týsdagur 8. mars 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 46 - 8. mars 2005
H71-Kyndil 27-36(12-14)
Halda fast í silvurplássinum
Kyndil tykist nú hava
tryggjað sær silvurið,
eftir at teir sunnudag-
in vunnu greitt á hoy-
víkingum í einum
rættuliga rótutum
dysti
ATLANTIC AIRWAYS
KAPPINGIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað er ikki so langt síðani,
at sagt varð, at Kyndil
hevði eitt kompleks av hoy-
víkingum,
men
hesum
kompleksi tykjast teir nú
hava vunnið á. Seinastu
ferðirnir, ið liðini hava
hitst, hava teir grønu nevn-
liga vunnið greitt.
Breiddin sigraði
Dysturin
sunnudagin
í
Hoyvíkshøllini var eitt gott
dømi um, hvussu stór
breiddin á Kyndlaliðnum í
veruleikanum er. Í mun til
fleiri av hinum liðunum er
tað ofta so hjá Kyndil, eins
og hjá t.d. VÍF, at málini eru
rættiliga javnt býtt millum
fleiri spælarar.
Hjá hoyvíkingum er úr-
slitið sum oftast rættuliga
nógv tengt at, hvussu tað
gongur hjá serliga liðskip-
aranum Halgir Dahl Olesen
og kanska eisini Piti Negru.
Sunnudagin vóru kyndils-
menninir rættuliga væl
upplagdir, og tað vísti seg
eisini, at hóast útskiftingar-
nar vóru títtar hjá Kyndli,
so sást tað ikki aftur úti á
vøllinum, tí breiddin var so
mikið stór.
Góður endaspurtur
Leingi sá tað út til, at tað
fór at gerast ein javnur og
spennandi dystur millum
H71 og Kyndil. Gestirnir
fingu betru byrjanina upp á
dystin, men tað gekk ikki
long tíð, áðrenn hoyvík-
ingar svaraðu aftur og
komu upp á javnt.
Í fyrra hálvleiki var lítil
munur á liðunum báðum,
men móti endanum av
hálvleikinum fekk Kyndil
lagt seg tvey mál fram um
hoyvíkingar.
Eftir steðgin setti Kyndil
ferð á, og teir øktu um
leiðsluna hjá sær. Seinni
hálvleikur var einans átta
minuttir gamal, tá ið gest-
irnir høvdu lagt seg á odda
við fimm málum, 21-16, og
tey flestu hildu óivað, at nú
var avgjørt.
Men so var ikki, tí hoy-
víkingarnir
stríddust
manniliga fyri at fáa fatur á
Kyndil aftur, og tað var
eisini um reppið, at tað
eydnaðist teimum. Mun-
urin millum liðini minkaði
aftur støðugt, og tá ið ein-
ans tíggju minutttir vóru
eftir at dystinum, vóru ein-
ans tvey mál á muni.
So søgdu kyndilsmennin-
ir, at nú var nóg mikið, og
við einum øgiligum enda-
spurti syrgdu teir fyri, at
teir vunnu ein trivaligan
sigur á H71. Seinastu tíggju
minuttirnar skoraðu tær
grønu ikki færri tíggju ferð-
ir, meðan hoyvíkingarnir
einans fingu trý mál, so
endaliga úrslitið gjørdist
36-27 til Kyndil.
Silvurið fer ongan veg
Við sigrinum syrgdi Kyndil
fyri, at teir framvegis sita
trygt á silvurplássinum.
Komandi vikuskifti fær
havnarliðið vitjan av ný-
klaktu føroyameistarunum
úr Vestmanna, og tá verður
spennandi at síggja, hvussu
leikur fer.
Dystirnir millum Kyndil
og VÍF eru altíð nakað heilt
serligt, og tað er lítið at ivas
í, at hóast vestmenningar
longu eru meistarar, so fara
teir at gera alt teir megna
fyri at vinna á havnarmonn-
unum.
Kyndil tykist nú verða
komið fyri seg eftir eitt
longri tíðarskeið, har als
einki bar til hjá teimum.
Teir taptu tilsamans fimm
dystir á rað í lands- og
steypakapping, og tað var í
hesum tíðarskeiði, at teir
mistu sambandið við VÍF.
H71 hevur ikki staðið seg
so væl í seinastuni. Tað tyk-
ist sum um, at hoyvíking-
arnir langt síðani hava av-
skrivað hetta kappingarárið
sum eitt ár, ið bara skal
koyrast í gloymibókina.
Vónirnar hjá hoyvíkingum
undan
kappingarárinum
vóru góðar, men liðið hevur
fingið sera lítið burtur úr í
seinnu hálvu av kappingini.
H71-Kyndil 27-36(12-
14)
H71:
Esbern Patursson
6(1), Piti Negru 4, Halgir
Dahl Olesen 4, Johnny
Durhuus 4, Niels Viggo
Niclasen 4, Olaf Vesturgarð
2, Christian Eli Zach-ari-
assen 2, Sigtór Andreasen 1
Kyndil: Finnur Hansson 8,
Hans Áki Dal-Christiansen
7(1), Jakob Jónsson 6, Jan-
us Einar Sørensen 4, Høgni
Klein 4(1), Rókur Akralíð
3, Hjalti M. Jacobsen 1,
Jósef Abrahamsen 1, Hans
A. Thomsen 1, Ragnar
Stakksund 1
Brotskøst:
H71
1(1),
Kyndil 3(2)
Útvísingar: H71 2, Kyndil
4
Dómarar: Sámal Hansen og
Kristian Johansen
Oddaliðið Stjørnan
vísti sunnudagin, at
tað er eitt sindur á
muni millum tey
bæði fremstu liðini í
Sunset-kappingini og
so nærmastu kapp-
ingarneytarnar
SUNSET-KAPPINGIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Hóast onkur kanska hevði
væntað, at Søljan kundi
hótta Stjørnuna í Klaksvík
sunnudagin, so var ongan-
tíð nakar ivi um, hvat var
betra liðið.
Gjørdu bart
beinanvegin
Heimaliðið tóktist ógvu-
liga uppsettar til dystin, og
tær vístu eisini sín klassa
beinanvegin.
Stjørnan
legði fyri sum eitt óløgi, og
longu tá ið 10 minuttir
vóru leiktir, tóktist dystur-
in avgjørdur, tí tá hevði
heimaliðið lagt seg á odda
7-1.
Bronsukandidatarnir úr
Vágum fingu ongantíð
fótin fyri seg, og tær vóru
snøgt sagt runnar um koll í
fyrra hálvleiki. Heimaliðið
var flúgvandi, og tær bara
øktu um leiðsluna hjá sær.
Neyðars Kristina í mál-
inum hjá Søljuni kundi
bara standa og hyggja at,
meðan bóltarnir flugu um
oyruni á henni, og tað var
ikki eitt mál ov lítið, at
Stjørnan var á odda heili
15-6 í steðginum.
Í seinna hálvleiki skifti
venjarin hjá Stjørnuni,
Svein Rógvi Nielsen, eitt
sindur út á liðnum hjá sær,
og hetta gav Søljuni neyð-
uga andaholið til, at tær
komu eitt sindur fyri seg.
Nú meganði Søljan at
spæla upp við heimaliðið,
og tí gjørdist munurin á
liðunum báðum ikki so
stórur, sum kanska var
væntandi, tá ið farið var til
hálvleiks. Seinni hálvleik-
ur var rættuliga javnur, og
liðini skiftust um at skora.
Tá ið avtornaði, vísti tað
seg, at Stjørnan hevði vunn-
ið við tíggju málum, 33-23,
og tað var ikki eitt mál ov
lítið. Greiði sigurin hjá
oddaliðnum Stjørnuni á
bronsukandiatunum
úr
Søljuni sigur kanska eisini
eitt sindur um, hvussu stór-
ur munurin á teimum báð-
um fremstu liðunum og so
teimum liðunum, ið liggja á
teimum næstu plássunum, í
veruleikanum er.
Stjørnan-Søljan 33-
23(15-6)
Stjørnan: Katarina Stjepa-
nov 8(2), Bára S. Klakstein
6, Annika Ljósstein 6(3),
Joan M. Djordjevic 4, Al-
ina Olaru 3, Anna Kristina
Samson 3, Louisa Andrea-
sen 1(1), Maria við Neyst
1(1), Una Olsen 1
Søljan:
Nicoleta Radu
Hansen 7, Heidi Maria
Akselsen
5(5),
Lina
Andriulyte 4, Hertha Jóns-
dóttir Simonsen 4, Fía
Selma Nielsen 2, Kristi-
anna Petersen 1
Brotskøst: Stjørnan 8(7),
Søljan 7(5),
Útvísingar: Stjørnan 4,
Søljan 8
Dómarar: Brandur Johan-
sen og Heri Petersen
Stjørnan-Søljan 33-23(15-6)
Stjørnan vísti sín klassa
Hans Arni Thomsen og
Kyndil høvdu gott tak á
Esbern Patursson og H71
sunnudagin
Mynd: Álvur Haraldsen