týsdagur 8. mars 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 - 8. mars 2005
29
Læknaskrivari
Á Røntgendeildini er avloysarastarv sum lækna-
skrivari leyst at søkja til setan 1. apríl 2005 til og við
31. august 2005.
Røntgendeildin er ein deild í støðugari menning,
har digital umlegging er byrjað. Umframt vanligar
røntgenkanningar verða eisini gjørdar mammo-
grafiir, ultraljóð-skanningar, CT-skanningar og MR-
skanningar.
Førleikakrøv:
• útbúgving sum læknaskrivari
• tænastusinni
• dugir at raðfesta arbeiðið,sum til tíðir er krevjandi
• góð samstarvsevni
• góður røkjuskapur
• teldukunnleiki
Setanartreytir:
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum
Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til
Jógvan D. Niclasen, leiðandi yvirlækni, telefon
304500, lokal 5500.
Umsóknarfreistin er 22. mars 2005 kl.12.00.
Tað er umsøkjarans ábyrgd, at umsóknin er á starvs-
fólkadeildini,áðrenn freistin er úti.
Skivlig umsókn merkt »umsókn til starv« við CV,
avrit av prógvum, viðmælum e.l. skal sendast til
Landssjúkrahúsið
Lønar- og Starvsfólkadeildin
FO 100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um
størv við at klikka á leinkjuna »starvsfólk«.
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Tilmelding
Talvfeløgini í Sundalagnum skipa í ár saman við
Talvsambandi Føroya fyri FM í talvi fyri einstak-
lingar á Norðskála – Oyrar skúla.
Kappingin byrjar fríggjadagin tann 18. mars kl.
17.00. Eitt umfar verður telvt um dagin. Níggju
umfør tilsamans í døgunum 18. -26. mars.
Umhugsunartíðin er 90 minuttir + 30 sek./leik til
talvið.
Telvt verður í trimum bólkum.
20 hægst rataðu luttakararnir telva í landsliðsbólk-
inum um FM heitið.
Hinir vaksnu telva í almenna bólkinum.
Unglingabólkurin fevnir um telvarar undir 20 ár,um
hesir ikki taka lut í øðrum bólki.
Luttøkugjaldið er kr. 350,- fyri allar vaksnar luttak-
arar.Unglingar og lesandi gjalda kr.200,-.Luttakara-
gjaldið skal vera goldið á konto 9181/1442459 í
Føroya Sparikassa í seinasta lagi mánadagin 14.
mars.
Luttakarar kunnu melda seg við at ringja til Petur
Sumberg á tlf.228849 ella við at senda teldupost til
sumberg@post.olivant.fo
Steyp og peningarvinningar verða lætnir til nr. 1, 2
og 3.
Tá goldið verður, skal navn á luttakara tilskilast á
inngjaldingina.
Fyrireikararnir
Søkt verður eftir
leiðara
til Frítíðarskúlan í Runavíkar kommunu
Søkt verður eftir avloysara fyri leiðara í farloyvi 40
tímar um vikuna frá 15. mai 2005 til 30 juni 2006.
Frítíðarskúlin heldur til í gomlu læknahúsunum á
Heiðavegi 22, Saltangará. Frítíðarskúlin er normer-
aður til 30 børn.
Leiðarin hevur fakligu,fíggjarligu og fyrisitingarligu
ábyrgdina av stovninum.Tað verður væntað av um-
søkjaranum, at hann á leiðandi og virknan hátt,
saman við starvsfólkunum, heldur fram við at
menna frítíðartilboðið.Umráðandi er,at umsøkjarin
evnar at ganga nýggjar leiðir, dugir væl at sam-
starva og er sjónligur í sínum leiðarastarvi.
Starvið verður sett eftir sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya, lønt eftir lønarstigi 18 til 24.
Bert umsøkjarar við námsfrøðiligum prógvi ella
líknandi kunnu søkja starvið.
Nærri fæst at vita um starvið, við at tosa við Jákup
Foldbo, sosialdeildarleiðara á tlf. 417000
Umsøkn saman við viðmælum og upplýsingum um
útbúgving og royndir, skal vera Runavíkar komm-
unu í hendi týsdagin 22. mars 2005, kl 12.00.
Runavíkar Kommuna
Sosiala deild
Postboks 139
Heiðavegur 26
FO-600 Saltangará
Kunngerð
frá útskiftingarnevndini fyri
Hests bygd
Útskiftingarnevndin fyri markatalsbygdina Hestur
hevur á fundi tann 1. mars 2005 viðgjørt kærurnar
um góðskumetingina.
Nevndin staðfesti skjal nr. 7 og 8, góðskumetingin
(boniteringin), framløgd á útskiftingarfundi í Hesti
17. november 2004, við hesum broytingum:
Lutir nr. 708, 717 og 719 verða 15%.
Lutur nr. 385 verður 55%.
Eftir grein 51 í lóg nr. 147 frá 27. mars 1939 við
seinni broytingum, verður góðskumetingin latin
serskild til ákæru.
Kærufreistin er 3 mánaðir frá 15. mars 2005 at
rokna, og skulu møguligar kærur verða skrivligar,
stílast til yvirútskiftingarnevndina, Sorinskrivarin, C.
Pløyensgøta 1, Tórshavn. Kærurnar skulu vera
Sorinskrivaranum í hendi í seinasta lagi tann 15.
juni 2005.
Øssur Á. Midjord,
útskiftingar formaður
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo