Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-08, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mars 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 46 - 8. mars 2005 21 Neistin-StÍF 25-31(8-15) Strandingar vilja hava bronsuna Alt bendir nú meiri og meiri á, at tað verður StÍF, sum fer avstað við bronsu- heiðursmerkjunum ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Eftir eina ógvuliga trilvandi byrjan upp á kappingarárið sær tað nú út til, at StÍF fer tryggja sær heiðursmerkir, tá ið kappingarárið er av. Strandingar fingu annars eina sera vánaliga byrjan upp á árið, og teir lógu leingi einsamallir í botnin- um saman við Neistanum. Men liðið hevur virkað væl í endaspælinum, og tað hevur lyft strandingar upp á eitt heiðursmerkjapláss. Katastrofal byrjan hjá Neistanum Sunnudagin var StÍF á vitj- an hjá Neistanum í Havn, og tað endaði við einum tryggum sigri til strand- ingar. Ein av høvuðsorsøkunum til, at sigurin hjá StÍF gjørdist so mikið tryggur sunnudagin, var tann, at Neistin fekk eina katastro- fala byrjan upp á dystinum. Meðan strandingar heilt skjótt fingu hol á mál- skjótingina, so kann tað sama ikki sigast um heima- liðið. Einki riggaði hjá Neist- anum fyrstu løtuna, og frustratiónirnar vóru sjón- ligar. Antin vóru atsóknir- nar á StÍF-málið ikki nóg neyvar, ella var tað ein væl- leikandi Marian í málinum, sum tók sær av teimum. Undir øllum umstøðum eydnaðist tað so ikki Neist- anum at fáa hol, fyrr enn fyrri hálvleikur var nærum hálvrunnin. Tá ið hevði StÍF longu lagt seg á odda 7-0, og tað var hesa leiðslu, sum Neistin ongantíð megnaði at vinna innaftur. Gamaní royndu neista- menninir at koma aftur í aftur, men fyri steðgin megnaðu teir ongantíð at minka um leiðsluna hjá StÍF. Eftir steðgin fekk heima- liðið tó betur skil á verjuna hjá sær, og tað gav eisini úrslit. Neistin tók seg nú nakað inn á strandingar, men tað var tó ongantíð nóg mikið til, at sigurin hjá StÍF nakrantíð var í vanda. Tað nærmasta, ið Neistin kom, var tá ið Ólavur Brimnes um miðjan seinna hálvleik minkaði niður í 18-20, tí tá tóku strandingar seg um reiggj aftur og fingu endaliga avgjørt dyst- in til egnan fyrimuns. Gott kappingarár hóast alt Leygardagin var júst ein mánaði síðani, at StÍF vann steypafinaluna hjá monn- um á nýklaktu føroyameist- arunum úr VÍF. Havandi hetta í huga, og so tað, at teir nú liggja til at vinna bronsuna, so kann ikki sigast annað, enn at árið er á eini leið hjá strandingum, hóast tað sá rættuliga svart út tíðliga í kappingini Í samrøðu við Sosialin í sambandi við steypafinal- una segði ein av veteranun- um hjá strandingum, Alex- andur Johansen, at um bara teir vunnu finaluna, so var árið bjargað. Tað gjørdu teir so, og nú liggja teir so eis- ini til at fáa heiðursmerkir í landskappingini, so nú stendur væl til hjá StÍF. Í Neistanum hava tey hin- vegin langt síðani avskrivað árið í ár, og tey eru farin undir at fyrireika seg til komandi kappingarár. Ein danskur venjari, ið hevur føroyska konu, sum hevur sínar røtur í Neistanum, hevur verið í Føroyum og hugt nærri at umstøðunum í felagnum, og sum skilst eru samráðingarnar millum danan og Neistan komnar rættuliga væl áleiðis. Neistin-StÍF 25-31(8- 15) Neistin: Damir Oros 5(1), Freddie Poulsen 4, Tróndur Kragesteen 4, Blagoje Buha 4(2), Ólavur Brimnes 3, Áki Mørk 3, Dan Thorleifsson 2 StÍF: Sveinur Justinussen 9(3), Borgar Danielsen 5, Leivur Justinussen 5, Bent Djurhuus 4, Artur Johansen 4(2), Hávardur Trúgvason 2(1), Bárður Danielsen 1, Pauli G. Hansen 1 Brotskøst: Neistin 5(3), StÍF 9(6) Útvísingar: Neistin 2, StÍF 3 Dómarar: Andreas F. Han- sen og Eyðun Samuelsen Dan Thorleifsson og Neistin megnaðu ikki at steðga Arthuri Johansen og StÍF á Hálsi Mynd: Álvur Haraldsen