Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-08, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mars 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 46 - 8. mars 2005 Tann 25. - 27. oktober verður skipað fyri einari útflutnings- ráðstevnu í Runavík. Yvirskipaða enda- málið við FARO- EXPO 05 er at varpa ljós á førleikan hjá føroyskum útflutn- ingsfyritøkum mót- vegis útlendskum samstarvsfeløgum STEVNA Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Aðalmálið er at slóða fyri, at luttakararnir á ráðstevn- uni kunnu knýta sambond og menna samstarv - so- nevnd partenariat. Úrslitið av hesum skal styrkja støð- una hjá vinnulívinum, áhugabólkum og myndug- leikum í Føroyum, og sjálv- andi styrkja um støðuna hjá luttakarunum annars. Mentanartiltøk verða ein týdningarmikil kveikjari í gongdini at røkka málunum við ráðstevnuni. Mentanar- tiltøkini verða skipað á ein hátt, har tey verða saman- tvinnað við ráðstevnu tiltøkini á ein spennandi, men náttúrligan hátt. FAROEXPO 05 verður skipað yvir 3 dagar við denti á hesi trý innsatsøki: • Kontaktpartenariat: at knýta sambond • Ráðstevna: Fyrilestrar og verkstovur. • Mentanarpartur: mentanarligt undirhald og events mynda tiltakið Krøvini til ítøkilig úrslit eiga at verða, at føroysku luttakararnir fáa avtalur í lag, sum arbeiða ímóti teimum málum, luttakar- arnir hava sett sær fyri í m e n n i n g a r æ t l a n i n i , umframt at uml. 10% av føroysku luttakarunum fáa ítøkiligar samstarvsavtalur í lag. Luttakarar - málbólkar Fleiri møguleikar eru at troyta, tá tað kemur til lut- takarar. Virkisráðgeving metir, at føroysku luttakar- arnir eiga at taka støðu til, hvørjir útlendskir luttak- arar, ráðstevnan skal venda sær til. Fyri at fáa ávirkan á hvørjar útlendskar fyri- tøkur verða bodnar við, er neyðugt at føroysku fyri- tøkurnar melda seg til innan 1. apríl. – Tiltakið vil eftir okkara metan, virka sera mennandi fyri Føroyar sum heild, sigur Símun Hammer frá Faroe Expoog vísir til, at tiltakið fevnir breitt: Mentan, vinna og sam- felag fáa øll nakað burturúr. Tiltakið er fakliga á høgum støðið og verður afturvendandi hvørt ár. Av tí sama gerst tiltakið ein katalysator til at gera nakað við rammurnar fyri slík tiltøk. Vinnan fær knýtt sambond við nýggjar marknaðir, og kommun- urnar í økinum fáa eitt gott høvi til at bjóða vinarbýum og mentanarbólkum frá hesum á vitjan. Tiltakið er slóðbrótandi í føroyskum høpi. Óivað kunnu nevnast onnur positiv árin frá til- takinum. Tað mest týðandi er tó, at tiltakið verður væl fyriskipað og at byrjað verður í góðari tíð, sigur Símun Hammer. Tað er Eysturoyar Vinnu- lívsfelag, sum hevur tikið stig til Faroe Expo saman við Runavíkar kommunu, og tað verður Virkisráðgev- ing, sum fer at samskipa tiltakið. – Orsøkin til at vit fara undir hetta tiltakið er, at vit fegin vilja hava slíkar stevnur í Eysturoyarøkin- um tí at helmingurin av útflutninginum kemur úr Eysturoynni og Norð- oyggjum, sigur Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavík. Stór útflutningsráðstevna í Runavík Vinnulívið í Suðuroy tekur saman hendur – Á fundi í Vági fríggjakvøldið varð semja um, at einasta gongda leiðin er at stovna eitt vinnuráð fyri alla Suðuroy SAMSTARV Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Einasta gongda leiðin er at vinnulívið í allari Suður- oynni samstarvar. Tað var niðurstøðan á einum fundi fyri vinnu- lívsfólk í Suðuroy fríggja- kvøldið. Tað varð Vinnuráðið í Suðuroyar Syðru helvt, sum hevði bjóðað vinnulívsfólki í allari oynni á fund at viðgerða vinnuligu støðuna í oynni. Umframt Vinnuráðið í Suðuroyar Syðru Helvt, er eisini Suðuroyar Oljuvinnu- ráð, sum mest er mannað við fólki av Tvøroyri og aðrastaðni í norðaru helvt í Suðuroy. Men á fundinum fríggja- kvøldið var full semja um, at einasta gongda leiðin er at gera eitt vinnuráð fyri alla Suðuroynna, sigur Alex Vilhelm, sum er í Vinnu- ráðnum í Suðuroyar syðru helvt. Hann sigur, at fundurin var ógvuliga jaligur og góður og at ta var full semja um, at tað var einasta gongda leiðin fyri at skapa menning. Fundurin valdi eisini ein bólk at fyrireika stovnanina av einum Suðuroyar vinnu- ráðið. Í hesum bólkinum sita Tim Wentzlau og Jòn Guttesen á Tvøroyri, Arn- bjørn í Smiðjuni í Fámjin og Mikkjal Sørensen, í Porkeri, sum eisini hevur verið stjóri í Suðuroyar Sparikassa í mong ár. Alex Vilhelm sigur eisini, at virka fyri, at kommunur- nar og vinnulívið í oynni seta ein felags vinnustjóra ella menningarstjóra, sum skal virka fyri vinnumenn- ing í allari oynni. Uppundir fundin hava Magni Laksáfoss, bú- skaparfrøðingur og Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøð- ingur gjørt eitt uppskot um eina vakstraravtalu fyri Suðuroynna og fundurin samtykti at heita á komm- unurnar og landsmyndug- leikarnar gera eina slíka vakstraravtalu fyri Suður- oynna. Landsstýrið hevur strongt á at fáa suðuroyingar at taka seg saman í eitt felag á nógvum økjum so at land- sins myndugleikar hava ein myndugleika í Suðuroynni at samskifta við og ikki fleiri felagsskapir, sum allir draga í sína ætt. Símun Hammer frá Virkisráðgeving, er samskipari av Faroe Expo 2005 Fyrireikingarbólkurin av Faroe Expo. Frá vinstru: John Eli Olsen, Regin Jacobsen, Rodmund Nielsen og Símun Hammer