Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-09, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mars 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

• Økt borivirksemi á At- lantsmótinum væntast eftir at olja varð funnin í 2004 • Seismiskar kanningar skulu gerast á fleiri leitiloyvum í 2005 • Upp til 11 áhugaverd leitiloyvi verða gjørd klár til boringar í eini 2-3 ára boriverkætlan Joe Darby, nevndarfor- maður í Faroe Petroleum, sum er fyrrverandi stjóri hjá oljufelagnum Lasmo, hevur fylgjandi viðmerk- ing: "Árið hevur verið framúr gott fyri felagið, við tað at vit framhaldandi menna leiti- og metingar- virksemi okkara. Vit hava styrkt um talið av leiti- møguleikum, minkað um váðan og njóta ágóðan av at kunna seta eina boriverk- ætlan í verk eftir okkara egna tykki komandi tíðina. Møguleikarnir eru av al- stórum týdningi fyri eitt lítið felag sum okkara, og vit fyrireika okkum til eina sera spennandi tíð fyri framman." FRÁGREIÐING FRÁ NEVND OG STJÓRN Árið 2004 gjørdist eitt serliga gott ár við týðandi framburði í arbeiðinum at útvega felagnum virðismik- il leitiloyvi. Tað eydnaðist at økja um talið av leiti- loyvum meir enn fimmfalt, soleiðis at felagið frá at eiga tvey leitiloyvi í før- oyskum øki í byrjanini av árinum, nú eigur ellivu loyvi í februar 2005. Harav eru nú fýra í Føroyum, seks vestan fyri Hetland og eitt í bretska partinum av Norð- sjónum. Leitiloyvini eru fingin til vega gjøgnum loyvisumsóknir og yvirtøku av loyvum. Samstarvsfelagar okkara fevna nú um BP, Chev- ronTexaco, DONG, Eni, OMV, Shell og Statoil, ið allir hava framúrskarandi royndir innan olju- og gass- leiting, og eru virkin á At- lantsmótinum. Í trimum av teimum ellivu loyvunum er Faroe Petroleum fyristøðu- felag við 100 % ognarluti. Av hesum eru tvey loyvi í bretskum øki og eitt í føroyskum, og hesi liggja øll á 140 og 500 metra dýpi. Felagið er serstakliga fegi um at vera góðkent sum fyristøðufelag, bæði í Føroyum og í Bretlandi. Verkætlanirnar á loyv- unum fevna, millum annað, um at úvega nýggjan seis- mikk og jarðfrøðiligt og jarðalisfrøðiligt arbeiði. Felagið hevur ikki nakrar boriskyldur í sambandi við tillutaði loyvini. Hetta tryggjar felagnum fríar ræsir til at taka avgerðir um boring, og minkar tí um nøgdina av tøkum peningi, ið skal nýtast á hesum stigi. Sum samstarvsfelagar hjá Shell eru vit sera fegnir um at hava keypt 90% av loyvinum hjá Shell og Esso, Halibut Horst, í Outer Moray Firth-økinum í bretska partinum av Norð- sjónum, har eingin boring enn hevur verið. Hetta er ein sera áhugaverdur møgu- leiki í einum oljuframleið- andi og virknum øki, nær- indis Claymore oljufeltin- um, og tann fyrsta loyvis- yvirtøkan hjá felagnum higartil. Keypið er byrjanin til eina gongd, har fleiri økir verða vald út sum ískoyti til møguleikarnar á Atlantsmótinum, við tað, at tað í Norðsjónum kann borast skjótt, lutfalsliga bíliga og við útliti fyri peningaúrtøku innan stutta tíð gjøgnum íbinding til nærliggjandi rørleiðingar. Virksemið felagsins fevnir nú um ymisk leiti- mið og møguleikar í yms- um jarðfrøðiligum leiting- armyndlum, ið bera í sær møguleikar bæði fyri leit- ing og víðari kanning, og sum øll hava møguleika fyri týðandi kolvetnisnøgd- um, og hava ein rímiligan váða og væntandi verða borað innan næstu trý árini. STRATEGI Strategiin hjá Faroe Petrol- eum er at fremja virðis- økingar við borivirksemi á Atlantsmótinum og í Norð- sjónum. Atlantsmótið er eitt serliga áhugavert øki við stórum møguleikum fyri at finna og útvinna olju- og gassnøgdir. Ímill- um tær týdningarmiklu oljukeldurnar vestan fyri Hetland eru Schiehallion og Foinaven oljufeltini hjá BP, sum saman verða mett at framleiða einar 200.000 tunnur av olju um dagin. Harumframt er framleiðsla nú byrjað frá risastóra olju- feltinum Clair, og mett verður, at umleið 5 milli- ardir tunnir eru til staðar í hesi oljukeldu. Hetta økið og framleiðslu- og flutn- ingskervi væntast at fáa ein høvuðsleiklut í at útvinna feltini Freya og Seonaid hjá Faroe Petroleum, ið liggja beint upp at Clair feltinum. Freya og Seonaid vórðu upprunaliga funnin í ávika- vist 1980 og 1974. Atlantsmóti er eisini áhugavert, tí har valdar politiskur stabilitetur, ein meir og meir týðandi táttur fyri oljufeløg og íleggjarar; men 2004 skarar framúr, sum eitt serliga væleydnað ár fyri økið við góðum leitiúrslitum í trimum av teimum fýra brunnunum, ið vórðu boraðir í 2004. Hóast fyristøðufeløgini higartil lítið hava almannakunn- gjørt, so hevur Total tó sagt, at metingin av Laggan gass-feltinum var positiv, og tað skilst, at feltið er rakstrarvert og sostatt kann føra við sær skjóta menning við nýggjum gassfram- leiðslu- og flutningskervi. Av størri týdningi fyri Atlantsmótið, er stóra fund- ið hjá ChevronTexaco á Rosebank/Lochnagar- leitimiðnum (á loyvi P.1026, teigum 213/26 & 213/27) tætt við bretsk- føroyska markið. Hesi týdningarmiklu fund eru eitt stórt stig fram at loysa jarðfrøðiliga putli- spæli í økinum og sostatt minka um boriváðan í nærstøddu leitimiðunum, ið enn ikki eru borað. Hóast Faroe Petroleum ikki er samstarvsfelagi í hesum 2004-brunnum, eigur fe- lagið stórar partar í loyv- unum nærindis og í somu jarðfrøðiligu løgum, sum báðar hesar kunngjørdu eydnusøgur. Oljufeløg og landsstýrir stremba eftir framhaldandi vøkstri í inntøkum, og At- lantsmótið vísir seg at verða eitt øki, ið oljuídnað- urin ikki kann síggja burtur frá í síni ótroyttiligu leitan eftir nýggjum olju- og gassnøgdum. Ein orsøk til, at stóru oljufeløgini leita sær burtur frá teimum minkandi leitimøguleikun- um í Norðsjónum, er tann lutfalsliga lítla nøgdin av olju og gassi í meginpart- inum av teimum írestandi leitimiðunum í Norðsjó- num. Harafturímóti eru olju- og gassnøgdirnar á Atlantsmótinum í nógvum førum sera stórar og ofta meir enn 1 milliard tunnir á hvørjum leitimiði. Hesin áhugaverdi møguleiki fyri vinningi, ið er av alstórum týdningi fyri framtíðar vælgongd hjá teimum stóru oljufeløgunum, fer at tryggja framhaldandi áhuga og leitifokus hjá stóru fe- løgunum á Atlantsmótinum nógv ár framyvir. Tileggjað av framhald- andi høgum oljuprísum væntast leitingin eftir kolvetni at økjast um allan heimin komandi tíðarskeið- ini. Lítla talið av brunnum, ið er borað á Atlansmótin- um higartil, merkir at góðar møguleikar eru fyri fleiri brunnum í framtíðini. Um- framt boring av fleiri leiti- brunnum í økinum skilst, at ein røð av metingarbrunn- um møguliga eisini verður borað í 2005 bæði á Rose- bank /Lochnagar oljufeltin- um og á Laggan gass-felti- num. Faroe Petroleum fer framvegis at troyta nýggjar møguleikar gjøgnum loyvisumsóknir, yvirtøkur og handlar. Tað er umráð- andi, at tað virksemið, sum felagið er partur av, er tengt at boriætlaðum, sum verða framdar innan eitt lut- fallsliga stutt tíðarskeið. Felagið fer tí framvegis at velja sínar samstarvavtalur eftir hesum leisti. Í øllum førum verður miðja eftir at fáa felagar við sama stóra áhuga og virkishugi til at útinna eina dynamiska verkætlan, ið førir til bor- ing innan stutta tíð. Har, ið hetta ikki er møguligt ella eyðsæð, halda vit fram at troyta møguleikar einsamallir, soleiðis at vit kunnu hava eftirlit við arbeiðsætlan, rakstri og tíðarætlan. Tað hevur verið sermerkið hjá felagnum at tryggja sær stórar ognarlutar í øllum sínum loyvum, úr 10 % og upp í 100 %. Hóast tílíkur stórur ognarlutur er óvan- liga høgur fyri eitt lítið oljufelag, loyvir tað okkum at fáa sum mest burturúr møguleikunum at fíggja boringar gjøgnum ognar- lutir í loyvum, ið so kunnu handlast við triðja parti og sostatt nýta ein minni part av tøka pening felagsins. Úrslit Felagið hevur eitt lítið rakstrarhall upp á kr. 2.2 mió. (2003: kr. 7.6 mió.) ið svarar til eitt tap upp á kr. 4,37 fyri partabrævið (2003: kr. 21,14 fyri parta- brævið). Rentuinntøka upp á kr. 6.3 mió. minkar nakað um fráboðaða tapið fyri tíðarskeiðið. Í 2004 vórðu íløgur gjørdar fyri kr. 18.5 mió. (2003: kr. 50 mió.) Netto- ognirnar hjá Faroe Petrole- um minkaðu eitt vet til kr. 233 mió. (2004: kr. 234 mió.). Felagið hevur nøkt- andi pening til at svara øllum skyldum. Tøkur pen- ingurin við árslok var kr. 135 mió. (2003: kr. 154 mió.). 24 Nr. 47 - 9. mars 2005 Framhald av síðu 23 Joe Darby, nevndarformaður í Faroe Petroleum hevur góðar vónir. Her er hann saman við hinum oddamonnunum í oljufelagnum