmanna kom-
andi ár, sigur hann, at tað
veit hann ikki enn. Tað
man tó neyvan verða nak-
að dulsmál, at teir í VÍF
undir øllum umstøðum
fegnir vilja hava havnar-
mannin at halda fram sum
venjara.
við í dystinum, og sjáldan
man eitt lið hava havt so
nógv brúk fyri einum hálv-
leikssteðgi, sum kollfirð-
ingar høvdu tað leygar-
dagin.
Áki aftur á vøllin
Vestmenningar vóru á odda
við sjey málum í steðgin-
um, og teir koyrdu á við
fullari ferð at kalla allan
dystin. Tíðliga í seinna
hálvleiki gjørdi stórskjúttin
Áki Olsen so comeback á
liðnum, og hann hevði bert
verið á vøllinum í ein hálv-
an minutt, so var hann
komin á máltalvuna.
At síggja til hevur tað ikki
havt nakra ávirkan á Áka, at
hann hevur verið burtur við
skaða í ein góðan mánað, tí
hóast hann einans fekk ein
lítlan hálvleik á vøllinum,
so gjørdist hann toppskjútti
hjá vestmenningum við seks
málum.
At sigurin hjá VÍF ikki
gjørdist størri enn tey
níggju málini, hevði eisini
sínar orsøkir. Ein var tann,
at so hvørt sum seinni
hálvleikur leið, fóru teir
gulu úr Vestmanna at hugsa
meira um klokkuna enn
sjálvan dystin, tí teir vildu
bara sleppa at feira meist-
araheitið. Hin orsøkin var
tann, at ungi KÍF-mál-
verjin, Jaspur Joensen, ið
loysti ein meiddan Óla
Kristian av tíðliga í seinna
hálvleiki, spældi ein fínan
dyst og hevði fleiri heilt
góðar bjargingar.
Fult uppiborið
At VÍF nú í triðseinasta
leikumfarið tryggjaði sær
føroyameistaraheitið
í
manshondbólti
er
fult
uppiborið. Teir hava verið
nógv tað mest støðuga liðið
í kappingini, og so hava teir
eisini havt tað hepnið, ið
eitt topplið skal hava.
Tá ið dystir hava staðið
til at fara báðar vegir, hevur
tað at kalla hvørja ferð
fallið út til teirra fyrimun,
og tað er ikki av tilvild.
Verður hugt at fólkinum,
sum venjarin Dia Midjord
hevur at ráða yvir, so kann
eisini staðfestast, at tað er
eitt sera væl samanspælt
lið, ið vestmenningar hava.
Teir allarflestu hava verið á
besta liðnum hjá VÍF í
mong ár, og útskiftingin
hevur verið lítil og eingin.
Tá ið so vestmenningar fyri
góðum mánað síðani vóru
hart raktir av skaðum, vóru
tað mong, ið høvdu hug til
at avskriva VÍF sum meist-
araskapskandidatar, men
teir tóku øll á bóli og bara
øktu um leiðlsuna hjá sær á
stigatalvuni.
Profilar sum Ingi Olsen,
Áki Olsen og Áki G. Olsen
vóru burtur, og tí noyddust
aðrir at taka ábyrgd á liðn-
um, og hetta hava teir gjørt
so dyggiliga. Menn sum Eli
Müller, Daniel Rapa, Harald
Bjørgvin og aðrir hava
veruliga blóma í seinastuni,
og VÍF hevur við einum
framúr góðum liðavriki
seinastu vikurnar tryggjað
sær meistaraheitið, sum teir
vóru so sera nær við at
vinna seinasta kappingarár.
Hóast
vestmenningar
longu nú eru meistarar, so er
ikki væntandi, at teir fara at
taka sær av løttum í teimum
báðum seinastu dystunum.
Komandi vikuskifti skulu
teir til Havnar at taka dystin
upp við arvafíggindarnir úr
Kyndli, og tað er einki at
ivast í, at vestmenningar
ógvuliga fegnir vilja vinna
tann dystin.
Í seinasta dystinum er tað
so steypavinnararnir úr
StÍF, sum koma á vitjan í
Vestmanna, og tað hevði
verið eitt virðuligt punktum
fyri eitt flott kappingarár
hjá VÌF, um teir endaðu
árið við at hevna ósigurin í
steypafinaluni, samstundis
sum teir tóku ímóti gull-
krónunum.
KÍF-VÍF 19-28(8-15)
KÍF: Regin Petersen 5(2),
Rógvi Weihe 4, Arnbjørn
Hansen 3, Teitur Joensen 3,
Jaspur Joensen 1, Mirko
Milinkovic 1, Gert Hansen
1, Jóan Pauli Olsen 1
VÍF: Áki Olsen 6, Áki G.
Olsen 4, Sámal Joensen 4,
John Zachariassen 3, Har-
ald Bjørgvin 2, Agnar Joen-
sen 2(1), Daniel Rapa 2,
Sjúrður Poulsen 2, Johnny
Joensen 2, Jákup Súni
Andreasen 1
Brotskøst: KÍF 4(2), VÍF
3(1)
Útvísingar: KÍF 3, VÍF 4
Dómarar: Eyðun Samuel-
sen og Andreas F. Hansen -
Dømdu ein góðan dyst,
hóast dysturin ikki var ser-
liga lættur at døma. Høvdu
eina greiða linju, og tóktust
allatíðina sera avgjørdir í
sínum dómum.