týsdagur 8. mars 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 46 - 8. mars 2005
Sjeyfaldi heimsmeistarin
Michael
Schumacher
koyrdi á - Nýggja liðið Red
Bull racing eru nr. 3 í
liðkappingini - Formel 1
koyringin
í
Melbourne
boðar frá einum ómetaliga
spennandi kappingarárið.
Vónirnar um veruligan
spenning í formel 1 kapp-
ingini vuksu almikið nátt-
ina millum leygardagin og
sunnudagin. Bert 17 sek-
und vóru ímillum teir
fyrstu 5 bilarnar, sum um-
boðaðu 4 ymisk lið.
Fisichella var á odda alla
koyringina, og var ongantíð
veruliga hóttur av bilunum
aftanfyri seg. Sigurin var
sannførandi. Orsøkin til at
bert seks sekund vóru niður
til Barrichello á øðrum
plássi, var ivaleyst tí Fisi-
chella spardi motorin. Hann
skal brúkast aftur í næstu
koyring um tvær vikur.
Regn er stuttligt
Longu í fyrstu tíðskoyring-
ini var greitt, at koyringin
fór at gerast spennandi.
Miðskeiðis í tíðarkoyring-
ini fór at regna. Umstøður-
nar gjørdu at tíðirnar gjørd-
ust øðiliga ymiskar. Hetta
hevði eina rættuliga óvan-
liga byrjunarrøð við sær. 1.
Fisichella (Renualt), 2.
Trulli (Toyota) og 3. Web-
ber (Williams BMW). Van-
ligi oddafiskurin Michael
Schumacher (Ferrari) fekk
18. byrjunarstøðu, og hin
Ferrari bilurin við Rubens
Barrichello skuldi byrja
sum nr. 11.
Schumacher rendi á
Sjeyfaldi heimsmeistarin
Michael
Schumacher,
gjørdi ikki nógv um seg.
Hann er fyrr byrjaður aftast
og hevur bart seg allan veg-
in upp í stuttliga endan av
bilunum.
Men
hesafer
lukkaðist tað ikki. Hann
tyktist ikki so sannførandi
og var beint uttanfyri stig-
ini, tá hann rendi saman við
Nick
Heidfeld(Williams
BMW).
Ákoyringin
sá
rættuliga klossut út. Schu-
macher segði aftaná at hann
ikki sá Heidfeld, sum
royndi at yvirhála. Úrslitið
var at báðir bilar brotnaðu
15 umfør áðrenn endan.
Úr skugganum av
Schumacher
Mundandi betur gekk hjá
liðfelaganum hjá Schu-
macher: Brasiliumaðurin
Rubens Barrichello, gjørd-
ist ein av dagsins stóru hetj-
um. Hann megnaði at koyra
frá 11. byrjunarstøðu til
annað pláss. Við framúr
taktikki, slap Barrichello
framvið flestu kappingar-
neytunum í pittinum. Ungi
spaniumaðurin Fernando
Alonso (Renault) var bert
1,2 sekund aftanfyri Barri-
chello um mállinjuna.
Reyðir tarvurin hevur
etið Jaguarin
Fyrrverandi Jaguarliðið er
selt til Eyturríska drykkið
framleiðaran Red Bull.
Okkurt heilt serligt man
vera í Red Bull: Jaguar bil-
arnir, sum seinasta ár vóru
heilt vónleyst ringir, eru nú
nr. trý í liðkappingini. Dav-
id Coulthard lá leingi nr.
tvey, og var eitt sindur
óheppin at bert gerast nr.
fýra.
Liðfelagin
ungi
Christian Klien sannførdi á
sjeynda plássi. Red Bull
hava ein góðan bil í ár.
Endiliga
kappingarførur
Tá veittra var við tí ternutta
flagginum fyri Giancarlo
Fisichella, var hetta bert
annar sigur hjá 32 ára
gamla
italiumanninum.
2005 er tíggjunda ári í
formel 1 hjá Fisichella.
Endiliga sær tað út sum
gávuríki koyrarin hevur
fingið ein kappingarføran
bil. Formel 1 fjepparar hava
ongantíð yvast um gávur-
nar hjá honum. Men hann
hevur satt at siga ongantíð
havt ein vinnarabil. Hetta
man fara at gerast eitt sera
spennandi kappingarár.
TÍÐINDASKRIV
Framsýningin "Børn" verð-
ur leygardagin 12. mars kl.
14.00 og Framsýningin
"Børn og Ung" verður kl.
17.00.
Framsýningin "Ung og
Vaksin" verður mánadagin
14. mars kl. 19.00.
Allar
framsýningarnar
verða í Ítróttarhøllini á
Hálsi.
3 framsýningar
Framsýningarnar eru býttar
upp soleiðis, at framsýn-
ingin "Børn" rúmar aldurin
1 ár til 2. fl., meðan fram-
sýningin "Børn og Ung",
rúmar aldurin frá 2. fl. - 8
fl. Seinasta framsýningin
"Ung og vaksin" rúmar 7.fl.
og eldri.
Innihalds- og hend-
ingarríkt fimleikaár
Havnar Fimleikafelag hev-
ur aftur í ár havt eitt inni-
haldsríkt fimleikaár. Fel-
agið hevur í hesum fim-
leikaárinum runda tey 95
árini, vunnið Fimleikafagn-
aðin, Stórkappingarliðini
Smágentur,
Gentur
og
Kvinnur hava vunnið FM
og Pinkurnar vunnu silvur.
Liðini hjá felagnum hava
aftur í ár verið fullsett, og
tiltøkini sum felagið hevur
skipað fyri í vetur, so sum
Familjudagur í gongugøt-
uni,
Loppumarknaður,
Rútmukapping, Amboðs-
kapping, Føðingardag í
SMS, hava verið væl vitjaði
bæði av fimleikarum og
áskoðarum.
Í stuttum eitt
hendingarríkt ár
FM
í
amboðsfimleiki,
Summarfimleikurin, DM,
International Rútmukapp-
ing og HM og fleiri tiltøk.
Hóast árligu framsýningar-
nar verða nú, so er fim-
leikaárið langt frá liðugt, tí
enn mangla FM kappingar-
nar í amboðsfimleiki, Smá-
genturnar skulu luttaka í
DM, Genturnar skulu lut-
taka
í
Internationalari
rútmukapping, Kvinnurnar
skulu
luttaka
í
HM.
Spennandi verður at síggja
hvussu leikur fer.
Felagið hevur í fleiri ár,
havt summarfimleik fyri
vaskin og í ár verður einki
undantak. Nærri verður lýst
í bløðunum seinni. Afturat
hesum hevur felagið 2 tiltøk
eftir at fyriskipa, t.e. stuð-
ulsrenningin og tombola,
og tá ið djóradagarnir verða
úti í Havnardali í mei.
Stuðlar
At enda ynskir felagið at
nýta høvið, at takka øllum,
sum á ein hvønn hátt hava
stuðlað felagnum hetta
fimleikaárið, uttan tykkara
stuðul bar als ikki til at reka
felagið, sum vit gera í dag.
Tøkk til Føroya Banka,
Tryggingarfelagið Føroyar,
Farodane, Føroya Tele og
Formula.fo.
Tøkk til Føroya Bjór,
sum stuðlar Stuðulsrenn-
ingini og eisini ein tøkk til
Damfar og MBM sum
stuðla framsýningunum.
Takk fyri øll somul.
Fisichella vann í Melbourne
Árligu fimleikaframsýningarnar hjá
Havnar Fimleikafelag