Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-09, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mars 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 47 • mikudagur • 9. mars 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo – Árið hevur verið framúr gott fyri fe- lagið, við tað at vit framhaldandi menna leiti- og metingar- virksemi okkara. Vit hava styrkt um talið av leitimøguleikum, minkað um váðan og njóta ágóðan av at kunna seta eina bori- verkætlan í verk eftir okkara egna tykki komandi tíðina. Møguleikarnir eru av alstórum týdningi fyri eitt lítið felag sum okkara, og vit fyrireika okkum til eina sera spennandi tíð fyri framman sigur Joe Darby, nevndarformaður í Faroe Petroleum í tíðindaskrivi frá felagnum Oljufeløg Faroe Petroleum (móðurfe- lagið hjá Føroya Kolvetni P/F), ið er skrásett á bretska virðisbrævamarknaðinum AIM, ið er eitt oljufelag við høvuðs-denti á oljuleiting á Atlantsmótinum og í Norð- sjónum, almannakunnger í hesum døgum úrslitið fyri 12 mánaðirnar fram til 31. desember 2004. Góð menningarúrslit av virksemi felagsins • Í sambandi við 22. bretska útbjóðingarumfar fekk felagið tillutað 6 leitiloyvi vestan fyri Het- land við stórum menn- ingarmøguleikum. Í tveimum av loyvunum er felagið einsamallur loyv- ishavi og fyristøðufelag, og fýra loyvir eigur felagið saman við BP, ChevronTexaco, OMV og Shell · 21 teigar og part-teigar, ið fevna um 3.456 km2 brutto · stórir møguleikar og nógv leitimið (pro- spekt) · 100% ognarpartur í Freya og Seonaid fund- unum, ið liggja upp at Clair-oljufeltinum • Í sambandi við annað føroyska útbjóðingar- umfarið, í januar 2005, fekk felagið tillutað tvey leitiloyvi, eitt sum einsa- mallur loyvishavi og eitt saman við Statoil, DONG og Shell · 14 teigar og 3 part- teigar, ið fevna um 2.900 km2 brutto · 100% ognarpartur í Rannvá leitiloyvin- um(012) á størsta óbor- aða ryggi í Evropu. • Fyrsta yvirtøka av leiti- loyvi í Norðsjónum, í Outer Moray Firth. Hali- but Horst leitiloyvi yvir- tikið í februar 2005 frá Shell og Esso · 90% ognarlutur í tveimum teigum mið- skeiðis millum Clay- more og Blake oljufelt- ini Fígging • Felagið hevur ongar inn- tøkur av leitivirksemi • Rakstrarhall uppá kr. 2.1 mió. (2003: kr. 7.4 mió.) • Tøkur peningurin kr. 132 mió. (2003: kr. 150 mió.), ið er nøktandi til at svara øllum skyldum og til at troyta nýggjar møguleikar Framtíðarvánir Faroe Petroleum góðar vónir um framtíðina Kortið vísir hvar Faroe Petroleum nú hevur keypt seg inn í teig í Norðsjonum Framhald á næstu síðu Kortið vísir økini vestan fyri Hetland og við Føroyar, har Faroe Petroleum er við antin sum fyristøðufelag ella sum partnari