Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mars 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 47 - 9. mars 2005 Síðsta undanumfarið í Prix Føroyar 2005 var leygarkvøldið og tvey tey síðstu nøvn- ini komu á listan millum tey, sum fara á pall við hálvfinal- una í Trongisvági tann 2. apríl. Tvey kend nøvn, Terji og Kristleif, komu víðari og saman við teimum millum aðrar tónleik- ararnir Arnold og Rógvi, sum harvið leika í trimum bólk- um í hálvfinaluni. Nýtt er, at 1. apríl verður konsert við nøkrum av bólkun- um, sum ikki eru komnir víðari, upp- lýsir formaðurin í FUT PRIX 2005 Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Myndir: Jens Kr. Vang Konsertframførslur eru nú einaferð nakað fyri bæði eygu og oyru. Ein upp- living, ið ein eigur at upp- liva á staðnum, um allir sansir skulu fáa sítt. Men fyri okkum, sum sótu við útvarpslurtið leyg- arkvøldið, gjørdist síðsta undanumfarið í Prix Før- oyar kappingini 2005 ikki so galið. Tónleikurin var nevniliga sum heild á høg- um støði í mangar mátar. Ikki minst tekniskt. Nógvir smálutir at leggja til merkis í spæli og útsetingum. Kristleif og Terji Kristleif Zachariassen og Terji Rasmussen komu víðari í hálvfinaluna. Terji var av teim flestu útnevnd- ur til annað hálvfinalu- plásið langt innan farið var á pall. Fyri mong var bert spurningur um, hvørt Kristleif ella Braquet - sum fyrr hava verið í finaluni - skuldu fylga honum. Hvussu glaður Terji var fyri henda tá so veruleikafjara heiður er ivasamt, men sinniliga bað hann øll bíða til dómarar høvdu sagt sítt, tá ÚF fekk orð á hann eftir framførsluna. Tað vóru góðir bólkar, sum fóru á pallin leygar- kvøldið og eisini vit, sum ikki vóru í Fuglafirði hesa- ferð, men lurtaðu við hús, kundu njóta vælspældan tónleik. Melodiøsan tónleik og tónleik á høgum tekn- iskum støði. Guff fyri tónleikarar Ein teirra, sum var á stað- num leygarkvøldið, og sum hevur verið til øll undan- umførini, var Kaj Johanne- sen, formaður í FUT. Kaj er ivaleysur, tá hann svarar, hvat hann helt um umfarið leygarkvøldið. - Ein væntaði sjálvandi eitt sindur, tí sera stór nøvn og góðir tónleikarar fóru á pallin. Har hevði tí Magn- us (Johannesen, blðm.), sum eittnú var við til út- gávuna við Føstufressum, sum er kosin ein hin besta. Har høvdu vit Hjalta (Joen- sen, blðm.), sum jú telist millum guitarúrmælingar- nar og er ein hin besti rockguitarleikarin í land- inum. Og har høvdu vit Arnold Ludvig og Rógva á Rógvu, eina væl ankraða rútmudeild. Menn, sum liva av at spæla bass og trumm- ur. Og sum heild gjørdist kvøldið eisini ein jalig upp- living, sigur Kaj Johanne- sen. - Tekniskt vóru allir bólk- arnir væl fyri. Kristleif var melodiøsur og stílurin frið- arligur og "laid back". Braquet kenna vit og tón- leikurin var væl spældur. EGR2PLZ spældu væl og høvdu vant. Og sum heild hoyrdist, at allir tónleikarar høvdu vant. Karl Anton og hansara fólk skuldi ein síggja. Hetta var festligt og nakað fyri eygu og oyru. Synarchy var rockurin. Og Terji og hansara menn høvdu spennandi útsetingar og hetta var guff fyri tón- leikarar. Slíkt dámar altíð tónleikarum at hoyra, men sum eg eisini segði hetta kvøld, so er ikki altíð so víst, at hetta er nakað fyri dómararnar, tí tað kann kanska gerast ov nógv fyri teir, sigur Kaj. Men Kaj var ikki millum teirra, sum vildi útnevna vinnarar undan kappingini leygarkvøldið. - Eg helt ikki nakað var avgjørt frammanundan, og heldur ikki, tá eg hoyrdi alt tilfarið, sigur Kaj, sum ann- ars er samdur við teimum, sum peika á dygdirnar hjá Terja, eittnú evnini at halda fjøldini á kóki. Tónleikarar ganga aftur Formaðurin í Fut peikara annars á, at nú eru fleiri tónleikarar, sum ganga aftur við hálvfinaluna í Trongisvági. Teir somu í trimum av seks bólkum. - Fyri nøkrum árum síð- ani var ónøgd millum tón- leikarar um, at tónleikarar sluppu ikki at taka lut í kappingini við fleiri bólk- um. Síðani varð avgjørt, at tað skuldi bera til, um bert sangarin ikki var hin sami. Nú sæst so hvat kann spyrj- ast burturúr, vísur kaj á, uttan at hann harvið vil siga, hvørt hetta er gott illa ringt, men hetta er eftir egnum ynski frá tónleikar- unum, leggur hann dent á. Konsert í TB húsininum fyri 1. apríl Nakað nýtt í meldrinum av Prix tíðindum er, at kvøldið innan hálvfinaluna verður ein konsert við bólkum, ið ikki komu víðari til hálv- finaluna. Kaj Johannesen sigur, at 1. apríl verður konsert í TB húsinum, har nakrir av bólkunum, sum ikki komu víðari til hálvfinaluna, verða við. Tveir teirra eru Braquet og EGR2PLZ. - Hetta er nakað, sum er avgjørt fyri langari tíð síðani og húsið er leigað og alt fyriskipað, sigur Kaj. Harvið verður talan um rættuligt tónleikavikuskift- ið í Suðuroynni fyrst í apríl. Konsert 1. apríl og prix hálvfinala 2. apríl í Trong- isvági. Krás fyri tónleikarar Synarchy var rockurin, sigur formaðurin í FUT