Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-08, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mars 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 46 - 8. mars 2005 Heimaliðið vann Klaksvíkskappingina Tað var heimaliðið KÍ, sum um vikuskift- ið vann árligu Klaks- víkskappingina FÓTBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Afturvendandi Klaksvíks- kappingin, sum á hvørjum ári verður leikt stutt undan, at fótbóltskappingarárið fer á rull, var á skránni um vikuskiftið. Sum siður er luttóku trý tey fremstu lið- ini frá undanfarna ári um- framt KÍ. Smurdu javnaldrarnar av Leygardagin vóru hálvfin- alurnar leiktar. Lutakastið vildi tað so, at tað vóru B36 og Skála, sum hittust í aðr- ari, meðan javnaldrarnir KÍ og HB hittust í hinari. Dysturin millum Skála og B36 gjørdist rættuliga javnur, men tað var havnar- felagið, ið dróg longra strá- ið og vann dystin 1-0. Mál- ið skeyt annar av klaksvík- ingunum hjá B36, Allan Mørkøre, sum leygardagin slappi at royna seg í álop- inum hjá árstalsfelagnum. Hin hálvfinalan stóð sum áðurnevnt millum heima- liðið KÍ og greipuvinnar- arnar úr HB. Hendan dystin vunnu klaksvíkingar greitt 4-1, og talan var veruliga um klassamun, frætta vit úr Klaksvík. Málskjúttar hjá KÍ hend- an dagin vóru Ove Nysted, Arnhold Joensen og Heðin á Lakjuni, umframt at HB gjørdi eitt sjálvmál. Málið hjá HB skeyt Jákup á Borg. Jøvn finala Sunnudagin var tí fyrst leikt um 3. og 4. plássið, og hesin dystur stóð sjálvsagt millum Skála og HB. Her var HB greitt tað betra lið- ið, og teir vunnu eisini dystin fult uppiborið 4-1. Hvørki HB ella Skála vóru fullmannaði til dystin. Eftir at tað var greitt, hvør gjørdist nummar trý og nummar fýra, var so finalan millum KÍ og B36 á skránni. Finalan var rættuliga jøvn og spennandi, og til tíðir var hon eisini rættuliga vælspæld. Tað var tó heimaliðið KÍ, sum gjørdist vinnari av kappingini, tí teir vunnu finaluna 1-0. Málið skeyt sterki verjuleikarin Ove Nysted í seinna hálvleiki. Tað er kanska eitt sindur tíðliga at gera sær nakrar niðurstøður út frá eini slík- ari kapping, men tað skerst ikki burtur, at serliga KÍ tykist verða rættuliga væl fyri í ár. Liðið hevur fingið styrk frammalaga á vøllin- um, og tað hevur munað væl. Hjá HB kann tað eisini vísa seg, at luttøkan í kapp- ingini gjørdist kostnaðar- mikil, tí leikandi venjarin, Heine Fernandez, noyddist leygardagin í dystinum móti KÍ av vølli við skaða í knænum, og tað tóktist verða talan um ein heldur álvarsligan skaða. vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 8 7 - 0 - 1 527 465 62 22 2 Kyndil 8 4 - 0 - 4 534 446 88 16 3 StÍF 8 5 - 2 - 1 483 506 -23 15 4 KÍF 8 3 - 1 - 4 448 489 -41 11 5 H71 8 2 - 0 - 6 515 535 -20 9 6 Neistin 8 1 - 1 - 6 489 555 -66 6 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 5 5 - 0 - 0 512 364 148 23 2 VB 4 4 - 0 - 0 584 350 234 21 3 Neistin 5 3 - 0 - 2 537 404 133 14 4 Søljan 4 3 - 0 - 1 479 417 62 14 5 VÍF 5 1 - 0 - 4 436 447 -11 7 6 StÍF 5 1 - 0 - 4 424 490 -66 7 7 Kyndil 5 2 - 0 - 3 382 503 -121 7 8 Tjaldur 5 0 - 0 - 5 282 661 -379 0 FS Vágar 2004 kom víðari Fyrsti dysturin í fót- bóltskappingarárinu m var leiktur í Hvalba leygardagin, tá ið Royn og FS Vágar 2004 spældu innleiðandi dyst í kappingini um Løg- manssteypið LØGMANSSTEYPIÐ Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Fótbóltskappingarárið 2005 er farið av bakka- stokki. Fyrsti veruligi dysturin á árinum var leiktur í Hvalba leygar- dagin, har Royn og FS Vágar 2004, sum vága- menn nú rópa liðið hjá sær, brustu saman. Talan gjørdist um ein rættuliga javnan dyst, og avgerðin fall ikki, fyrr enn okkurt um tíggju minuttir vóru eftir av dystinum. Tà fingu vága- menn brotsspark, og tað setti Birgir Joensen í netið til 1-0, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum. Við sigrinum hevur FS Vágar spælt seg víðari í kappingini, og nú fáa teir høvi til at royna seg í eini rættuligari lokaluppgerð, tí mótstøðuliðið í næsta umfari verður eingin ann- ar enn SÍ úr Sørvági. FS Vágar má tó metast sum stórfavorittar til tann dyst- in, tí liðið spælir á hægri støði enn sørvingar, og harumframt hava teir eisini nógvar spælarar, ið hava royndir úr fremstu deildini í Føroyum. Leygardagin 12. mars 2005, verður árliga finalan, har føroyameistaranir fyri pør skulu finnast. Kapp- ingin er altíð ein av teimum best umtóktu kappingun- um, ið FBS skipar. Finalan byrjar kl. 10:00 og verður hon leikt í Bridgehúsinum í Havn. Spæld verða 76 spøl. Fyri at koma í finaluna, hava øll tey 20 pørini, ið eru komin í finaluna, kapp- ast í einari hálvfinalu, sum varð leikt síðst í februar. Í hálvfinaluni varð skipað í tveimum røðum. Vinnarinir av tí gula raðinum gjørdist: Høgni Jacobsen - Finn Ougaard Vinnarinir av tí grøna raðinum gjørdist: Heðin Mouritsen - Jóannes Mouritsen Tey 20 pørini, ið luttaka í finaluni: Heðin Jacobsen - Finn Ougaard Eilif Petersen - Petur A. Johannesen Salomon Johansen - Zakaris Joensen Eyðun Jensen - Georg Egholm Kaj Alstrup - Høgni Hansen Ásla Weihe - Hallgerð Hansen Dia Jacobsen - Jógvan Ranghamar Jón Andreasen - Danny Danielsen Allan Dal-Christiansen - Magni Jøkladal Heðin Mouritsen - Jóannes Mouritsen Marjun Restorff - Arnleyg Mikkelsen Bogi Simonsen - Símin Lassaberg Helgi Joensen - Niels Nielsen Eyðun S. Olsen - Dikta Ellingsgaard Marner Joensen - Árni Dam Oddmar Danielsen - Einar Ellingsgaard Rói Á Rógvu Joensen - Jákup Hjaltalin Carl Mikkelsen - Egil Helmsdal Eyðun Jakobsen - Pól Joensen Eyðun Anthoniussen - Robert Langaard Spæl Spælið er frá hálvfinaluni fyri pør í bridge. Tað vóru nøkur heilt fáa pør, ið meldaðu hendan stóra- slemmin. Her síggja vit hvussu lætt tað var hjá Símin Lassaberg og Boga Simonsen. Sp D43 EK8752 Hj EKDBT8 _ 9 Rú ED85 BT7 Kl - K85 2sp 1) 2nt 2) 3rú 3) 4kl 4) 4sp 5) 5kl 6) 5hj 6) 7sp. 1) 6 lit í spar og 10 - 14 hp. 2) Spyr um hondina. 3) Min. við einari skeivari hond. 4) Spyr um kontrol í kleyv. 5) Havi kontrol í kleyv og tvey ess. 6) Spyr um tað er kleyvar ess, ið kontrollurin. 7) Havi ikki kleyvar ess og ikki trumf damu. Lætt og elegant, men tá ið trumfurin sat 4 - 0 (10%) mátti slemmurin niður. FM finala fyri pør í bridge