týsdagur 8. mars 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 - 8. mars 2005
25
Sørvingar fingu dygga mótstøðu
Føroyameistararnir
úr SÍ fingu nógv
harðari mótstøðu,
enn teir sjálvir allar-
helst høvdu væntað,
tá ið ÍF vitjaði í
Sørvági
FLOGBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Spenningurin er langt síð-
ani farin úr kappingini hjá
monnum í flogbólti, tí sør-
vingar hava verið full-
komiliga einaráðandi í ár,
og teir hava ikki tapt ein
dyst síðani í oktobur mánað
í fjør.
Neyðugt við
javnbrótara
Sunnudagin vóru tað so
fuglfirðingar, ið vitjaðu
føroyameistararnar í Sør-
vági, og tað er ikki ov nógv
sagt, at SÍ var um reppið at
fáa sína fyrsta ósigur í
nærum eitt hálvt ár.
Tað gekk annars sum
væntað hjá sørvingum, sum
vunnu fyrsta settið 25-18.
Men síðani fóru teir úr ÍF
av álvara at bíta frá sær, og
teir vunnu næsta settið 25-
22, og tað var rættuliga
trygt, hóast tølini ikki vísa
hetta.
Triðja settið gjørdist eitt
tað mest spennandi. Liðini
fylgdust allan vegin, men tá
ið avtornaði vóru tað gest-
irnir úr Fuglafirði, ið vóru
omaná og vunnu settið 26-
24.
Nú var setningurin greið-
ur hjá føroyameistarunum.
Skuldi
sigursrøðin
hjá
teimum halda fram, so var
neyðugt hjá teimum at
vinna næsta settið, og síð-
ani at vinna javnbrótaran.
Og hetta var júst tað, sum
sørvingar
gjørdu.
Teir
vunnu fjórða settið í stórum
stíli 25-12, og tí var farið til
javnbrótaran.
Javnbrótarin gjørdist eis-
ini rættuliga spennandi,
men tað eydnaðist tó SÍ at
halda fram á sigurskós, tí
teir vunnu 15-12, og harvið
vunnu teir dystin 3-2. Uttan
iva var mótstøðan frá ÍF
harðari, enn sørvingarnir
høvdu væntað, og tað man
verða lítið at ivast í, at teir í
Fuglafirði irða seg um, at
tað ikki eydnaðist teimum
at steðga sigursrøðini hjá
føroyameistarunum, nú teir
vóru so nær við.
Mjølnir heldur fast í
silvurinum
Ein annar dystur var í
meistaradeildini hjá monn-
um um vikuskiftið. Dystur-
in var í Klaksvík millum
Mjølnir og Fram. Mjølnir
liggur í løtuni til at vinna
silvurið, men Fleyr er beint
í hølunum á teimum, og tí
var neyðugt hjá klaksvík-
ingum at basa Fram, um
teir ætla sær at halda fast í
silvurinum.
Mjølnir gjørdi eisini sína
skyldu og vann dystin 3-1.
Teir vunnu tey bæði fyrstu
settini
rættuliga
greitt,
ávíkavist 25-9 og 25-17,
men í triðja settinum kom
Fram fyri seg og vann 25-
21. Fjórða settið var eisini
rættuliga spennandi, men
tað var Mjølnir, ið hevði
munin, og klaksvíkingarnir
vunnu settið 25-21, og har-
við tryggjaðu teir sigurin í
dystinum.
Mjølnir-Fram 3-1 (25-
9, 25-17, 21-25, 25-21)
SÍ-ÍF 3-2 (25-18, 22-25,
24-26, 25-12, 15-12)
Oddaliðini í meist-
aradeildini hjá kvinn-
um, Mjølnir og TB
liggja jøvn í stigum,
eftir at TB um viku-
skiftið vann trupla
útidystin á Giljanesi
móti Drátti
FLOGBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað er ikki langt síðani, at
vit her í blaðnum høvdu
hug til at nevna Dráttur
sum ein møguligan FM-
vinnara í meistaradeildini
hjá kvinnum, men vága-
liðið hevur snávað í tveim-
um teimum seinastu týð-
andi dystunum, og tí noyð-
ast tær at taka til takkar við
bronsuni.
Oddaliðini halda tørn
Leygardagin var dystur á
Giljanesi millum júst Drátt
og annað av oddaliðunum,
TB. Vikuskifti framman-
undan hevði Dráttur tapt
greitt
fyri
hinum
oddaliðnum
Mjølnir
á
heimavølli, og harvið mistu
tær í veruleikanum møgu-
leikan
fyri
at
gerast
meistarar. Um hetta hevur
havt sína sálarligu ávirkan
á avrikið hjá Drátti, skal
verða ósagt, men tað er ein
sannroynd, at í dystinum
móti TB leygardagin fekk
Dráttur ongantíð av álvara
sítt spæl at koyra, hóast
munurin á liðunum báðum
ikki var serliga stórur.
TB vann dystin 3-0, men
settmunurin var ikki so
stórur. Fyrsta settið vann
útiliðið 25-23, síðani var
munurin eitt sindur størri,
tá ið TB vann næsta settið
25-20, áðrenn triðja og
seinasta settið endaði við
einum teprum 25-23 til
gestirnir av Tvøroyri.
Við
ósigrinum
misti
Dráttur
sambandið
til
oddaliðini, og tá ið eitt stórt
glopp er niður til liðið, sum
liggur beint undir Drátti á
stigatalvuni, ÍF, so noyðast
tær í Drátti at taka til takkar
við bronsuni í ár.
Hinvegin heldur TB við
sigrinum á Drátti tørn í
kappingini við Mjølnir í
oddinum. Mjølnir hevði um
vikuskiftið vitjan av KÍF,
og oddaliðið vann dystin
greitt 3-0. Settúrslitini vóru
25-18, 25-23 og 25-19.
Hóast Mjølnir og TB
liggja ájavnt í stigum, so
má Mjølnir metast at hava
nógv tey bestu kortini á
hondini, tí liðið hevur væl
betur settmun, og harum-
framt hava tær bert tveir
heimadystir eftir, og báðir
eru teir móti liðum úr
niðaru hálvu á stigatalvuni.
Ein dystur var eisini leiktur
í Sørvági, og hann var
millum SÍ og ÍF. Her var ÍF
betra liðið, og tær vunnu
dystin 3-1. Botnliðið SÍ
royndi annars at bíta frá
sær, men mótstøðan var ov
sterk. Settúrslitini vóru 21-
25, 21-25, 25-21 og 18-25.
Mjølnir-KÍF 3-0 (25-
18, 25-23, 25-19)
Dráttur-TB 0-3 (23-25, 20-
25, 23-25)
SÍ-ÍF 1-3 (21-25, 21-25,
25-21, 18-25)
Mjølnir og TB
Landsliðs-
venjing um
vikuskiftið
Komandi vikuskifti verð-
ur føroyska svimjilands-
liðið savnað til venjingar
í Klaksvík.
Ikki færri enn 16 svimj-
arar hava fingið boð um
at møta til venjingina, og
teir eru: Natalia Rein-
hardt og Kristian Olsen úr
Ægir, Elspa Mørkøre,
Karina Petersen, Jákup
Øssursson Mohr, Pauli
Øssursson Mohr og Kári
J. á Høvdanum úr FS,
Eyðbjørg Petersen úr
Skeggjum, Per S. Hansen
og Beinir E. Danielsen úr
Flot, Lisbeth L. Joensen,
Annika Jacobsen og Bogi
Jørgensen úr HS, Jutta
Thomsen, Sára Ejdes-
gaard, Sheila Millum
Garðarnar, Anna K. Eyst-
urberg, Malan Bærentsen
og Maria Vang úr Tvør-
oyra Svimjifelag.