mikudagur 9. mars 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Átta bólkar eru
komnir víðari frá
teimum fýra innleið-
andi umførunum í
Prix Føroyum, og nú
standa spennandi
endaumfør fyri
framman. Hálv-
finalan er meira
popput og melodiøs
SAMANUMTIKIÐ
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Fleiri enn 30 bókar teknaðu
seg upprunaliga til kapp-
ingina. 24 bólkar hava verið
á pallinum til fýra innleið-
andi umfør. Og nú eru átta
bólkar eftir í kappingini,
har ein hálvfinala og ein
finala skulu gera av, hvør
fer at vinna – og næstan
vinna í ár.
Prix Føroyar tónleika-
kappingin klárar aftur í ár
at seta sín týðuliga dám á
føroyskt mentanarlív, og
framvegis eru tær báðar
størstu kappingarnar eftir.
Prix Føroyar hevur síðani
1995 verið ein afturvend-
andi hornasteinur í føroysk-
um tónleikalívi. Kappingin
hevur fingið nýggjar og
royndar bólkar at taka seg
saman – skriva nýggjar
sangir, venja og spæla – og
hóast alt verður gjørt í ein-
um kappingaranda, hevur
kappingin víst seg at verða
gevandi fyri føroyskan tón-
leik.
Fleiri hundrað nýggir
sangir eru skrivaðir til
kappingina
hesi
árini,
nógvir bólkar hava sæð
dagsins ljós orsaka av
kappingini,
og
summir
bólkar eru komnir aftur til
heiður og æru, tí teir fóru
við í kappingina.
Úr einari grøv og
næstan í hina
Prix Føroyar 2005 hevur
verið eitt spennandi og gott
upplivilsi. Kappingin var
farin at líkjast alt meira
einari talentkapping fyri
tveimum árum síðani, men
nú er tað líka við, at kapp-
ingin er dottin í hina grøv-
ina, og royndir tónleikarar á
strípu hava spælt seg víðari.
Tá ið tónleikarar sum
Rógvi á Rógvu, Arnold
Ludvig, Terji Rasmussen,
Eyðun Nolsøe, Kim Han-
sen, Johannus á Rógvu
Joensen og aðrir hava
drigið ljóðførini fram og
víst framúr gott handverk,
hevur tað verið trupult hjá
spennandi og lovandi bólk-
um sum Side Effect, SIC,
Braquet, Paradox og øðrum
at spæla seg víðari, hóast
teir hava havt nógv gott at
bjóða.
Tá ið tað verður dømt út
frá teimum krøvum, sum
eru galdandi, er tað trupult
at senda aðrar bólkar víðari
enn teir, ið eru mannaðir
við sera væl spælandi tón-
leikarar, hava góðar sangir–
um ikki endiliga so nýskap-
andi og avbjóðandi – at
bjóða, og framføra sannfør-
andi.
Men hóast nógvir royndir
tónleikarar eru við í final-
uni, eru tað eisini meira
fesk nøvn. Lama Sea var
eitt óvæntað og spennandi
navn, sum kom víðari, og
hvørki Makrel ella Lawetz
kunnu kallast gamlir bólk-
ar, hóast teir hava verið í
finaluni áður.
Endrabresturin eftir
Nú er átta bólkar eftir í
kappingini, teir eru ymiskir
og góðir, og tað verður
millum hesar bólkar, at
vinnarin skal finnast. Helst
er rættast at kalla tað
vinnarar, tí fyri nógvar
bólkar er tað ein stórur
vinningur at sleppa uttan-
lands at spæla, hóast teir
ikki endiliga vinna Prix
Føroyar.
Tað hevur verið nógv at
kjakast um, og tað er fram-
vegis nógv eftir at kjakast
um viðvíkjandi Prixnum.
Á heimasíðuni Pop.fo er
lívligt kjak um hvørt umfar,
um bólkarnar, sum komu
víðari og ikki komu víðari,
um dómararnar, sum eru
skuggagestir til Prixið, og
um hvørt tað er neyðugt at
bjóða útlendskum gestum
til Prix Føroyar finaluna.
Heldur tú at tað er leingi
til næsta Prix-umfar, ber til
at blanda seg upp í kjakið á
Pop.fo
Nú er klárt til endabrestin
Prix Føroyar 2005
Eftir tey fýra innleiðandi umførini í Mentanarhúsinum
í Fuglafirði eru átta bólkar komnir víðari í kappingini.
Teir eru:
• GoGo Blues
• Lama Sea
• All That Rain
• Makrel
• Eyðun Nolsøe
• Lawetz
• Terji Rasmussen Band
• Kristleif Zachariasen
Hálvfinalan verður í ítróttarhøllini í Trongisvági leygar-
kvøldið 2. apríl. Tríggir bólkar sleppa tá víðari til finaluna,
sum verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 23.apríl.
Freak show við Onkikanndiskuterast.altkann. Karl Anton Klein og hansara fólk komu ikki víðari í Prix Føroyum, men bólkurin setti sín serstaka dám á kappingina leygarkvøldið
Mynd:Jens Kr. Vang