Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-08, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mars 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 46 - 8. mars 2005 Enn einaferð noydd- ust kvinnurnar hjá Tjaldur at leggja rygg til eitt stórtap, tá ið tær sunnudagin vóru og vitjaðu Neistan á Hálsi SUNSET-KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Manningin hjá Tjaldur eigur eitt stórt herðaklapp fyri, at tær so trúfastar møta upp til dyst, hóast tær ferð aftaná ferð leggja rygg til lemjandi ósigrar, har tær verða so dyggiliga úrlatnar. Soleiðis var eisini sunnudagin, tá ið steypafinalistarnir úr Neist- anum tóku ímóti manning- ini úr Runavík. Trý mál í hvørjum hálvleiki Dysturin millum kvinnur- nar hjá Neistanum og Tjaldur sunnudagin var samstundis eisini fyrsti dysturin hjá Inga Olsen í nýggja starvinum sum venjari hjá kvinnuliði Neistans. Ingi tók í farnu viku við eftir danan Flemming Raben, sum er farin aftur til Danmarkar. Ikki kann sigast annað, enn at Ingi fekk eina góða byrjan í nýggja starvinum, tí havnarliðið snøgt sagt smurdi gestirnar av. Tað var ikki óvæntað ongantíð nakar ivi um, hvagar sigurin fór, men at sigurin skuldi gerast so mikið stórur, sum hann gjørdist, var kanska eitt sindur óvæntað. Fyrstu tíggju minuttirnar var munurin ikki so øgiligur, tí tá legði Neistin seg einans á odda við trimum málum, 5- 2, men so settu tær ferð á. Innan fyri eitt tíðarskeið upp á góðar tíggju minuttir gjørdi heimaliðið ikki mæt- ari enn at skjóta heili ellivu mál á rað, har gestirnir úr Runavík einki mál fingu, og so var Neistin bráddliga á odda heili 16-2, og dyst- urin var væl og virðiliga av- gjørdur. Ingi Olsen sá skjótt, at her gjørdist talan um ein lættan sigur, og hann valdi tí at skifta nógv út á liðnum hjá sær, og fleiri av teimum hjá Neistanum, sum vanliga sita nógv á beinkinum, fingu heilt fitt av spælitíð sunnudagin. Hesar stóðu seg eisini væl, og Neistin bara økti og økti um leiðsl- una hjá sær, og leikararnir hjá Tjaldur vóru at kalla statistar ein stóran part av dystinum. Risasigurin 47-6 sigur ikki so lítið um, hvussu trupult Tjaldur hevur tað í fremstu deildini, og spurn- ingurin er, um tað ikki er drepandi fyri hondbólts- áhugan í Runavík, at kvinnuliðið soleiðis ferð aftaná ferð noyðast at leggja rygg til lemjandi ósigrar. Tær gera sítt besta, men enn er tað ikki nóg mikið til at bjóða hinum liðunum av og fáa nakað burturúr. Neistin-Tjaldur 47- 6(22-3) Neistin: Ása Dam á Neysta- bø 10, Unn Kragesteen 8, Simona Petersen 7(2), Marjun Tróndarson 5, Lív Sørensen 4, Mia Káradóttir 3, Annika Thomsen 3, Jórun Ludvig 3(1), Mildrið Jacob- sen 2, Maria Dahl 2 Tjaldur: Marian Isaksen 3, Jacoba Langgaard 3 Brotskøst: Neistin 4(3) Útvísingar: Tjaldur 2 Dómarar: Eyðun Samuel- sen og Andreas F. Hansen Neistin-Tjaldur 47-6(22-3) Tjaldur fekk enn ein lússing Tað var um reppið, at kvinnurnar hjá VÍF syrgdu fyri einari minni sensatión, tá ið tær vóru í Vági sunnudagin SUNSET-KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað hevur í miðlunum verið ført fram í seinastuni, at VB er tað av oddaliðunum báð- um, sum hevur verið meiri støðugt, og sum hevur verið meiri sannførandi móti lið- unum, ið liggja longur niðri á stigatalvuni. Tey flestu høvdu óivað eisini vænta, at vágskvinnur fóru at vinna ein lættan sigur á VÍF sunnudagin, men so var ikki. Byrjaðu sum væntað Í byrjanini av dystinum sá tað annars út til, at tað fór at ganga, sum tey flestu høvdu væntað, tí VB legði seg skjótt á odda, og tað gekk heldur ikki long tíð, so høvdu tær lagt se eini fýra mál fram um VÍF. Men so gjørdi VÍF ein vørr í nakrar fáar minuttir, og tað hevði við sær, at tær heintaðu fýra mál inn aftur á VB, og tí stóð tað brádd- liga á jøvnum 9-9. Nú gekk tað rættuliga javnt á, og liðini fylgdust tað, ið eftir var av fyrra hálvleiki. VB var á odda 14-12 tveir minuttir fyri steðgin, men áðrenn hálv- leikur var, høvdu vest- mannakvinnurnar strítt seg upp á javnleik 14-14, sum var hálvleiksstøðan. Eftir steðgin var tað framhaldandi rættuliga javnt, men nakað út í seinna hálvleik tóktist dysturin fáa sína avgerð, tá ið VB skeyt fimm mál á rað og legði seg á odda 23-19, og einans góðir tíggju minuttir vóru eftir at spæla. Men VÍF vildi tað øørvísi, og tær góvu ikki skarvin yvir. Nú tóku gestirnir yvir aftur, og nú vóru tað tær, sum fingu fimm mál á rað, og trúfastu viðhaldsfólkini hjá VB gjørdust eitt sindur óttafull um, at lokalu hetj- urnar skuldu nú fara at snáva á heimavølli. Men VB er ikki við í odd- inum fyri einki, tí hóast VÌF var á odda 24-23, tá ið fýra minuttir vóru eftir at leika, so var tað heimaliðið, ið endaði omaná. Verjan hjá VB stóð sum ein múrur síðstu minuttirnar, og VÍF fekk einki mál afturat í dystinum. Í hinum endan- um eydnaðist tað teimum at fáa tvinni mál, so tá ið alt kom til alt, endaði tað við einum sera teprum 25-24 sigri til VB, sum av álvara fekk ein hvøkk sunnudagin. At tær hjá VÍF hingu við høvdunum, tá ið dysturin var av, var einki at siga til, tí tær høvdu verið ómetaliga nær við at vinna ein ógvu- liga óvæntaðan sigur, men gjørdust akkurát ov stuttar. VB-VÌF 25-24(14-14) VB: Daiva Tomaite 11(5), Arnleyð Hjelm 6, Aukse Vysniaskaite 3(1), Christ- ina Holm 3, Sólrun Krosslá 1, Rannvá Augustinussen 1 VÍF: Ioana Rapa 9(4), Fríða Marjunardóttir 4(1), Finngerð H. Jensen 3, Linda Johannesen 3, Niko- lina Eyðbjørnsdóttir 3, Alice Høghamar 2 Brotskøst: VB 8(6), VÍF 6(5) Útvísingar: VB 4, VÍF 5 Dómarar: Hannis og Uni Wardum VB-VÍF 25-24(14-14) Um reppið hjá VÍF Tølini tala fyri seg. Tjaldurskvinnur fingu ein ordans lúsing frá Neistanum Mynd: Álvur Haraldsen Tað var um reppið, at VÍF tók stig frá VB í Vági Mynd: Áki Bertholsen