mikudagur 9. mars 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 47 - 9. mars 2005
25
Eftir fýra ára sam-
starv hava eigarnir av
lýsingarfyritøkuni
Vasti í Klaksvík nú
valt at halda fram
hvør sær.
– Eg ivist als ikki í, at
tað framvegis liggja
nógvir møguleikar í
Vasti og hópin av
avbjóðingum fyri
framman, ikki minst
tá Norðyatunnilin
letur upp, sigur nýggi
eigarin, Gunvá við
Keldu
VINNULÍV
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Klaksvík: Eftir at hava rik-
ið lýsingarfyritøkuna Vasti
saman við Jastrid Gulaksen
í fýra ár, hevur Gunvá við
Keldu nú yvirtikið fyritøk-
una og er samstundis flutt í
nýumvæld høli í Nólsoyar-
pálsgøtu í Klaksvík.
- Vit báðar hava havt eitt
fínt og sera inspirerandi
samstarv, men vit vóru
samdar um, at tíðin var
komin, har vit høvdu hug at
royna okkum hvør sær. Eg
eri sannførd um, at tað
framvegis liggja nógvir
møguleikar í Vasti, og tí
valdi eg at yvirtaka fyritøk-
una. Eg má eisini viðganga,
at tankin um at gerast stjóri
í míni egnu fyritøku nokk
altíð hevur verið ein gamal
dreymur, sigur Gunvá.
Kappingin økist
Nú eigarnir av Vasti hava
gjørt av at halda fram hvør
sær, merkir tað eisini at
kappingin millum lýsingar-
fyritøkur í Klaksvík økist.
– Jú, kappingin verður
størri, men tað er bara sunt
fyri fyritøkurnar og betri
fyri kundan. Hesi fýra árini,
síðani Vasti byrjaði, hava
lýsingarfyritøkurnar
í
Klaksvík havt nokk at gera,
og í løtuni er tað onki, sum
bendir á, at marknaðurin
minkar. Heldur tvørtur-
ímóti, sigur Gunvá
Hon vísir á, at hóast tað
gongur nakað seint, so er
ongin ivi um, at fyritøkur
gerast alsamt meir tilvitað-
ur um týdningin av skip-
aðari marknaðarføring og
miðvísum lýsingarátøkum.
Enn velja flestu smærri
fyritøkur tó sum oftast at
byrja í tí smáa við einari
lýsing í senn, og arbeiða
víðari harfrá. Tað kann
eisini saktans geva eitt gott
úrslit, og tað eru jú heldur
ikki allar fyritøkur, sum
hava tørv á einum størri
lýsingarátaki, sigur Gunvá,
sum kortini heldur, at
smærri fyritøkurnar sum
heild kundu havt gagn av at
raðfest
marknaðarføring
hægri.
- Nýggja tøknin gevur
lýsingarfyritøkum møgu-
leika at bjóða kundanum alt
á sama stað, tvs. alt frá
smáum blaðlýsingum til
uttandura skelti ella heima-
síður. Og fakliga hava vit
eisini førleikan at ráðgeva
kundanum
um,
hvussu
lýsingarátakið best kann
skipast fyri at nøkta júst
hansara tørv. Slíkar upp-
gávur eru sera avbjóðandi
fyri okkum, men enn er tað
nakað langt ímillum tær.
Kortini havi eg varhuga av,
at eisini á hesum økinum er
okkurt við at henda her í
Føroyum, sigur Gunvá.
Sjónligari
Nú Vasti flytur oman í
Nólsoyarpálsgøtu, er tað
tað ongin ivi um, at fyri-
tøkan verður munandi sjón-
ligari í býarmyndini.
– Fyrimunurin við teim-
um gomlu hølunum var
sjálvandi, at har var so
góður arbeiðsfriður. Sjálv
saknaði eg nokk altíð eitt
sindur hetta, at fólk bara
støkka inn á gólvi og í heila
tiki tann dynamikkin, sum
eyðkennir eina gøtu í
miðbýnum, sigur Gunvá og
leggur afturat, at tað nokk
enn eru nógv, sum als ikki
vita, hvat Vasti er fyri nak-
að.
- Fyri nógv fólk er slíkt,
sum ein lýsingarfyritøka
arbeiðir við, nakað diffust
nakað. Tá fólk so heldur
ikki síggja okkara skelti
nakra staðni í býnum, hava
tey heldur onga orsøk at
spyrja ella undrast yvir,
hvat tey gera harinni, sigur
Gunvá, sum samstundis
viðgongur, at lýsingarfyri-
tøkur gott kundu gjørt meir
fyri at marknaðarført seg
sjálvar.
– Tað er eitt sindur
ironiskt, at vit, sum liva av
at ráðgeva fólki í, hvussu
tey best kunnu selja sína
vøru, gera so lutfallsliga
lítið burtur úr at selja okk-
ara egnu vøru. Tey flestu
vita nokk, at vit seta lýs-
ingar upp og kanska snið-
geva búmerki, men eg eri
ikki so vís í, at fólk vita av,
at vit eisini meta og ráð-
geva um mest effektivu
marknaðarføringina, sigur
Gunvá.
Gunvá heldur, at ein av
orsøkunum til, at føroyskar
lýsingarfyritøkur ikki gera
meir við at marknaðarføra
seg sjálvar, er, at tað kann
vera trupult at velja, hvat tú
skalt leggja mest áherðslu
á.
- Sum er, er føroyski lýs-
ingarmarknaðurin so lítil,
at flestu lýsingarfyritøkur
eru noyddar at átaka sær
nógvar ymiskar lýsingar-
og prentuppgávur. Tí kann
tað vera ein vági í satsa alt
uppá eitt slag av uppgávu
og lata hinar víkja, tí vit
hava brúk fyri øllum, sigur
Gunvá
Fasta sambandið
Nú fasta sambandið um
Leirvíksfjørð skjótt verður
veruleiki, sær Gunvá fyri
sær, ikka bara at praktiska
arbeiðsgongdin í sambandi
við flutning av prentlutum
fer at gerast munandi lætt-
ari. Hon er heldur ikki í iva
um, at fasta sambandi fer at
hava stóran týdning fyri
umstøðurnar at røkja per-
sónligu kundatænastuna.
– Sjálvt um næstan alt
kann orðnast umvegis teldu
í dag, kann tað ongantíð
setast í staðin fyri persón-
ligar samrøður og vitjanir á
fyritøkuni, tú samstarvar
við. Tí fer tað at hava
ótrúliga nógv at siga, at tú
bara kanst seta teg í bilin og
hálvan tíma seinni kanst
standa inni á gólvinum hjá
kundanum. Tað kann bara
verða stimbrandi fyri sam-
starvið, sigur Gunvá við
Keldu.
Vasti verður sjónligari
Gunvá við Keldu hevur
yvirtikið lýsingarfyritøkuna
Vasti, sum nú verður
munandi sjónligari í
býarmyndini í Klaksvík