Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mars 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

um hava tó leikt saman í fleiri ár í bólkum sum Fluffy Toys og MC Hár. Teir spæla góðan gamlan bygdasligan rokk’n’roll. Tað er 70ara rokkur hjá bólkum sum Led Zeppelin og Deep Purple, ið er íblásturin hjá EGR2PLZ. Summir sangir vóru rættiligir rokkarir, ið bygdu á feit gittarriff, meðan aðrir vóru seinir blueskendir sangir. Teir endurnýttu fleiri klassiskar rokk- klichéir bæði í ljóði og teksti. Sangirnir vóru um konufólk í høghælaðum skóm, stórar hjartasorgir og macho reyp. At virka trú- ligur og fáa nýtt lív í klichéirnar er trupult, men EGR2PLZ megnaðu tað til fulnar. Orkestrið spældi væl, har vóru nógvar góðar gittarsoloir, hammond- orgulið ljóðaði væl og sangarin, Dagfinnur Joen- sen, gav seg heilt yvir til sangirnar. Serliga var tað stuttligt, at síggja Dagfinn, ið annars virkaði rættiliga smæðin millum sangirnar, standa við feitum rokk’n’roll holdningi peikandi upp í luftina og skríggja: So put your money where your mouth is! Kærleikin, ið limirnir ivaleyst hava til hetta slagi av tónleiki, var smittandi. Heldur enn at kroysta seg at fanga mótan, spældu teir tað, ið lá hjarta teirra nær, og er tað ein fyritreyt fyri at skapa góðan tónleik. Tungir tónar frá øðrvísi ungdómum Ein lambamaður, ið stóð við barrina, risti við høvd- inum og segði: "Tað er ung- dómurin í Havn. Tey vita ikki, hvussu ein kalvi ella ein veðrur sær út. Heila lortið gongur runt og sniff- ar lím og roykir hassj." Lambamaðurin hevði júst hoyrt bólkarnar, Synarchy og onkikanndiskuterast. altkann. Nú skal ikki nakað slatur íspinnast um nakran av bólkunum, men ikki slepst undan at tónarnir og framførslan var tílík, ið aldrin hevur vunnið serliga stóra viðurkenning úti á bygd. Synarchy spældu myrkan og vreiðan trash. Teir høvdu eina sterka fram- førslu og fingu lív í fjepp- araskaran, ið helt til framman fyri pallinum. Hóast tað so ljóðaðu teir ov nógv sum nógvur av tí trash-tónleiki, ið hevur verið hoyrt fyrr. Løgini vóru ov einsformað og ov lítið spennnandi. Hinvegin so er Synarchy ein nýggjur bólkur, og har vóru partar, ið kunnu ar- beiðast víðari við. Teir tókt- ust, sum teir tóku tónleikin í álvara, so um teir halda fram, so kemur ivaleyst meir áhugavert frá teimum. Tónleikakollektivið onkikanndiskuterast.altkann, ið stavar frá Margarinfa- brikkini, og verður leitt av Karl Anton Klein, var næst á pallin. Tá teir trinu á pallin, stóð tú og spurdi: Hvat f... er hetta? Tað minti mest um eitt slag av freak-showi. 12 mans førdir ann av einum málaðum villmanni, einum hipp-hopp sangara, Karl Anton, ið líkist mest einum skeggutum trølli úr Ring- anna Harra, einum transve- stitti við reyðum parykki og einum punkara. Framførslan hjá teimum snúði seg fyrst og fremst um at forarga. Tá onkur brýtur mørk, so kitlar tað nú einaferð altíð í búkinum á óskikkiliga smádrongin- um innan í mær. Tí var stuttligt at síggja fram- førsluna, har limirnar bæði bardust og kneptu á pallin- um. Men um tað var stuttligt fyri eyga, so var tað ikki eins gott fyri oyra. Hetta var greitt vánalig- asta orkestrið leygarkvøld- ið. Bæði samanspælið var vánaligt, og sangarnir sungu pípandi falskt. Men hinvegin so løgdu teir kanska einki í, um tað ljóðaði illa. Arni Zachariasen show Bólkurin, ið skuldi enda kvøldið, var Braquet, ið vóru í finaluni í seinasta Prixnum. Styrkin tá var gittarleikarin, Arni Zacha- riassen, og tað er hann so avgjørt enn. Arni er stóra stjørnan í Braquet, og er nú blivin upp aftur betur! Seinast eg hoyrdi Arna, helt eg hansara gittarspæl vera eitt sindur keðiligt. Eitt sindur ov nógv tekniskt reyp og ov lítið av kenslum. Men tað er broytt. Gittar- spælið er enn tekniskt framúrskarandi, og nú er tað eisini ótrúliga lekkurt at hoyra. Braquet hava eina dám- liga atferð, sangarin riggar væl á pallinum og dugur væl við áhoyrarnum. Men hóast tað so hava Braquet eisini veikleikar. Sangarin hevur ov veika rødd til tón- leikin. Orkestrið spældi ójavnt. Høvuðstrupulleikin er tó, at løgini eru heilt ein- falt ov keðilig, samleika- leys og ov lítið sannførandi. Um Braquet vilja batna, mugu teir arbeiða víðari við hesum. Buisness as usual Tá vinnarnir skuldu kjós- ast, hoyrdist týðiliga á fólk- inum í salinum, hvør var favorittur. Fólki róptu "Terji! Terji!" Og Terji varð eisini sum væntað fyrsti vinnarin. Hvør hin vinnarin fór at vera var meir spennandi. EGR2PLZ, Braquet og serliga Kristleif høvdu møguleikan. Tað endaði eisini við at Kristleif bleiv kosin. Nú tá 8 bólkar eru komn- ir víðari, er vert at leggja merki til at í trimum teirra - Gogo Blues, hjá Terja og Kristleif - er rútmu-deildin Rógvi á Rógvu og Arnhold Ludvig. So um tú ynskir at koma víðari, so tykist tað vera ein trygd at hava teir báðar við. Serliga hjá Terja gjørdu teir báðir góðan mun hetta umfarið. Spennandi verður um tað eisini verður nokk í semifinaluni. Tað er í øllum vist, at dygdin á tónleikinum á Trongisvági verður góð. Terji Rasmussen var við til at vinna fyrstu Prix Føroyar kappingina í 1995, og leygarkvøldið vísti hann, at hann framvegis er í Prix-formi. Mynd: Jens Kr. Vang Sorgblíðu tekstirnir hjá Kristleif Zachariasen dansaðu ein vakran vals við lekrum tónum við slidegittara, harmoniku, akkustiskum bassi og jazzutum trummum Mynd: Jens Kr. Vang Bólkurin EGR2PLZ spældi góðan og gamlan rocktónleik. Kærleikin, ið limirnir ivaleyst hava til hetta slagi av tónleiki, var smittandi. Heldur enn at kroysta seg at fanga mótan, spældu teir tað, ið lá hjarta teirra nær, og er tað ein fyritreyt fyri at skapa góðan tónleik Mynd: Jens Kr. Vang Nr. 47 - 9. mars 2005 21