Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mars 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 47 - 9. mars 2005 Enn eitt gott umfar í hesum, tí besta Prix Føroyar nakrantíð, var um vikuskfitið. Favorittarnir Terji Rasmussen og Krist- leif Zachariasen leiktu seg rættvíst víðari. Fleiri yvirrask- ilsi vóru tó, har av 70ara rokkurin hjá EGR2PLZ stóð fyri tí góða, meðan onki- kanndiskuterast.alt- kann royndu at sjokera við síni fram- førslu, men kanska mest gjørdu tað við vánligum tónleiki 4. UMFAR Jan Lamhauge post@sosialurin.fo Kvøldið byrjaði væl við Kristleifi Zachariasen. Fram um hinar framfør-ar- nar hetta kvøldið so hevur Kristleif eitt ríkt tekst- univers, og tónleikurin snýr seg um at finna eina javn- vág, har tekstirnir fáa lív, tó uttan at tónleikurin tekur yvir. Og tað riggaði væl. Sorgblíðu tekstirnir hjá Kristleif dansaðu ein vakr- an vals við lekkrum tónum við slidegittara, harmoniku, akkustiskum bassi og jazz- utum trummum. Hóast okkurt lag ikki var eins gott og hini, so átti Kristleif tey løgini, ið festu seg best eftir at kvøldið var av. Her hugsi eg um serliga "Beyond the Sky" við vakra og fangandi niðurlagnum "Little sunshine, my broth- ers" og lagið "Yesterdays". Terji enn í Prix-form Terji Rasmussen Band var stóri favoritturin hetta um- farinum. Terji er legenda innan føroyska tónleika- heimin, og var saman við Moirae fyrsti Prix-vinnarin. Tað eru nú nøkur ár síð- an, Terji veruliga var á toppinum, men áhoyrarnir hava tó ikki gloymt hann, og hevði hann flestar fjepp- arar í Mentanarhúsinum hetta kvøldið. Terji hevur altíð verið ein av Føroya bestu framførar- um, og tað var stuttligt at síggja hann aftur á pallin- um. Stílurin minti um Moirae-dagarnar, men saman við framúrskarandi rútmunum hjá Rógva á Rógvu og Arnhold Ludvig bleiv tað meir funky. Tað var ikki nakað nýtt "Eros" ella "Eg flýggji til tónleikin" millum løgini, og røddin hjá Terja hevur ljóða betur. Hóast tað so var hetta nakað tað besta, vit hava hoyrt frá Terja í fleiri ár. Tað var ikki nakað bein- leiðis nýtt, men hinvegin so var tað so hamrandi væl leikt og framførslan hjá Terja var so mikið góð, at fá mundu ivast í, um Terji ikki fór at koma víðari. Sparkaðu nýtt lív í gamla rokkin Næsti bólkurin EGR2PLZ er ein rættiliga nýggjur bólkur. Nógvir av leikarun- Favorittarnir sannførd