Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-08, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mars 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 46 - 8. mars 2005 23 Fremad Amager stríddist manniliga ímóti yvirvøldini FCK lat ongantíð nakran iva vera um, at Fremad Amager ikki fór at vera nakar snávisteinur hjá teim- um royndu stjørnun- um í FCK. Sæð við føroyskum brillum var dysturin eitt lítið vónbrot, hóast Andr- ew av Fløtum fekk smáar tjúgu minuttir á vøllinum DONG-CUP Stefan í Skorini stefan_skorini@hotmail.com Tað var greitt frá byrjan av, at FCK tók uppgávuna ímóti 1. deildarfelagnum Fremad Amager í størsta álvara. Venjarin Hans Backe hevði sett sína sterkastu manning á vøllin fyri at tryggja sær pláss í hálvfinaluni í Dong Cup, har arvafíggindin Brøndby bíðar. Tað hevur gingið sera illa hjá FCK í landskappingini, og tí er steypakappingin ein gyltur møguleiki at bjarga kappingarárinum og tryggja sær luttøku í evropeiskum fótbólti komandi kapping- arár. FCK vann eisini steypakappingina í fjør. Hóast FCK greitt var við yvirlutan, bardist Fremad Amager manniliga allan dystin og megnaði enntá at bíta frá sær í fyrra hálv- leiki. Verjuvilla setti FCK í gongd Fyrsta stóra møguleikan hevði Sibusiso Zuma, tá Álvaro Santos legði innfyri til suðurafrikanaran, sum úr stuttari fjarstøðu sendi framvið málinum. Tað sást rættiliga skjótt, at verjan hjá Fremad fór at fáa trupulleikar við teimum báðum áleyparunum hjá FCK. Løtu seinni royndi Zuma seg aftur við vanda- miklum langskoti, men kanónin hjá honum var ikki innstillað hendan dagin. Tá fyrri hálvleikur varð hálvrunnin, legði FCK seg framum. Fyrrverandi FCK- leikarin Martin Nielsen, ið eisini var liðformaður hjá Fremad Amager, skuldi rudda burtur, men rakti als ikki bóltin í avgerandi løt- uni. Ístaðinfyri at beina bóltin burtur av vandaleið, datt hann beint fyri føturnar hjá Santos, ið legði FCK framum. FCK hevði verið spælstýrandi higartil í dyst- inum, men tað var harmi- ligt hjá Fremad, at fyrsta málið skuldi koma eftir eitt so stórt mistak frá einum royndum leikara. Fremad svarar aftur Tað gingu tó bert tríggir minuttir, áðrenn Fremad Amager hevði javnað til 1- 1. Eitt fríspark varð sent innfyri úr vinstra borðið, har verjuleikarin Dennis Danry fekk høvdað bóltin í netið, eftir eitt sindur aftur og fram í brotsteiginum. Stór frøi á teimum mongu Amager-viðhaldsfólkun- um, og tey royndu at seta sín dám á stemningin. Tað var greitt, at um Fremad Amager skuldi gera nakrar skreytir í hesum dystinum, skuldi tað vera eftir deyðbóltar úr síðun- um, tí Fremad megnaði at kalla ongantíð at spæla seg fram til vandamiklar støð- ur. Henrik Toft var einsa- mallur framherji, og hann formáddi sær sera lítið ímóti Bo Svensson og Dan Thomassen í miðverjuni hjá FCK. Nógv fólk hevði lagt leiðina av Amager inn á fastlandið at hyggja eftir lokaluppgerðini millum FCK, og blákløddu Fremad Amager viðhaldsfólkini vóru bæði harðmæltari og sjónligari úti á Østerbro hendan sera kalda sunnu- dagin. Hetta var eisini tann stóri dysturin, sum fólk úti á Amager hava bíðað eftir í stórum spenningi, síðan lutakastið í november hevði við sær, at Fremad Amager skuldi møta stórabeiggj- anum FCK. Fremad Am- ager skuldi upprunaliga hava heimavøll í hesum dystinum, men felagið valdi heldur at spæla dystin í Parkini, av tí at heima- vøllurin ikki er serliga vælegnaður til dystir ímóti einum stórum felag sum FCK, ið hevur nógv við- haldsfólk. Silberbauer á rætta staðnum Í trettan minuttir megnaði Amager at halda FCK frá fatinum, men so kom eisini veruligi styrkismunurin til sjóndar. Beint eftir málið hevði Zuma enn ein gyltan møguleika at leggja FCK framum, men hetta var als ikki hansara dagur. FCK setti ferðina upp móti endanum av fyrra hálvleiki, og tað gav eisini úrslit fimm minuttir fyri steðgin, tá Micheal Silber- bauer sendi eitt flatt lang- skot í netið. Fremad-leikar- arnir vóru óivað eitt sindur vónbrotnir av, at teir ikki megnaðu at halda støðuna inntil steðgin. Hetta hevði kanska givið teimum møguleika umskipa seg og fingið nøkur góð ráð frá venjaranum. Men tíggju minuttir inn í seinna hálvleik, varð dyst- urin at kalla avgjørdur. Norðmaðurin Magne Hoseth, ið eisini skoraði ímóti Rosenborg hóskvøld- ið, fekk eina sending frá Santos inni í brotsteiginum, og hann legði FCK framum 3-1. Eftir hetta setti FCK ferðina nakað niður, og trýstið á Amager málið linkaði. Andrew á vøllin So kom løtan, ið allir føroy- ingarnir í Parkini bíðaðu eftir, og tað var, tá Andrew av Fløtum varð sendur inn í Løvens Hule, sum Parkin eisini verður kallað. Hann kom inn í 75. minutti fyri Kenny Thorup. Tað var sjálvandi ov nógv at vænta, at hann skuldi broyta dystargongdina hesar fáu minuttirnar, hann var á vøllinun, men tað var hóast alt hugaligt at síggja ein føroyskan leikara í Parkini. Andrew hevði eina sera torføra uppgávu, nú hann stóð yvirfyri nøkrum av teimum bestu verjuleikar- unum í ríkinum, og sum allir hava drúgvar royndir úr Superliguni. Men Andr- ew smæddist tó ikki burtur, og royndi at taka lut og at taka ábyrgd í álopsspælin- um hjá Fremad, sum tó tóktist sera tannleyst ímóti FCK-verjuni. Fakta um dystin Fremad Amager - F.C. København 1-3 (1-2) 0-1 Álvaro Santos (24.) 1-1 Dennis Danry (27.) 1-2 Michael Silberbauer (40.) 1-3 Magne Hoseth (55.) Fremad Amager: Kim Drejs, Teddy Holst (46. Michael Strandquist), Martin Nielsen, Kenny Thorup (75. Andrew av Fløtum), Thomas Lundbye, Yusuf Öztürk, Dennis Danry, Henrik Toft (80. Ali Riza Salci), Baris Özcan, Alexandrs Roslovs, Ali Aliji. F.C. København: Balázs Rabóczki, Lars Jacobsen, Bo Svensson, Tobias Linderoth (60. Christian Traoré), Álvaro Santos (66. Peter Møller), Michael Silberbauer (77. Ole Tobiasen), Magne Hos- eth, Sibusiso Zuma, Peter Christiansen, Dan Thom- assen, Hjalte Nørregaard. Áskoðarar: 6.790 Føroyskt vónbrot ÚTISETAR Stefan í Skorini Dysturin í Parkini sunnudagin hevði ser- ligan áhuga millum før- oyingar orsakað av, at bæði feløgini hava før- oyskar leikarar á løn- arlistanum. Men tá tað sunnudagin gjørdist greitt, at Todi Jónsson als ikki var við í hópinum, og at Andrew av Fløtum var á beink- inum hjá Fremad Amag- er, var dysturin ikki eins áhugaverdur, sum hann kundi verið. Todi tykist at hava tor- ført við at koma innaftur í hitan eftir at hava drigist við ein av teim- um mongu skaðunum, ið hava darvað hansara yrkisleið seinastu árini. Hóskvøldið fekk hann eini tíggju minuttir á vøllinum í 2-2 javnleik- inum ímóti Rosenborg í Royal League. Hann megnaði eisini at leggja upp til útjavnandi málið í seinasta minutti. Men sunnudagin varð hann so settur heilt uttanfyri. Spennandi verður at síggja, hvørja framtíð Todi hevur sum áleypari hjá FCK. At Andrew var á bonk- inum var ikki nakað stórt yvirraskilsi, men fleiri av okkum høvdu vónað, at venjarin hóast alt fór at vísa føroy- inginum álit og hava hann við í byrjunar- uppstillingini. Tað var tó hugaligt at síggja Andr- ew royna seg ímóti teimum stóru í donskum fótbólti. Andrew av Fløtum fekk síðsta korterið á vøllinum, tá ið Fremad Amager sunnudagin tapti 1-3 fyri FC Keypmannahavn uttan Toda Jónsson í hópinum í Parkini. savnsmynd